B. SJÁLVUPPGÁVA AV INNTØKU- OG FÍGGJARVIÐURSKIFTUM
Persónar, deyðsbúgv, feløg og felagsskapir v. m., sum koma undir reglurnar í 1. kapitli í skattalógini um skattskyldu, skulu eftir § 100, stk. 1 í skattalógini sjálv geva upp inntøku sína. Hetta merkir, at øll, sum búgva í Føroyum og eru undir fullari skattskyldu sambært § 1 í skattalógini og øll, sum eru uttanlands, men tó kunnu vera undir fullari skattskyldu í Føroyum sambært somu grein og øll, sum eru umfatað av § 2 í skattalógini, t. v. s. avmarkað skattskyldug, eru skyldug at uppgeva inntøku og ogn sína til skattavaldið.
Við gildi frá 1. januar 1998 er tó tann broyting gjørd, at nú er ikki neyðugt hjá einum stórum parti av skattgjaldarunum at lata inn sjálvuppgávu og ognaruppgerð. Nú verður nevniliga automatisk skattauppgerð gjørd til allar persónar, sum bert hava A-inntøku og ikki eru skrásettir við frádráttum í fyribilsskattaskránni. Sama er galdandi fyri persónar, sum ikki eru fult skattskyldugir í Føroyum, og tísum meginregla rinda 42% av bruttoinntøkuni til fulla avgerð eins og útlendingar, sum eru við skipum undir FAS-skipanini og sum rinda 35% av bruttoinntøkuni í skatt. Persónar, sum standa skrásettir sum eigarar av einmansfyritøku ella íognarfelag, koma tó ikki undir hesa skipanina við automatiskari skattauppgerð.
Tey, sum fáa automatiska skattauppgerð, sum er røtt, kunnu lata verða við at lata inn sjálvuppgávu. Øll onnur skulu lata inn sjálvuppgávu, eisini tey sum bert hava inntøku, sum eftir tvískattasáttmálum ella § 154 ikki skal skattast í Føroyum. Hetta merkir, at tey, sum fáa automatiska skattauppgerð, áðrenn freistin fyri at lata inn sjálvuppgávu er farin, hava skyldu til at lata inn sjálvuppgávu við røttu upplýsingunum, um skattauppgerðin ikki røtt.
Freistin at lata inn sjálvuppgávu hjá skattgjaldarum, sum ikki eru roknskaparskyldug, er 1. mai í álíkningarárinum. Skattgjaldarar, sum bert hava havt A-inntøku, men sum hava frádráttir, sum ikki hava samband við B-inntøku, kunnu tó lata inn skjalprógv fyri hesar frádráttir í seinasta lagi 31. januar og harvið fáa framskundaða skattauppgerð miðskeiðis í februar mánað.
Skattgjaldarar, sum eru roknskaparskyldugir, skulu lata inn sjálvuppgávu við roknskapi 1. mai í álíkningarárinum. Víst verður til kunngerð nr. 89 frá 14. september 2006 um innlatingarfreistir fyri roknskaparskyldug.
Deyðsbúgv, feløg, felagsskapir v.m. sum eru fevnd av § 1, nr. 7-17 og § 2 í skattalógini, skulu lata inn sjálvuppgávu í seinasta lagi 1. juli í álíkningarárinum.
Tá serligar grundir eru til tess, kann TAKS leingja freistina fyri at lata inn sjálvuppgávu hjá deyðsbúgvum, feløgum, felagsskapum v.m. Freistin kann tó ongantíð verða longd útum 15. august í álíkningarárinum. Ein treyt fyri at freistin kann verða longd er, at skrivlig umsókn verður send TAKS, áðrenn freistin er úti, og at sjálvuppgávur, roknskapir og ognaruppgerðir fyri eldri ár eru innkomin.
Børn, sum við byrjan inntøkuársins ikki hava fylt 16 ár, hava eftir § 108 í skattalógini ikki skyldu at lata inn sjálvuppgávu, um tey ikki hava inntøkur av slíkum slag, sum eru nevndar í § 5, stk. 1 í skattalógini. Sjálvuppgávan er at rokna sum innlatin rættstundis, tá ið hon í seinasta lagi nevnda dag er fingin TAKS ella latin í postin. Fellur innlatingardagurin á ein leygardag ella sunnu- ella halgidag, verður innlatingardagurin fyrsti eftirfylgandi garandisdagur.
Sjálvuppgávan skal eftir § 102 í skattalógini vera undirskrivað av skattgjaldaranum, sum gjørd eftir bestu sannføring. Fyri tey, sum eru undir 16 ár, og tey ið hava mist fíggjarræði, skrivar verjin undir. Skrivar fulltrúi undir sjálvuppgávuna fyri skattgjaldaran, skal økisskrivstovan hava skrivliga fulltrú frá skattgjaldaranum. Tann, ið gevur fulltrú til at skriva undir sjálvuppgávu, ber sjálvur ábyrgdina av sjálvuppgávuni.
Sekt
Um fullfíggjað sjálvuppgáva av inntøku ikki er innlatin rættstundis, men er innlatin minni enn 7 dagar ov seint, verður samanlagdi inntøkuskatturin hækkaður við 2%. Er sjálvuppgávan inntlatin 7 dagar ella meira ov seint, verður samanlagdi inntøkuskatturin hækkaður við 5%. Hækkingarnar eru mist kr. 2.000, men kunnu tó hægst verða kr. 5.000. Eftir umsókn kann TAKS lina ella heilt lata falla burtur hækkingarnar.
Meting
Verður sjálvuppgáva ikki latin inn, verður skattskylduga inntøkan sett til eina metta upphædd, sbr. § 104 í skattalógini.
Kapitalvinningssjálvuppgáva
Øll sum hava inntøku, ið er skattskyldug eftir ásetingunum í kapitalvinningssjálvuppgávuni hava skyldu at geva upp hesa inntøku á eina kapitalvinningssjálvuppgávu.
Tey, sum bert hava rentuinntøku frá føroyskum peningastovni ella postgiro, hava tó ikki skyldu at lata inn hesa sjálvuppgávu, um so er at skattur er hildin aftur og goldin av peningastovninum og postgiro, sum ásett í § 16 í kapitalvinningsskattalógini.
Kapitalvinningssjávluppgávan skal latast inn við somu freistum, sum eru galdandi fyri innlating av tí vanligu sjálvuppgávuni, sí omanfyri.
Ognaruppgerð
Tann, sum er skattskyldugur sambært skattalógini § 1 og § 2, skal lata fylgja við sjálvuppgávuni fullfíggjaða ognaruppgerð, sambært § 110 í skattalógini. Ognaruppgerðin skal verða skrivað soleiðis, at hon vísir eina sanna mynd av fíggjarstøðuni.
Skattskyldugir persónar, ið ikki hava bókhalds- og roknskaparskyldu, kunnu lata verða við at lata inn ognaruppgerð, um so er, at tað í mun til seinast innlatnu ognaruppgerð ikki eru broytingar í árinum í ognum og rættindum. TAKS kann tó sambært § 110, stk. 6 áleggja einum skattskyldugum at lata inn fullfíggjaða ognaruppgerð, tá ið hetta verður hildið neyðugt fyri at fáa greiðu á serliga truplum og fløktum málum. Skattskyldug, ið eiga ognir uttanlands, skulu altíð lata inn ognaruppgerð.
Sjálvuppgávan kann verða gjørd til einkis, um eingin ognaruppgerð er, og skattgjaldarin kann tá verða mettur til eina skattskylduga inntøku sambært skattalógini § 104.
Ognir
Í yvirlitið skulu takast við allar ognir og øll fíggjarlig rættindi við tilskilan av virðinum. Hesar ognir og rættindi kunnu millum annað vera:
- Føstogn (grundøki við húsum ella uttan, eins og hús á annara øki).
- Motorakfør, bátar, innbúgv og annað leysafæ.
- Vørur, ráevni, maskinur, innbúgv, innistøða og leysafæ, ið nýtt verða í vinnu.
- Peningur og peningagildi, útistandandi skuldir, skuldarbrøv, inniogn í banka, sparikassa ella øðrum penigastovni, partabrøv, lutaprógv og aðrir partar í feløgum, somuleiðis lista- og frímerkjasøvn og skartgripir, tá ið virðið teirra eru meira enn kr. 25.000.
Til ognina verða ikki tald:
- Rættindi, sum eru treytað av nøkrum, sum er óvist
- Ogn, sum er fingin í arv ella gávu við tilskilan, at annar fær inntøkurnar fyri fyrst, og at hann, ið ognina eigur, ikki hevur ræði yvir ognini, ímeðan hin fær inntøkurnar.
- Ogn, sum er fingin í arv ella gávu við tilskilan, at inntøkurnar fyri fyrst skulu goymast, og at hann, ið ognina eigur, hvørki skal hava ræði yvir ogn ella inntøkum.
- Nýtslurættindi ella krøv til tíðarviss gjøld, ið eru veitt skattgjaldaranum alla ævi hansara ella styttri óvissa tíð sum rættur, ið ikki má avhendast, sum t.d. ætturin til eftirløn, lívrentu, leiguleysan bústað, hald, leypandi gjøld sambært vanlukkutryggingarsáttmála.
Skuld
Við uppgerð av ogn verða skuldir skattgjaldarans frádrignar.
Til skuld verður ikki talt:
- Ábyrgdir, sum enn ikki eru gjaldkomnar
- Aðrar skuldbindingar, sum eru treytaðar av nøkrum, sum er óvist.
Virðið á skuldbindingum skattgjaldarans til at lata tíðarviss gjøld, ið eru persónligur rættur, sum ikki er avhendiligur, og sum eru veittur honum, ið eigur rættin, alla ævi hansara ella styttri óvissa tíð, sum t.d. eftirløn, lívrenta, leiguleysur bústaður og hald, kann ikki verða drigið frá, tá ognin verður gjørd upp.
Somuleiðis kann heldur ikki verða drigið frá virðið á tí nýtslurætti av sama slagi, sum nevndur er frammanfyri, ið hvílir á ognini. Hetta er galdandi uttan mun til, um trygd er latin fyri, at skuldbindingin verður hildin.
Eginogn
Tá ogn og skuld er funnin, verður samanlagda skuldin drigin frá samanløgdu ognini. Tað tal, sum tá kemur burturúr, er eginognin. Talið kann bæði verða positivt, t.v.s., at ognin er størri enn skuldin, og negativt, t.v.s., at skuldin er størri enn ognin.
Ogn hjá børnum
Ogn hjá børnunum, sum eru yngri enn 16 ár, verður tald upp í ognaruppgerðina hjá tí av foreldrunum, sum hevur foreldramyndugleikan. Tá talan er um børn í hjúnalagi, gera foreldrini sjálvi av, hvør av teimum skal rokna ogn barnanna upp í ognaruppgerð sína.