Skriva út

F. STUÐULSSKIPANIRNAR

Tann 13. november 1996 setti landsstýrismaðurin í skattamálum ein arbeiðsbólk at fyrireika eina umlegging av privata rentufrádráttinum til eina rentustuðulskipan fyri sethúsabygging. Samstundis sum uppskot hesum viðvíkjandi varð lagt fyri tingið 10. desember 1996, varð eisini uppskot til broyting í skattalógini um avtøku av øðrum frádráttum, lagt fyri tingið.

Eftir at løgtingið síðst í árinum hevði samtykt uppskot landsstýrisins, vórðu uppskot til aðrar stuðulsskipanir løgd fyri tingið á vári 1997 og á sumri 1997 samtykti løgtingið stuðulslógir viðvíkjandi arbeiðsmarknaðargjøldum, telefonútreiðslum hjá langfarasjómonnum, dupultum húsarhaldi, uppihaldspeningi og ferðaútreiðslum galdandi frá og við inntøkuárinum 1997.

Við nýggju stuðulslóggávuni ynskti landsstýrið at koma burtur frá at stuðla íbúðar- og sosialpolitiskum endamálum gjøgnum skattalóggávuna. Landsstýrið helt, at ynsktu politisku myndugleikarnir at stuðla tílíkum endamálum, átti hetta at verða gjørt við beinleiðis játtan á fíggjarlógini.

Gjøgnumgongdin í vegleiðingarskrivinum er avmarkað til tær stuðulsskipanir, sum TAKS umsitur.


F.1. Stuðul til rentuútreiðslur av lánum

F.1.1. Lán fevnd av skipanini
Eftir § 1, stk. 1 hevur hevur ein og hvør persónur, sum
1) er fult skattskyldugur í Føroyum, og
2) hevur rentur av lánum, sum nevnd eru í § 2 í hesi lóg, rætt til rentustuðul eftir hesi lóg.
Eftir stk. 2 hava lutaíbúðafeløg, ið eru stovnsett sambært løgtingslóg um lutaíbúðafeløg, eisini rætt til rentustuðul eftir hesi lóg.

Rentustuðul verður sbrt. § 2 veittur fyri rentur
1. av lánum, sum eru avtalað áðrenn 18. januar 1991, og
2. av lánum, sum eru avtalað 18. januar 1991 ella seinni, og sum eru tikin til:

  • av keyp ella bygging, umvæling ella umbygging av egnum bústaði
  • av keyp ella bygging, umvæling ella umbygging av bústaðaeindum í lutaíbúðafeløgum
  • av útbúgving,
  • av gjalding av ábyrgd sambært § 33, nr. 2 í skattalógini, um so er, at ábyrgdin er avtalað áðrenn 3. desember 1994.

Rentustuðul verður fyri lutaíbúðafeløg veittur fyri hvønn lutin, sbr. § 3, sbr. § 2, stk. 2.. Stuðul fyri tey lán, sum eru nevnd í stk. 1, nr. 2, litra a og b, verður bert veittur fyri matrikulnummarið ávikavist bústaðaeindina, har viðkomandi verður hildin at búgva, t.e. tann bústaður, sum viðkomandi persónliga og fíggjarliga er mest knýttur at (miðdepilin í lívsáhugamálunum), sbr. § 2, stk. 3. Rentustuðul verður ikki veittur fyri provisjónir og líknandi gjøld, sbr. § 2, stk. 4.

Til bygging av bústaði ella bústaðareind sambært stk. 1, nr. 2, litra a og b kann stuðul verða veittur fyri rentuútreiðslur í byggitíðini, tó í mesta lagi fyri tey síðstu 2 árini innan innflyting, sbr. § 2, stk. 5, og útgjald av hesum kann ikki fara fram innan innflyting. Stuðul kann tó ikki veitast til meira enn ein bústað fyri sama tíðarskeið, og er hetta eisini galdandi fyri sambúgvandi persónar uttan mun til, um ein ella báðir eiga bústaðin.
Stuðul til sethúsarentur er treytaður av, at talan – heilt ella lutvíst - er um egnan bústað. Verða eini hús nýtt til útleigan burturav, verður rentuútreiðslurnar viðgjørdar eftir skattalógini sum vinnuligar rentur, og rentustuðul kemur tískil ikki upp á tal.
Verða eini hús nýtt til bústað og til vinnuligt endamál, verða samlaðu rentuútreiðslurnar sambært § 2a, stk. 1 viðgjørdar eftir rentustuðulslógini.
Um sæð verður burtur frá § 2a, stk. 1 loyvir rentustuðulsskipanin ikki, at eitt lán lutvíst er farið til stuðulsloyvd, lutvíst til annað endamál. Er lánið sum heild ikki stuðulsloyvt, er tað tí neyðugt, at lánið fyrst verður uppbýtt, um stuðul skal veitast eftir rentustuðulsskipanini, jbr. § 2a, stk. 2.
Rentustuðul verður, jbr. § 2, veittur fyri rentur av lánum, sum eru tikin til eitt stuðulsloyvt endamál men tað er ikki eitt krav eftir lógini, at lánið er tikið í einum peningastovni.

Avgerð frá Kommunalu Skattakærunevndini viðvíkjandi egnum bústaði:
Kommunala Skattakærunevndin, Vága Øki tók 26. november 2001 avgerð um, at persónur, búsitandi í Skopun, sum 15. august 2000 keypti hús í Sørvági, hevði rætt til rentustuðul frá 15. august 2000 at rokna, sjálvt um hann ikki flutti inn í húsini fyrr enn 15. desember 2000.
Kommunala Skattakærunevndin grundaði m.a. avgerð sína á, at tað ikki hevði verið møguligt fyri kærarin vegna fiskiskap at avgreiða øll viðurskifti síni fyrr enn eftir heimkomu.

Avgerð hjá Stýrinum, nú TAKS, viðvíkjandi láni avtalað áðrenn 18. januar 1991 - debitorskifti:
Fyrispurningur settur Stýrinum, um arvingar, sum høvdu tikið við ogn og skuld, ávikavist hjúnafelagi, sum sat í óskiftum búgvi við felagsbúnum, kundi fáa frádrátt ella stuðul fyri rentuútreiðslur, sum vóru tilskrivaðar láni, sum hin deyði, hevði tikið áðrenn 18. januar 1991 í samband við persónligt rikið vinnuvirki.
Vinnuvirkið var hildið uppat, men lánið stóð eftir.
Stýrið svaraði 1. mai 2002, at tá arvingar taka við skuld, fer eitt debitorskifti fram. Skattliga er talan um eina realisatión av gamla láninum og stovnan av einum nýggjum láni.

Fyri arvingarnir er nýggja lánið stovnað, tá debitorskiftið fer fram. Rentur, sum eru falnar upp á gamla lánið, áðrenn arvingarnir taka yvir lánið, eru tí ikki rentuútreiðslur hjá arvingunum, men harafturímóti ein partur av høvuðsstólinum. Rentur, sum falla upp á lánið, eftir at arvingarnir hava yvirtikið lánið, eru harafturímóti at meta sum rentur, men ikki upp á gamla lánið, men nýggja lánið.

Tá arvingarnir ikki skattliga kunnu ”succedera” í rættin hjá fyrrverandi debitorinum, kunnu arvingarnir heldur ikki fáa frádrátt ella stuðul fyri rentuútreiðslur.
Hjá hjúnafelagnum, sum velur at sita í óskiftum búgvi, er støðan ein onnur. Sambært § 13, stk. 3 í skattalógini kemur hjúnafelagin, sum situr í óskiftum búgvi, skattliga fult og heilt í stað hins deyða. Skattliga er tí ikki talan um realisatión.
Tá talan var um eitt lán, sum var avtalað áðrenn 18. januar 1991, hevði hjúnafelagin rætt til rentustuðul, jbr. § 2, nr. 1 í rentustuðulslógini.

Avgerð frá Stýrinum, nú TAKS viðvíkjandi umskipan/umfígging av gomlum lánum:
Stýrið hevur tann 17. februar 2002 upp á fyrispurning svarað, at persónur, sum í 2003 stovnar eitt nýtt lán til at gjalda út eitt gamalt lán, hevur rætt til rentustuðul upp á nýggja lánið, um viðkomandi sjálvur hevur tikið gamla lánið áðrenn 18. januar 1991, og nýggja lánið bert fevnir um restskuldina av gamla láninum og møguliga provisión í sambandi við umfíggingina.
Um viðkomandi ikki sjálvur hevur tikið gamla lánið, er nýggja lánið farið til eitt endamál, sum ikki er fevnt av § 2 í rentustuðulslógini. Stuðul verður tí ikki veittur.

Avgerð frá Stýrinum, nú TAKS viðvíkjandi sethúsarentum – hjún:
Stýrið hevur tann 28. apríl 2003 upp á fyrispurning svarað, at soleiðis sum rentustuðulslógin er orðað, er neyðugt, tá umsóknir um rentustuðul verða viðgjørdar, at kanna,
1. hvør tað er, sum eigur ognina, og
2. hvør tað er, sum hevur rentur av lánum til ognina.

Tá talan er um hjún, sum í felag eiga eina ogn, sum tey í felag hava stuðulsloyvd lán til, er meginreglan tann, at tað ikki er neyðugt at býta lánið upp, tí hjúnafelagarnir hvør sær uppfylla treytirnar fyri at fáa rentustuðul.
Støðan er ein onnur, um annar hjúnafelagin fær stuðul á annan hátt fyri rentuútreiðslur. Hjúnafelagin, sum fær stuðul á annan hátt, hevur ikki, jbr. § 8 í rentustuðulslógini, rætt til rentustuðul, meðan hin hjúnafelagin ikki hevur rætt til rentustuðul, jbr. § 2a, stk. 2, sum krevur, at lánið sum heild er stuðulsloyvt.
Skal stuðul veitast í slíkum førum, mugu hjúnafelagarnir tí antin
- býta lánini upp, so hjúnafelagarnir hvør sær standa fyri sínum parti av lánunum, ella
- lata hjúnafelagan, sum ikki fær stuðul á annan hátt, standa fyri sethúsalánunum einsamallan.

Avgerð frá Landsskattakærunevndini viðvíkjandi kautiónsfrádrátti, rentustuðuli/-frádrátti, j. nr. 01S01-0122:
Skattavaldið sýtir skattgjaldara skattligan frádrátt fyri kautiónskravi frá Finansstyrelsen, og sum ein fylgja herav verður somuleiðis sýtt honum rentustuðul/rentufrádráttur.
Málið byrjar við at í 1985 kautioneraði skattgjaldarin mótvegis Danmarks Skibskreditfond fyri einum láni hjá partafelag uppá knappar 67 mill.kr. í samband við farmaskip, sum seinni fór undir hamaran.
Tann 30.11.1987 innfríar Finansstyrelsen alla restskuldina hjá partafelagnum til Danmarks Skibskreditfond og yvirtekur samstundis øll krøv mótvegis kautionistinum. Finansstyrelsen ger kautiónskravið móti skattgjaldaranum upp til kr. 3.663.548 og setir kravið fram í desember 1988.
Í mars 2002 verður kravið latið til innheintingar hjá advokati, og er tað tá við morarentum kr. 5.250.169,58.
Skattavaldið grundgevur sýtanina at geva frádrátt við, at ein av treytunum sbrt § 33, nr. 2 í skattalógini er, at kautiónskravið ikki bara er gjørt galdandi mótvegis kautionistinum, men at tað eisini er goldið. Hetta hevur skattgjaldarin ikki gjørt.
Skattgjaldarin kærir avgerðina hjá skattavaldinum til landsskattakærunevndina, sum 4. desember 2002 staðfestir avgerðina hjá skattavaldinum við tí grundgeving, at tá tað ikki er skjalprógvað, at kautionisturin heilt ella partvíst hevur goldið kravið frá Finansstyrelsen, hevur hann ikki rætt til skattligan kautionsfrádrátt sambært § 33, nr. 2 í skattalógini og sostatt heldur ikki rætt til rentustuðul ella rentufrádrátt í samband við kautiónstap, tí rentan er ikki relaterað til eina skuld, sum kærarin hevur átikið sær sum beinleiðis skuldari.

F.1.2. Stuðulsstøðið
Fyri tey lán, sum eru nevnd í § 2, stk.1, nr. 2, litra a, verður, sbr. § 3, stk. 2, árligi rentustuðulin í mesta lagi tann í § 5 nevnda prosentupphædd av tí í stk. 3 ásettu hámarksupphædd pr. matrikkulnummar uttan mun til, um ein ella fleiri persónar eiga bústaðin. Eigaraíbúð er í hesum sambandi at javnmeta við matrikulnummar.
Tann árliga prosentupphæddin er sostatt 36% í 2013 og 35% í 2014 og fremeftir, sbr. § 5, nr. 4 og 5.
Tann árliga hámarksupphæddin í 2013 er 130.000 kr. Í 2014 og seinni er upphæddin 120.000 kr., sbr. § 3, stk. 3, nr. 2 og 3.
Eigaraíbúðir, sum ikki eru býttar í sjálvstøðugt matrikulnummar, og sum hava fingið rentustuðul fram til 30. september 2009, hava framhaldandi rætt til rentustuðul, hóast íbúðin ikki hevur eitt sjálvstøðugt matrikulnummar, § 3, stk. 4.
Fyri tey lán, sum eru nevnd í § 2, nr. 2, litra a verður rentustuðul bert veittur til tær rentur, sum sambært vanligum lánsavtalum verða tilskrivaðar leypandi fyri hvørt álmanakkaár, sbr. § 3, stk. 5.

F.1.3. Grundarlagið undir rentustuðlinum
Rentustuðul verður veittur fyri rentuútreiðslur sambært uppgerð frá viðkomandi peningastovni, sbr. § 4, stk. 1.
Tá talan er um lestrarlán, verður sbrt. § 4, stk. 2 veittur rentustuðul fyri rentu, ið samansavnað er í tíðini, áðrenn afturgjalding byrjar, og fyri rentu, ið tilskrivað verður í afturgjaldstíðini.

F.1.4. Rindan av rentustuðli og kostnaðarbýtið millum land og kommunu
Landið rindar rentustuðulin. Rentustuðulin verður goldin mánaðarliga afturút. Stuðulin verður býttur millum land og kommunu.
Í 2013 er býtið rindar landið 20,5%, meðan kommunan rindar 15,5%. Fyri 2014 og seinni rindar landið 19, 5%, meðan kommunan rindar 15,5%, sbr. § 6, stk. 1-3.
Tað er kommunan, har viðkomandi er tilmeldaður, tá rentustuðul verður útgoldin, sum hevur útreiðslurnar av rentustuðlinum. Um persónur, sum hevur rætt til rentustuðul, ikki er tilmeldaður eina kommunu, ber tann kommunan, har viðkomandi seinast var tilmeldaður, útreiðslurnar, jbr. § 6, stk. 4.
Kommunurnar partur av rentustuðlinum verður mótroknaður í teirri skattaupphædd, sum verður útgoldin kommununi hvønn mánaða. Mótrokningin verður gjørd í útgjaldinum í tí mánaði, sum kemur beint aftaná mánaðan, tá rentustuðulin er útgoldin, jbr. § 6, stk. 5.

F.1.5. Formkrøv
Rentustuðul verður bert veittur eftir umsókn, og serligt umsóknarblad skal nýtast, tá søkt verður um rentustuðul, sbr. § 7, stk. 1 og 2.
Tá tvey ella fleiri eiga ognina í felag, sum tey í felag hava stuðulsloyvd lán til, skulu báðir ávikavist allar eigararnir undirskriva umsóknarblaðið, um undirskrivarin ikki hevur fulltrú til at undirskriva vegna báðar ávikavist allar eigararnar.
Landsstýrismaðurin ásetir nærri krøv til skjalprógvan, sum eru neyðug til støðutakan av, um ein persónur hevur rætt til rentustuðul, sbr. § 7, stk. 3.
Við heimild í § 7, stk. 3 hevur landsstýrismaðurin við kunngerð nr. 101 frá 11. juni 1997 ásett, hvørjir upplýsingar og hvørji skjalprógv skulu latast, tá søkt verður um rentustuðul.
Umframt upplýsingar og skjalprógv, sum nevnd eru í kunngerðini, hevur TAKS við heimild í embætisvirksemismeginregluni (officialmaksimuni) rætt til at biðja um upplýsingar, sum eru neyðugir fyri at TAKS kann taka støðu til, um umsøkjarin lýkur treytirnar fyri at fáa rentustuðul.

F.1.6. Rentustuðul mótvegis øðrum endurgjaldi fyri rentuútreiðslur
Í § 8, stk. 1 í lógini um rentustuðul er ásett, at ein persónur, sum fær endurgjald á annan hátt fyri rentuútreiðslur, eitt nú DIS-arar, ikki samstundis hevur rætt til rentustuðul, og í stk. 2 er landsstýrismanninum heimilað at áseta nærri reglur hesum viðvíkjandi.
Við heimild í § 8, stk. 2 hevur landsstýrismaðurin við kunngerð nr. 30 frá 4. mars 2003 ásett reglur um rentustuðul til persónar, sum hava rætt til endurgjald á annan hátt fyri rentuútreiðslur.
Í kunngerðini verður í § 1 staðfest, at persónur, sum fær endurgjald á annan hátt fyri rentuútreiðslur, ikki samstundis hevur rætt til rentustuðul eftir rentustuðulslógini.
Kunngerðin sigur so víðari í § 2, stk. 1, at persónur ikki kemur undir ásetingina í § 1, um viðkomandi kann prógva, at hann hevur sagt frá sær rættin til endurgjald á annan hátt fyri rentuútreiðslur. Skjalprógvan sambært stk. 1 skal eftir stk. 2 fylgja við á hvørjum ári.

F.1.7. Kærur yvir rentustuðulsavgerðir
Avgerðir, sum TAKS tekur eftir rentustuðulslógini, kunnu sbrt. § 8a, stk. 1 kærast til Skatta-og Avgjaldskærunevndina innan 4 vikur. Kæran skal vera skrivlig og grundgeving fyri kæruni skal vera við.
Freistin í stk. 1 verður eftir stk. 2. roknað frá tí degi, kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina.

F.1.8. Eftirlitsreglur
Í § 9 í lógini er ásett, at reglurnar í kapittul 12 í skattalógini um skyldu at geva upplýsingar um lønir o.a. eru tilsvarandi galdandi í sambandi við viðgerð av rentustuðulsmálum.

F.1.9. Avtala um transport v.m.
Stuðul eftir rentustuðulslógini kann sambært § 10 ikki vera fyri rættsókn, fyrr enn hann er útgoldin. Avtala um transport er útgjaldaranum óviðkomandi.

Dómur avsagdur 26. februar 2002 (BS nr. 96/2001):
Spurningurin um rættarsókn var viðgjørdur av Føroya Rætti í hesi dómi, har rætturin kom fram til, at Fíggjarmálastýrið, nú Fíggjarmálaráðið ikki hevði prógvað, at Toll- og Skattstova Føroya, nú TAKS, hevði viðgjørt skatta- og rentustuðulsmál borgarans óheft hvør av øðrum.
Av hesi orsøk, og tí Toll- og Skattstova Føroya hevði nýtt óvanliga langa tíð um at viðgera umsóknina frá borgaranum um rentustuðul, bleiv Fíggjarmálastýrið dømt til at rinda endurgjald til borgaranum fyri útreiðslur hans til advokat- og grannskoðarahjálp.
Rætturin metti, at útreiðslurnar til advokat- og grannskoðarahjálp vóru av stórum týdningi fyri viðgerðina av skattamálinum og harvið fyri útgjaldingina av rentustuðlinum, og rætturin metti, at Fíggjarmálastýrið bar ábyrgdina av útreiðslunum.

F.1.10. Panting
Eftir § 10a kann TAKS innheita ov nógv útgoldnan rentustuðul við panting.


F.2. Stuðul til dupult húsarhald 

F.2.1. Persónar, sum koma undir skipanina
Rætt til stuðul eftir lógini um stuðul til dupult húsarhald hevur giftur persónur, búsitandi í Føroyum, sum av arbeiðsávum hevur útreiðslur til dupult húsarhald, sbr. § 1.
Soleiðis sum § 1 er orðað, er tað treyt fyri at fáa stuðul til dupult húsarhald, at umsøkjarin er giftur, búsitandi í Føroyum, hevur útreiðslur til dupult húsarhald, og at hesar útreiðslur koma av arbeiðsávum.
At umsøkjarin skal vera giftur ber í, at stuðul til dupult húsarhald ikki verður veittur ógiftum, sundurlisnum ella fráskildum.
Sambært viðmerkingarnar til § 1 í lógini, sbr. Løgtingstíðindi 1997, síðu 640, er umsøkjarin búsitandi í Føroyum, tá hann hevur bústað í Føroyum, sbr. § 1, nr. 1 í skattalógini.

Útreiðslurnar til dupult húsarhald skulu koma av arbeiðsávum og verður tí kravt,
1. at talan í roynd og veru er um tvey húsarhald, og
2. at arbeiðið er atvoldin til hetta.

Treytin um dupult húsarhald av arbeiðsávum er tí lokin, um umsøkjarin býr við arbeiðsstaðið, meðan húskið býr aðrastaðni og so langt frá
arbeiðsstaðnum, at daglig ferðing antin ikki er møgulig ella hevur við sær órímiligar trupulleikar, útreiðslur og tíðarnýtslu.
Eru treytirnar § 1 loknar, er skipanin galdandi bæði fyri dupult húsarhald í Føroyum og fyri dupult húsarhald yvir landamørk.

F.2.2. Stuðulsstøðið
Sambært § 2, stk. 1 og 2 verður stuðul veittur fyri útreiðslur til leigu av høli og kost, sum fara upp um eina ávísa minstuupphædd.

Eftir § 2, stk. 3 og 4 er landsstýrismanninum heimilað at áseta stuðulsupphæddir, minstuupphædd og annars neyvari reglur um fyrisitingina av lógini.
Landsstýrismaðurin hevur í § 2 í kunngerð nr. 131 frá 30. september 2009 um stuðul til ferðaútreiðslur og dupult húsarhald ásett hesar stuðuls- og minstuupphæddir:
- Fyri leigu av høli er upphæddin 488 kr. um mánaðin.
- Fyri eykaútreiðslur til kost er upphæddin 20,50 kr. fyri hvønn arbeiðsdag.
- Innanlendis ferðing aftur og fram eina ferð um vikuna, útroknað eftir løgtingslóg um stuðul til ferðaútreiðslur, sí F.3.
- Minstaupphæddin, ið viðkomandi sjálvur skal bera, er ásett til 850 kr. fyri stuðulsskeiðið. Stuðulsskeiðini eru frá 1. januar–30. juni og 1. juli–31. desember.

F.2.3. Rindan av stuðli
Landskassin rindar stuðulin til dupult húsarhald, sbr. § 3, stk. 1. Stuðulin til dupult húsarhald verður útgoldin seinast í juli og seinast í januar mánaði á kontu í peningastovni, sbr. § 3, stk. 2 og 3.

F.2.4. Formkrøv
Stuðul til dupult húsarhald verður bert veittur eftir umsókn, og serligt umsóknarblað skal nýtast, tá søkt verður um stuðul til dupult húsarhald, sbr. § 4, stk. 1 og 2.
Stk. 3 heimilar landsstýrismanninum, at áseta nærri reglur um krøv til skjalprógv, sum eru neyðug fyri at støða kann takast til, um ein persónur hevur rætt til stuðul til dupult húsarhald.
Slíkar reglur eru ásettar í § 3, 2. pkt. í kunngerð nr. 131 frá 30. september 2009, har sagt verður, at stuðul til dupult húsarhald er treytaður av, at útleigarin á umsóknina váttar, at tær av umsøkjaranum givnu upplýsingar viðvíkjandi íbúð og leigutíð eru rættar.

F.2.5. Stuðul mótvegis øðrum endurgjaldi fyri útreiðslur til dupult húsarhald
Í § 5 í lógini er ásett, at um ein persónur fær endurgjald á annan hátt fyri útreiðslur í samband við dupult húsarhald, hevur hesin persónur samtíðis ikki rætt til stuðul eftir hesi lóg.

F.2.6. Avtala um transport v.m.
Rætturin til stuðul til dupult húsarhald kann ikki verða fyri rættarsókn, fyrr enn hann er útgoldin. Avtala um transport er útgjaldaranum óviðkomandi, sbr. § 6.

F.2.7. Kærur yvir stuðulsavgerðir
Við heimild í § 7, stk. 4, sbr. stk. 1 í lógini hevur landsstýrismaðurin við kunngerð nr. 131 frá 30. september 2009 ásett, at avgerðir tiknar sambært løgtingslóg um stuðul til dupult húsarhald innan 4 vikur kunnu frá tí degi, kærarin hevur fingið boð um avgerðina, kærast til Skatta- og Avgjaldskærunevndina. Kæran skal vera skrivlig og grundgeving fyri kæruni skal vera við, sbr. § 5, stk. 1 og 2 í kunngerðini.
Landsstýrismaðurin kann við heimild í § 7, stk. 2 í lógini um stuðul til dupult húsarhald síggja burtur frá kærufreistini, tá ið serlig viðurskifti gera seg galdandi.

Avgerð frá Skatta- og Avgjaldskærunevndini viðvíkjandi stuðli til dupult húsarhald (j. nr. 02S01-0131):
Fráskild kvinna flutti í oktober 2001 til Føroya. Kvinnan og fyrrverandi maður hennara høvdu felagsforeldramyndugleika yvir børnum teirra, sum búði í Svøríki.
Kvinnan hevði hús í Svøríki, har hon kundi vera saman við børnunum, tá hon sjálv var í Svøríki.
Kvinnan hevði spurt seg fyri um m.a. stuðul til dupult húsarhald, og hevði fingið tað svar, at heimild ikki var fyri stuðli.
Kvinnan kærdi avgerðina til kommunalu skattakærunevndina, sum tó ikki tók avgerð í málinum, og varð málið tí við heimild í § 17 í lógini um toll- og skattafyristing lagt fyri Skatta- og Avgjaldskærunevndina til støðutakan.
Skatta- og Avgjaldskærunevndin staðfesti 10. mars 2003 avgerðina hjá Toll- og Skattstovu Føroya, nú TAKS. Eins og Toll- og Skattstova Føroya vísti nevndin til § 1 í lógini um stuðul til dupult húsarhald, har tað greitt er ásett, at tað bert eru giftir persónar, sum hava rætt til stuðul. Tá kærarin var fráskild leyk hon ikki hesa treyt. Hon hevði tí ikki rætt til stuðul.


F.3. Ferðastuðul

F.3.1. Persónar, sum koma undir skipanina
Rætt til stuðul til ferðaútreiðslur hevur hvør persónur, sum er undir fullari skattskyldu, er búsitandi í Føroyum, hevur lønarinntøku, herundir fiski- og útróðrarpart, og hevur útreiðslur í samband við ferðing millum bústað og arbeiðsstað í Føroyum, sbr. § 1 í lógini um stuðul til ferðaútreiðslur.

F.3.2. Stuðulsstøðið
Fyri útreiðslur til ferðing millum bústað og arbeiðsstað verður stuðul veittur við eini upphædd fyri hvønn kilometur, sbr. § 2, stk. 2 í lógini.
Fyri ferðing á landi verður stuðulin veittur fyri tann partin av ferðaleiðini, sum aftur og fram pr. arbeiðsdag er longri enn 20 kilometrar. Fyri ferðing sjóvegis, loftvegis og fyri koyring gjøgnum undirsjóvartunlar verður stuðul veittur við eini upphædd fyri hvønn túr sær, sbr. § 2, stk. 3.
Við kunngerð nr. 131 frá 30. september 2009 hevur landsstýrismaðurin ásett neyvari reglur um fyrisitingina av lógini.

F.3.2.1. Stuðul fyri ferðing á landi
Fyri ferðing á landi eru stuðulsupphæddirnar ásettir í § 2, stk. 3. Fjarstøðan millum bústað og arbeiðsstað verður grundað á stytstu ferðaleiðina millum bústað og arbeiðsstað. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð, hvussu vegastrekkir verða uppgjørd, sbr. § 2, stk. 4.
Stuðul verður vanliga bert veittur fyri eina ferð aftur og fram dagliga, sbr. § 2, stk. 1, men hevur arbeiðstakari fleiri arbeiðsgevarar, t.d. ein í Tórshavn og ein í Runavík ella skiftandi ósamanhangandi arbeiðstíðir hjá sama arbeiðsgevara, t.d. frá kl. 08.00 til kl. 12.00 og so aftur frá kl. 20.00 til kl. 24.00 sama dag, verður stuðul tó veittur til eina ferð aftur og fram til hvønn arbeiðsgevara ávikavist til hvørja komu, um arbeiðstakarin t.d. býr í Hósvík.

Stuðul verður í mesta veittur fyri 220 dagar árliga.

F.3.2.2. Stuðul fyri innanoyggja ferðing
Fyri ferðing innanoyggja sjóvegis, loftvegis ella gjøgnum undirsjóvartunlar verður stuðul veittur fyri tveir túrar dagliga fyri hvønn arbeiðsstað. Stuðulsupphæddirnar eru ásettar í § 2, stk. 3. Víst verður annars til F.3.2.1.

F.3.2.3. Stuðul fyri ferðing á landi og innanoyggja ferðing
Kann ferðing sjóvegis ella loftvegis, sbr. § 2, stk. 3, bert nýtast ein part av ferðaleiðini, kunnu reglurnar í § 2, stk. 2 verða nýttar fyri hin partin av ferðaleiðini. Sí F.3.2.1.

F.3.3. Rindan av stuðli
Landskassin rindar ferðastulin, sbr. § 3, stk. 1 í lógini.
Ferðastuðulin verður útgoldin seinast í juli og seinast í januar mánað á konto í peningastovni, sbr. § 3, stk. 2 og 3 í lógini.

F.3.4. Formkrøv
Ferðastuðul verður bert veittur eftir umsókn, og serligt umsóknarblað skal nýtast, tá søkt verður um stuðul, jbr. § 4, stk. 1 og 2 í lógini.
Stk. 3 heimilar landsstýrismanninum, at áseta nærri reglur um krøv til skjalprógv, sum eru neyðug fyri at støða kann takast til, um ein persónur hevur rætt til ferðastuðul.
Slíkar reglur eru ásettar í § 3. í kunngerð nr. 131 frá 30. september 2009 um stuðul til ferðaútreiðslur og dupult húsarhald, har sagt verður, at tað er ein treyt fyri at fáa ferðastuðul, at arbeiðsgevari umsøkjarans váttar á umsóknini, at umsøkjarin arbeiðir hjá honum.

F.3.5. Stuðul mótvegis øðrum endurgjaldi fyri ferðaútreiðslur
Um ein persónur fær endurgjald á annan hátt fyri ferðaútreiðslur, hevur hesin persónur ikki samtíðis rætt til ferðastuðul, sbr. § 5 í lógini.

F.3.6. Avtala um transport v.m.
Rætturin til ferðastuðul kann ikki verða fyri rættarsókn, fyrr enn hann er útgoldin, og avtala um transport er útgjaldaranum óviðkomandi, sbr. § 6 í lógini.

F.3.7. Kærur yvir stuðulsavgerðir
Landsstýrismaðurin hevur í § 5 í kunngerð nr. 131 frá 30. september 2009 ásett, at avgerðir tiknar eftir løgtingslóg um stuðul til ferðaútreiðslur innan 4 vikur frá tí degi, kærarin hevur fingið boð um avgerðina, kunnu kærast til Skatta- og Avgjaldskærunevndina. Kæran skal vera skrivlig og grundgeving fyri kæruni skal vera við, sbr. § 5, stk. 1 og 2 í kunngerðini.
Landsstýrismaðurin kann við heimild í § 7, stk. 3 í lógini um stuðul til ferðaútreiðslur síggja burtur frá kærufreistini, tá ið serlig viðurskifti gera seg galdandi.

Avgerð frá Skatta- og Avgjaldskærunevndini, j. nr. 02S01-0131:
Fráskild kvinna flutti í oktober 2001 til Føroya. Kvinnan og fyrrverandi maður hennara høvdu felagsforeldramyndugleika yvir børnum teirra, sum búði í Svøríki.
Kvinnan hevði hús í Svøríki, har hon kundi vera saman við børnunum, tá hon sjálv var í Svøríki.
Kvinnan hevði spurt seg fyri um m.a. ferðastuðul, og hevði fingið tað svar, at heimild ikki var fyri stuðli.
Kvinnan kærdi avgerðina til kommunalu skattakærunevndina, sum tó ikki tók avgerð í málinum, og varð málið tí við heimild í § 17 í lógini um toll- og skattafyristing lagt fyri Skatta- og avgjaldskærunevndina til støðutakan.
Skatta- og Avgjaldskærunevndin staðfesti 10. mars 2003 avgerðina hjá Tollog Skattstovu Føroya, nú TAKS.
Skatta- og Avgjaldskærunevndin sigur í avgerð síni, at ”…tá kemur til ferðaútreiðslur so eru tveir møguleikar. Annar er § 33, nr. 12) sum í ávísum førum heimilar frádrátt fyri ferðing. Men hesin frádráttur er treytaður av, at talan er um skattskyldugan, sum býr í Føroyum og sum vegna inntøkugevandi arbeiði uttanlands t.v.s. aðrastaðni enn í Føroyum hevur ferðaútreiðslur av arbeiðnum. Hetta sæst ikki at vera so hjá kæraranum. Hon býr í Føroyum, meðan ferðingin til Svøríkis er í privatum ørindum. Av hesum hevur kærarin ikki rætt til frádrátt. Hin heimildin er lóg nr. 93 frá 6. juni 1997 um stuðul til ferðaútreiðslur. Henda hevur sum fyritreyt, at talan er um ferðing millum heim og arbeiðsstað í Føroyum jfr. § 1 í lógini. Longu av hesi orsøk lýkur kærarin ei heldur treytirnar fyri ferðastuðuli.”

Avgerð frá Landsskattakærunevndini, dagfest 4. desember 2002, j.nr.: 02S02-0020:
Skattgjaldarin var lesandi á Sjúkrasystraskúla Føroya, búðí á bygd og koyrdi ímillum bústað og skúla. Hon fekk løn, meðan hon las til sjúkrasystir, bæði meðan hon var í starvsvenjing og meðan hon var í skúla. Hon søkti um stuðul til ferðaútreiðslur og fekk stuðul millum bústað og upplæringarpláss men ikki millum bústað og skúla.
Skattgjaldarin kærdi avgerðina viðv stuðuli millum bústað og skúla til kommunalu skattakærunevndina og fekk viðhald við tí grundgeving, at skúlin eisini var at meta sum arbeiðsstaður.
Toll- og skattstovan, nú TAKS kærdi avgerðina hjá kommunalu skattakærunevndini til landsskattakærunevndina. Landsskattanevndin segði m.a. í niðurstøðu síni, at Landsskattakærunevndin metti, at viðurskiftini millum skúla og skattgjaldaran ikki kundi metast sum vanligu viðurskiftini millum arbeiðstakara og arbeiðsgevara, men at talan heldur var um eitt útbúgvingarstað við serligari avløning og uppbýti millum teoretiska og praktiska venjing.
Av hesum umstøðum metti nevndin, at Sjúkrasystraskúlin ikki kundi metast sum arbeiðsstað í mun til reglurnar um ferðastuðul, og avgjørdi nevndin tí at geva Toll- og Skattstovuni viðhald í kæruni.

Avgerð frá Landsskattakærunevndini, dagfest 4. desember 2002, j. nr.: 02S02-0021:
Skattgjaldari, sum var búsitandi á bygd, var í læru sum maskinsmiðjur í aðrari bygd. Skift varð ímillum verkliga læru á læruplássi og undirvísing í skúla, og sambært lærusáttmála fekk skattgjaldarin løn í lærutíðini, eisini ta tíðina, hann var á Tekniska Skúla.
Skattgjaldarin var á Tekniska Skúla í Tórshavn í 100 dagar og ferðaðist dagliga millum bústaðarbygdina og Tórshavn. Tað var fyri hetta tíðarskeiðið, at hann søkti um ferðastuðul.
Toll- og Skattstova Føroya, nú TAKS avgjørdi at útgjalda ferðastuðul í samband við ferðing millum bústað og lærupláss, men ikki í samband við ferðing millum bústað og skúla.
Skattgjaldarin kærdi avgerðina viðvíkjandi stuðli millum bústað og skúla til Kommunalu Skattakærunevndina, sum gav skattgjaldaranum viðhald.
Toll- og Skattstova Føroya kærdi hesa avgerð til landsskattakærunevndina, sum helt at eingin ivi var um, at talan var um viðurskifti millum ein arbeiðsgevara og ein arbeiðstakara. Arbeiðsstaðið hjá skattgjaldaranum var bert flutt frá vanliga arbeiðsstaðnum til skúla í Havn í avmarkaða tíð. Men tá hansara arbeiðssáttmáli framhaldandi var galdandi í skúlatíðini, og hann annars í øllum lærutíðarskeiðnum, hóast ávísa sertrygd, tí hann var lærlingur, var undir teimum treytum, sum vóru galdandi fyri arbeiðsmarknaðin, metti Landsskattakærunevndin, at skattgjaldarin hevði rætt til ferðastuðul, eisini tað tíðarskeiðið, hann var á Tekniska Skúla.

Tí varð avgjørt at staðfesta avgerðin hjá Kommunalu Skattakærunevndini.