M. KAPITALVINNINGSSKATTALÓGIN
Kapitalvinningskattalógin kom í gildi tann 16. november 2001. Lógin hevur við sær eina munandi einfaldgering av kapitalvinningsskattingini, so avkast av øllum íløgum verður skattað eins (symmetriskt). Lóggávan á økinum er sostatt munandi greiðari og viðger bæði avkast, vinning og tap av øllum kapitalíløgum.
Reglurnar í kapitalvinningsskattalógini fevna m.a. um:
1) Sølu og aðra avhendan av partabrøvum, íløguprógvum og líknandi virðisbrøvum eins og umbýtiligum lánsbrøvum. Sama er galdandi fyri vinning ella tap, ið stendst av at siga frá sær ella avhenda serstøk rættindi, ið hava tilknýti til hesi virðisbrøv.
2) Innfrían, sølu og onnur avhendan enn sølu av fíggjarkrøvum herundir lánsbrøvum, pantibrøvum og skuldarbrøvum
3) Leysgeran av skuld.
4) Keyps- og sølurættindi til virðisbrøv og fíggjarkrøv fevnd av nr. 1 og nr. 2.
5) Vinningsbýti.
6) Rentuinntøkur.
7) Rentuútreiðslur, sbr. § 10, stk. 3
M. 1. PERSÓNAR, FELØG O.O. FEVND AV KAPITALVINNINGSSKATTALÓGINI
Ásett er í § 2 í kapitalvinningskattlógini, hvør er fevndur av lógini. Eftir hesum fevnir lógin um øll tey, sum í tí løtu, tey hava ásannað vinning ella tap, hava fingið útlutað vinningsbýti ella hava fingið rentuinntøku, eru undir fullari skattskyldu til Føroyum, ella tey, sum í hesi løtu eru undir avmarkaðari skattskyldu til Føroyum. Hetta eru bæði likamligir persónar og løgfrøðiligar persónar.
Tað er § 1 í skattalógini, sum er avgerandi fyri, hvør er fult skattskyldugur til Føroyar, og § 2 skattalógini avger, hvør er avmarkað skattskyldugur til Føroyar.
Grundin, til at avmarkað skattskyldug eisini eru fevnd av kapitalvinningsskattalógini, er, at vinningsbýti sambært § 2, stk. 1, litra g í skattalógini heimilar avmarkaða skattskyldu í Føroyum.
Um bert fult skattskyldug vóru fevnd av lógini, skuldu tey, sum fáa vinningsbýti úr Føroyum, ikki verið viðgjørd eftir kapitalvinningskattlógini, men í staðin eftir skattalógini.
§ 2 í skattalógini, sum ásetir avmarkaða skattskyldu, ásetir bæði subjektiva skattskyldu og objektiva skattskyldu. Tað er tí bert av tí inntøku, sum beinleiðis er nevnd í § 2 í skattalógini, at viðkomandi er avmarkað skattskyldugur.
§ 2 í skattalógini heimilar ikki avmarkaða skattskyldu fyri vinning ella tap við avhendan av partabrøvum, heldur ikki vinningur við innfrían ella avhendan av fíggjarkrøvum og skuld gevur avmarkaða skattskyldu til Føroyar. Rentuinntøkur úr Føroyum geva heldur ikki avmarkaða skattskyldu til Føroyar.
Um talan er um fastan rakstrarstað í Føroyum, kann talan tó verða um avmarkaða skattskyldu til Føroyar fyri ávísar inntøkur, sbr. § 2, stk. 1, litra d í skattalógini.
Avmarkað skattskylda hevur tí fyri kapitalvinningsskattalógina bert týdning fyri persónar, sum fáa vinningsbýti úr Føroyum, sambært § 2, stk.1, litra g í skattalógini, og teir persónar, sum hava fastan rakstrarstað í Føroyum, sambært § 2, stk. 1, litra d í skattalógini.
M.2. § 14 UPPGERÐIN Í KAPITALVINNINGSSKATTLÓGINI
Ein uppgerð verður gjørd, har vinningur og tap og avkast verða løgd saman.
Tað snýr seg um vinning og tap í sambandi við sølu ella aðra avhendan av partabrøvum v.m., vinning og tap av fíggarkrøvum og skuld og av keyps- og sølurættindum. Eisini vinningsbýti og rentuinntøka skulu roknast við í uppgerðina, sbr. § 14 í kapitalvinningskattalógini.
Uppgerðin hjá persónum v.m.
Fyri likamligar persónar og deyðsbúgv skulu vinningur og tap av kapitalíløgum leggjast saman. Vinningur er skattskyldugur og skal latast ein kapitalvinningsskattur upp á 35 % (2013: 36 %) ístaðin fyri at verða skattað sum vanlig skattskyldug inntøka.
Uppgerðin fyri feløg v.m.
Fyri feløg og grunnar v.m. verður eisini gjørd ein uppgerð, har vinningur og tap av kapitalíløgum verða løgd saman og skattað fyri seg eftir kapitalvinningsskattalógini. Undantiknar eru rentur, sum verða roknaðar við í vanligu skattskyldugu inntøkuna hjá feløgum og grunnum v.m.
Feløg og grunnar v.m. lata ein skatt uppá 18 %. “Feløg og grunnar v.m.” merkir í hesum samanhangi tey feløg, sum eftir føroyskum reglum verða mett sum sjálvstøðug skattasubjekt. Henda meting verður gjørd út frá ásetingunum í § 1 í skattalógini. Tey feløg, sum eftir § 1 í skattalógini, eru at meta sum sjálvstøðug skattasubjekt, verða skattað við 18 % eftir kapitalvinningsskattalógini. Hetta er eisini galdandi fyri útlendsk feløg, sum eftir føroyskum reglum eru at meta sum sjálvstøðug skattasubjekt.
Feløg og grunnar v.m. kunnu taka nettovinning eftir kapitalvinningsskattalógini við í uppgerðina av skattskyldugu inntøkuni eftir skattalógini tey ár, tá inntøkuuppgerðin eftir skattalógini vísir hall. Soleiðis kunnu feløg og grunnar v.m. mótrokna nettovinning eftir kapitalvinningsskattalógini í halli eftir skattalógini og harvið umganga at skula rinda skatt eftir kapitalvinningsskattalógini, tá tey hava hall av rakstrinum í felagnum.
Tað er bert so stórur partur av kapitalvinninginum, sum dekkar hall eftir skattalógini, sum kann takast við í uppgerðina av skattskyldugu inntøkuni eftir skattalógini, tað kann vera hall, sum er staðfest í sama ári, ella undanfarnum árum, um so er, at tey kunnu førast fram til frádrátt í seinni inntøkuárum.
Hall eftir kapitalvinningsskattalógini kann ikki mótroknast í eini positivari skattskyldugari inntøku eftir skattalógini.
Um uppgerðin vísir hall – framflyta hall
Vísir uppgerðin hall, kann hetta verða drigið frá í uppgerðini fylgjandi árini uttan tíðaravmarking. Hall kann bert flytast fram til frádrátt eitt seinni inntøkuár, í tann mun tað ikki er rúm fyri tí í møguligum nettovinningi eitt fyrri ár. Hallið skal sostatt dragast frá skjótast til ber. Ikki ber til at leypa eitt ár um og so aftur draga frá í inntøku eitt seinni ár.
M.3. KAPITALVINNINGSJÁLVUPPGÁVAN
Tað áliggur skattskylduga at geva upp skattskyldugu kapitalvinningsupphæddina á oyðublað, sum TAKS letur gera. Sjávuppgávan við fylgiskjølum og Kapitalvinningssjálvuppgávan kunnu allar latast inn umvegis eSkatt.fo. Víst verður til leinkjuna.
Forprentað kapitalvinningssjálvuppgáva
Persónar, feløg v.m., sum hava fingið eina forprentaða kapitalvinningssjálvuppgávu, nýtast ikki at lata inn sjálvuppgávuna, um forprentaðu upplýsingarnar eru rættar og fullfíggjaðar. Mangla onkrar upplýsingar, ella eru upplýsingarnar skeivar á forprentaðu sjálvuppgávuni, skal sjálvuppgávan altíð latast inn. Bert um allar upplýsingarnar á forprentaðu sjálvuppgávuni eru rættar og fullfíggjaðar, kann ein lata vera við at lata inn sjálvuppgávu.
Freistina at lata inn kapitalvinningssjálvuppgávu
Freistin fyri at geva upp inntøkuna eftir kapitalvinningsskattalógini er tann sama, sum freistin fyri at lata inn sjálvuppgávu eftir skattalógini. Víst verður til Kapittul A.
Viðv. írestandi skatti ella avlopsskatti
Er skatturin (eftir § 14) hægri enn fyribilsskatturin, sum er goldin sambært § 15 og/ella § 16, verður hann nevndur írestandi skattur. Írestandi skattur eftir kapitalvinningskattlógini verður ikki kravdur inn, um hann er 500 kr. ella minni. Avlopsskattur verður ikki útgoldin, um hann er 50 kr. ella minni. Tær upphæddir, sum ikki vera innkravdar ella útgoldnar eftir nevndu ásetingum, verða bókaðar ávikavist sum ein útreiðsla og ein inntøka hjá landskassanum fyri viðkomandi ár.
M. 4. UNDANTØK - VIRÐISBRØV, IÐ IKKI ERU FEVND AV KAPITALVINNINGSSKATTALÓGINI
Vinningur og tap av íløgum í virðisbrøv, tá hesi eru liður í eftirlønarskipanum, sum eru fevndar av rentutryggingarlógini, skulu ikki viðgerast eftir kapitalvinningsskattalógini.
M.5. PARTABRÆVASØLA V.M. (Søla og onnur avhendan av partabrøvum v.m.)
Kapitalvinningskattalógin fevnir um sølu og aðra avhendan av partabrøvum, íløguprógvum og øðrum líknandi virðisbrøvum. Tey virðisbrøv, sum eru uppreksað í § 1, nr. 1, eru bert dømi um, hvørji virðisbrøv eru fevnd av lógini.
Henda uppreksan er ikki úttømandi. Øll virðisbrøv, ið kunnu sammetast við tey nevndu, tað vil siga øll virðisbrøv, ið umboða ein ognarpart í einum felag, sum er eitt sjálvstøðugt skattasubjekt, eru fevnd av kapitalvinningsskattalógini.
Umbýtilig lánsbrøv (konvertiblar obligasjónir) eru fevnd av § 1, nr. 1 í kapitalvinningskattalógini. Hervið skal skattingin fara fram eftir ásetingunum í § 4, í staðin fyri eftir reglunum um krøv í § 6. Við umbýtilig lánsbrøv er at skilja lánsbrøv, ið eru givin út av parta- ella smápartafeløgum, og har lánsbrævið heimilar lángevara rætt til í staðin fyri innfrían at fáa partabrøv ella smápartabrøv í felagnum. Fevnd av lógini eru eisini serstøk rættindi, ið hava tilknýti til partabrøv v.m.
Hesi rættindi eru eitt nú rættindi, so sum frípartabrøv, rættindi til frípartabrøv, og tekningsrættindi. Rættindi so sum atkvøðurættir og aðrir rættir, sum standast av at eiga partabrøv v.m., eru ikki fevnd av lógini.
Tekningsrættindi eru eftir hesum fevnd av § 1, nr. 1, og sjálvt um ein kann siga, at tekningsrættindi er ein keypsrættur, so skal søla av tekningsrættindum viðgerast eftir teimum reglum, sum viðgera virðisbrøv. Tekningsrættindi skulu ikki viðgerast eftir § 8, sum viðger keypsrættindi.
Tað er øll avhending, sum er fevnd av lógini, bæði sjálvboðin og tvungin avhending. Viðtøkubroytingar kunnu eisini verða síðustillaðar við sølu/avhending. Verða viðtøkurnar í einum felag broyttar, og hesar broytingar verða mettar at hava ávirkan á partabrøvini, kann viðtøkubroytingin verða síðustillað við sølu/avhending. Hetta er tó bert galdandi um so er, at viðtøkubroytingarnar viðføra eina ognarbroyting millum partaeigarar felagsins. Broyting í tali av partabrøvum, broyting av navni felagsins ella ein broyting viðvíkjandi atkvøðurætti verða ikki mett sum avhending. Viðførir viðtøkubroytingin eina broyting í fíggjarligu rættindum parteigarans, t.d. broytt rættindi til vinningsbýti, lutfallið til vinningsbýti ella fastfrysting av kursvirði fyri ein part av partabrøvunum, kunnu hesar broytingar metast sum avhending.
Avgerðin um, at viðtøkubroyting skal síðustillast við avhending av partabrævi, er treytað av eini ítøkiligari meting. Í hesi meting verður dentur lagdur á, hvussu munandi broytingin av rættindum, ið fylgja partabrævinum er. Jú størri broytingin er, størri eru grundgevingarnar til tess at meta viðtøkubroytingina sum eina avhending.
Sum dømi um avhending kann nevnast, at flyting av partabrøvum frá foreldur til barn er at meta sum avhending. Sí í hesum sambandi avgerð hjá Skatta og avgjaldskærunevndini frá 17. februar 2010, j. nr. 09-02-22-57. Sí eisini avgerð hjá Skatta og avgjaldskærunevndini frá 22. apríl 2010, j. nr. 09-02-22-81.
Tað snýr seg eisini um avhending, tá hjúnafelagið letur partabrøv í gávu til húnafelagan. Sí í hesum sambandi avgerð hjá Skatta og avgjaldskærunevndini frá 17. februar 2010, j. nr. 09-02-22-52. Sí eisini undir lating og móttøka av gávum niðanfyri.
Flyting av partabrøvum í samband við separatión/hjúnarskilnað er ikki at meta sum avhending av partabrøvum. Tað snýr seg um flyting, sum ikki er skattskyldug vísandi til prinsippið í § 29, nr. 4 í skattalógini. Sí í hesum sambandi avgerð hjá Skatta og avgjaldskærunevndini frá 17. februar 2010, j. nr. 09-02-22-80.
Partabrøv v.m. - Ikki vinnnuligt virksemi
Tá talan er um vinning og tap av sølu av teimum í § 1, nr. 1 nevndu virðisbrøvum, sum ikki eru liður í skattgjaldarans vinnuliga virksemi, verður álagdur ein skattur - uttan mun til ognartíð. Fyri likamligar persónar merkir hetta ein skatt upp á 35 % (2013 36 %). Fyri feløg og grunnar v.m. merkir hetta ein skatt upp á 18 %.
Tey virðisbrøv, sum her er talan um, eru øll tey, sum eru fevnd av § 1, nr. 1 í kapitalvinningskattalógini. Hetta eru øll tey virðisbrøv, sum umboða ein ognarpart í einum felag, sum er eitt sjálvstøðugt skattasubjekt.
Eisini skulu serlig rættindi, sum hava tilknýti til tílík virðisbrøv, viðgerast eftir hesi áseting. Hetta kann vera eitt nú frípartabrøv, rættindi til frípartabrøv og tekningsrættindi. Víst verður til tað, sum stendur niðanfyri.
Realisatiónsprinsippið
Tá vinningur og tap við sølu av partabrøvum v.m. verða gjørd upp, verður realisasjónsprinsippið nýtt. Hetta merkir, at vinningur ikki er skattskyldugur, fyrr enn partabrævið v.m. verður selt ella avhendað.
Skattur verður soleiðis bert lagdur á realiseraðan vinning, og tap kann bert dragast frá skattskyldugu inntøkuni eftir kapitalvinningsskattalógini, tá tapið er realiserað.
Er partafelag farið konkurs kann tap av slíkum partabrøvum dragast frá. Tapið verður javnsett við avhendan. Avhendingarupphæddin á partabrøvunum verður sett til 0,- á kapitalvinningssjálvuppgávuni, tá felagið er endaliga upployst. Felagið er at meta sum endaliga upployst tá felagið er strikað úr skránni hjá Skráseting Føroya, og ognarrætturin til partabrøvini er endaliga burturdottin. Sí avgerð hjá Skatta og avgjaldskærunevndini frá 17. mai 2010, j. Nr. 09-02-22-75.
Útveganarupphædd og avhendingarupphædd
Partabræv fyri partabræv hátturin verður nýttur. Hetta merkir, at vinningur og tap verða gjørd upp sum munurin millum útveganarupphædd og søluupphædd fyri avvarðandi partabræv. Hyggjast skal eftir, hvat júst tað virðisbrævið, ið nú verður selt, er útvegað fyri.
Um partabrævaeigari hevur fleiri partabrøv við somu rættindum í sama felag, men sum ikki eru útvegað samstundis, verða tey partabrøv, sum fyrst eru útvegað, roknað fyri tey, sum fyrst eru avhendað (FIFO-prinsippið).
Útveganarupphæddin er tann upphædd, partabrævaeigarin hevur latið fyri partabrøvini. Og søluupphæddin er tann upphædd, eigarin fær við avhending av partabrøvunum. Við tekning av partabrøvum er útveganarvirðið tekningsupphæddin.
Tá partabrævaeigarin fær tillutaðan ein tekningsrætt, so verður tekningsupphæddin útveganarvirðið fyri partabrævið. Hevur partabrævaeigarin goldið fyri at fáa tekningsrættin, so er útveganarvirðið fyri partabrævið tann upphædd, sum er goldin fyri rættin, samanlagt við tekningsupphæddini. Eisini upphædd, goldin fyri ein rætt til frípartabræv, skal roknast við í útveganarvirðið fyri frípartabrævið.
Stendur einum partaeigara í boði at tekna umbýtilig lánsbrøv, hevur tekningsrætturin virði av kr. 0,-. Selur hann tekningsrættin, er vinningurin søluvirðið (minus kr. 0,-).
Verður tað umbýtiliga lánsbrævið innfríað til pari, er ongin vinningur ella tap. Verða umbýtlilig lánsbrøv umbýtt til partabrøv ella smápartabrøv v.m., hevur hetta ongan skattligan týdning. Útveganarvirðið fyri partabrævið er tað sama sum fyri tað umbýtiliga lánsbrævið.
Er talan um umskipan av persónligt riknum vinnuvirki til partafelag eftir løgtingslóg nr. 47 frá 1986 um umskipan, er útveganarvirðið á partabrævinum tað skattliga virðið av ogn og skuld hjá virkinum á umskipanardegnum, sambært § 4, stk. 2 í umskipanarlógini. Verður talan um eitt negativt útveganarvirði, verður hetta negativa virðið lagt afturat søluupphæddini, tá partabrævið verður selt.
Í sambandi við keyp og sølu í fremmandum gjaldoyra, verður søluupphæddin umroknað pr. keypsdag ella søludag.
Útreiðslur sum kunnu dragast frá
Útreiðslur í sambandi við keypið av partabrævinum skulu leggjast afturat útveganarvirðinum.
Útreiðslur, sum partabrævaeigarin hevur í samband við sølu, kunnu við uppgerðini av vinningi dragast frá søluvirðinum.
Tað kann t.d. snúgva seg um søluprovisjón, útreiðslur til sakførara ella grannskoðara. Tá útveganarupphædd ella søluupphædd er virði í vanligum handli, eru ikki útreiðslur, sum kunnu leggjast afturat útveganarvirðinum ella dragast frá søluvirðinum. TAKS hevur tó loyvt fólki at rokna “kurtage” við sum útreiðslu.
Avmarking í rættinum til frádrátt
Tá feløg og grunnar v.m., sum eru fult skattskyldug í Føroyum, selja partabrøv við tapi, kann hetta tap, sbrt. § 4, stk. 3 í kapitalvinningskattalógini bert dragast frá, í tann mun tapið er størri enn skattafrítt vinningsbýti, sum felagið hevur fingið av avvarðandi partabrævi.
Sambært § 9, stk. 1 kapitalvinningskattalógini kunna feløg og grunnar v.m., sum eru fult skattskyldug í Føroyum, fáa skattafrítt vinningbýti úr útlutandi felagnum.
Henda regla um avmarking í tapsfrádráttinum er gjørd fyri at forða at felag, við at fáa skattafrítt vinningsbýti, kunnu tøma annað felagið uttan at rinda avgjald, og síðan selja partabrøvini í felagnum við tapi. Partabrøvini hava lítið
og einki virði, av tí at felagið er tómt.
Eitt slíkt tap kundi uttan hesa reglu verið drigið frá í uppgerðini av skattskyldugu inntøkuni eftir kapitalvinningsskattalógini.
Tapsfrádráttur verður tí avmarkaður soleiðis, at tap bert kann dragast frá, um tapið er størri enn tað skattafría vinningsbýtið, ið tað partabrævið, sum verður selt, hevur givið felagnum.
Frípartabrøv v.m.
Frípartabrøv, rættir til frípartabrøv og tekningsrættir, ið eru tillutaðir, verða roknað fyri útvegað fyri 0 kr., og verða roknað fyri útvegað samstundis sum móðurpartabrøvini.
Neyðugt er at staðfesta, nær útveganartíðspunktið er, sjálvt um 3 ára reglan er avtikin, hetta orsakað av at FIFO princippið í nøkrum førum skal nýtast, tá vinningur ella tap skulu gerast upp.
At hesir rættir eru tillutaðir merkir, at tað ikki verður goldið fyri rættin.
Tá eitt frípartabræv verður selt, og útveganarvirðið er kr. 0, er tað á allan sølupeningin, ið skattur verður álagdur. Um ein tillutaður rættur til frípartabræv ella ein tillutaður tekningsrættur verður seldur, áðrenn viðkomandi fær frípartabrævið ella teknar partabrævið, verður allur sølupeningurin fyri rættin skattskyldug inntøka.
Søla til felagið, sum hevur givið út partabrævið v.m.
Um tey virðisbrøv, sum eru fevnd av § 1, nr. 1 í kapitalvinningsskattalógini, verða seld til tað felagið, sum hevur givið út hesi virðisbrøv, verður avhendingarupphæddin roknað sum vinningsbýti. Soleiðis verður tað mett sum útlutan av vinningsbýti, tá parteigari ella luthavari, sjálvboðin ella tvingaður, selur partabrøv, lutaprógv og líknandi virðisbrøv, her íroknað umbýtilig lánsbrøv og tekningsrættindi til slík virðisbrøv, til tað felagið, sum hevur útskrivað hesi virðisbrøv. Í slíkum førum verður øll avhendingarupphæddin tí mett sum skattskyldug inntøka sambært reglunum í kapitalvinningsskattalógini. Sí meira undir vinningsbýti.
Toll- og Skattaráðið kann loyva, at avhendingarupphæddin ikki verður viðgjørd eftir sum vinningsbýti. Verður loyvi givið, skal viðgerðin fara fram eftir somu reglum sum vinningur og tap við avhendan av partabrøvum v.m.
Undantaksloyvi kann gevast, tá avhendingin av partabrøvunum er framd av øðrum orsøkum enn teimum, sum roynt verður at sleppa undan við høvuðsregluni í § 5, stk. 1 í kapitalvinningskattalógini.
§ 5, stk. 1 skal forða, at parteigarar verða eggjaðir til at leggja allan vinningin í felagnum í grunn, í staðin fyri at geva upp ein hóskandi part sum vinningsbýti, sum kann skattast, og við avhending av partabrøvum til felagið kunnu vinna sær útlutan, sum skattast á ein annan hátt.
Tá avgerast skal, um undantaksloyvi skal gevast, vil dentur tí verða lagdur á, um aftursølan til felagið verður nýtt sum alternativ til útlutan. Hetta kann til dømis vera í føri, har felagið keypir egin partabrøv til ein kurs, ið er hægri enn marknaðarkursurin. Vanliga verður undantaksloyvi bert givið, um parteigarar avhenda øll síni partabrøv. Tey nýtast tó ikki øll at verða avhendað til felagið, tí partvís avhending til onnur, herundir aðrar partabrævaeigarar í felagnum, kann góðtakast sum fullkomin avhending av partabrøvunum. Í heilt serligum førum kann gevast undantaksloyvi, hóast øll partabrøvini ikki verða avhendað, tá ið skatting av allari søluupphæddini hevði givið eitt heilt
órímiligt úrslit. Tað skal m.a. metast, um parteigarin veruliga hevur givið frá sær sína ávirkan á ta vinningsbýtisgevandi ognina.
Í feløgum, har parteigarin ella luthavarin ikki kann avhenda síni partabrøv v.m. til onnur enn felagið, t.d. lutaíbúðarfeløg ella feløg, har ognarhald av partabrøvum er treytað av arbeiði í eini serstakari vinnu, verður undantaksloyvi næstan altíð givið.
Parteigarar, sum ynskja at avhenda partabrøv, lata ofta ein banka standa fyri avhendingini, og bankarnir taka tá vanliga partabrøvini í kommissjón. Í førum, har ein banki á henda hátt tekur í móti ”egnum partabrøvum” frá einum parteigara til víðarisølu, verður henda avhending til bankan ikki fevnd av § 5, stk. 1, men parteigarin má skattast sum við avhending til triðjamann.
Undantaksloyvi verður ikki givið, so tað fevnir um øll, men bert eftir umsókn frá tí einstaka parteigaranum. Eitt undantak frá regluni í § 5, stk. 1 er, um hesi virðisbrøv verða avhend til útskrivandi felagið í avtøkuárinum í sambandi við endaliga avtøku av felagnum.
Tá talan er um, at undantaksloyvi verður givið eftir § 5, stk. 2, ella at søla fer fram til felagið í avtøkuárinum, verður bert roknað sum vinningsbýti munurin millum avhendingarupphæddina og útveganarpeningin fyri avvarðandi virðisbræv. Her er so tað galdandi, at um tað t.d. snýr seg um frípartabrøv, so er útveganarupphæddin kr. 0.
Útlutan í sambandi við niðurskriving av partapeningi
Útlutanir í sambandi við, at partapeningurin verður lækkaður, skulu sum útgangsstøði viðgerast sum vinningsbýti. Tó kann Toll- og Skattaráðið loyva, at viðgerðin fer fram eftir ásetingunum um sølu og aðra avhending.
Lækking av partapeningi kann verða gjørd við, at øll partabrøv verða áteknað tað nýggja lægra virðið, ella at felagið keypir egin partabrøv og fær hesi ógildað. Í seinna førinum skal útlutanin viðgerast eftir § 5 um sølu til felagið, sum hevur útgivið partabrøvini.
Um niðurskriving av partapeninginum fer fram, uttan at felagið keypir egin partabrøv, men við at hvørt partabræv verður áteknað eitt lægri virði, móti at partabrævaeigarin fær útlutað eina upphædd úr felagnum, so er øll tann útlutaða upphæddin sum meginregla at meta sum vinningsbýti.
Toll- og Skattaráðið kann loyva, at útlutanin verður viðgjørd eftir reglunum um sølu og aðra avhending. Um slíkt loyvi fæst, verður útlutanin mett sum partvís avhending av partabrævinum. Tann lutvísi parturin, sum verður niðurskrivaður, er at meta sum realiseraður. Vinningurin ella tapið verður tá gjørt upp sum munurin millum útlutanina og tann lutvísa partin av útveganarvirðinum fyri partabrøvini. Tá partabrævið seinni verður selt, verður vinningur ella hall gjørt upp út frá einum útveganarvirði, sum er tann eftirverandi parturin av upprunaliga útveganarvirðinum.
Tá avgerast skal, um undantaksloyvi skal gevast, skal dentur verða lagdur á, at útlutanin ikki bert er eitt alternativ til vanliga útlutan av vinningsbýti.
Undantak skal tí bert gevast, um niðurskrivingin bert er grundað í felagsins vinnuligu viðurskiftum, t.d. um felagið hevur minkað um virksemið soleiðis, at partapeningurin ikki longur svarar til felagsins veruliga fíggjarliga virksemi.
Vanliga skal vera talan um eina ávísa niðurgongd í virkseminum og ikki bert ein broyttan rakstur. Tað verður gjørd ein samlað metan av øllum umstøðum í málinum, har tað millum annað skal takast atlit til, um lækkingin fer fram stutt eftir, at virksemið er minkað, vanliga ikki longur enn 1 ár, um útlutanin á leið samsvarar við upphæddirnar, sum eru innkomnar við einari sølu, og um tað framvegis er eitt týðandi virksemi í felagnum. Tað er eisini ein treyt fyri at fáa undantaksloyvi, at lækkingin ávirkar partaeigararnar lutfalsliga líka soleiðis, at sínámillum býtið millum partaeigararnar ikki verður broytt.
Serligar reglur fyri vinnnuligt virksemi
Sambært § 3 í kapitalvinningsskattalógini skulu vinningur ella tap, sum eru liðir í skattgjaldarans vinnuliga virksemi, verða roknað upp í uppgerðina av skattskyldugu inntøkuni eftir reglunum í skattalógini.
Møguleiki er at velja millum at nýta realisasjónsprinsippið og lagurprinsippið, tá vinningur ella tap eru liðir í vinnuliga virksemi skattgjaldarans. Tá ein fyrst hevur valt at nýta lagurprinsippið, ber tó ikki til at fara aftur til at nýta realisasjónsprinsippið.
Vinningur ella tap, sum eru liðir í skattgjaldarans vinnuliga virksemi, skulu eftir § 3 roknast við í skattskyldugu inntøkuna eftir skattalógini, og henda inntøka skal tí ikki roknast við í uppgerðini av skattskyldugu inntøkuni, sum hon verður gjørd upp eftir hesi lóg. Avleiðingin av hesum er, at procentsatsurin verður hægri, um talan er um persónar. Skattingin er tí tann sama, sum er galdandi fyri einhvørja aðra vanliga inntøku. Um talan er um t.d. eitt partafelag, so er satsurin 18 %, eins og fyri aðra vanliga skattskylduga inntøku hjá partafeløgum.
Stórur munur er á rættinum til frádrátt fyri tap, tá uppgerðin er eftir kapitalvinningskattalógini, í mun til tá uppgerðin er eftir skattalógini. Eftir kapitalvinningskattalógini kann tap bert verða drigið frá í vinningi, sum er skattskyldugur eftir kapitalvinningskattalógini. Tá uppgerðin er eftir skattalógini, er eingin avmarking í tapsfrádráttinum. Tap við sølu av virðisbrøvum og fíggjarkrøvum kann tí, tá talan er um vinnuligt virksemi, verða drigið frá í aðrari skattskyldugari inntøku.
Tað verður tí rættiliga avgerandi, um vinningur ella tap eru liðir í skattgjaldarans vinnuliga virksemi.
Liður í vinnuliga virksemi skattgjaldarans
Viðkomandi skal vera vinnurekandi við keypi og sølu av virðisbrøvum, ella við at læna út pening. Hetta er tað, sum á donskum verður kallað ”næringsvej”.
Vanligu dømini um, nær vinna verður staðfest, er innan peningastovnar og annað fíggjarligt virksemi. Í øðrum førum kann ofta vera ivasamt, hvørt talan er um vinnu ella ikki.
Høvuðseyðkennini fyri tílíkum vinnuligum virksemi, sum her er talan um, eru, at viðkomandi handlar við virðisbrøvum, og at virðisbrøvini eru útvegað við sølu fyri eyga og fyri at fáa vinning við søluni.
Líkningarmyndugleikin metir um vavið og systematikkin av virkseminum, tá avgerð verður tikin viðvíkjandi skatting. Hædd verður somuleiðis tikin fyri, um virðisbrøvini eru ein partur av støðisognini og tískil ikki partur av vinnuliga virkseminum, ella um talan bert er um eina umplasering av yvirskotslikviditetinum og ognum annars.
Tað vinnuliga virksemið, sum er fevnt av § 3, kann vanliga býtast upp í handilsvinnu og fíggingarvirksemi.
Handilsvinna
Talan er um handilsvinnu, tá tann skattskyldugi hevur sum vinnu at reka handil við virðisbrøvum. Hetta er bæði galdandi, tá talan er um høvuðsvinnu, og tá talan er um hjávinnu.
Handilsvinna fevnir tí í fyrsta umfari um persónar ella feløg, sum reka bankavirksemi ella vekseleraravirksemi.
Hvørt ein skattskyldugur, sum ikki er vekslari, verður mettur at reka vinnu við keypi og sølu av virðisbrøvum, veldst um, hvørt hin skattskyldugi heilt ella lutvíst livir av at handla við virðisbrøvum. Tað eru persónar, sum handla við virðisbrøvum fyri egna rokning ella eru millumgongumenn tvs. meklarar.
Eyðkennið fyri slíkt vinnuvirki er, at viðkomandi ger vart við seg við lýsingum ella kundarøkt, at viðkomandi er yrkisfólk. Somuleiðis kann talan vera um, at ein kundaskari leitar upp viðkomandi, sum, grundað á serliga vitan og kunnleika til marknaðin ella onnur viðurskifti fyri útboði, eftirspurningi ella prísáseting, handlar teirra vegna.
Hesin háttur fyri handilsvinnu má ikki blandast við tað, sum vanliga verður rópt ”kapitalrøkt”, hetta er tað, sum á donskum verður rópt ”porteføljepleje”.
Eyðkennið fyri kapitalrøkt er, at virðisbrøv verða keypt og seld av goymslu av skiftandi stødd, og har keyp og søla vanliga verður gjørd gjøgnum t.d. peningastovnar, og har ætlanin fyrst og fremst er at flyta kapitalin soleiðis, at avkastið økist. Her er ikki talan um vinnu, og vinningur av slíkum virksemi skal tí viðgerast eftir vanligu reglunum í hesi lóg.
Talan kann vera um handilsvinnu, sjálvt um viðkomandi ikki, sum vanligt upplýsta vinnuveg, handlar við virðisbrøvum. Tað er sjálvur aktiviteturin, sum er avgerandi. Dentur verður lagdur á vavið á handlunum við virðisbrøvum og á, um virksemið er regluligt ella ikki. Millum tær umstøður, sum kunnu verða avgerandi, kunnu nevnast støddin á ognini av virðisbrøvum, herundir um tann skattskyldugi hevur peningalig líkindi at halda eftir partabrøvini sum støðisogn, skjótleikan á umsetninginum á virðisbrøvunum, støddin á umsetninginum, herundir søluágóðin ella vektin á hesum handlum í búskapinum hjá skattgjaldaranum, og reglusemi av keypi og sølu.
Tá avgerast skal, um ein persónur ella eitt felag rekur vinnu, kann dentur verða lagdur á sambandi millum henda handil og virksemi annars hjá persóninum ella felagnum. T. d. kann ein, ið rekur handil við virðisbrøvum fyri arbeiðsgevarans rokning og risiko sum liður í einum tænastuviðurskifti, lættari sjálvur metast at reka vinnu við sølu av egnum partabrøvum enn ein persónur, sum hevur annað arbeiði.
Rekur skattskyldugi annað virksemi enn handil við virðisbrøvum og bert nýtir tøkan pening til at handla við virðisbrøvum, verður viðkomandi ikki mettur at reka vinnu við hesum handlum.
Í avmarkingini av hesum førum og teimum førum, tá talan er um handilsvinnu, má dentur verða lagdur á tær áðurnevndu umstøður og á lutfallið millum títtleikan av handlunum av virðisbrøvum og øðrum virksemi hjá viðkomandi. Eitt bert stuttfreistað likviditetsyvirskot, sum verður nýtt til handil við virðisbrøvum, førir ikki við sær, at talan er um handilsvinnu.
Er talan um ein, sum er mettur at reka vinnu við handli av virðisbrøvum, má ætlast, at øll virðisbrøvini eru partur av skattgjaldarans vinnu. Eisini virðisbrøv, sum eru útvegað, áðrenn viðkomandi kundi sigast at vera vinnurekandi við hesum virksemi, eru fevnd av umferðarognini, tá skattgjaldarin verður vinnurekandi við tílíkum handli. Frípartabrøv og onnur rættindi, sum eru knýtt at einum virðisbrævi, sum er partur av umferðarognini hjá tí vinnurekandi, skulu eisini viðgerast eftir § 3.
Í ávísum førum kunnu virðisbrøv hjá einum, sum er mettur at reka vinnu, tó fella uttan fyri ta vinnuligu umferðarognina. Tað er skattgjaldarin, sum skal prógva, at so er. Tað er soleiðis gjørligt at avsanna áðurnevnda varhuga um vinnu.
Fyri tað fyrsta er tað eitt krav fyri at verða mettur sum vinnurekandi, at virðisbrøv eru útvegað við atliti at sølu fyri eyga.
Virðisbrøv, sum eru at meta sum støðisogn hjá viðkomandi skattgjaldara, falla tí uttan fyri umferðarognina. T. d. partabrøv, sum ein peningastovnur hevur í einum dótturfelag, sum er útvegað við atliti at varandi rakstri av einum virksemi, sum er ískoyti til tað vanliga bankavirksemi, falla uttan fyri ognina av umferðarpartabrøvum hjá bankanum.
Tá avgerast skal, um eitt virðisbræv má ætlast at vera útvegað við støðistognarendamáli, verður dentur lagdur á objektivar umstøður, sum kunnu undirbyggja, at partabrøvini eru útvegað við atliti at serligum vinnuligum endamáli.
Fyri tað næsta er tað eitt krav fyri at meta eitt virðisbræv at vera partur av vinnuliga virkseminum, at virðisbrævið er útvegað við atliti til at fáa vinning við sølu. Um tað við útveganini er greitt, at virðisbrævið ikki kann seljast víðari við vinningi, og motivið fyri at útvega virðisbrævið er annað enn at fáa vinning við sølu, er virðisbrævið ikki fevnt av umferðarognini. Tá virðisbrøv verða útvegað, verður ein ávísur vandi fyri tapi altíð accepteraður. Hesin vandi fyri tapi er ikki í sær sjálvum nokk til at fáa virðisbrøvini uttan um umferðarognina, sjálvt um vandin fyri tapi er stórur. Tað avgerandi er endamálið við útveganini, men tá endamálið skal leggjast fast, verður dentur í stóran
mun lagdur á objektivar umstøður, ið kunnu undirbyggja hetta endamál. Virðisbræv ella fíggjarkrav, sum er mett sum partur av vinnuliga virkseminum, kunnu seinni skifta status, soleiðis at vinningur og tap við sølu av virðisbrøvunum skal roknast við í uppgerðini av skattskyldugu inntøkuni eftir vanligu ásetingunum í kapitalvinningsskattalógini, og ikki í uppgerðina av skattskyldugu inntøkuni eftir skattalógini.
Virðisbrøvini eru soleiðis farin yvir til støðisognina, tá upprunaliga søluendamálið má sigast at vera givið upp. Dentur verður her lagdur á, hvat endamálið er við ikki at selja virðisbrævið. Avgerandi er, sum áður nevnt, objektivu umstøðurnar. Í hesum førum verða sett strong krøv til próvbyrðuna. Tær umstøður, sum kunnu takast við í hesi avgerðini, eru ognartíðin og umstøður, sum kunnu undirbyggja, at talan er um serlig vinnulig áhugamál við at halda eftir tey ávísu virðisbrøvini. Tað í sær sjálvum, at virðisbrøvini hava verið skattgjaldarans ogn í longri tíð, ger ikki, at virðisbrøvini eru blivin støðisogn.
Um virðisbrøvini eru partur av vinnuvirkseminum hjá tí skattskylduga, skifta virðisbrøvini ikki av sær sjálvum status, við at tað vinnuliga virksemið heldur uppat. Tað má eisini vera eitt krav, at virðisbrøvini eru blivin støðisogn, sambært omanfyri. Virðisbrøv, sum eru útvegað eftir, at tað vinnuliga virksemi er steðgað, eru tó ikki at meta sum vinnulig virðisbrøv.
Fíggingarvirksemi
Við fíggingarvirksemi skilst, at hin skattskyldugi burturav ella partvíst livir av at veita beinleiðis lán ella at keypa fíggjarkrøv, sum vanliga ikki verða seld. Talan kann t.d. vera um ikki-pant tryggjað krøv so sum avgjaldssáttmálar. Hetta er galdandi, óansæð um fæið til útveganina stavar frá eginkapitali ella fremmandafígging. Hetta slag av fíggingarvirksemi skal eisini skilmarkast móti tí meira passivu íløguni, sum ikki verður mett at vera fíggingarvirksemi.
Vegleiðandi fyri hesa skilmarkan kann m.a. vera:
1. Vavið av virkseminum, sum hin skattskyldugi útinnir í sambandi við útvegan ella stovnan av kravinum, heruppií treytirnar fyri kravinum.
2. Slag av kravi, soleiðis at skilja, at vanlig fíggjarkrøv so sum lánsbrøv og vanlig pantibrøv í fastari ogn geva eina ábending um, at talan er um passiva íløgu. Fíggjarkrøv so sum individuel skuldarbrøv, avgjaldssáttmálar, atypisk pantibrøv og líknandi kunnu geva ábending um, at talan er um fíggingarvirksemi, sum verður mett vinnuligt.
Her skulu nevnast tvey dømi, sum kunnu lýsa skilmarkanina. Tað fyrsta dømi er um ein skattgjaldara, sum, hóast vavið av virkseminum, verður mettur at gera íløgur, sum ikki eru at meta sum vinnuligt virksemi. Tað seinna dømi er um ein, sum rekur fíggingarvirksemi, og harvið er vinnurekandi.
Ein mekanikari, sum ikki var í vinnu, hevði investerað meginpartin av síni ogn í pantibrøv, sum høvdu stutta afturgjaldstíð, og har afturgjaldstíðin fyri nøkur pantibrøv bleiv styttri, grundað á innfrían. Tilsamans hevði viðkomandi 89 pantibrøv. Keypini vóru partvíst fíggjað við kassakreditti. Í nøkrum førum vóru pantibrøvini útgivin beinleiðis til viðkomandi. Ongi pantibrøv vóru tó seld. Í hesum dømi var ikki talan um vinnuligt virksemi.
Ein keypmaður hevði investerað tøkan kapital í pantibrøv. Tað var bert í hendinga førum, at talan var um keyp av fyrr útgivnum pantibrøvum o.l., men í flest øllum førum var talan um útlán, og fyri hesi útlán vóru pantibrøv og onnur skuldarbrøv útgivin beinleiðis til viðkomandi sum fyrsta kreditor.
Størsti parturin av lánunum høvdu eina afturgjaldstíð, sum ikki fór upp um 3 ár, og faktiska afturgjaldstíðin var í flestu førum styttri og kursvinningurin var nøkur ár nakað størri enn rentuinntøkan. Kursvinningurin varð í hesum føri mettur sum vinningur av vinnuligum útlánsvirksemi.
Realisatiónsprinsippið ella lagurprincippið – vinnuligt virksemi
Sambært § 3, stk. 2 í kapitalvinningskattalógini er høvuðsreglan, at vinningur og tap verða gjørd upp eftir realisasjónsprinsippinum. Her verða vinningur og tap gjørd upp sum munurin millum avhendingarupphædd og útveganarupphædd.
Uppgerðarhátturin er partabræv fyri partabræv hátturin. Hetta merkir, at um viðkomandi t.d. hevur fleiri partabrøv, so skal hyggjast eftir, nær júst tað partabrævið, sum nú verður selt, er útvegað.
Hevur partabrævaeigari fleiri partabrøv við somu rættindum í sama felag, verður tað, sum fyrst er útvegað, roknað sum fyrst avhendað (FIFO prinsippið).
Í staðin fyri at nýta realisatiónsprinsippið kann tann vinnurekandi einaferð med tíð velja at nýta lagurprinsippið. Eftir lagurprinsippinum kunnu ikki staðfestur vinningur ella tap roknast við í skattskyldugu inntøkuni. Ikki ber til at skifta prinsipp, tá ein fyrst hevur valt at nýta lagurprinsippið.
Velur skattgjaldarin at nýta lagurprinsippið, verða inntøka ella tap fyri inntøkuárið gjørd upp sum munurin millum virðið, tá árið endar, og virðið, tá árið byrjar. Um virðið, tá árið byrjar, er 100, og virðið, tá árið endar, er 120, so er skattskylduga inntøkan fyri árið 20. Fyri útveganir í árinum verður útveganarpeningurin nýttur í staðin fyri virðið við ársbyrjan á tí, sum er keypt. Er virðið við árs byrjan 100, og útvegar skattgjaldarin í árinum fyri 20, og virðið, tá árið endar, er 140, er skattskylduga inntøkan 20. Um søla fer fram í árinum, verður søluupphæddin nýtt sum virði í staðin fyri virðið á tí selda við ársenda. Um virðið, tá árið byrjar, er 100, og viðkomandi keypir fyri 20 í árinum og selur fyri 30 í árinum, og virðið við ársenda er 120, so er skattskylduga inntøkan hetta árið 30.
M.6. INNFRÍAN, SØLU OG ONNUR AVHENDAN ENN SØLU AV FÍGGJARKRØVUM OG LEYSGERAN AV SKULD
Krøv upp á pengar, ið kunnu kallast virðisbrøv, herundir lánsbrøv, skuldarbrøv og pantibrøv, eru fevnd av kapitalvinningskattalógini. Høvuðsreglan er, at vinningur og tap av øllum krøvum og allari skuld, skulu takast við í skattskyldugu inntøkuna eftir kapitalvinningskattalógini. Hetta er óansæð, um talan er um persónar ella feløg, um talan er um krøv í krónum ella útlendskum valuta, ella hvussu gamalt kravið er. Nøkur undantøk verða tó fyri feløg og persónar.
Eftir § 1, nr. 2 í kapitalvinningskattalógini er innfrían, søla og onnur avhendan enn søla av fíggjarkrøvum umfatað. Reglan fevnir um øll peningakrøv, óansæð hvat slag talan er um, t.d. lánsbrøv, pantibrøv og skuldarbrøv. Og hetta er galdandi, óansæð um talan er um krøv av privatum ella vinnuligum slagi. Tað, sum er avgerandi, er, at tað fyriliggur eitt rættarkrav um gjalding av peningi. Reglurnar galda tí eisini fyri individuell krøv, so sum lønar- og samsýningarágóðar og stuttfreistað lán uttan trygd. Fevnd av kapitalvinningskattalógini eru øll peningakrøv, óansæð um talan er um virðisbrøv ella ikki. Lógin fevnir sum sagt bæði um krøv í føroyskum og útlendskum valuta.
Reglurnar fevna um allan kursvinning og tap av krøvum. Vinningur og tap fevna ikki bara um hækkingar og lækkingar í børskursinum, orsakað av broyttum rentuviðurskiftum, men eisini virðisbroytingar, orsakað av øðrum viðurskiftum, so sum indeksreguleringar og valutakursbroytingar eru fevnd av reglunum.
Tap, orsakað av at skuldarin ikki hevur hildið sínar skyldur, og orsakað av at pantið ella kautiónin ikki hevur verið nøktandi, er eisini umfatað. Tó eru serreglur um tap av skuldarum, ið hava samband við vinnuligt virksemi. Reglurnar fevna eisini um t.d. tryggingar og endurgjaldsupphæddir, sum áognarin fær fyri missin av einum kravi. Tann skattskylduga viðgerðin er tískil ikki heft at orsøkini til vinningin ella tapið.
Kapitalvinningsskattalógin umfatar eisini premiulánsbrøv. Premian er tó ikki fevnd av hesi lóg, men er í staðin fevnd av løgtingslóg nr. 99 frá 29. desember 1998 um gjøld av vinningi við burturluting v.m.
Reglan í § 1, nr. 2 fevnir ikki um umbýtilig lánsbrøv (konvertiblar obligasjónir). Umbýtilig lánsbrøv verða í staðin fevnd av § 1, nr. 1, og harvið verða tey viðgjørd sum partabrøv v.m. eftir reglunum í § 4 í kapitalvinningskattalógini.
Í § 6 í kapitalvinningskattalógini er ásett, at høvuðsreglan er, at vinningur og tap av krøvum og skuld skulu roknast við í uppgerðina av skattskyldugu inntøkuni í tí inntøkuári, tá vinningurin ella tapið eru ásannað (realisasjónsprindsippið). Tað verða ikki sett nøkur ávís krøv um realisasjónsháttin, t.v.s. hvussu vinningurin ella tapið eru realiserað. Ein realisering av vinningi og tapi av krøvum og skuld er tó treytað av broytingum í viðurskiftunum millum ognaran og skuldaran, t.d. við innfrían ella avhending. Vanliga kann debitorskifti ikki fara fram, uttan at kreditor samtykkir hesum. Í teimum førum, tá debitorskifti fer fram, eftir at kreditor hevur givið samtykki til hetta, fyriliggur realisering fyri kreditor. Um debitorskifti kann fara fram, uttan at kreditor skal samtykkja, er bert talan um realisering fyri debitor. Fyri kreditor er tá ongin realisering farin fram. Tá kreditor avhendar sítt krav til triðjamann, fyriliggur avhending fyri kreditor, men ikki fyri debitor. Tá er ongin realisering farin fram av skuldini hjá debitor.
Umstøður, ið føra til realisering av vinningi og tapi kunnu vera:
- at skuldarin innfríar skuldina (heilt ella partvíst). Bæði ognari og skuldari ásanna harvið ein vinning ella tap. Undir hetta punkt hoyrir konvertering av einum kravi til partabrøv í debitorfelagnum.
- at ognarin avhendar kravið. Við avhending meinast, at ognarrætturin til kravið verður fluttur. Tað hevur ongan týdning, um avhendingin av ognarrættinum hendir av fríum vilja ella er tvungin. Reglurnar galda tí eisini, táognarrætturin verður fluttur við sølu, umbýti, gávu/arvaforskoti, “kreditorforfylging” ella útlutan úr einum deyðsbúgvi, sí tó §§ 12 og 13.
- Broytingar í avtalutreytunum fyri eitt krav ella einari skuld kunnu vera av einum sovorðnum slagi, at broytingin merkir stovnan av einum nýggjum kravi ella skuld, t.d. við broyting av gjaldoyra.
- Fer samanlegging av feløgum fram, er talan um realisering, tó ikki um samanleggingin fer fram eftir reglunum um skattafría samanlegging.
Uppgerð av fíggjarkrøvum
Vinningur og tap av krøvum verða gjørd upp sum munurin millum útveganarupphædd og avhendingarupphædd, t.e., at uppgerðin av vinningi og tapi verður gjørd fyri hvørt krav sær.
Sum útveganarupphædd er at rokna tað, sum er goldið fyri kravið, ella um hetta ikki kann staðfestast, kursvirðið, tá kravið varð útvegað.
Avhendingarupphæddin er tað virðið, ið kravið kastar av sær við realisasjón, t.d. søluupphæddin, akkorddividenda o.s.fr. Við gávu og arvaforskoti v.m. er virðið virðið í vanligum handli.
Verður skuldin goldin við avdráttum, skal ein møguligur lutfalsligur vinningur ella tap takast við í avgjaldskyldugu inntøkuna so hvørt, sí niðanfyri.
Vinningur og tap av skuld verða gjørd upp sum munurin millum virðið á skuldini, tá skuldin verður stovnað, og virðið, tá skuldin verður goldin ella frígivin. Virðið, tá skuldin verður stovnað, er vanliga tann upphæddin, sum skuldarin fekk útgoldið, tá kravið varð stovnað, ella virðið, sum varð avtalað við møguligum skuldarskifti. Virðið á skuldini, tá hon verður goldin ella frígivin, er tað virðið, sum skuldarin rindar, ella virðið í vanligum handli. Verður skuldin goldin við avdráttum, verður roknað til avgjaldskyldugu inntøkuna so stórur partur, sum svarar til lutfallið millum (innloysingarvirðið – útveganarvirðið) og innloysingarvirðið.
Dømi:
Eitt lán, nom. kr. 100.000 er stovnað til undirkurs, soleiðis at bert kr. 80.000 vóru útgoldnar, tá lánaið varð stovnað | |
Árligur avdráttur: | kr. 10.000 |
Kurstap at draga frá fyri hvønn avdrátt er: (100.000 - 80.000/100.000) x 10.000= | kr. 2.000 |
Láns- og handilsútreiðslur í sambandi við stovnan av skuld, t.d. ”gebyrer”, ”kurtage”, stovningarprovisión v.m. kunnu verða lagdar afturat útveganarvirðinum. Sama er galdandi fyri lánsútreiðslur og tílíkt, t.d. stovningarprovisión, grannskoðanar- og sakføraraútreiðslur í sambandi við upptøku av lánum og sum ikki kunnu dragast frá í rakstrinum. Eisini kunnu útreiðslur í sambandi við avhending og innloysing dragast frá í søluupphæddini ávíkavist gjaldsupphæddini.
Bert vinningurin yvir 1.000,- kr.
Í § 6, stk. 4 er ásett, at fyri likamligar persónar og deyðsbúgv skal vinningurin av slíkum, ið er nevnt í § 1, nr. 2 og 3 í kapitalvinningskattalógini bert roknast við í avgjaldskyldugu upphæddina, um samanlagdi vinningurin í einum álmanakkaári er størri enn kr. 1.000. Við hesum verða allir teir smærru vinningarnir undantiknir skattskyldu.
Bert tap av lánsbrøvum, pantibrøvum og skuldarbrøvum, ið eru skrásett á virðisbrævamarknaðum, kunnu dragast frá i kapitalvinningsinntøkuni. Hetta var sett í lógina fyri at forða fyri misbrúki við t.d. lánum í familjuviðurskiftum. Tap av krøvunum, ið eru nevnd omanfyri, kunnu óskerd dragast frá í kapitalvinningsinntøkuni.
Tap av debitorum og tap av viðurlagsvinnu.
Kapitalvinningskattalógin fevnir ikki um tap av debitorum og tap av viðurlagsvinnu. Hesi verða viðgjørd eftir vanligu reglunum í skattalógini. Neyðugt er við serreglum um hesi viðurskifti, tí at hevur kravánarin onga aðra kapitalvinningsinntøku at mótrokna í, er frádrátturin mistur. Eisini er tað galdandi, at skattaprosentið fyri eitt persónliga rikið felag oftast er annað enn 35%, og harvið verður tapið ”skattað” øðrvísi, enn vinningurin varð skattaður.
Tap upp á skuldarar skal viðgerast eftir § 33, nr. 9 í skattalógini. Eftir hesi reglu kann ”tap upp á skuldarar, heruppií útláns- og ábyrgdarskuldarar hjá peningastovnum”, dragast frá í skattskyldugu inntøkuni. Við skuldarar meinast í hesum sambandi ”umsetningsskuldarar”, t.v.s. skuldarar, ið hava keypt upp á borg. Tap av øðrum skuldarum, t.d. frá útláni, skulu viðgerast eftir kapitalvinningslógini. Verður tap av ”umsetningsskuldararum” staðfest, tí hesir verða seldir øðrum felagi, skal hetta tap eisini viðgerast eftir skattalógini. Tó skal tapið viðgerast eftir kapitalvinningsskattalógini, tá felag keypir skuldarar og síðani staðfestir eitt tap, antin við sølu ella við úrslitaleysa innheinting.
Henda reglan fevnir fyri tað næsta um viðurlagsvinnu, t.v.s. krøv, sum eru innvunnin sum gjald í vinnu, t.e. krøv sum eru latin afturfyri latan av vørum og tænastum. Hesi krøv verða í fyrsta umfari inntøkuførd sum skattskyldug inntøka til kursvirði. Hevur eigarin tap, t.d. tí skuldarin ikki kann rinda, skal tapið dragast frá eftir vanligu reglunum í skattalógini. Hevur eigarin ein vinning, verður vinningurin roknaður við í skattskyldugu inntøkuna eftir kapitalvinningsskattalógini. Tap og vinningur í hesum sambandi merkja, at eigarin fær meir ella minni enn í mun til kursvirðið, ið kravið av fyrstan tíð varð inntøkuført fyri. Verður kravið goldið eftir reglunum, er talan um vinning, um kursvirðið er minni enn kr. 100, tá móttakarin fekk tað av fyrstan tíð. Um so er, má vinningurin gerast upp fyri hvønn avdrátt. Tap kann ikki staðfestast, fyrr enn talan er um úrslitaleysa innheinting ella við avhendan. Verður kravið avhendað, skal tapið viðgerast eftir skattalógini sbr. tí, ið er nevnt omanfyri.
Við í tapi av vøru- og tænastuskuldarum og viðurlagsvinnu verður eisini roknað valutakurstap. Tapið verður tikið við í skattskyldugu inntøkuna tað árið, tapið er goldið.
Valutakursvinningur ella -tap
Valutakursvinningur ella valutakurstap av fíggjarkrøvum og skuld, ið hava samband við skattgjaldarans vinnuvirki, verða tikin við í skattskyldugu inntøkuna. Vinningurin ella tapið verður tikið við í skattskyldugu inntøkuna tað árið, vinningurin er staðfestur ella tapið er goldið.
Tá sagt verður, at valutakursvinningur ella -tap skal hava samband við skattgjaldarans vinnuvirki, so verður hervið meint t.d. valutakursvinningur ella -tap, ið stendst av sølu til útlandið, ella stendst av lántøku uttanlands og, har lánið hevur samband við raksturin hjá felagnum ella til rakstrartól og líknandi. Hjá partafeløgum og smápartafeløgum og líknandi feløgum hava flestu valutakursvinningar ella -tap samband við skattsgjaldarans vinnuvirki.
M.7. VINNINGUR ELLA TAP VIÐ EFTIRGEVING, FYRNING V.M. AV SKULD
§ 7 í kapitalvinningskattalógini ásetir, at vinningur við eftirgeving, fyrning, konfusjón (samanrenning), præklusjón av skuld og orsakað av neyðskuldarsemju og sjálvbodnari skuldarsemju verður roknaður við í skattskyldugu upphæddina, í tann mun skuldin verður niðurskrivað niður um kursvirðið á kravinum fyri kreditor, tá skuldin varð eftirgivin v.m.
Vinningur og tap av skuld vórðu viðgjørd eftir vanligu reglunum í skattalógini t.v.s. § 29, nr. 1. Eftir hesum reglum kundi tap ikki dragast frá, burtursæð frá um talan var um vinnu ella spekulasjón. Vinningur var heldur ikki skattskyldugur, undantikið tá talan var um vinnu, spekulasjón, ella talan var um gávu, og hendan hevði nakað virði.
Eftir nýggju reglunum skulu vinningur og tap við gjalding ella frígeving av skuld altíð roknast við í skattskyldugu inntøkuna eftir hesi lóg. Hetta óansæð hvussu gjaldingin ella frígevingin av skuldini er farin fram, ella hvussu ella við hvørjum endamáli skuldin er stovnað. Tó er ein ávísur munur, tá talan er um lækking av framflytingbærum halli eftir § 33, nr. 5 í skattalógini, sbr. Niðanfyri.
Reglurnar eru galdandi fyri allar persónar og feløg v.m., ið eru nevnd í §2 í kapitalvinningsskattalógini. Reglurnar eru galdandi bæði fyri skuld í donskum krónum og útlendskum valuta.
Skuldareftirgeving fyriliggur, tá ognari og skuldari gera eina avtalu um eftirgeving av allari ella parti av skuldini hjá skuldara. Tá gerast skal av, um eftirgevingin av skuldini er skattskyldug ella ikki, hevur tað ongan týdning, um talan er um einstaka eftirgeving (singulær ordning), ella talan er um eina samlaða avtalu um alla skuldina hjá skuldaranum (frivillig akkord). Tað, sum er avgerandi, er, um krøvini hjá ognaranum verða niðurskrivað niður um virðið fyri hann, tá eftirgevingin fer fram. Hetta hevur heldur ikki týdning, tá talan er um lækking av framfluttum halli, sbr. § 33, nr. 5 í skattalógini. Verður kravið niðurskrivað til virðið fyri ognaran, er eftirgevingin ikki skattskyldug. Tó skal eitt møguligt ikki nýtt hall lækkast, sbr. § 33, nr. 5 í skattalógini.
Fyriliggur ein skuldareftirgeving, har kravið verður niðurskrivað til niður um virðið fyri ognaran, tá eftirgevingin fer fram, skal skuldarin skattast av muninum millum virðið á kravinum fyri ognaran og tað, sum kravið er niðurskrivað til. T.d. um eitt krav, nom. kr. 100 fyri kreditor, hevur eitt virði upp á kr. 50, men verður niðurskrivað til kr. 20, er skattskylduga inntøkan kr. 30.
Tað virðið fyri kreditor, ið her er talan um, er tað, sum hann hevði fingið, um debitor hevði realiserað øll aktiv, og útlutan til kreditorarnar var farin fram sbrt. konkursordaninum.
Tað kann vera trupult at áseta virðið á kravinum fyri ognaran, serliga tá talan er um skuldareftirgeving v.m. til nærstandandi hjá kreditor. Verður ein avtala um eftirgeving gjørd við triðjamann, má tað sum útgangspunkt ætlast, at ognarin ikki niðurskrivar kravið niður um virðið á kravinum fyri kreditor. Slíkar avtalur millum óheftar partar mugu tí í høvuðsheitum góðtakast. Verður slík avtala gjørd millum nærstandandi ella partar í áhugafelagsskapi, so vil tað oftari henda, at talan er um skattskylduga, ella partvíst skattskylduga, eftirgeving.
Tað hevur tí týdning, hvussu virðið á aktivunum, ið skuldarin eigur, verða virðismett. Aktivini skulu virðismetast til handilsvirðið, undir tí fyritreyt, at aktivini verða seld undir einum. Verður virðisásetingin gjørd við grundarlagi í ársroknskapinum, skulu roknskaparligu virðini regulerast upp- og niðureftir í mun til handilsvirðini. Eisini skulu ognir, ið ikki áður hava verið tiknar við í javnan, takast við. Útskotin skattur skal ikki takast við sum skuld. Síggjast skal eisini burtur frá kautiónum frá triðjamonnum.
Sum sagt er kapitalvinningsskattalógin galdandi fyri allar eftirgevingar av skuld, herundir eftirgevingar millum nærstandandi.
Hall, ið ikki er nýtt, skal minkast við ikki-skattskylduga partinum av eftirgivnu upphæddini, sbr. § 33, nr. 5b í skattalógini.
Við fyrning meinast fyrning eftir lógarreglunum um hesi viðurskifti, t.v.s. annaðhvørt Norska Lóg (20 ára fyrningarfreist) ella 1908 lógin (5 ára fyrningarfreist). Í mun til skuldareftirgeving kann skuldin við fyrning detta burtur, uttan at ognarin hevur verið við til hetta. Kundi skuldarin rindað skuldina, tá hon bleiv fyrnað, skal hann skattast av allari skuldini. Hinvegin, kundi hann ikki havt goldið skuldina, ella bert partvíst, skal hann ávikavist ikki skattast ella partvíst skattast av vinninginum.
Hevði kravið onki virði fyri kreditor, tá tað bleiv fyrnað, verður ongin skatting av debitor. Fyrningin hevur tískil somu avleiðingar, sum um talan var um skuldareftirgeving. Tó verður eitt møguligt óbrúkt hall ikki minkað, sbr. § 33, nr. 5b í skattalógini.
Tá ein skuld verður fyrnað, hevur tað ongan týdning fyri skattsetingina, um skuldin svarar til tað, skattgjaldarin hevur kunnað drigið frá á sjálvuppgávuni.
Við konfusjón (samanrenning) meinast, at skuldin dettur burtur, tí ognarin og skuldarin gerast tann sami. Hetta er t.d. galdandi, tá ognarin avhendar eitt krav móti skuldaranum til skuldaran sjálvan. Óbrúkt hall skal ikki minkast, sbr. § 33, nr. 5b í skattalógini.
Við fyrilokan (præklusjón) av skuld verður skilt, at eitt krav, eftir at proklama, sbr, lóg, ella óskrivaðum reglum, verður lýst ”deytt og maktarleyst”.
Hetta er t.d. galdandi við præklusivt proklama. Præklusjón líkist fyrning í tí, at skuldin dettur burtur, uttan at talan er um innfrían ella avtalu við ognaran.Óbrúkt hall skal ikki minkast, sbr. §33, nr. 5b í skattalógini. Neyðskuldarsemja fyriliggur, tá sovorðin kann fremjast eftir reglunum í konkurslógini. Óbrúkt hall skal minkast við ikki-skattskylduga partinum av eftirgivnu upphæddini, sbr. § 33, nr. 5b í skattalógini.
Talan er um sjálvboðna skuldarsemja (frivillig akkord), tá tað fyriliggur ein samlað avtalað millum skuldaran og ognararnar. Tað hevur ongan týdning fyri skattskylduna, um talan er um skuldareftirgeving (singulær ordning) ella sjálvbodna skuldarsemju (sjálvbodna akkord). Hetta hevur tó týdning fyri, um ikki óbrúkt hall skal minkast við ikki-skattskylduga partinum av eftirgivnu upphæddini, sbr. § 33, nr. 5b í skattalógini.
Gáva, arvaforskot og arvur í serligum føri undantikin
Ásetingin omanfyri í § 7, stk. 1 í kapitalvinningskattalógini er ikki galdandi, um tað snýr seg um gávu, arvaforskot ella arv frá einum av teimum í skattalógini § 29, nr. 3 nevndu persónum.
Sambært § 29, nr. 3 í skattalógini skulu gávur, sum hin skattskyldugi hevur fingið frá hjúnafelaga, avkomi, foreldrum (heruppií eisini ættleiðingarforeldrum), abba ella ommu, ikki teljast til skattskyldugu inntøkuna hjá móttakaranum.
Tá talan er um eitt nú eftirgeving av skuld frá einum, sum sambært § 29, nr. 3 er nærstandandi hjá skuldaranum, kann eisini sigast, at talan er um gávu. Sambært § 7, stk. 1 skal skuldarin rinda skatt eftir hesi lóg, í tann mun skuldin verður niðuskrivað niður um kursvirðið á kravinum.
Fyri ikki at bróta prinsippið í § 29, nr. 3 er undantøka gjørd, soleiðis at skuldarin ikki skal rinda skatt eftir § 7, stk. 1, um tann sum eftirgevur, er ein av teimum í § 29, nr. 3 í skattalógini nevndu persónum.
Sambært § 11 verður tó eisini latan av gávu roknað sum avhendan, og avhendingarupphæddin hjá ”gevaranum” er virðið í vanligum handli, tá gávan verður latin. Tí skulu eitt nú foreldur, sum eftirgeva skuld til børn, skattast av møguligum vinningi av kravinum í sambandi við eftirgevanina.
M.8. KEYPS- OG SØLURÆTTINDI § 1, NR. 4
Kapitalvinningskattalógin viðger einans keyps- og sølurættindi av teimum virðisbrøvum, krøvum v.m., ið koma undir § 1, nr. 1 og 2 í Kapitalvinningsskattalógini.
Við ein keypsrætt meinast ein avtala, ið gevur ognaranum ein rætt – men ikki skyldu – til at keypa ávísa ogn fyri ein ávísan prís ein ávísan dag ella áðrenn. Fyri útgevarin merkir avtalan, at hann hevur skyldu til at selja, um keyparin av rættinum ynskir at nýta rættin.
Sølurættir eru avtalur, har ognarin hevur ein rætt til – men ikki skyldu – at selja ávísa ogn fyri ein ávísan prís ein ávísan dag ella áðrenn. Fyri útgevarin er galdandi, at hann hevur skyldu at keypa til avtalaða prísin, um ognarin ynskir at nýta sølurættin.
Felags fyri nevndu sløg av avtalum er, at tað er ein tíðarmunur millum, tá avtalan er gjørd, og tá handilin verður avgreiddur.
Ásetingin í §1, nr. 4 fevnir ikki um terminskontraktir. Terminskontraktir eru slíkar, har báðir partar hava skyldu til at keypa ávikavist at selja, sbr. omanfyri nevnda um keyps- og sølurættir. Soleiðis er tað ikki ein valmøguleiki hjá viðkomandi, um hann vil gera nýtslu av terminskontraktum, sum tað er ein valmøguleiki við keyps- og sølurættindum. Vinningur og tap av terminskontraktum verða tískil roknaðar at vera vanligar avtalur við seinni avgreiðslu.
Ofta verður ávísa ognin tó ikki avgreidd. Í tílíkum førum skulu vinningur og tap viðgerast eftir vanligu reglunum í skattalógini. Hetta er eisini galdandi, um so er, at ávísa ognin ikki kann avgreiðast, t.d. tá hetta er eitt indeks.
Hóast tekningsrættir eru at meta sum keypsrættir, skulu teir viðgerast eftir § 1, nr. 1. Hetta er fyrst og fremst, tí teir natúrliga hoyra saman við partabrævinum v.m, og at hetta ger uppgerðina við sølu lættari.
Reglan er úttømandi og fevnir bæði um keypara og seljara, sbr. tó § 3.
Fyri at talan kann verða um keyps- ella sølurættindi, skal ein avtala fyriliggja. Rein tilboð, har tað ikki fyriliggja góðkenningar, eru ikki fevnd av lógini. Tað hevur ongan týdning, hvørt tað fyriliggur ein skrivlig ella munnlig avtala.
Vanligir forkeypsrættir, sum bara geva eigaranum rættin til at fáa boðið eina ogn fyrst til marknaðarprís, eru ikki fevndir av § 1, nr. 4.
Uppgerð av keyps- og sølurættindum
Bæði vinningur og tap av keyps- og sølurættindum, sum eru fevnd av § 1, nr. 4, skulu roknast við í skattskyldugu inntøkuna hjá øllum persónum v.m., ið eru fevnd av lógini, óansæð hvat endamálið er við gjørdu avtaluni. Talan er tískil um symmetriska skatting av slíkum aktivum.
Vinningurin ella tapið verða gjørd upp tað árið, tað er ásannað (realisasjónsprinsippið). Skattskyldugi vinningurin og frádráttarbæra tapið verða gjørd upp óheft av uppgerðini av undirliggjandi partabrøvum, fíggjarligum krøvum v.m.
Avtalur um keyps- og sølurættindi, sum verða nýtt sum fíggjaramboð (finansielle instrumenter), kunnu haldast við, at tað undirliggjandi aktivið verður latið ella við munaravrokning (differenceafregning), t.v.s. munurin millum marknaðarprísin á undirliggjandi aktivinum ”udløbsdagen” og prísin, sum varð avtalaður avtaludagin á undirliggjandi aktivinum, verður goldin.
Útreiðslur í sambandi við handil við keyps- og sølurættindum, t.d. avgjøld og kurtaga skulu roknast við í útveganarpeningin ávikavist sølupeningin.
Tekningsrættindi til virðisbrøv, fevnd av § 1, nr. 1, kunnu sigast at vera ein keypsrættur, men hesi rættindi skulu ikki viðgerast eftir ásetingunum í hesi grein. Tekningsrættindi verða í staðin viðgjørd eftir ásetingunum um virðisbrøv, fevnd av § 1, nr. 1.
M.9. VINNINGSBÝTI
Sum vinningsbýti verður roknað alt, ið felag útlutar partabrævaeigara, lutahavara v.m..
Vinningsbýti er við hesi orðing øll útlutan til luttakarar í feløgum, líka mikið á hvønn hátt útlutanin fer fram. “Feløgum” merkir øll feløg, sum eru at meta sum sjálvstøðug skattasubjekt eftir reglunum í § 1 í skattalógini.
Øll útlutan til partabrævaeigarar v.m. er soleiðis skattliga at meta sum vinningsbýti, hetta antin talan er um vanligt vinningsbýti, sum verður útlutað eftir reglunum í partafelagslógini, ella talan er um útlutan, sum fer fram á annan hátt. Allir fíggjarligir fyrimunir eru tí at meta sum vinningsbýti, bert talan er um útlutanir, sum falla til partabrævaeigarar v.m. í teirra eginleika sum partabrævaeigarar.
Likamligir persónar og deyðsbúgv
Vinningsbýti hjá likamligum persónum og deyðsbúgvum verða gjørd upp eftir § 14, t.v.s. saman við øðrum kapitalvinningi. Tað snýr seg bæði um vinningsbýti frá føroyskum og útlendskum feløgum.
Feløg og grunnar v.m.
Feløg og grunnar v.m., sum eru fult skattskyldug í Føroyum, og sum eiga partapening/innskotspening í tí útlutandi felagnum, skulu ikki gjalda skatt av vinningsbýtinum. Her verður gjørd tann avmarking, at vinningsbýtið bert verður latið skattafrítt, um móttakandi felagið er fult skattskyldugt í Føroyum.
Tó skal viðmerkjast, at í tí norðurlendska tvískattasáttmálanum hava Føroyar bundið seg til, at um móttakandi felagið er heimahoyrandi í einum øðrum Norðurlandi og eigur minst 10% av ognunum í tí útlutandi felagnum, skal felagið verða frítikið fyri skatting av vinningsbýti. Hóast vit soleiðis hava interna heimild til at skatta, kunnu vit við sáttmálum við onnur lond hava bundið okkum til at lata vera við at nýta henda rættin.
Felagsins egnu partabrøv
Vinningsbýtisskattur verður ikki latin av felagsins egnu partabrøvum/innskotsprógvum. Tað vinningsbýtið, sum fellur á tey partabrøvini, sum felagið sjálvt eigur, verður ongantíð goldið út úr felagnum, og tað vildi tí verið óheppið, um skattur skuldi verði latin av hesum partinum av vinningsbýtinum. Tí er hetta undantakið sett inn, at skattur skal ikki roknast av felagsins egnu partabrøvum/innskotsprógvum.
Søla til felagið v.m,. ið hevur givið út virðisbrævið
Verða partabrøv seld til felagið, sum hevur givið út virðisbrævið, verður avhendingarupphæddin roknað sum vinningsbýti.
Soleiðis verður tað mett sum útlutan av vinningsbýti, tá parteigari ella luthavari, sjálvboðin ella tvingaður, selur partabrøv, lutaprógv og líknandi virðisbrøv, her íroknað umbýtilig lánsbrøv og tekningsrættindi til slík virðisbrøv til tað felagið, sum hevur útskrivað hesi virðisbrøv.
Í slíkum førum verður øll avhendingarupphæddin mett sum skattskyldug inntøka.
Um virðisbrøvini verða avhendað til útskrivandi felagið í avtøkuárinum í sambandi við endaliga avtøku av felagnum eru tað tó reglurnar um vinning og tap við avhendan av partabrøvum v.m. sum verða brúktar.
Undantaksloyvi til ikki at viðgera avhendingarupphæddina sum vinningsbýti
Toll- og Skattaráðið kann loyva, at avhendingarupphæddin, tá partabrøv v.m. verða seld til tað felagið, sum hevur givið út hetta virðisbræv, ikki skal roknast sum vinningsbýti. Verður loyvi givið, skal viðgerðin fara fram eftir somu reglum sum vinningur og tap við avhendan av partabrøvum v.m.
Tá avgerast skal, um undantaksloyvi skal gevast, verður dentur lagdur á, um aftursølan til felagið verður nýtt sum alternativ til útlutan. Hetta kann til dømis vera í føri, har felagið keypir egin partabrøv til ein kurs, ið er hægri enn marknaðarkursurin.
Vanliga verður undantaksloyvi bert givið, um parteigarar avhenda øll síni partabrøv. Tey nýtast tó ikki øll at verða avhendað til felagið, tí partvís avhending til onnur, herundir aðrar partabrævaeigarar í felagnum, kann góðtakast sum fullkomin avhending av partabrøvunum.
Í heilt serligum førum kann gevast undantaksloyvi, hóast øll partabrøv ikki verða avhendað, tá ið skatting av allari søluupphæddini hevði givið eitt heilt órímiligt úrslit. Tað skal m.a. metast, um parteigarin veruliga hevur givið frá sær sína ávirkan á ta vinningsbýtisgevandi ognina.Í feløgum, har parteigarin ella luthavarin ikki kann avhenda síni partabrøv v.m. til onnur enn felagið, t.d. lutaíbúðarfeløg ella feløg, har ognarhald av partabrøvum er treytað av arbeiði í eini serstakari vinnu, verður undantaksloyvi næstan altíð givið.
Partaeigarar, sum ynskja at avhenda partabrøv, lata ofta ein banka umsita avhendingina, og bankarnir taka tá vanliga partabrøvini í kommissjón. Í slíkum førum, har ein banki á henda hátt tekur ímóti "egnum partabrøvum" frá einum parteigara til víðari sølu, verður avhendingin til bankan ikki roknað sum vinningsbýti, men parteigarin skal skattast sum við avhending til triðjamann.
Undantaksloyvi verður ikki givið, so tað fevnir um øll, men bert eftir umsókn frá tí einstaka partaeigaranum.
Undantak viðvíkjandi frípartabrøvum v.m.
Ásett er í kapitalvinningskattalógini, at útlutan av frípartabrøvum og frílutaprógvum ikki eru at meta sum vinningsbýti. Frípartabrøv eru partabrøv, sum frítt verða tillutað partabrævaeigarum í mun til teirra partabrævaogn í felagnum. Tá frípartabrøv ikki skulu metast sum vinningsbýti, er hetta grundað á, at talan ikki er um ein fíggjarligan fyrimun, sum verður tillutaður partabrævaeigaranum, hetta grundað á, at verandi partabrøv í felagnum minka í virði í sama mun, sum virðið á frípartabrøvunum. Við seinni sølu av einum frípartabrævi verður vinningurin gjørdur upp út frá einum útveganarvirði, sum er 0 kr., sbrt. § 4, stk. 4 í kapitalvinningsskattalógini.
Undantak viðvíkjandi útlutan í tí inntøkuári, tá felagið verður endaliga avtikið
Útlutanir í tí inntøkuári, tá felagið er endaliga avtikið, eru eisini undantiknar frá at verða roknaðar sum vinningsbýti. Útlutanir, tá felag verður avtikið, kunnu ikki metast sum leypandi avkast av partabrævinum, og mett verður tí, at hendan útlutan ikki skal verða skattað sum vinningsbýti, har øll útlutanin verður tikin við í skattskyldugu inntøkuni eftir kapitalvinningsskattalógini.
Fyri at tað ikki skal verða møguligt at koma uttan um reglurnar um vinningsbýti við eini likvidasjón, sum kann sigast at vara í fleiri ár, eru tað bert tær útlutanir, sum fara fram í tí inntøkuári, tá felagið er endaliga avtikið, sum ikki eru at meta sum vinningsbýti.
Undantak viðvíkjandi útlutan, tá felag er avtikið sambært lóg um skattafríar samanleggingar
Útlutan, tá felagið er avtikið sambært lóg um skattafríar samanleggingar, verður tó ikki mett sum vinningsbýti. Orsøkin til hetta er, at tá feløg leggja saman sambært lóg um skattafríar samanleggingar, skal eitt felag halda fram, meðan hini halda uppat. Eigararnir í tí uppathaldandi felagnum/feløgunum skulu hava partabrøv í tí framhaldandi felagnum afturfyri tey gomlu partabrøvini. Hetta skal ikki metast sum vinningsbýti, tí eigararnir fáa onki útlutað í sín part, sum teir ikki áttu frammanundan, tað er bert talan um eitt umbýti.
Felag, ið útlutar vinningsbýtið
Tað áliggur feløgum, sum útluta vinningsbýti, at halda aftur skattin og rinda TAKS peningin. Hetta skal verða gjørt í seinasta lagi 14 dagar aftaná avgerð um at útluta vinningsbýti. Eisini skulu feløgini lata eina vinningsbýtisuppgerð, sum vísir, hvussu skatturin er roknaður, hvørjir persónar og feløg fáa útlutað vinningsbýti, um tey eru kend, og hvørji feløg og grunnar v.m. ikki skulu rinda skatt, sbr. 9. stk. 1.
Vinningsbýtisskattur skal eisini haldast aftur í teimum førum, har feløg keypa egin partabrøv o.a., sum eru fevnd av § 5 í kapitalvinningskattalógini.
Hóast tað er felagið, sum skal halda aftur skattin, so er tað tann, sum fær útlutað vinningsbýti, sum ber skattin. Skatturin áliggur móttakaranum.
Í millumtjóða sáttmálum um avtøku av tvískatting t.d. í tí norðurlendska sáttmálanum av hesum slagi, hava vit bundið okkum til, at vit ikki skulu halda aftur meira enn 15 % í skatti av vinningsbýti, um móttakarin er heimahoyrandi í einum av hinum norðurlondunum og 0%, um tað snýr seg um felag, sum eigur meira enn 10% av partapeninginum í tí útlutandi føroyska felagnum.
Fyri feløg heimahoyrandi í Norðurlondum ella Schweiz, ið eiga 10% ella meira, er mannagongdin tann, at tað útlutandi felagið kann fáa eina góðkenning frá TAKS, um at sleppa undan at eftirhalda vinningsbýtisskatt. Treytirnar eru tá, at útlutað verður til eitt útlendskt felag, sum er heimahoyrandi í Norðurlondum ella Schweiz, og at felagið samstundis eigur 10% ella meira í útlutandi felagnum.
TAKS skal móttaka og góðkenna umsóknina áðrenn vinningsbýtið verður útgoldið, síðani kann føroyska felagið gjalda vinningsbýti út, uttan at skattur skal eftirhaldast. Váttanin skal viðleggjast vinningsbýtisuppgerðini.
Um umsóknin til TAKS, um at sleppa undan at gjalda vinningsbýtisskatt ikki er góðkend, tá útlutað verður, skal skattur eftirhaldast, og gjaldast til TAKS. So kann útlendska felagið søkja um at fáa skattin endurrindaðan. Um feløgini ikki eru undantikin at gjalda vinningsbýtisskatt eftir kapitalvinningskattalógini, skulu útlutandi feløgini halda aftur og avrokna skattin sum vanligt.
Útlendska felagið, sum sambært sáttmálanum ikki skal gjalda skatt, ella skal gjalda minni, enn goldið er, skal venda sær til TAKS fyri at fáa munin endurrindaðan.
Fyrimunurin við hesari mannagongd er, at tað stendur ikki til útlutandi felagið at finna út av, halda skil á og taka avgerð um, hvat sáttmálarnir siga um, hvør eigur skattin. Men tað er TAKS, sum tekur støðu til, um treytirnar fyri endurrindan eru loknar. Víst verður annars til leinkið www.taks.fo/redir/?id=1310&lang=fo, har mannagongdirnar eru nærri lýstar.
Um felagið ikki rindar skattin, renturokning
Verður skatturin ikki goldin, sum ásett, er heimild til at rokna rentu. Tað áliggur tí útlutandi felagnum at rinda skattin. Hevur felagið ikki goldið afturhildnan skatt, tá freistin er úti, skulu 0,7 % roknast í rentu fyri hvønn byrjaðan mánað frá gjaldsdegnum at rokna. Sama er galdandi fyri skuldskrivaða rentu. Rentan kann ikki dragast frá, tá felagsins skattskylduga inntøka verður gjørd upp eftir skattalógini.
Tekur felag til dømis avgerð um útlutan av vinningsbýti tann 5. juni, skal skatturin vera avroknaður í seinasta lagi tann 19. juni. Verður hetta ikki gjørt, verður renta roknað frá 1. juli, og til goldið er.
Vinningsbýti til onnur enn fult skattskyldug feløg
Tá ið útlutað verður til feløg og grunnar v.m., sum ikki eru fevnd av § 9, stk. 1, 2. pkt., skal haldast aftur vinningsbýtiskattur.
Egin partabrøv
Skattur skal ikki haldast aftur av vinningsbýti til partabrøv v.m., sum útlutandi felagið sjálvt eigur.
M.10. RENTUINNTØKUR
Rentuinntøka er fevnd av kapitalvinningskattalógini. Renta verður vanliga nágreinað sum ”gjald fyri møguleikan til at ráða yvir fremmandum kapitali,
og verður regluliga roknað við einum procentparti av tí til eina og hvørja tíð verandi skuld”.
Áðrenn kapitalvinningskattalógina varð rentuinntøka viðgjørd eftir táverandi rentuskattalógini, tá tað snúði seg um rentu av innistandandi peningi í føroyskum peningastovnum ella postgiro, av ábyrgdarpeningi í føroyskum sparikassum og av rentu av føroyskum lánsbrøvum, og vóru hesar rentur bert skattskyldugar eftir rentuskattalógini í tann mun, rætti móttakarin var ein likamligur persónur ella deyðsbúgv, sum var fult skattskyldugur/-skyldugt til Føroyar. Onnur rentuinntøka enn tann, sum var fevnd av rentuskattalógini, til dømis rentuinntøka frá útlendskum peningastovnum, varð skattað eftir skattalógini.
Eftir at kapitalvinningskattalógin er komin í gildi eru allar rentuinntøkur fevndar av somu lóg. Nevnast kann til dømis renta av privatum útlánum frá persónum ella feløgum, renta av innistandandi í útlendskum peningastovnum, renta av pantibrøvum og lánsbrøvum, útlendskum sum føroyskum.
Feløg og grunnar v.m. rokna rentuinntøkuna við í skattskyldugu inntøkuna eftir skattalógini.
Fyri likamligar persónar og deyðsbúgv verða rentuinntøkur roknaðar upp í uppgerðina av kapitalvinningi.
Av einstøkum rentuinntøkum skal skattur tó ikki latast. Talan er um trý undantøk. Fyri tað fyrsta skal skattur ikki rindast av rentu av innilæstum dýrtíðarviðbótum í danska Dyrtidsfonden. Har eru føroyingar, sum hava rentuinntøku av hesum peninginum, men sum ikki fáa rentuna útgoldna, fyrr enn sjálvur høvuðsstólurin verður útgoldin. Harnæst eru rentur, sum verða góðskrivaðar konto fyri eftirlønarskipan í peningastovni v.m. undantiknar skatting eftir hesi lóg, so leingi tær ikki verða útgoldnar. At enda skal skattur ikki latast av rentu av ov nógv goldnum skatti og avgjøldum.
Tað er eigarin av kontuni í peningastovninum ella postgiro, sum skal bera skattin, men tað er peningastovnurin ella postgiro, sum kontohavarans vegna skal rinda skattin.
Skatturin verður roknaður sum goldin rættstundis, tá hann í seinasta lagi verður goldin tann 15. í mánaðinum aftaná rentutilskrivingina. Tað sama er galdandi fyri ábyrgdarpeningin.
Peningastovnurin ella postgiro skal afturhalda 35 % (2013 36 %) av rentuinntøkuni, tá talan er um likamligar persónar og deyðsbúgv. Er talan um rentuinntøku hjá feløgum og grunnum v.m., skal skattur ikki haldast aftur.
Skatturin skal í seinasta lagi tann 15. í mánaðinum aftaná rentutilskriving rindast til TAKS. Um hetta ikki verður gjørt, verður krav sett fram móti peningastovninum ella postgiro við renturokning frá 1. degi í tí mánaði, sum kemur eftir, at skatturin skuldi verið goldin, og til goldið er. Henda renta kann ikki dragast frá, tá skattskylduga inntøkan verður gjørd upp.
Aðrar rentur enn tær, sum føroyskir peningastovnar ella postgiro, geva likamligum persónum og deyðsbúgvum, t.d. rentuinntøkur frá útlendskum peningastovnum, skulu gevast upp á kapitalvinningsjálvuppgávuni.
Dekort og samsýning fyri viðhangandi rentu
Dekort, sum er samsýning, ið verður goldin peningastovni í sambandi við, at peningur verður tikin út í stríð við uppsagnartíð, verður tikið við í uppgerðina av rentuinntøku tað árið, samsýningin verður skuldskrivað.
Samsýning, sum verður goldin fyri viðhangandi ella góðskrivaða rentu, ið er knýtt at einum rentuberandi kravi, t.d. einum lánsbrævi, verður tikin við í uppgerðina av rentuinntøku tað árið, tá avhendingin ella útveganin av lánsbrævinum fer fram.
Dekort og samsýning fyri viðhangandi ella góðskrivaða rentu verður ikki mett sum ein sjálvstøðug útreiðsla ella inntøka, ið er fevnd av kapitalvinningsskattalógini, men harafturímóti sum ein regulering av tí rentuinntøku sum skattgjaldarin hevur fingið ella fer at fáa.
Hesar reglur um tíðargreining kunnu føra til, at persónur ella felag fær eina negativa rentuinntøku og um negativa rentuinntøkan ikki kann rúmast í øðrum kapitalvinningi, so kann negativ rentuinntøka framflytast til frádrátt í komandi kapitalvinningi.
M.11. SERLIGAR RENTUÚTREIÐSLUR
Rentur, sum stava frá lántøku hjá likamligum persónum í peningastovnum v.m., ið er tikið í sambandi við keyp av virðisbrøvum, kunna mótroknast í kapitalvinningi.
Er ongin kapitalvinningur at mótrokna rentuútreiðslur við, kunnu rentuútreiðslur verða fluttar fram til mótrokning í kapitalvinningi næstu 5 árini. Í hesum tíðarskeiði kann tapið einans flytast til frádrátt fyri eitt seinni inntøkuár, um tað ikki rúmast innan fyri ein møguligan nettovinning í einum inntøkuári rammanundan.
M.12. LATING OG MÓTTØKA AV GÁVU ELLA ARVAFORSKOTI
Lating og móttøka av gávu ella arvaforskoti verða roknað sum avhending og útvegan. Tað eru øll tey aktiv, sum eru fevnd av hesi lóg, sum við lating ella
móttøku av gávu ella arvaforskoti verða síðustillað við avhending og útvegan.
Avhendingarupphæddin og útveganarupphæddin verða roknaðar sum virðið í vanligum handli, tá gávan verður latin.
Tað kemur fyri, at eitt nú foreldur við gávubrævi geva børnum sínum partabrøv, tað veri seg minnilutapartabrøv ella høvuðsparteigarabrøv.
Gávan í sær sjálvum er ikki skattskyldug inntøka fyri móttakaran sambært § 29, nr. 3 í skattalógini, tá talan er um gávu frá hjúnafelaga, avkomi, foreldrum
(heruppií eisini ættleiðingarforeldrum), abba ella ommu.
Men um talan er um eitt partabræv, so er virðið í vanligum handli avhendingarupphæddin hjá gevaranum, og hesin skal rinda skatt sambært § 4 í
kapitalvinningsskattalógini við útgangsstøði í virðinum í vanligum handli, tá gávan verður latin.
Móttakarin verður ikki skattaður við móttøkuni, sambært § 29, nr. 3 í skattalógini, men virðið í vanligum handli, tá gávan verður latin, er útveganarvirðið fyri partabrævið og er útgangsstøði fyri avgjaldinum, tá partabrævið seinni verður selt.
M.13. ENDURGJALD OG TRYGGINGARPENINGUR
Verða endurgjald ella tryggingarpeningur fingin fyri eitthvørt av teimum aktivum, sum eru fevnd av kapitalvinningsskattalógini, skal henda upphædd roknast fyri avhendingarupphædd, og skatting skal tá fara fram eftir vanligu reglunum fyri avhending av viðkomandi aktivi.
Eitt dømi er, at endurgjald er fingið fyri, at ein avtala um sølu av partabrævi bleiv ógildað. Hetta endurgjald skal tá viðgerast sum søla av partabrævi.
M.14. ÚTLUTAN ÚR DEYÐSBÚGVI
Í § 12 í kapitalvinningskattalógini er ein regla um successión frá einum deyðsbúgvi til arvingar.
Vinningur ella tap í samband við útlutan frá einum deyðsbúgvi verða sambært § 12, stk. 1 ikki tikin við í uppgerðina hjá deyðsbúgvum.
Hjúnafelagin, arvingurin ella legatarurin kemur til fulnar í stað hins deyða og tekur við øllum teimum rættindum og skyldum, sum hava tilknýti til avvarðandi virðisbræv. T.v.s. virðisbrævið verður framhaldandi roknað fyri at vera útvegað fyri ta upphædd, sum hin deyði útvegaði virðisbrævið fyri. Selur hjúnafelagi, arvingur ella legatarur, verður tað útveganarvirðið hjá tí deyða, ið verður avgerandi fyri skattskylduna sambært reglunum í kapitalvinningsskattalógini.
Við teimum avmarkingum, sum eru gjørdar í § 12, stk. 1 og 2, verða reglurnar í skattalógini um skattseting í samband við deyða at nýta í sambandi við sølu av aktivum, fevnd av kapitalvinningsskattalógini.
Eftir at kapitalvinningsskattalógin var komin í gildi, varð eftirfylgjandi spurningur, um reglurnar um successión við deyða, sambært § 12, eisini vóru galdandi fyri virðisbrøv, sum vóru útvegað fyri 16. november 2001. Av tí at ætlanin ongantíð hevði verið, at hesi feløg, skuldu vera verri fyri eftir kapitalvinningskattalógini, vóru reglurnar í § 12 settar í gildi afturvirkandi fyri hesi partabrøv, soleiðis at TAKS eftir umsókn kann loyva fólki at koma í skattligu støðuna hjá foreldrum o.ø. eftir reglunum í § 12 um successión.
M.15. GENERASJÓNSSKIFTI
§ 13 í kapitalvinningsskattalógini gevur heimild fyri successión í livandi lívi - eisini kallað generasjónsskifti. Við hesi áseting er møguligt hjá foreldrum og øðrum, undir ávísum treytum, at avhenda virðisbrøv til millum annað børnini, uttan at skattur fellur við avhendanina.
Ásetingin um skattafrítt generasjónsskifti er ikki galdandi, um útvegarin ikki er fult skattskyldugur í Føroyum, ella um útvegarin, sambært tvískattasáttmála, ikki er heimahoyrandi í Føroyum.
Treytirnar fyri, at avhendan í livandi lívi av virðisbrøvum, ið eru fevnd av § 1, nr. 1 í kapitalvinningsskattalógini, kann verða skattafrí, eru, fyri tað fyrsta, at avhendanin er til børn, barnabørn, systkin, børn hjá systkjum, barnabørn hjá systkjum, ættleidd børn, stjúkbørn og fosturbørn. Stjúkbørn og fosturbørn eru sambært hesi lógaráseting javnsett við natúrlig ættarbond, sjálvt um tey formelt ikki eru í familju við avhendaran. Í Føroyum hevur tað altíð verið siðvenja fyri, at familjur hava fostrað børn, sjálvt um ongi natúrlig ættarbond hava verið. Hesi børn hava bæði av familjuni og av sær sjálvum verið ein natúrligur partur av familjuni, sjálvt um tey formellu viðurskiftini ikki hava verið í lagi. Skotið verður tí upp at javnseta stjúkbørn og fosturbørn við børn av natúrligum ættarbondum. Treytin fyri at javnseta stjúkbørn og fosturbørn við børn av natúrligum ættarbondum er, at hesi børn hava verið ein natúrligur partur av familjuni. Avhendarin skal í hesum førum reelt hava fostrað barnið sum sítt egna, og barnið skal hava mett avhendarin sum foreldur.
Tann næsta treytin er, at avhendarin skal vera høvuðsparteigari. Avhendarin er høvuðsparteigari, um hann eigur 25 % ella meira av partapeninginum, ella ræður yvir meira enn 50 % av atkvøðuvirðinum. Í sambandi við hesa avgerð viðvíkjandi teimum 25 % og 50 %, verður sæð burtur frá felagsins egnu partabrøvum.
Hóast avhendarin ikki sjálvur lýkur omanfyri nevndu treytir (viðvíkjandi 25% / 50%), kann hann kortini verða mettur sum høvuðsparteigari. Hetta tí, at partabrøv hjá avhendarans nærstandandi eisini verða roknað uppí, sbrt. § 13, stk. 4 í kapitalvinningsskattalógini. Herumframt verða partabrøv tald við, sum eru ogn hjá feløgum, grunnum v.m. har framanfyri nevndi, millum annað orsakað av ognhaldi, viðtøkum, avtalu ella felags leiðslu, hevur avgerandi ávirkan. Tó vera umbýtilig lánsbrøv, sbr. § 13, stk. 5, ikki roknað við.
Tann triðja treytin fyri successión í livandi lívi er, at hvør avhendan av partabrøvum er í minsta lagi 15 % av atkvøðuvirðinum. Er talan t.d. um eini hjún, sum hvør í sínum lagi avhenda partabrøv til børnini, skal hvør avhendan av partabrøvumun vera í minsta lagi 15 % av atkvøðuvirðinum. Ikki er møguligt at samanleggja virðini.
Skattligu fylgjurnar av successión í livandi lívi eru, at vinningur og tap ikki verða skattað hjá avhendaranum. Útvegarin kemur skattliga í avhendarans stað við avhendanini av virðisbrøvunum. Tá vinningur ella tap hjá útvegaranum við avhendan skulu gerast upp, roknast virðisbrøvini sum útvegað fyri ta útveganarupphædd, tey vóru fingin til vega fyri av avhendaranum. Hevur útvegarin eitt hall, sum stavar frá tíðini innan successiónina, kann útvegarin sambært ásetingini í § 13, stk. 8 ikki draga hetta hallið frá í vinningi, útvegarin fær við sølu av virðisbrøvum, útvegarin hevur succederað í. Henda áseting er gjørd fyri at fyribyrgja spekulasjón. Sum eitt dømi kann nevnast, at ein høvuðsparteigari ætlar at selja virðisbrøv og tað er vinningur at skatta. Í staðin fyri at selja virðisbrøvini sjálvur, kunnu virðisbrøvini succederast til ein móttakara, ið hevur ónýtt hall. Hesin selur síðani virðisbrøvini og mótroknar hallið í staðfestum vinningi. Sølupeningurin kann síðani gevast aftur til lataran skattafrítt, sbr. § 29, nr. 3 í skattalógini. Hervið verður skatting eftir kapitalvinningskattalógini umgingin.
Avgerðin um, at útvegarin kemur í avhendarans skattliga stað, skal fráboðast til TAKS í seinasta lagi í sambandi við, at avhendarin letur inn sjálvuppgávu til TAKS.
M.16. KAPITALVINNINGSSKATTUR GOLDIN Í ØÐRUM LANDI
Skattur, sum er goldin øðrum landi av inntøku, sum stavar haðani, har sáttmáli ikki er gjørdur, kann verða drigin frá í tí skatti, sum latast skal í Føroyum av hesari inntøku. Tá tað snýr seg um inntøku, sum stavar frá einum landi, sum Føroyar hava tvískattasáttmála við, verður skatturin lagaður eftir teimum reglum, sum eru
ásettar í sáttmálunum.
Tá talan er um persón, sum eftir kapitalvinningskattalógini er skattskyldugur av inntøku, sum stavar frá einum landi, sum Føroyar ikki hava tvískattasáttmála við, er ikki uttan ásetingina í § 19 í kapitalvinningskattalógini møguligt at slaka í tí føroyska skattinum fyri tí skatti, sum er goldin uttanlands.
Tað er kreditthátturin, sum verður nýttur í hesi avtøkureglu.
Hetta merkir, at tað ongantíð er meir enn tann skattur, sum er goldin í hinum landinum, sum verður drigin frá í føroyska skattinum.
Heldur ikki kann verða drigið frá meira enn tann skattur, sum eftir føroyskum reglum fellur á ta inntøku, sum eisini er skattað í hinum landinum. T.d. um skatturin í Føroyum av tí ávísu inntøkuni er 20, og hitt landið skattar hesa inntøku við 25, kann viðkomandi bert fáa frádrátt í føroyska skattinum við 20. Hetta merkir, at frádrátturin í føroyska skattinum ongantíð kemur at ávirka skattin av aðrari inntøku.
Føroyar hava í ymsum tvískattasáttmálum gjørt avtalur um, hvussu skatturin skal býtast við hini londini. Sum dømi kann nevnast, at um partabrævaeigarin er fult skattskyldugur í Føroyum og felagið er heimahoyrandi í:
Stóra Bretland 5% um eigarin er eitt felag, sum beinleiðis eigur minst 10% av ogn felagsins annars 15%
Grønland Høvuðsreglan er at vinningsbýti kann verða skatta í báðum londunum
India 15% um eigarin er eitt felag, sum eigur í mista lagi 25% av ogn felagsins annars 2
Norðanlond 0 % um eigarin er eitt felag sum beinleiðis eiga í minsta lagi 10% av ogn felagsins annars 15 %
Schweiz 0% um eigarin er a) eitt felag (tó ikki eitt áhugafelag), sum beinleiðis eigur minst 10 pct. av kapitalinum í tí felagnum, sum letur vinningsbýtið; ella
b) ein eftirlønargrunnur ella ein annar líknandi stovnur, sum bjóðar eftirlønarskipanir, har likamligir persónar kunnu taka lut við tí endamáli at vissa sær ellis-, avlamis- ella eftirsituveitingar, tá ið hesin eftirlønargrunnur ella ein annar líknandi stovnur er stovnaður, skattliga góðkendur og eftirkannaður sambært lóggávuni í tí statinum.
M.17. KÆRA
Avgerðir tiknar sambært kap. 1-4 og 7 í kapitalvinningskattalógini, kunnu kærast til Skatta- og avgjaldskærunevndina. Kærast skal innan 4 vikur frá tí degi, kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina. Kæran skal vera skrivlig og grundgivin.
M.18. EFTIRLIT
TAKS hevur skyldu og rætt til at gera eftirlit í sambandi við álíkningar eftir kapitalvinningsskattalógini. Fyri at TAKS kann fremja eftirlit eftir kapitalvinningskattalógini, hava øll, ið koma undir lógina, skyldu til at leggja fyri TAKS, tá hetta verður kravt, øll skjøl, ið kunnu vera til sannan av álíkningini.
Skjøl, ið hava týdning fyri álíkningina, eru víttfevnandi, tað kunnu millum annað vera roknskaparskjøl, fakturar, rokningar við meira. Skjøl í hesi lóg eru ikki bert skjøl í pappírsformi, men eisini upplýsingar av týdningi fyri álíkningina, sum t.d. eru elektroniskar og digitalar.
Rætturin til eftirlit fevnir um alt roknskapartilfar, so sum ársroknskap, roknskaparbøkur, journalir, leysblaðabøkur við tilhoyrandi fylgiskjølum, kontokort og annað tílíkt. Herumframt fevnir hetta um kladdubøkur og aðrar hjálpibøkur, t.d. ordrabøkur, avtalubøkur, bíleggingarbøkur, goymslubøkur, arbeiðsseðlar, vikuseðlar og líknandi. Eisini fevnir rætturin um sáttmálar og aðrar skrivligar avtalur.
Um virkir nýta grannskoðanarprotokol ella líknandi, er hendan eisini fevnd av rættinum til eftirlit.
Í virkjum, ið nýta teldu at føra roknskap, fevnir rætturin til eftirlit eisini um skriv, ið lýsa skipanirnar, fløgur og aðrar dátuberar.
M.19. PANTIHEIMILD
Øll krøv, herundir skattir, sektir, rentur, innkrevjingarkostnaður, ið verða reist, ella standast av inntøku, ið er skattskyldug eftir kapitalvinningsskattalógini, kunnu innheintast við panting. TAKS fremur pantingina eftir reglunum í skattalógini fyri innkrevjing av skattum.
M.20. REVSING
Í § 23 í kapitalvinningsskattalógini er fyriskipað, at tann, sum við tí í hyggju at sleppa undan at gjalda skatt av inntøku, ið er skattskyldug eftir kapitalvinningsskattalógini, greiðir rangt frá ella á annan hátt gevur villleiðandi upplýsingar ella letur vera við at lata inn oyðublað, sambært § 18, stk. 1 í kapitalvinningsskattalógini, hóast forprentaðu upplýsingarnar ikki eru rættar og fullfíggjaðar verður revsaður við sekt ella fongsli upp til 2 ár.
Tá skattgjaldarar í førum nú sleppa undan at lata inn sjálvuppgávu, um upplýsingar á forprentaðu sjálvuppgávuni eru rættar og fullfíggjaðar, fevna revsireglurnar eisini at um passiv brot á kapitalvinningsskattalógina.
Soleiðis kann tann, sum letur vera við at lata inn sjálvuppgávu, hóast upplýsingarnar á forprentaðu sjálvuppgávuni ikki eru rættar og fullfíggjaðar, verða revsaður, um so er, at hetta er gjørt við tí í hyggju at sleppa undan at gjalda skattin, ella at misbrotið er framt við stórum gáloysni. Bæði likamligir og løgfrøðiligir persónar eru fevndir av ásetingunum í §§ 23 og 24 í kapitalvinningsskattalógini.
Í § 24 í kapitalvinningsskattalógini er fyriskipað, at tey virki, ið sambært § 15 og § 16 hava skyldu til at halda aftur og avrokna skatt av ávikavist vinningsbýti, rentuinntøku og ábyrgdarpeningi og lata vera við at gera eftir ásetingunum í kapitalvinningsskattalógini, verða revsað, um virkini við vilja ella av stórum gáloysni ikki yvirhalda skyldurnar, ið eru álagdar teimum.
Tá ið TAKS tekur støðu til spurningin um skuld, verða vanligu reglurnar um tilætlan og ósketni nýttar.
Eftir § 24, stk. 2 í kapitalvinningsskattalógini kann eisini tann revsast, sum móttekur vinningsbýti ella rentuinntøku, og sum er vitandi um, at felagið ikki
hevur hildið aftur skattin, sum tað er álagt felagnum at gera.
Sektaruppskot frá TAKS
Sambært § 25 í kapitalvinningsskattalógini kann TAKS, tá ið eitt lógarbrot ikki verður mett at føra við sær strangari revsing enn sekt, kunna viðkomandi um, at málið kann verða avgjørt uttan rættarsókn, um so er, at viðkomandi játtar seg sekan í lógarbrotinum og játtar at gjalda eina í fráboðanini ásetta sekt innan eina nærri ásetta tíðarfreist.
Fráboðanin verður nevnd sektaruppskot og verður givin viðkomandi skrivliga. Verður sektin sambært sektaruppskotinum goldin innan ásettu freistina, ella játtar viðkomandi skrivliga innan somu freist yvir fyri TAKS at vilja gjalda sektina, fellur víðari rættarsókn burtur. Verður sektin ikki goldin ella ásannað, verður málið sent fútanum, við umbøn um at reisa ákæru móti viðkomandi. Sama hendir, tá ið TAKS metir, at viðkomandi, hvat støddini á sektini og umstøðunum í málinum viðvíkur, eigur at verða fongsulsrevsaður, ella at málið annars eigur at verða avgjørt í rættinum.
Fyritreytin, fyri at eitt mál kann avgerast fyrisitingarliga, eigur at vera, at tað ikki verður mett, at lógarbrotið, um tað verður skotið fyri dómstólin, kemur at føra við sær fongsulsrevsing.
Áseting av sektarstøddini er fyri ein part latin upp í hendurnar á TAKS (Tollog Skattaráðið) sum tann myndugleiki, ið umsitur lógina, og fyri ein part upp til rættin. Tá ið avgerð skal takast í sektarmálum, er sum meginregla neyðugt, at áseta sektirnar í samsvari við reglurnar í kap. 10 í revsilógini um revsiáseting.
Sambært § 80 í revsilógini skal revsiáseting gerast við atliti at, hvussu grovt lógarbrotið er, og við atliti til upplýsingar um brotsgerðapersónin, herímillum um hansara vanligu persónligu og samfelagsligu viðurskifti, hansara viðurskifti áðrenn og aftaná brotsgerðina og orsøk hansara til at gera brotsgerðina.
Áseting av, hvussu stór sektin skal vera, skal harumframt, innan tey mørk, sum atlitið til lógarbrotið og tær í § 80 nevndu umstøður annars áseta, gerast við serligum atliti til gjaldsføri hjá viðkomandi, sbr. § 51, stk. 3 í revsilógini.
SERLIGAR REGLUR FYRI “GOMUL” PARTABRØV – SKIFTISREGLUR
Tá kapitalvinningskattalógin kom í gildi vóru reglur um skattafrítøku fyri partabrøv v.m., ið vóru útvegað, áðrenn kapitalvinningsskattalógin kom í gildi 16. november 2001. Hesar reglur vóru seinni avtiknar, og í staðin vóru ásettar nýggjar reglur fyri partabrøv, sum eru útvegað, áðrenn kapitalvinningsskattalógin kom í gildi.
Í § 27 í kapitalvinningskattalógin er ásett, at hóast reglurnar í § 4, skal vinningur og tap av at avhenda partabrøv o.a., sum er útvegað fyri 16. november 2001, ikki teljast við í skattskyldugu inntøkuna eftir kapitalvinningsskattalógini, um so er, at avhendingin fór fram fyri 1. januar 2007. Soleiðis var vinningur skattafríur, og tap kundi ikki dragast frá, um vinningurin ella tapið vóru realiserað í tíðarskeiðnum frá at lógin kemur í gildi og fram til 1. januar 2007.
Skattafrítøkan er varðveitt fram til 1. januar 2007 og er galdandi bæði fyri minnilutapartaeigarar og høvuðspartaeigarar, sjálvt um høvuðspartaeigarar ikki hava átt partabrøvini í 10 ár, tá tey verða avhend. Tað er sostatt ikki neyðugt at skilja ímillum, um talan er um minnilutapartaeigara ella høvuðspartaeigara.
§ 27 er eitt undantak til § 4 í kapitalvinningsskattalógini. Hetta merkir, at § 27 bert skal nýtast, um so er, at skatting eigur at fara fram eftir § 4 í lógini. Føra t.d. reglurnar í § 5 til, at søluupphæddin skal viðgerast sum vinningsbýti, so verða ásetingarnar í § 27 ikki nýttar. Skal skatting ikki fara fram, tí at avhendingin kemur undir successiónsreglurnar í §§ 12 ella 13, so skulu ásetingarnar í § 27 heldur ikki nýtast.
Í § 28 í kapitalvinningskattalógini er ásett, at tey partabrøv o.a., sum eru útvegað fyri 16. november 2001, sum ikki eru avhend fyri 1. januar 2007, og harvið ikki koma undir skattafrítøkuna eftir § 27, skulu roknast fyri at vera útvegað fyri eitt virði, sum er ásett við støði í einum mettum handilsvirði í felagnum við endan á roknskaparskeiðnum 2006.
Tað er, sum útgangsstøðið, virðini, sum standa í roknskapinum, og sum eru eftirkannað av grannskoðara felagsins, sum eru støðið undir virðisásetingini av partabrøvunum. Innara virðið felagsins var út frá hesum javnað fyri meirog minni virði á ogn og skuld felagsins, íroknað goodwill. Ogn og skuld eru síðani virðismett til mett handilsvirði. Hvørt felag sær gjørdi síðani eina uppgerð og sendi hana til TAKS. Grannskoðari váttaði hesa uppgerð.
Varð eingin uppgerð send TAKS, er eitt mett virði ásett. TAKS hevur møguleika at eftirkanna, um virðisásetingarnar eru rættar, og verður komið fram á, at virðisásetingarnar ikki eru í samsvari við veruligu handilsvirðini, kunnu rættingar gerast. Eisini er heimild hjá TAKS, um eingin uppgerð verður latin inn, at áseta eitt virði. Tá verður virðið á partabrøvunum ásett út frá tí regulering av ognum og skuld, sum TAKS ger.
Landsstýrismaðurin við fíggjarmálum hevur við kunngerð heimild at áseta nærri reglur um, hvussu tey ymisku ognarsløgini skulu virðisásetast, t.d. føst ogn, skip, immateriellar ognir o.a. Víst verður í hesum sambandi til kunngerð nr. 131 frá 27. desember 2006 um virðisáseting av ognum, og kunngerð nr. 101 frá 5. november 2007 um freist fyri at lata inn serliga skattauppgerð.
Avgerðir, sum TAKS tekur um virðisáseting av ognum og skuld, kunnu kærast til Skatta- og avgjaldskærunevndina, og avgerðir frá Skatta- og avgjaldskærunevndini kunnu skjótast inn fyri Føroya Rætt.
Virðisáseting av partabrøvum út frá einum mettum handilsvirði í felagnum er bert galdandi fyri partabrøv o.a. í feløgum, sum ikki eru skrásett á einum
virðisbrævamarknaði. Tey partabrøv, sum eru skrásett á einum virðisbrævamarknaði, verða sambært § 28, stk. 2 roknað sum útvegað fyri skrásetta kursvirðið við dagsenda tann 31. desember 2006.
Í staðin fyri at nýta virðini, sum eru nevnd í § 28, stk. 1 og 2, kunnu partaeigarar nýta veruliga útveganarvirðið. Tað vil siga, at partaeigarar í staðin kunnu
nýta tað virðið, sum teir veruliga hava keypt partabrøvini fyri, sum skattligt útveganarvirði eftir kapitalvinningsskattalógini.
Tað var ein treyt fyri at kunna nýta veruliga útveganarvirðið, at hetta varð fráboðað TAKS innan 1. oktober 2007.
Verður virðisbrævið virðismett til eitt mett handilsvirði, eru avmarkingar fyri, hvussu frádráttur av hesum kann fara fram, um ein framtíðar søla gevur tap. Gevur ein søla tap í mun til metta handilsvirðið og søluupphæddina, kann eitt tap verða drigið frá í kapitalvinningi komandi árini, tó ongantíð fyri meira enn, hvat sama søla hevði givið í tapi við uppruna útveganarvirðinum. Soleiðis slepst undan, at frádráttur fæst fyri eitt virði, sum reelt ikki er til ella hevur verið til. Á henda hátt slepst møguliga undan, at virðisbrøv verða mett til eitt virði, sum er alt ov langt frá veruliga handilsvirðinum.
Dømi 1: § 28, stk. 1, mett handilsvirðið | |
Virðisbræv útvegað 1995 fyri | 8.000.000 kr. |
Mett handilsvirðið 31/12-06 | 15.000.000 kr. |
Selt 2008 fyri | 7.000.000 kr. |
Tekniskt sæð eitt tap uppá | 8.000.000 kr. |
Men reelt eitt tap uppá | 1.000.000 kr. |
Dømi 2: § 28, stk. 1, mett handilsvirðið | |
Virðisbræv útvegað 1995 fyri | 8.000.000 kr. |
Mett handilsvirðið 31/12-06 | 15.000.000 kr. |
Selt 2008 fyri | 10.000.000 kr. |
Tekniskt sæð eitt tap uppá | 5.000.000 kr. |
Men reelt eitt tap uppá | 0 kr. |
Dømi 3: § 28, stk. 3, upprunavirðið | |
Virðisbræv útvegað 1995 fyri | 8.000.000 kr. |
Selt 2008 | 2.000.000 kr. |
Tap at draga frá í kapitalvinningi | 6.000.000 kr. |
Dømi 4: § 28, stk. 1 og 3 | |
Virðisbræv útvegað 1995 fyri | 8.000.000 kr. |
Selt 2008 | 2.000.000 kr. |
Tekniskt sæð eitt tap uppá | 6.000.000 kr. |
Men um felagið hevur útlutað kr. 6.000.000 sum skattafrítt vinningsbýti árini frammanundan søluni, kann tap av virðisbrøvunum bert verða drigið frá í uppgerðini eftir § 14 í tann mun, at tapið er størri enn skattafrítt vinningsbýti av sama virðisbrævi, sí § 4, stk. 3 í kapitalvinningsskattalógini. Hetta hevur við sær, at veruliga tapið at draga frá í døminum er kr. 0,-.