E. FRÁDRÁTTIR Í INNTØKUNI OG AÐRAR SERREGLUR
Skattskylduga inntøkan hjá ávísum sjómonnum
Fyri fiskimenn við føroyskum skipi umframt fiskimenn, sum verða viðgjørdir eftir grein 15, stk. 4 í norðurlendsku tvískattaavtaluni, ber § 25a, sbr. § 33, nr. 17 í skattalógini í sær, at veiðuinntøkan upp til kr. 470.000 um árið verður lækkað við einum frádrátti upp á 14%, t.v.s. í mesta lagi kr. 65.800 um árið.
Harumframt hava fiskimenn við útlendskum skipi, sum verða viðgjørdir eftir norðurlendsku tvískattaavtaluni, rætt til samdøgursfrádrátt eftir § 33, nr. 12 í skattalógini á kr. 300 um dagin, um teir annars lúka treytirnar í ásetingini, t.v.s. dvølja uttanlands vegna arbeiði í mista lagi 2 mánaðir uttan slit ella 100 samdøgur innanfyri eitt 12 mánaðartíðarskeið.
E.1. Veiðuinntøka eftir § 25 í skattalógini
Í § 25a er ásett, at skattskylduga inntøkan umborð á einum fiskifari er øll veiðiinntøkan, sum er løgd inn í peningi ella peningavirði. Er talan um bjargingarløn, løn fyri sleip og annað, sum ognast báti á veiðuferð, ella tá farið verður til hjálpar frá landi, verður inntøkan viðgjørd eins og veiðiinntøka.
Undir veiðiinntøku kemur ikki studningur, minstaløn, minstaforvinningur v.m. Nevndu stuðlar verða skattliga viðgjørdir eftir vanligu reglunum í skattalógini.
Í stk. 2 er ásett, at egning, sum serlig samsýning verður latin fyri, og sum verður gjørd av øðrum enn manningini, sum er knýtt at bátinum, verður ikki roknað sum veiðiinntøka. Upp til tveir av føstu manningini kunnu tó verða heimaegnarar, og skulu teir tá samsýnast á jøvnum føti við teir, sum eru úti við bátinum, t.v.s. fáa part av veiðiinntøkuni. Tann samsýning, manningin fær fyri at gera nýggja fiskiútgerð til, ella fyri at hjálpa til at røkja bátin, verður ikki roknað sum partur av veiðiinntøkuni, men sum inntøka á landi. Rakstrarvinningur/hall av skiparakstri verður roknað sum inntøka á landi og skattað sambært vanligu reglunum í skattalógini.
Tá tað snýr seg um fiskiskip, sum royna á fjarleiðum, størri línubátar og ísfiskatrolarar v.m., sum royna á heimaleiðum, er manningin mynstrað eftir sáttmála millum Føroya Reiðarafelag og viðkomandi yrkisfelag (sí stk. 3).
Um tað harafturímóti snýr seg um útróðrarflotan, er tað eyðkent fyri hann, at her eru ikki einsgaldandi hýrusáttmálar millum manning og bát, sum hjá mynstraðum fiskimonnum. Uttan mun til stødd, kunnu vera heilt ymiskir sáttmálar millum manning og bát. Rættiliga ofta verður gjørd ein beinleiðis avtala millum manning og bátaeigarar, hvussu avroknast skal. Slíkar avtalur verða ofta gjørdar munnliga.
Hesi heldur ókláru sáttmálaviðurskifti gera, at tá veiðiinntøkan, sum skal avroknast manningini, verður gjørd upp, er neyðugt við nøkrum treytum ella avmarkingum.
Um manningin er mynstrað eftir sáttmála millum Føroya Reiðarafelag og viðkomandi yrkisfelag ella millum Meginfelag Útróðrarmanna og Báta- og Skipaeigarar, er avrokningin til manningina eftir hesum sáttmálum galdandi, um hon lýkur treytirnar í stk. 4, nr. 1 og 2. Har ongin sáttmáli er, er treytin tann, at mynstrað verður ella at fiskiparturin til manningina verður avtalaður millum viðkomandi skipaeigara og viðkomandi persónar ella yrkisfelag teirra, sum lýkur treytirnar í stk. 4, nr. 1 og 2.
Sáttmálar millum skip og manning kunnu frítt avtalast, men í mesta lagi tann parturin av manningarpartunum, sum svarar til avmarkingarnar í stk. 4, nr. 1 og 2, verður roknaður sum veiðiinntøka.
Um tann, sum er við føroyskum fiskiskipi, eigur part í skipinum, verður eftir stk. 5 bert tann parturin av inntøkuni, sum er gjørdur upp eftir stk. 3 og 4 og sum er sami uppgerðarháttur, sum hjá hinum av manningini, roknaður sum veiðiinntøka.
Fyri at javnstilla fiskimenn, sum eru skattskyldugir í Føroyum, verður í stk. 6 ásett, at hýran hjá teimum, sum eru við fiskiskipum, sum ikki eru skrásett í Føroyum, tað vil siga fiskiskipi, sum er skrásett í øðrum Norðurlandi enn Grønlandi, verður lækkað við 14%, áðrenn skattur verður álagdur sambært skattalógini.
Inntøka frá FAS-skipanini varð upprunaliga viðgjørd eftir § 25a, stk. 7 í skattalógini eins og veiðiinntøka, men hetta er síðani broytt, og verður FAS inntøka nú viðgjørd eftir § 8 í ásetingarlógini.
Eftir § 8, stk. 1, 2. pkt. og § 8, stk. 2, 1. pkt. er skattur teirra sum fáa inntøku, sum stavar frá virksemi umborð á skipi, skrásett í FAS, ella skipi, sum eftir § 2, stk. 1, litra j, 2. pkt. í skattalógini verður javnmett við skip, skrásett í FAS, 35% av bruttoinntøku, tá talan er um inntøku, fevnd av § 8, stk. 1, 2. pkt., t.v.s. avmarkað skattskyldug, og 35% av inntøkuni, tá gjald til eftirlønarskipanina er frádrigið, tá talan er um inntøku, fevnd av § 8 stk. 2, t.v.s. fult skattskyldug.
Inntøkan hjá teimum sum eru fult skattskyldug undir FAS ella umborð á skipum, sum verða javnmett við skip undir FAS, verður tikin við í skattagrundarlagið, men í inntøkuskattinum skal loyvast ein frádráttur, sum svarar til tann partin av inntøkuskattinum, sum kann verða førdur til ta A-inntøku, sum stavar frá virksemi umborð á skipi, skrásett í FAS ella javnmettum skipi. Skatturin eftir § 8 í ásetingarlógini fer 100% í landskassan.
Manningin á skipum, sum eru skrásett í FAS, DIS og í føroysku skrásetingini annars koma ikki undir § 25b, stk. 1, sbr. stk. 2.
Reiðaravirkir, sum lúka treytirnar í § 63a í skattalógini, fáa við heimild í kunngerð nr. 120 frá 19. desember 2008 um áseting av afturberingsprosenti til reiðaravirkir, sum hava skip, ið eru skrásett í FAS, allan skattin, t.v.s. 35% afturbornan.
E.1.1. Fiskimannafrádráttur
Sambært § 33, nr. 17 í skattalógini skulu 14% av veiðiinntøkuni v.m. upp til kr. 470.000 dragast frá, tá inntøkan verður uppgjørd
Avgerð frá 28.03.2001
Skattgjaldarin var eygleiðari umborð á japanskum fiskiskipi, sum eftir avtalu við Fiskirannsóknarstovuna hevði loyvi til royndarfiskiskap eftir tunfiski.
Reiðaríið skuldi gjalda eina ávísa upphædd til Fiskirannsóknarstovuna fyri ávísar útreiðslur m.a. til eygleiðaran. Skattgjaldarin arbeiddi hjá Fiskirannsóknarstovuni sum eygleiðari umborð á tunfiskiskipinum og fekk løn eftir Starvsmannafelagssáttmálanum umframt siglipening. Í 1999 vendi skattgjaldarin sær til skattavaldið og spurdi um frádrátt í inntøku, men fekk svar frá skattavaldinum, at hann ikki kundi fáa henda frádrátt, tí hann hevði fasta løn.
Skattgjaldarin kærdi avgerðina til landsskattakærunevndina, sum staðfesti avgerðina hjá skattavaldinum, at inntøkan var skattskyldug eftir § 25 í skattalógini, (j. nr. 99S01-0084).
Avgerðin varð síðani løgd fyri Føroya Rætt, sum 26. mars 2002 staðfesti avgerðina hjá skattavaldinum (BS 91412001).
E.2. Uttanlandsinntøka,
tó ikki inntøka frá fiskiskipi ella flogfari, sum verður viðgjørd eftir grein 15, stk. 4 í norðurlendska tvískattasáttmálanum.
Sum skattskyldug inntøka fyri arbeiði uttanlands verður eftir § 25b bert roknað skattskyldug inntøka, sum hin skattskyldugi hevur langt inn í peningi ella peningsvirði uttanlands ella umborð á útlendskum skipi.
§ 25b er ikki galdandi fyri arbeiði uttanlands, sum kemur undir grein 15, stk. 4 í norðurlendska tvískattasáttmálanum, t.v.s. inntøka frá norðurlendskum fiskiførum og inntøka frá norðurlendskum flogførum. Inntøka frá norðurlendskum fiskiførum verður skattað eins og ásett í E.1., meðan inntøka frá norðurlendskum flogførum, t.v.s. flúgvarum, tyrlum og øðrum loftførum, verður skattað eftir § 25 í skattalógini tó so, at flogferðslustarvsfólk sum verða viðgjørd eftir grein 15, stk. 4 í norðurlendsku tvískattaavtaluni, hava rætt til samdøgursfrádrátt eftir § 33, nr. 12 í skattalógini á kr. 300 um dagin, um tey annars lúka treytirnar í ásetingini, t.v.s. fyrst og fremst dvølja uttanlands vegna arbeiði í mista lagi 2 mánaðir uttan slit ella 100 samdøgur innanfyri eitt 12 mánaðartíðarskeið.
Uttanlandsinntøka, t.v.s. inntøka fyri arbeiði á landi uttanlands, inntøka frá fiskiskipi ella flogfari uttanfyri Norðurlond og inntøka frá øðrum útlendskum skipum verða viðgjørdir eftir § 25b, stk. 1, sbr. § 33, nr. 13 í skattalógini og ber hetta í sær, at inntøkan verður lækkað við 30%, tó við í mesta lagi kr. 120.000 og restin verður skattað við 35%.
Inntøka frá útlendskum skipi, sum annars lýkur treytirnar í ásetingini, verður viðgjørd eftir § 25b, sjálvt um útlendska skipi í styttri tíðarskeið ger uppgávur inni á føroyskum øki.