G. DEYÐSBÚGV
Tá persónur doyr, fellur skattskyldan burtur frá tí degi, hann er deyður, sambært § 11 í skattalógini. Tá ein persónur er deyður, hevur tann ella tey, sum eru hjástødd, skyldu til at boða sýslumanni ella skiftirætti frá andlátinum. Skiftirætturin skrivar eina fráboðan um andlátið, sum m. a. verður send til TAKS.
Skiftirætturin vendir sær til arvingar viðvíkjandi búsins viðgerðarhátti. Er ein eftirsitandi hjúnafelagi, kann hann verða sitandi við búnum óskiftum. Tá verður skattliga einki búgv, og eftirsitandi hjúnafelagin verður settur í skatt av allari inntøku hjúnanna. Verður búgvið skift, kann skiftið fara fram alment ella privat. Arvingar velja í privatum skiftum ein persón sum millumlið millum arvingar og TAKS, sbrt. § 20, stk. 2 í skattalógini. Í almennum skiftum er tað skiftirætturin ella ein hjálpari hjá skiftirættinum (ein advokatur), sum tekur sær av samskiftinum við TAKS.
G.1. ÓSKIFT BÚGV
Velur eftirsitandi hjúnafelagin at sita við búnum óskiftum, verður gjørt eitt yvirlit yvir ogn og skuld við andlátið. Boð um at eftirsitandi hjúnafelagi verður sitandi við búnum óskiftum og avrit av uppgerðini yvir ogn og skuld sendir skiftirætturin til TAKS.
Eftirsitandi hjúnafelagin verður settur í skatt av allari inntøku hjúnanna í tí inntøkuári andlátið var, sambært § 13, stk. 1 í skattalógini. Skattsetingin fevnir um allar leypandi inntøkur, somuleiðis inntøkur av teimum ognum, sum hin deyði hevur átt og sum annars eftir skattalógini eiga at verða tiknar við í skattskyldugu inntøkuna, tá tær verða seldar. Allar leypandi inntøkur verða skattaðar, samstundis sum tær verða vunnar, eftir teimum vanligu reglunum í skattalógini, meðan skatting av vinningi við sølu av ognum ikki verður gjørd, fyrr enn ognirnar verða seldar.
Sambært § 39 í skattalógini skal eftirsitandi hjúnafelagin gera upp allar inntøkur hjúnanna í tí inntøkuári, andlátið var.
Inntøkan hjá tí deyða og inntøkan hjá eftirsitandi hjúnafelagnum verða álíknaðar hvør sær fyri inntøkuárið, tá andlátið var, sbrt. § 13, stk. 2. Skatturin verður soleiðis útroknaður av hvørjari inntøku sær, og skatturin skal gjaldast av tí eftirsitandi hjúnafelaganum. Tá slík uppgerð fyri tann deyða er fyri eitt styttri tíðarskeið enn 12 mánaðar, skal verða roknað við eini inntøku, sum er umroknað til 12 mánaðar, og skatturin skal so gjaldast fyri tað tíðarskeið av árinum, hin deyði var á lívi.
Hóast § 13, stk. 2 ásetir, at tað verður gjørd ein álíkning av inntøkuni hjá tí deyða og ein álíkning av inntøkuni hjá tí eftirsitandi hjúnafelaganum, so er ásett í § 13, stk. 1, at tað er eftirsitandi hjúnafelagin, sum verður settur í skatt av allari inntøku hjúnanna í inntøkuárinum, andlátið var. Hetta merkir, at møguligt hall, sum annar hjúnafelagin hevur av sínari inntøku í inntøkuárinum, andlátið var, kann mótroknast í inntøku hjá hinum hjúnafelaganum í inntøkuárinum, andlátið var. Hevur tann deyði havt vinnuvirki og ognir, sum kunnu avskrivast, so kunnu avskrivingar eisini gerast fult út í deyðsárinum, um vinnuvirkið heldur fram. Avskrivingarnar verða býttar millum tann deyða og eftirsitandi hjúnafelagan í mun til tíðarskeiðið frá ársbyrjan til andlátið og restina av árinum, eins og inntøkurnar frá vinnuvirkinum verða tað.
Sambært § 13, stk. 3 í skattalógini kemur eftirsitandi hjúnafelagin skattliga fult og heilt í stað hins deyða. Eftirsitandi hjúnafelagin, sum situr í óskiftum búgvi, hevur sostatt somu rættindi og somu skyldur, sum tann deyði hevði.
Hetta merkir, at um talan er um vinnuligan rakstur av einhvørjum slag, skal eftirsitandi hjúnafelagin gera upp á sama hátt, sum hin deyði hevði gjørt, og verða allar ognir avskrivaðar við teimum salduvirðum, sum tær høvdu frammanundan, og allar avsetingar og avskrivingar verða roknaðar sum gjørdar av tí eftirsitandi. Hall hjá tí deyða frá árunum frammanundan kann dragast frá í komandi inntøku hjá eftirsitandi hjúnafelaga.
G.2. SKIFT BÚGV
G.2.1. Álíkning hins deyða í deyðsárinum
Í øllum øðrum førum, enn tá eftirsitandi hjúnafelagin velur at sita í óskiftum búgvi, er skatturin hjá tí deyða av inntøkuni í tí inntøkuári, andlátið var, endaligur við gjaldingini av tí fyribilsskatti, sum fall til gjaldingar undan andlátinum, ella sum skuldi verið eftirhildin í inntøkum, sum eru vunnar fyri deyðadagin, sbrt. § 14, stk. 1.
Tað stendur tó bæði búnum og TAKS frítt at krevja endaliga álíkning fyri tíðarskeiðið frá byrjanini av inntøkuárinum til andlátið.
Fyri at TAKS skal kunna gera av, um TAKS skal krevja, at ein endalig álíkning skal verða gjørd, skal búgvið lata inn eina uppgerð yvir ogn og skuld við andlátið og eina uppgerð yvir inntøkur hins deyða frá inntøkuársins byrjan til andlátið. Henda uppgerð verður vanliga nevnd ein § 14-uppgerð. (Oyðublaðið fæst á heimasíðuni hjá TAKS, skiftirættinum og sýslunum).
§ 14-uppgerð
§ 14-uppgerðin er ein uppgerð yvir ogn og skuld við andlátið og ein uppgerð yvir inntøkur hins deyða frá inntøkuársins byrjan til andlátið. Í búgvum, har ognir eru, sum kunnu avskrivast, skulu hesar ognir í § 14-uppgerðini setast til tað skattliga virðið, sum ásett varð við endan á seinasta inntøkuári.
Harumframt kann roknast lutfalslig avskriving fyri tíðina fram til andlátið eftir somu reglum, sum hin deyði hevði kunnað nýtt í inntøkuárinum. Fyri maskinur, innbúgv og onnur rakstrargøgn verður salduvirðið, áðrenn avskriving verður gjørd, javnað við útvegnar- og søluupphæddum á ognum, sum eru útvegaðar ella seldar eftir, at seinasta inntøkuár er endað, sbrt. § 14, stk. 6 í skattalógini.
Í privatum skiftum er tað millummaður arvinganna, sum skal senda inn § 14-uppgerðina. Í almennum skiftum sendir hjálparin hjá skiftirættinum (ein advokatur) § 14-uppgerðina inn.
§ 14-uppgerðin skal latast inn innan 6 mánaðir eftir andlátið og skal sendast til TAKS. Um so er, at avgerðin um, hvussu búgvið skal viðgerast, ikki verður tikin fyrr enn seinni enn 4 mánaðir eftir andlátið, skal uppgerðin tó latast TAKS innan 2 mánaðir eftir, at avgerðin er tikin.
Velur eftirsitandi hjúnafelagin at sita í óskiftum búgvi, samstundis sum serognin hjá tí deyða verður skift, skal búgvið lata inn uppgerð yvir ogn og skuld, sum á deyðadegnum er serogn hjá tí deyða. Í slíkum førum skal inntøkan hjá tí deyða fyri tíðina innan andlátið í síni heild skattast eftir § 13, t.v.s. at eftirsitandi hjúnafelagin verður settur í skatt av allari inntøku hjúnanna í tí inntøkuári andlátið var, og soleiðis verður fyribilsskatur hjá tí deyða ikki mettir sum endaligur. Víst verður til § 14, stk. 8 í skattalógini.
Búgvið sendir ikki § 14-uppgerð inn
Um eitt búgv, ið er latið til privata skiftisviðgerð, ikki letur inn § 14-uppgerð, kann daglig sekt verða áløgd búnum, sum skiftirætturin ásetir. Eisini er heimilað skiftirættinum at taka búgvið til almenna skiftisviðgerð, um uppgerðin ikki verður latin inn rættstundis. Skiftirætturin skal taka búgvið til almenna skiftisviðgerð, um uppgerðin ikki er latin inn innan 3 mánaðar eftir, at freistin er úti, sbrt. § 14, stk. 7 í skattalógini.
Búgvið krevur endaliga álíkning
Tá búgvið krevur endaliga álíkning fyri millumbilið (tíðarskeiðið frá seinast er uppgjørt fyri eitt inntøkuár, vanliga frá 31. desember árið fyri andlátið, og til andlátið), skal búgvið boða TAKS frá hesum og lata inn sjálvuppgávu fyri hetta tíðarskeiðið. Fráboðanin og sjálvuppgávan skulu latast TAKS innan 6 mánaðir eftir andlátið. Um so er, at avgerðin um, hvussu búgvið skal viðgerast, er tikin seinni enn 4 mánaðir eftir andlátið, skulu fráboðanin og sjálvuppgávan latast TAKS í seinasta lagi 2 mánaðir eftir at avgerðin er tikin, sbrt. § 14, stk. 4, sbrt. stk. 3. Verður freistin ikki hildin, missir búgvið rættin til at krevja endaliga álíkning.
TAKS krevur endaliga álíkning
Um so er, at TAKS krevur eina endaliga álíkning, skal verða boðað búnum frá hesum innan 2 mánaðir eftir, at § 14-uppgerðin er komin TAKS í hendi, sbrt. § 14, stk. 5 í skattalógini. Verður freistin ikki hildin, missir TAKS rættin til at krevja endaliga álíkning.
Endaliga álíkningin
Upp í endaligu inntøkuuppgerðina hjá tí deyða kemur øll inntøkan, sum hann vann fram til deyðadagin. Her íroknað allar A-inntøkur, eisini tær sum ikki eru útgoldnar fyrr enn eftir deyðadagin, og allar B-inntøkur fram til deyðadagin, sbrt. § 40, stk. 1. Í hesi inntøkuuppgerð verða nýttar somu reglur, sum tann deyði hevði kunnað nýtt. Allar vanligar avskrivingar, burturleggingar v.m. fyri tann lutfalsliga partin av árinum kunnu sostatt gerast.
Nettoinntøkan skal roknast upp til heilársinntøku, og skatturin roknast út av hesum tali. Tann skattur, sum skal gjaldast, skal svara til tíðarskeiðið frá ársbyrjan til deyðadagin. Fyribils goldin A- og B-skattur í sama tíðarskeiði skal dragast frá hesum tali. Um úrslitið av eini kravdari uppgerð verður hægri enn kr. 100 búnum tilgóðar (avlopsskattur), verður hetta goldið búnum. Verður úrslitið meira enn kr. 5.000 búnum til skuldar (írestandi skattur), so er búgvið skyldugt at gjalda írestandi skattin, sbrt. § 14, stk. 2. í skattalógini.
Tann írestandi parturin av B-inntøkum frá tíðini eftir deyðadagin og ónýttir frádráttir, so sum rentufrádráttur og hall av vinnuvirki, verður tá fluttur inn í búgvið og verður at draga frá í inntøkuuppgerð tess.
G.2.2. Álíkning av deyðsbúgvum
Skattskyldna hjá deyðsbúgvum
Tá ein persónur er deyður, fellur skattskylda hansara burtur deyðadagin, sbrt. § 11 í skattalógini. Samstundis uppstendur ein nýggjur løgfrøðiligur persónur, sum nevnist eitt deyðsbúgv. Bert deyðsbúgv, sum verða tikin til skiftisviðgerð, eru at meta sum skattasubjekt. Deyðsbúgv, sum verða tikin til skiftisviðgerð í Føroyum, eru fult skattskyldug sbrt. § 1, nr. 7 í skattalógini, meðan deyðsbúgv, sum verða tikin til skiftisviðgerð uttanlands, og eiga ognir í Føroyum, sum geva inntøku, eru avmarkað skattskyldug í Føroyum av hesum inntøkum, í tann mun tær eru nevndar í § 2 í skattalógini.
Skifti av einum deyðsbúgvi kann fara fram alment ella privat. Í almennum skiftum er tað skiftirætturin, ella ein hjálpari hjá skifirættinum (advokatur), sum stendur fyri skiftinum. Í privatum skiftum velja arvingarnir ein persón, sum skal standa fyri skiftinum.
Skattskyldug inntøka hjá búgvum, sum verða tikin til almenna skiftisviðgerð
Skattskyldan hjá búgvum, sum verða tikin til almenna skiftisviðgerð, fevnir um inntøkur, sum vunnar eru í tíðini frá andlátinum til tann dagin, sum í tí endaligu uppgerðini verður nýttur sum uppgerðar- og skildagur. Inntøkur, sum tann deyði hevur vunnið rættin til, áðrenn hann doyði, verða ikki tiknar við í inntøkuna hjá búnum. Skattskyldan hjá búnum fevnir eisini um inntøku, sum er fingin til vega í samband við útlutan av ognum til arvingar ella eftirsitandi hjúnafelaga, bæði undir sjálvari skiftisviðgerðini og á skildegnum, sbrt. § 15, stk. 1 í skattalógini.
Skattskyldug inntøka hjá búgvum, sum verða tikin til privata skiftisviðgerð
Skattskyldan hjá búgvum, sum verða tikin til privata skiftisviðgerð fevnir um inntøkur frá deyðadegnum til tann dagin, sum nýttur verður sum skildagur í tí endaligu búsuppgerðini, sbrt. § 17, stk. 1, sbrt. § 15, stk. 3. Verður endalig búsuppgerð ikki gjørd innan 15. mánaðir eftir andlátið, heldur skattskyldan hjá búnum uppat, tá 15 mánaða freistin er útrunnin, sbrt. § 17, stk. 4. Frá hesum tíðarbili og frameftir verða arvingar og hjúnafelagin skattskyldugir í mun til sín part í búnum. Skattskylduga inntøkan hjá slíkum búgvum fevnir um inntøkuna frá deyðadegnum til tann dagin, tá 15 mánaða freistin gongur út, sbr. § 17, stk. 1, sbrt. § 15, stk. 3.
Búsuppgerð
Vanliga kann ein búsviðgerð verða liðug innan 15 mánaða tíðarskeiðið, sum miðað verður eftir í skattalógini. Dagurin, tá arvingarnir taka við arvinum, verður nevndur skildagurin, og skal á hesum degi gerast ein endalig uppgerð fyri búgvið. Henda uppgerð verður nevnd: "Búsuppgerð við støði í § 14- uppgerð" og er eitt serligt oyðublað, sum fæst frá TAKS, skiftirættinum ella sýslunum. Uppgerðin byggir á § 14-uppgerðina, men vísir møguligar broytingar og hendingar, sum eru farnar fram, eftir at § 14-uppgerðin varð gjørd.
Tá endaliga uppgerðin hjá búnum sambært galdandi skiftisreglum verður gjørd, skulu tær ognir, sum kunnu avskrivast, og ognir, sum skulu skattast við sølu, verða mettar sum tær eru avhendar uppgerðardagin. Avhending verður her mett sum søla fyri virði í vanligum handli. Somuleiðis skulu í hesa uppgerð allar burturleggingar av einum og hvørjum slag verða tiknar til inntøku aftur, sbrt. § 40, stk. 7 í skattalógini. Allar ognir, sum avskrivaðar eru, skulu sostatt metast sum seldar í seinasta lagi uppgerðardagin, og ein vinningur, sum tá kemur fram, skal teljast við i skattskyldugu inntøkuna, eins og eitt hall verður frádrigið. Somuleiðis skal mettur vinningur ella hall við sølu av ognum, sum keyptar eru við tí í hyggju at verða seldar aftur við vinningi, verða tikin við í uppgerðini. Virðini skulu ásetast eftir virðinum í vanligum handli,
sbrt. § 40, stk. 7.
Eftir uppgerðardagin fara ognirnar til arvingarnar, og skal møgulig inntøka tá skattast hjá teimum.
Inntøkuuppgerð hjá búnum
Tá inntøkan hjá deyðsbúgvum verður gjørd upp, skulu takast við allar inntøkur og allar útreiðslur í tíðini frá deyðadegnum og til tann endaliga uppgerðin av búnum verður gjørd. Tá hetta tíðarskeið er styttri enn 15 mánaðir, verður tað at rokna sum eitt inntøkuskeið, sbrt. § 40, stk. 3 í skattalógini.
Inntøkuuppgerðir hjá búgvum fylgja somu reglum, sum galda fyri skattskyldugar persónar, sbrt. § 40, stk. 5. Allar ognir í búnum verða viðvíkjandi avskriving og vinningi/halli viðgjørdar, sum um tær vóru útvegaðar av búnum upprunaliga og fyri somu peningaupphædd, sum tær í sínari tíð vóru útvegaðar fyri. Fyrr gjørdar avskrivingar verða mettar sum gjørdar av búnum. Soleiðis kemur búgvið skattliga í støðuna hjá tí deyða.
Vinningur og hall, sum koma fram við sølu av ognum í búnum, verða tald við í tann mun vinningurin ella hallið hevði verið talt við í inntøkuuppgerðini hjá tí deyða, um sølan hevði verið gjørd av honum, sbrt. § 40, stk. 6 í skattalógini.
Vinningur ella hall, sum kemur fram við at ognir, sum eru fevndar av kapitalvinningsskattalógini verða útlutaðar til hjúnafelaga, arvingar ella legatarar, skal ikki roknast við í kapitalvinningsinntøkuna hjá búnum, sbrt. § 12 í kapitalvinningsskattalógini. Í slíkum førum, kemur móttakarin av hesum ognum í skattligu støðuna hjá tí deyða.
Tá búsuppgerðin av privatskiftum búgvi fer út um 15 mánaðir eftir andlátið
Heldur tað privata skifti fram, eftir at 15 mánaðir eru farnir frá andlátinum, skal búgvið, áðrenn ein mánaði er liðin, lata inn uppgerð um støðuna hjá búnum, tá 15 mánaða freistin var útrunnin. Í hesi uppgerð verður tilskilað, um ella hvørjar ognir eru latnar arvingunum, hjúnafelaga ella legatarum, møguliga til fleiri í felag, og hvørjar ognir, ið enn eru til taks í búnum, sbrt. § 17, stk. 2.
Eisini skal fylgja við sjálvuppgáva viðvíkjandi inntøkum hjá búnum frá andlátinum til endan á 15 mánaða tíðarskeiðinum, sbrt. § 17, stk. 3. Í hesum førum skal búgvið lata inn vanliga sjálvuppgávu yvir inntøkur og útreiðslur í inntøkuárinum, soleiðis at fyrsta inntøkuskeið tess verður tíðin frá deyðadegnum og til næsta 31. desember, sbrt. § 40, stk. 4.
Inntøkuuppgerðin hjá búnum skal eisini í hesum føri fylgja somu reglum, sum galda fyri skattskyldugar persónar, sbrt. § 40, stk. 5.
Inntøka og tap av ognum, sum enn ikki eru latnar arvingunum við endan á 15 mánaða freistini, verða roknað við í inntøkuuppgerðina hjá búnum í sama mun, sum um selt var, tá freistin gekk út, til tær upphæddir, sum ásettar eru í uppgerðini við 15 mánaða freistina. Arvingar og hjúnafelagin skulu hereftir nýta hesar upphæddir sum skattligt útveganarvirði, sbrt. § 17, stk. 4.
Við hesum endar skattskyldan hjá búnum, og uttan mun til um búsviðgerðin heldur fram, eru arvingarnir skattskyldugir av inntøkunum hjá búnum, í tann mun teir eiga lut í búnum, sbrt. skattalógini § 17, stk. 4.
Deyðsbúgv, sum eru frítikin fyri inntøkuskatt
Eitt deyðsbúgv kann verða frítikið fyri at gjalda innøkuskatt, um:
1. Inntøkan hjá deyðsbúnum ikki fer upp um kr. 25.000, og um
2. endalig búsuppgerð verður gjørd og latin TAKS innan 15 mánaðir eftir andlátið, sbrt. § 15, stk. 2 í skattalógini.
Skattur hjá deyðsbúgvum, sum ikki eru frítikin fyri inntøkuskatt
Deyðsbúgv, sum ikki lúka treytirnar fyri at vera frítikin fyri inntøkuskatt, gjalda 40% í inntøkuskatti, sbrt. § 6 í ásetingarlógini.
Óskift búgv, sum verða skift meðan eftirsitandi hjúnafelagin er á lívi
Í § 19 er ásett, at tá eitt óskift búgv verður tikið til skiftisviðgerðar, meðan eftirsitandi hjúnafelagin er á lívi, verður skattskyldan flutt til búgvið frá tí degi, tá skiftirætturin hevur góðtikið umbønina um skiftið.
Innan 2 mánaðir eftir, at áheitanin um skifti er játtað, skal búgvið lata inn eina uppgerð yvir ta ogn og skuld, sum er tikin við í skiftið. Viðvíkjandi hesi uppgerð eru reglurnar í § 14, stk. 6 galdandi, tá áheitanin er játtað, víst verður til punktið um § 14-uppgerðina. Er búgvið framvegis til viðgerðar við endan á tí inntøkuári, tá ið áheitanin um skifti varð jattað, hevur búgvið fyri hetta inntøkuár rætt til avskrivingar. Er búgvið skift, hevur tann, ið hevur fingið tillutað ognina, rætt til møguligar avskrivingar. Annars eru reglurnar í § 15, stk. 2 galdandi, roknað frá tí at áheitanin um skifiti varð játtað. Soleiðis kann búgvið verða skattafrítt, um so er, at endalig búsuppgerð verður send TAKS, innan 15 mánaðir eftir, at áheitanin um skifti varð játtað, og um so er, at skattskylduga inntøkan hjá búnum ikki fer upp um 25.000 kr.
Búgv, sum eftir at verða tikin til skiftisviðgerð, verða latin eftirsitandi hjúnafelaga at sita í óskiftum búgvi
Í § 19, stk. 3 og 4 er ásett, at um eitt búgv, sum hevur verið tikið til skiftisviðgerð, verður latið til eftirsitandi hjúnafelagan at sita í óskiftum búgvi, so verður farið fram eftir § 13. T.v.s. at inntøkan frá deyðadegnum verður skattað hjá eftirsitandi hjúnafelaganum, og møgulig skattseting av búnum og skattseting eftir § 14 av tí deyða verður strikað.
Búgv, sum fara frá almennari til privata skiftisviðgerð
Í § 19, stk. 5 er ásett, at eitt búgv, sum hevur verið undir almennari skiftisviðgerð og verður latið til privata skiftisviðgerð, aftaná at 15 mánaðir eru lidnir frá andlátinum, verður viðgjørt eftir § 17, stk. 2 og 4, soleiðis at tann dagur, tá skiftið verður latið til privata skiftisviðgerð, kemur í staðin fyri tann dagin, tá 15 mánaða freistin er úti. Soleiðis heldur skattskyldan hjá búnum uppat, tann dagin tá búgvið verður latið til privata skiftisviðgerð, og frá hesum degi verða arvingar skattskyldugir í mun til sín part í búnum.
Verður eitt búgv, sum hevur verið undir almennari skiftisviðgerð latið til privata viðgerð áðrenn 15 mánaðir eru lidnir frá deyðadegnum, eru somu reglur galdandi, sum um búgvið varð tikið til privata skiftisviðgerð beinleiðis í sambandi við andlátið. T.v.s. at 15 mánaða freistin gongur frá andlátinum.
Búgv, sum fara frá privatari til almenna skiftisviðgerð
Í § 19, stk. 6 er ásett, at um eitt búgv, sum hevur verið til privata skiftisvigerð, afaná at 15 mánaðir eru gingnir frá deyðadegnum, verður latið til almenna skiftisviðgerð, verður tað ikki aftur skattskyldugt, men eru arvingarnir og eftirsitandi hjúnafelagi støðugt skattskyldugir av sínum parti í búnum.
Uppafturtøka av alment skiftum búgvum
Um eitt alment skift búgv verður tikið uppaftur til skiftisviðgerðar, er tað skattskyldugt frá tí degi, skiftirætturin endaliga hevur góðtikið at taka tað upp aftur til viðgerðar. Reglurnar í § 15, stk. 2 um skattafrítøku er ikki galdandi fyri slík búgv. Annars eru somu reglur galdandi viðvíkjandi uppgerðini av skattskyldugu inntøkuni, sum galdandi eru fyri búgv, sum verða skift beinleiðis í sambandi við andlátið, sbrt. § 18, stk. 1.
Uppafturtøka av privat skiftum búgvum
Tá privat skift búgv verða tikin uppaftur, hvílir skattskyldan á teimum, ið eiga lut í búnum, sbrt. § 18, stk. 2 í skattalógini.