Skriva út

I. VINNUREKANDI

Reglur um inntøkuuppgerðina


I.1. BRUTTOINNTØKAN

Grundarlagið undir uppgerðini av skattskyldugu inntøkuni er í kapittul 3 í skattalógini í §§ 25-40.
Inntøkuhugtakið tekur støði í grundregluni um reina inntøku, soleiðis at tað er bruttoinntøkan, við teimum útreiðslum, ið ganga til at vinna inntøkuna, frádrignum, ið skal skattast.
Í §§ 23 og 24 verða skattaárið og inntøkuárið lýst, meðan § 25-28 áseta høvuðsregluna fyri, hvat er at rokna sum skattskyldug inntøka.
Eftir nevndu greinum skulu allar inntøkur yvirhøvur teljast við í inntøkuuppgerðini, eisini inntøkur, sum ikki beinleiðis eru peningur, men tó hava peningsvirði, um tær eru afturvendandi ella bert einusinni, og uttan mun til, um tær stava úr Føroyum ella ikki. Eisini er sum høvuðsregla galdandi, at tað er uttan týdning um, inntøkan stavar frá miðvísum arbeiði, ella um hon er meira tilvildarlig, eitt nú ein gáva ella ein vinningur.
Ásetanin í §§ 25-28 er tó ikki úttømandi, sbrt. § 25, nr. 5, ið sigur "øðrum inntøkum sum ikki ber til at telja upp í tær inntøkur, ið nevndar eru frammanfyri".
Í Skattalógini § 26, stk. 3 er ásett, at vørur á goymslu, ráevni eins og hálvog fullvirkaðar vørur, verða taldar upp í inntøkuuppgerðina við tí keypsvirði, ávikavist framleiðsluvirði, sum vørurnar hava, tá inntøkuárið gongur út.
Hesar reglur eru tó ikki galdandi fyri livandi alifisk, herundir smolt, sum tí ikki skal teljast við í inntøkuuppgerðina.
Eftir § 27 í skattalógini skal ágóði av sølu ella avhending av ognum hjá hinum skattskylduga verða roknað fyri skattskyldug inntøka, tá søla av slíkum ognum fellur undir vinnu hansara, ella tá hann hevur keypt ognarlutin fyri at selja hann aftur við ágóða.
§ 29 í skattalógini viðger nøkur undantøk til vanligu reglurnar, meðan §§ 31-34 áseta reglur um, hvørjar útreiðslur kunnu dragast frá í uppgerðini av skattskyldugu inntøkuni.
Good-will og aðrar immateriellar ognir verða viðgjørdar eftir § 35a í skattalógini og rættindi eftir lógini um vinnuligan fiskiskap, tó ikki veiðiloyvi, verða viðgjørd eftir § 35b í skattalógini. Veiðiloyvi verður viðgjørt eftir kapittil 3 í avskrivingarlógini.

Afturbering hjá ávísum keypssamtøkum verður viðgjørd í § 36.
Í § 37 er ásett, at virðishækking, tá partafelag gevur út partabrøv ella veksur um partapeningin, ikki skal teljast við í skattskyldugu inntøkuna hjá partafelagnum.
Í § 37a eru reglur um transfer pricing og í § 37b um tunna kapitalisering. Eisini eru her reglur um, hvat skilst við tamarhald og at verða í samtaki.
Renta av útistandandi skatti og ov seint goldnum skatti verður viðgjørd í § 38.
§ 6 í kapitalvinningsskattalógini ásetir, at valutakursvinningur ella –tap av fíggjarkrøvum og skuld í sambandi við vinnuvirki og tap av skuldarum og tap av viðurlagsvinnu verða viðgjørd eftir skattalógini. Somuleiðis skal vinnuligt virksemi eftir kapittul 2 í kapitalvinningsskattalógini roknast upp í uppgerðina av skattskyldugu inntøkuni sambært skattalógini.

Uttanlandsinntøkur
Sambært § 25 hevur tað soleiðis ongan týdning fyri skattskylduna, um inntøkan stavar úr Føroyum ella ikki.
Avmarkingin í hesum grundsjónarmiði (globalinntøkugrundarreglan) finst í tvískattasáttmálum, sum landsstýrið hevur gjørt við onnur lond.
Sí eisini skattalógina § 154 um avtøku av tvískatti av inntøku frá londum har avtala ikki er gjørd.

Vinna/ikki vinna
Tað hevur bert týdning fyri skattligu viðgerðina av einum møguligum halli, hvørt talan er um vinnu ella ikki. Sambært § 25 skal øll inntøka skattast, um hon er vinnulig ella ikki, meðan hall skattliga bert kann dragast frá, um tað er vinnuligt.Inntøka av ítrivi verður skattað sum nettoinntøka, tað vil siga at frádráttur bert verður givin fyri tær útreiðslur, ið eru farnar til at vinna inntøkuna og í mesta lagi ájavnt við inntøkuna. Eitt møguligt hall av ítrivi kann ikki dragast frá í aðrari inntøku og sostatt heldur ikki førast fram til onnur ár.

Lsk. nr. 19/1990
Skattskylduga inntøkan hjá skattgjaldara, sum hevði útgivið føroyskan álmanakka, hækkað við hallinum av útgávuni, sum skattgjaldarin hevði drigið frá í aðrari inntøku, við tí grundgeving, at talan ikki var um vinnuligt virksemi.
Tað er einki fast mark millum vinnu og ítriv, og tað er tí neyðugt at viðgera tílík mál ítøkiligt í hvørjum einstøkum føri, og her kunnu nøkur eyðkenni nevnast, t.d.
- um høvuðsendamálið er at fáa peningaligan vinning, og framleiðslugøgn eru keypt við tí fyri eyga.
- um útlit eru til, at virkið innan ávísa tíð fer at geva avlop í mun til íløgurnar (rentabilitet). Tað er harafturímóti ikki avgerandi um avlop er beinanvegin.
- um hallið bert er t.d. byrjunartrupulleikar, ella um virkið framhaldandi byggir á, at skattgjaldarin hevur aðra støðuga inntøku, ið ber honum uppi,
- um kanningar eru gjørdar áðrenn byrjan viðvíkjandi møguleikunum fyri at vinnan ber seg (fíggjarætlan), um virksemið fer fram regluliga, og um tað verður rikið - samanborið við onnur virki av sama slag - á ein vanligan hátt,
- um skattgjaldarin lýkur fakligar fortreytir til at reka slíka vinnu,
- um tað eru onnur enn vinnulig endamál við virkinum,
- um - ella í hvønn mun - skattgjaldarin kann brúka rakstrargøgnini til egið brúk, um virkið er av ávísari stødd ella hevur verið rikið ávísa tíð,
- um virkið møguliga kundi verið selt øðrum til vinnuligan rakstur, ella um tað er beinleiðis tengt at tí persóni ella teirri ogn, tað higartil hevur verið á.
- um rakstrarhátturin er vanligur fyri virksemi av slíkum slag,
- um virksemið livir upp til ta vinnuliga støði (rikið á einum tøkniligum og yrkisligum fullgóðum støði) sum er galdandi fyri slíka vinnu (professiónalitetseyðkenni).
Einki av hesum nevndu fyrilitum er í sjálvum sær avgerandi fyri, um talan er um vinnu. Tað veldst millum annað um, hvat slag av fyritøku talan er um, men eitt nú sjónarmiðið um rentabilitet kann geva góða ábending um, hvørt talan er um vinnu.

MVG-skrásetingin kann eisini vera vegleiðandi í slíkum málum.
Lsk. nr. 14/1991 var frádráttur fyri hall av útleigan av summarhúsi í Danmark noktaður, tá talan ikki var um hall av vinnu.
Í Lsk. nr. 35/1989 hevði skattgjaldarin kært um, at skattavaldið hevði noktað honum loyvi til at avskriva í aðrari inntøku av tí, at tað ikki var mett at vera vinna. Landsskattanevndin gav líkningarráðnum viðhald í hesum.

Landbúnaður
Landbúnaður verður nú í størri mun enn áður viðgjørdur eins og onnur øki innan roknskaparlíkningina. Serligar reglur eru tó framvegis galdandi fyri uppgerð av skattskyldugari inntøku av mjólkineytum og viðvíkjandi skattligum viðurskiftum hjá festibøndum.
Fram til 2003 vóru serligar reglur galdandi fyri skattligu viðgerðina av seyðahaldi, men Toll- og Skattaráð Føroya gjørdi við rundskrivi nr. 3 frá 30. juni 2003 av, at tær serligu reglurnar, sum vóru galdandi fyri seyðahald skuldu setast úr gildi soleiðis, at seyðahald eftir hetta skal viðgerast eins og onnur vinna. Hetta merkir m.a., at tá støða skal takast til, hvørt talan er um vinnuligt virksemi ella sokallað ítriv/hobbyvirksemi, verður ein ítøkilig meting gjørd í hvørjum einstøkum føri. Tey atlit, sum skulu takast, tá metingin verður gjørd, eru tey sum rættarpraksis hevur fyrisett, og sum fyri ein part eru endurgivin undir Vinna/ikki vinna.
Viðvíkjandi landbúnaði annars verður víst til rundskriv nr. 3 frá 12. desember 1994 viðvíkjandi skattskyldugari inntøku av mjólkineytum.

Festibøndur
Landstýrið hevur gjørt rundskriv nr. 1 frá 5. mars 1991 um skattligu viðurskiftini hjá festibøndum (kongsbøndum). Serliga verða har viðgjørd ognarviðurskiftini millum bóndan og festið, harundir ognaruppgerðir og avskrivingar.

Útróðrarbátar
Tá talan er um útróðrarbátar verður skilt millum høvuðsvinnu og hjávinnu.
TAKS-ráðið hevur við gildi frá 1. januar 2003 sum vegleiðandi reglu ásett, at tá skattgjaldari avreiðir fisk, sum er veiddur við útróðrarbáti, og árliga bruttosølan er kr. 150.000 ella meira, verður báturin sum høvuðsregla viðgjørdur sum fult vinnuligur. Sí kapittul 3 í avskrivingarlógini.
Er árliga bruttosølan 150.000 kr. ella lægri, verður ein ítøkilig meting gjørd, sum kann avgera, um báturin kortini er fult vinnuligur.
Roknskapurin skal lúka minstukrøvini til bókhald og roknskap, Havast skal í huga, at fyri persónar eru nakrar avmarkingar viðvíkjandki skattligum avskrivingum av skipum eftir § 16b í kapittul 3 í avskrivingarlógini, eins og tað eru avmarkingar fyri skattligum avskrivingum í skattalógini § 31, stk. 2, sum krevur at skattliga uppgerðin av eginnýtsluni, skal samanhaldast við skattskyldugu inntøkuna, og hvat kann loyvast av skattligum avskrivingum.

Við heimild í § 31, stk. 3 hevur Landsstýrið gjørt eina kunngerð um uppgerð av skattligu eginnýtsluni í hesum samband

Søla av bátinum
Verður ein bátur seldur, verða afturvunnar avskrivingar skattaðar, saman við møguligum konjunkturvinningi, ið verður skattaður í sama mun, sum báturin hevur verið roknaður vinnuligur/ikki vinnuligur í mun til árini.
Í lsk. nr. 35/1989 varð kært um, at skattavaldið ikki hevði loyvt at avskriva í aðrari inntøku, av tí at báturin tað árið ikki var mettur vinnuligur. Landsskattanevndin kom til ta niðurstøðu, at báturin ikki kundi metast sum vinnuliga virkin.

Alifyritøkur, alifiskur /smolt
Alifyritøkur eru í einari serstøðu, við tað at livandi alifiskur, herundir smolt, og tær útreiðslur, sum beinleiðis eru tengdar at alifiskinum, sum fóður og arbeiðsløn, verður ikki gjørdur upp við árs enda við goymsluvirði eftir skattalógini § 26, stk. 3. Hetta inniber at útreiðslurnar, sum í árinum eru farnar til tann livandi fiskin, vera frádrignar, tá skattskylduga inntøkan verður gjørd upp.

Húsaleiga
Inntøka av húsaleigu er B-inntøka og skattskyldug sbrt. § 25, nr. 2 í skattalógini.
Útreiðslur til umsiting av útleigaðum parti av egnum sethúsum skulu altíð kunna skjalprógvast. Her skal undirstrikast, at tílíkar útreiðslur bert kunnu dragast frá, um tær eru farnar til at bøta um slit og brek, ið eru komin, meðan útleigað hevur verið, sbrt. skattalógini § 31, stk. 1, litra c. Verða gjøld fyri hita og ljós kravd saman við leiguni, kann frádráttur loyvast í leiguinntøkuni. Her eigur at verða mett um, um frádrátturin er rímiligur og um neyðugt, eigur skjalprógv at verða kravt fyri samlaðu hita- og elnýtsluni. Eftir hesum kann so hitagjaldið býtast t.d. eftir kvadratmeturnýtslu og elnýtslu eftir lampustøðum. Her kunnu tó vera onnur viðurskifti, ið hava týdning, eitt nú talið av leigarum í mun til húsfólkið og hvør nýtsla er í leigaða partinum. Um eigarin leigar øll húsini út og ikki sjálvur býr í teimum og ikki í aðrar mátar ger brúk av teimum heilt ella partvíst, eru allar útreiðslurnar, eisini renturnar, at rokna sum rakstrarútreiðslur. Reglan í § 31, stk. 1, litra c er tó eisini galdandi her.

Húsaleiguskattur
Inntøka av húsaleigu kann skattast eftir serligari áseting um “húsaleiguskatt”, sum er ein bruttoskattur uppá 25% eftir ein botnfrádráttt á kr. 50.000 árliga, sbrt. ásetingarlógin § 8a. (Frá ár 2009 til 2017 er botnfrádrotturin kr. 24.000).
Ásetingin fevnir bert um útleigan av húsum v.m. til bústaðarendamál. Útleigan av húsum v.m. til onnur endamál er tískil ikki fevnd av ásetingini. Er talan um blandaða útleigan, har ein partur er til bústað, og ein partur er til annað endamál, skal samlaða leiguinntøkna býtast upp, og bústaðarparturin viðgerast fyri seg, og hin parturin fyri seg.
Tá talan er um útleigan til bústaðarendamál, er tað eitt krav, at talan er beinleiðis útleigan til bústaðarendamál, t.v.s. uttan millumlið, sum merkir at leiguavtalan skal verða millum útleigara og tann sum býr á bústaðinum.
Inntøka, sum verður skattað eftir § 8a í ásetingarlógini, verður bruttoskattað, og merkir hetta, at húsaeigarin v.m. ikki kann draga veruligar útreiðslur frá í sambandi við útleiganina. Ein botnfrádráttur á kr. 50.000,00 árliga, verður veittur í staðin fyri veruligu útreiðslurnar. Hvør persónur hevur tó bert ein árligan frádrátt á kr. 50.000,00, eisini um persónurin eigur fleiri bústaðir.
Nýggj áseting er komin um ein botnfrádrátt á kr. 100.000. Nýggja ásetingin er galdandi frá 1. januar 2019 og er bindandi trý ár fram. Talvan niðanfyri vísir á munin á árliga frádráttinum fyri tey ymsu árini.

Árligur frádráttur fyri árini 2017-2022
20172018201920202021 2022
24.000 kr.50.000 kr.100.000 kr.100.000 kr.100.000 kr. 50.000 kr.

         
Dømi:
Er talan um eina ogn við fleiri ánarum, er frádrátturin íalt kr. 50.000 fyri ognina.
Ognaluturin/inntøkan avgerð, hvussu frádrátturin upp á kr. 50.000 skal býtast. Hóast ein persónur eigur fleiri hús, er frádrátturin bert kr. 50.000 árliga. Er talan um ogn við tveimum ánarum, har annar velur at nýta roknskaparháttin, meðan hin nýtir bruttoháttin, so fær tann, ið nýtir bruttoháttin tá kr. 25.000 í frádrátti, sum er hansara partur eftir ognarlutinum.

Um ein útleigari hevur fleiri leigumál til bústaðarendamál, og velur at nýta bruttoháttin at gera inntøkuna upp eftir, so er hetta galdandi fyri samlaðu leiguinntøkuna, sum viðvíkir útleigan til bústaðarendamál.
Er talan hinvegin um útleigan til bústaðarendamál og útleigan til onnur endamál í somu ogn, kann bruttohátturin verða nýttur uppá útleiganina til bústaðarendamál, og vanligu ásetingarnar um húsaleigu eftir roknskaparháttinum verða nýttur fyri hina útleiganina.
Men er tað so, at húsini eisini verða brúkt til egnan bústað, er tað eitt krav eftir rentustuðlslógini, at renturnar verða gjørdar upp eftir rentustuðulslógini.
Ein útleigari hevur framvegis rætt til rentustuðul, sjálvt um hús hansara verða nýtt til bústað og útleigan.

Summarhús
Hesi standa aloftast tóm stóran part av árinum, men verða tó ikki roknað sum fult vinnulig hóast tey verða útleigað partar av árinum, tá eigarin eisini partvíst nýtur tey sjálvur. Her eigur eisini at verða hugt eftir, um t.d. ætlan eigarans, tá hann ognaði sær húsini, var at reka tey vinnuliga, hvussu inntøkan er í mun til íløguna og rentuútreiðslurnar o.a.
Í lsk. nr. 14/1991 hevði skattgjaldari kært um, at líkningarvaldið ikki loyvdi frádrátt fyri halli av útleigaðum summarhúsum, av tí at tey eisini vórðu nýtt privat. Líkningarvaldið fekk viðhald í landsskattanevndini.

Hall av íbúð í Danmark
Skatta- og avgjaldskærunevndin staðfesti 20. desember 2012 eina avgerð hjá kommunalu skattakærunevndini um at nokta frádrátt fyri hall viðvíkjandi útleigan av íbúð í Keypmannahavn.
Íbúðin var útleigað frá 1.juli 2009. Sambært húsaleiguroknskapinum gav hetta hall á -24.935 kr. í 2009, -51.330 kr. í 2010 og -58.206 kr. í 2011, sum TAKS noktaði frádrátt fyri. Leiguinntøkan var 39.450 kr. í 2009, 80.000 kr. í 2010 og 72.000 kr. í 2011, og útreiðslur av leigumálinum vóru ávikavist 63.385 kr., 131.330 kr. og 130.206 kr., harav rentuútreiðslurnar vóru 45.815 kr., 122.230 kr. og 122.230 kr. Kærunevndin legði serliga dent á, at hallið vaks fyri hvørt ár, og víst var ikki á, um ella nær hendan gongd vendi. Grundað á hetta kundi virksemið ikki metast at vera rentabult, og tí var tað ikki at rokna sum vinnuligt.
Avgerðin, hvørt talan er um vinnuligt virksemi, er ítøkilig og inniber eina samlaða meting av virkseminum hjá kæraranum, har ein avgerandi treyt er, at virksemið er rikið við fíggjarligum vinningi fyri eyga. Talan var um, at kærarin hevði keypt eina íbúð í Keypmannahavn, sum hann búði í, meðan hann var undir útbúgving niðri. Umstøðurnar viðvíkjandi keypinum bera tí í sær sjálvum ikki brá av, at hava eitt vinnuligt endamál, og aðrar umstøður eru ikki, sum broyta hetta. Kærarin hevði tí ikki rætt til at frádraga hallið viðvíkjandi hesum virksemi vísandi til § 31 í skattalógini.

Hall av sethúsaognum í Føroyum
Kommunala skattakærunevndin tók í einum kærumáli í 2011 undir við uppfatanini hjá TAKS um ikki at rokna útleiguvirksemi í 2009 sum fult rikið vinnuligt virksemi.
Kærarnir høvdu á sjálvuppgávuni fyri 2009 drigið frá hall -154.322 kr. av húsaútleigu frá 3 sethúsaognum við helvt hvør. Útleiguvirksemið í 2009 var hjávinna. Kærarnir høvdu onnur størv sum høvuðsvinnu.
Verður rentuberandi skuldin í húsunum samanhildin við inntøkurnar í 2009 og útlitini fyri inntøkum í framtíðini, kann tað tykjast sera ivasamt, um til bar at fáa útleiguna at geva avlop í bræði. Á hesum grundarlagi staðfesti ákærunevndin á fundi 3. oktober 2011 avgerðina hjá TAKS.

Hýruvognskoyring
Inntøka frá hýruvognskoyring verður vanliga býtt sundur í koyriinntøkur, inntøku av lýsingum (posters í bakrútinum) og eginnýtslu. Upphæddin fyri eginnýtslu av bili verður ásett árliga av Toll-og Skattaráð Føroya.

Við løgtingslóg um avgjøld við skráseting av motorakførum er ásett,at hýruog skúlaakfør eru undantikin virðisavgjald.
Fyri at skráseta motorakfar sum hýru- ella skúlavogn krevst loyvi frá Akstovuni. Verður hýru- ella skúlavognur skrásettur til privata nýtslu, áðrenn 30 mánaðir eru gingnir frá skrásetingini sum hýru- ella ella skúlavognur, verður virðisavgjaldið goldið lutfalsliga samsvarandi tíðina, sum restar í teimum 30 mánaðunum.
Loyvi til at skráseta hýru- ella skúlavogn uttan skrásetingargjald verður bert veitt, um akfarið verður nýtt til vinnuliga skúlakoyring ella vinnuliga hýruvognskoyring, og verður bert givið tí, ið er skrásettur fyri viðkomandi akfar.
Við atliti at teimum reglum, ið galda fyri skráseting av hýru- og skúlavognum uttan skrásetingargjald, sí kunngerð nr. 37 frá 16. mai 2011.
Tann, ið hevur loyvi at skráseta hýruvogn uttan skrásetingargjald, skal nágreiniliga føra koyribók, sum skal framvísast eftir áheitan frá TAKS, eins og hýruvognurin skal latast til kilometuravlesing, tá TAKS biður um tað. Sí meira um hesar treytir í omanfyrinevndu kunngerð. Vegleiðandi fyri um talan er um vinnuliga hýruvogn eru hesi minstumørk fyri miðalinntøku pr. koyrdan kilometur: Í Tórshavnar kommunu 4,50 kr. fyri hvønn koyrdan km og á øðrum plássum 4 kr.

Skúlavognskoyring
Sí omanfyristandandi viðvíkjandi skúlavognum.
Í nevndu kunngerð frá 16. mai 2011 er í § 5 ásett, at gevur tann, ið hevur loyvi til skúlavogn uttan skrásetingargjald frálæru til í minsta lagi 25 næmingar um árið má ætlast, at talan er um skúlavognskoyring sum vinnu.

Eginnýtlsa av vørum og framleiðslum
Eitt serligt slag av inntøku hjá vinnurekandi er eginnýtslan, sum er heimilað í skattalógini § 26, stk. 1 og 2.
Í § 26 verður ásett, at privati vinnurekandi skal skatta av virðinum av vørum og framleiðslum, sum hann tekur úr virkinum til egið brúk, til húsarhaldið ella til gávur, og at virðið verður roknað eftir keypsvirðinum ella framleiðsluvirðinum. Eisini skattar hann av tí partinum av felagsútreiðslunum, sum svara til privatnýtsluna av t.d. bili, telefon, ljósi og hita. Meginreglan er, at skattgjaldarin sjálvur skal gera eina neyva metan av nýtsluni. Har talan er um eginnýtslu av vørum, skal hendan vísast í roknskapinum og kunna prógvast við t.d. at tað dagliga verður ført tað, ið tikið verður. Bæði í hesum føri og tá tað ræður um aðra eginnýtslu, kann líkningarvaldið seta spurnartekin við býtislutfallið. Har skattgjaldarin sigur seg rinda kontant, skal hetta kunna prógvast t.d. við kuponum. Um eingin eginnýtsla er víst, og skattgjaldarin ikki kann sanna, at hann hevur goldið kontant, verður mett um eginnýtsluna. Toll- og Skattaráðið ásetir tí á hvørjum ári nakrar vegleiðandi minstuupphæddir, ið verða kunngjørdar við rundskrivi. Tá tað snýr seg um minstuupphæddir fyri nýtsluna av vørum, skal minnast á, at hendan bert umfatar vanligar matvørur og vørur til húsarhald, og ikki t.d. tubbaksvørur, drykkivørur og klæðir.

Egið arbeiði
Sum eitt serligt slag av inntøku skal at enda nevnast virðið av egnum arbeiði, har Ráðið hevur samtykt fylgjandi:

Handverkarar
Handverkarar ella handverksmeistarar skulu setast í skatt av mistari inntøku svarandi til vanliga arbeiðstíð, tá hann leggur starv sítt niður fyri at skapa varandi virðir fyri seg sjálvan ella annan, innan fyri egið fak. Sama er galdandi, tá tveir handverkarar ella handverksmeistarar gera eitt sokallað gerðabýti.
Tann minsta inntøkan skal inntøkuførast sambært § 28, stk. 1 í skattalógini.

Onnur
Fyri aðrar skattgjaldarar er mannagongdin tann, at virðið av egnum arbeiði verður mett sum skattskyldug inntøka svarandi til vanliga arbeiðstíð í teimum førum, har persónur nýtir sína útbúgving ella vinnu til at útinna arbeiði fyri seg sjálvan, og tá hetta arbeiði ikki burturav er gjørt í vanligari frítíð.


I.2. TÍÐARGREINAN

Í eini skipan við stígandi skattaálegging og tíðarvísari inntøkuuppgerð kann tað hava stóran týdning, nær ein inntøka, ein útreiðsla ella eitt tap skal takast við í skattauppgerðina.
Av tí at inntøkuuppgerðin, einstakar útreiðslur og avskrivingar eru viðgjørdar fyri seg, skal her bert verða víst á nakrar høvuðsreglur. Eisini verður víst til brotið um tíðargreinan.

Inntøkur
Sambært § 24 í skattalógini er inntøkuárið hjá persónligum skattgjaldara, eisini vinnurekandi, álmanakkaárið fyri tað endaligu álíkningina, t.v.s. at roknskaparárið er álmanakkaárið.
Hjá feløgum v.m. sbrt. § 1, stk. 1, nr. 8-15 í S., sum reka sjálvstøðuga vinnu, verður skattur lagdur út á inntøkuna í tí inntøkuári, sum fellur saman við ella endar í álmanakkaárinum frammanundan. Tó verður roknskaparskeiðið altíð 12 mánaðir, tó undantikið við stovning og broyting av roknskaparári, sbr. reglurnar í skattalógini § 21, stk. 1 og 3.
Meginreglan er at inntøka verður skattað, tá rætturin til hana er vunnin, og skal takast til inntøku í tí árinum hon er vunnin, antin hon er útgoldin ella ikki.
Vanliga er eingin ivi um, nær ein inntøka skal takast við, tí tíðin fyri rættarkravi, gjaldkomudagur og gjalddagur er í sama inntøkuári.
Tað er tó í ávísum førum neyðugt við serligum reglum viðvíkjandi inntøkuføring, og skulu hesar tí stutt nevnast.

Arbeiði í gerð
Meginreglan er her, at arbeiðstakari ikki gevur upp inntøku til skattingar, fyrr enn arbeiðið er liðugt, tí ikki fyrr enn tá sæst, um talan er um vinning ella hall. Tað vil siga at, útreiðslur og inntøkur ikki verða bókaðar yvir rakstur hesa tíðina, men verða sett upp sum ávikavist ogn og skuld í fíggjarstøðuni.
Virkir í fríari vinnu, t.d. grannskoðarar og advokatar, koma ikki undir somu reglur viðvíkjandi arbeiði í gerð, undantikið tó arkitektar og ráðgevandi verkfrøðingar.
Um skattskyldugur sjálvur tekur virðið av arbeiði í gerð við, er tað ein treyt, at sami háttur verður brúktur til øll arbeiði, og at tann valdi hátturin verður brúktur framyvir. Tað er ein treyt, at ogn og skuld eru við í uppgerðini.
Ómaksløn hjá advokatum og grannskoðarum skal verða tikið við sum inntøka, tá endaligt rættarkrav er. Tað er, tá eitt mál er búgvið at avrokna, t.v.s. er komið so langt, at ómaksløn er roknað ella átti at verið roknað. Hetta er galdandi bæði fyri endaliga avrokning og fyri gjald av parti av avrokning, sum verður avroknað eftir avtalu ella eftir vanligari mannagongd.

Arkitektar/ráðgevandi verkfrøðingar
Hesir skulu umframt vanligar útreiðslur eisini taka við tíðina, teir hava brúkt til arbeiðið sum beinleiðis kostnað. Arbeiði í gerð kann eisini takast við treytað av, at eisini partar av øðrum kostnaði, umframt beinleiðis kostnaður, verða tiknir við í inntøku- og ognaruppgerðina. Eisini her er treytin, at sami háttur verður nýttur ár um ár. Eru fleiri eigarar, skulu allir nýta sama hátt.
Eisini eru serligar reglur fyri uppgerðini, um ráðgivið verður, meðan bygt verður, og um avtala er gjørd frammanundan um samsýning fyri eina byggiætlan. Útreiðslur av arbeiði í sambandi við kappingar skulu í kappingarárinum bókast sum útreiðsla í roknskapinum. Serlig viðurskifti gera seg galdandi í sambandi við kostnað av arbeiði uttan avtalu, og kostnað av arbeiði, sum eftir avtalu er uttan samsýning.
Upphæddir, ið verða lagdar út fyri byggiharran, kunnu ikki verða bókaðar sum útreiðslur í rakstrarroknskapinum.

§ 118, stk. 2 í skattalógini
At enda skal verða víst á at § 118, stk. 2 greiniliga fyrisetur, at sammeting millum tær uppgivnu A-inntøkurnar og ársroknskapin skal verða víst beinleiðis í roknskapinum ella í viðmerking. Sostatt skal gerast uppstilling, sum vísir sammetingina millum tær í roknskapinum frádrignu lønir og tær sambært kontoavriti ávístu A-inntøkurnar.


I.3. FRÁDRÁTTIR Í BRUTTOINNTØKUNI

Rakstrarútreiðslur
Tá skattskyldug B-inntøka verður gjørd upp, skal sambært § 31 í skattalógini rakstrarkostnaður dragast frá. Hesin verður í lýstur sum "tær útreiðslur sum í árinum ganga til at vinna inntøkurnar, tryggja tær og halda teimum við".
Hendan reglan umfatar tó ikki inntøkur av persónligum arbeiði í tænastu fyri onnur. Avmarkingin av rakstrarútreiðslum førir tí til tvær høvuðsavmarkingar, lutvíst mótvegis privatum útreiðslum og lutvíst mótvegis støðis- ella stovningarútreiðslum.
Rakstrarútreiðslur kunnu vanliga dragast frá, tá endalig rættarskylda er um at gjalda kravið, meðan støðisútreiðslur vanliga verða avskrivaðar eftir reglunum í avskrivingarlógini, um hesar eru tengdar at avskrivingarbarum ognum.
Hall á sjálvuppgávuni (t.v.s. negativ skattskyldug inntøka) kann dragast frá, tá tað er endaliga staðfest, og kann eftir reglum í skattalógini § 33, stk. 1, nr. 5, litra a flytast fram til frádrátt eitt seinni inntøkuár í tann mun, tað ikki er rúm fyri tí í skattskyldugu inntøkuni eitt fyrri ár.
Tó eru nakrar avmarkingar ásettar í nr. 5, litra b, um hin skattskyldugi fær neyðskuldarsemju, skuld eftirgivna ella avtala verður gjørd um sjálvbodna skuldarsemju. Somuleiðis um skuld verður umløgd til partapening ella umbýtilig lánsbrøv.
Hall í samband við trotabúgv, gjaldssteðg v.m., kann tó ikki dragast frá fyrr enn goldið verður, sbr. skattalógin § 33, stk. 1 nr. 5, litra c.

Privatar útreiðslur
Privatar útreiðslur eru óbeinleiðis í § 25 í skattalógini avmarkaðar sum útreiðslur til vørur, framleiðslur og tænastur til egið brúk, til húsarhaldið ella til gávur.
Tað kann í tíðum vera torført at gera av, um ein útreiðsla er privat ella vinnulig. Sum høvuðsregla kann sigast, at útreiðslur ið ganga aftur hjá flestu skattgjaldarum, líkamikið um roynt verður at vinna inntøku ella ikki, í høvuðsheitum mugu roknast sum privatar. Her kunnu t.d. nevnast útreiðslur til klæðir, mat, bústað og húsarhald.
Hóast tílíkar útreiðslur óbeinleiðis kunnu sigast at hava týdning fyri møguleikarnar at vinna inntøkur, kunnu tær ikki dragast frá, tí tær ikki standast av eini serligari ætlan um at vinna inntøku, men heldur eru ein fylgja av egnum áhuga fyri at nøkta privatan tørv. Frádráttarrættur kemur fyri, har vinnuraksturin greitt viðførur ítøkiligar meirútreiðslur av slíkum slagi, og har útreiðslurnar eru grundaðar á vinnuligar orsøkir, t.v.s. ynski um at vinna skattskylduga inntøku.
Í lsk. nr. 44/1985 hevði líkningarvaldið sýtt skattgjaldara, sum var í Føroyum frá 1. apríl 1984 til endan av 1985 og hevði sjálvstøðuga vinnu,
frádrátt fyri útreiðslur til húsaleigu, olju, el, kost og innbúgv við teirri grundgeving, at skattgjaldarin í omanfyri nevnda tíðarskeiði hevði fast rakstrarstað her, og útreiðslurnar sostatt vóru privatar. Líkningarvaldið fekk viðhald í landsskattanevndini.
Í lsk. nr. 43/1991 sýtti Líkningarvaldið frádrátt fyri hall av møblasølu í aðrari inntøku, m.a. tí kærarin hevði annað fulltíðarstarv umframt at umsetningur/bruttovinningur var ov lágur. Líkningarvaldið fekk viðhald í landsskattanevndini.

Rakstur, stovnan og støði
Sum ávíst omanfyri er tað avgerandi fyri frádráttarrættin, at útreiðslan er grundað á vinnuligar orsøkir soleiðis at skilja, at endamálið við útreiðsluni beinleiðis er at vinna skattskylduga inntøku, tryggja hana og halda henni við, og at útreiðslurnar í høvuðsheitum halda seg innanfyri teir karmar vinnan higartil hevur havt.
Útreiðslur, ið hava til endamáls at útvega nýtt inntøkugrundarlag, antin sum stovnan av heilt nýggjum virki, ella øking/útbygging av einum virki út um verandi støði, eru aloftast sermerktar sum stovningar- ella støðisútreiðslur.
Tað liggur í orðingini av § 31 í skattalógini, at fyritreytin fyri frádrátti er at útreiðslan hevur ført við sær ognarminking fyri skattgjaldaran. Um útreiðslan fer til útvegan av ognum við umsetingarvirði, er harafturímóti talan um ognarumskifti, t.d. frá peningi til bygning.
Ikki fyrr enn útveganarpeningurin verður brúktur, orsakað av at ognin (t.d. bygningurin) verður tikin í vinnuliga nýtslu, fer fram brúk av ogn til rakstur, sum møguliga kann dragast frá eftir reglunum í avskrivingarlógini um rakstrargøgn.

Software
Eitt undantak til hesa meginreglu er software. Ráðið hevur viðgjørt spurningin um útreiðslur til software, og hevur samtykt at hin skattskyldugi sjálvur kann velja, um hann vil draga hetta frá sum rakstrarútreiðslu ella aktivera útreiðsluna til avskrivingar.
Sí rundskriv nr. 19 frá 13.apríl 1989.


I.4. RAKSTRARÚTREIÐSLUR

Frammanfyri er givin ein almenn frágreiðing um grundreglurnar fyri, hvat ið kann dragast frá sum rakstrarútreiðsla.
Tá skattskyldug inntøka verður uppgjørd, skal frá inntøkuni verða drigin rakstrarkostnaður sambært § 31 í skattalógini, t.e. tær útreiðslur, sum í árinum ganga til at vinna inntøkurnar, tryggja tær og halda teimum við.
Sambært § 31 í skattalógini eru tað bert tær útreiðslur, sum eru farnar til at vinna inntøkuna í árinum, ið kunnu dragast frá. Hetta merkir, at frammanundan goldnar útreiðslur ikki kunnu dragast frá í árinum, men skulu ognarførast og síðan dragast frá, tá útreiðslan verður nýtt, og inntøkan kemur í hús. Minni útreiðslur kunnu tó loyvast frádrignar eftir umstøðunum.
Í Skattalógini § 32 eru serligar reglur fyri frádrátti av útreiðslum til royndarog granskingarvirksemi, ið tann skattskyldugi hevur havt, áðrenn sjálv vinnan er byrjað, og eru hesar eitt frávik til frammanfyri standandi reglur um, at útreiðslurnar eru tengdar at inntøkuni í árinum.
Sambært § 32 skulu, tá inntøkan verður uppgjørd, dragast frá útreiðslur til royndar- og granskingarvirksemi, sum hin skattskyldugi hevur havt, áðrenn sjálv vinnan er byrjað. Hesar útreiðslur kunnu dragast frá skattskyldugu inntøkuni tað árið, vinnan er byrjað og tey næstu 3 inntøkuárini. Hin skattskyldugi ger sjálvur av, hvussu stórur partur av útreiðslunum verður drigin frá inntøkuni hvørt árið sær. Útreiðslur til royndar- og granskingarvirksemi í samband við ráevni í undirgrundini koma ikki undir hesar reglur.
Sambært § 33, stk. 1, nr. 1 í skattalógina kunnu rentuútreiðslur av íløgu- og rakstrarskuld í samband við vinnuvirki og útreiðslur til provisión, stovningarprovisión ella premiu í samband við lántøku ella ábyrgd til vinnuvirki dragast frá inntøkuni. Rentan kann dragast frá, tá hon er komin til gjaldingar. Rentuútreiðslur, sum eru komnar til gjaldingar í einum inntøkuári, og sum skattgjaldari hevur drigið frá, men ikki hevur goldið við endan av næstkomandi inntøkuári, verða inntøkuførdar fyri tað álmanakkaárið, renturnar eru komnar til gjaldingar.
Sambært § 33, stk. 1 nr. 2 er skattgjaldara loyvt at draga frá staðfest tap í skattskyldugari inntøku av útláni til eitt virki við vinnuligum endamáli, ella tap av ábyrgd til banka ella annan áognarar fyri vinnuvirki, um tapið stavar frá láni og ábyrgd, avtalað áðrenn 3. desember 1994.
Sambært § 33, stk. 1 nr. 3 í skattalógini kunnu útreiðslur til ferðing, umboðan, lýsingar o.t. í sambandi við vinnuvirki, og sum standast av at selja vørur og tænastur í inntøkuárinum og seinni inntøkuár dragast frá. Eisini her er eitt frávik frá grundregluni um at bert útreiðslur, sum eru farnar til at vinna inntøkuna í árinum kunnu dragast frá.
Landsstýrið hevur ásett nærri reglur fyri skjalprógv og útgreinan av útreiðslunum og kann áseta loyvdar upphæddir til vistarhald.
Sambært § 33, stk. 1, nr. 4 í skattalógini kann dragast frá gjald til sjálvbodna dagpeningaskipan fyri skattskyldugar einstaklingar, sum reka sjálvstøðugt vinnuvirki.

Frádráttir fyri hall og framflyting av hallum skattalógin § 33 stk. 1 nr. 5, litra a, b og c
Um so er, at skattauppgerðin eitt ár vísir hall, kann hetta verða drigið frá í skattskyldugu inntøkuni tey næstu árini og soleiðis, at fyrsta árið verður alt hallið drigið frá, um inntøka er til tess og annars so nógv, sum inntøkan er til.
Fær tann skattskyldugi eina neyðskuldarsemju, skuldareftirgeving ella sjálvbodna skuldarsemju, verður óbrúkt frádráttarbart hall frá avvarðandi og eldri inntøkuárum lækkað við somu upphædd, sum skuldin verður lækkað við. Lækkingarupphæddin verður minkað við tí inntøkuparti, sum stendst av frígivnu skuldini, og sum er skattskyldugur eftir kapitalvinningsskattalógini.
Lækkingin er bert galdandi fyri inntøkuárið, har skuldareftirgevingin verður staðfest, úrskurður um neyðskuldarsemju verður gjørd, ella avtala um skuldarsemju verður gjørd og seinni inntøkuár.
Skulu hall frá fleiri inntøkuárum lækkast, verður óbrúkt hall frá eldri árum lækkað áðrenn óbrúkt hall frá yngri árum.
Heil ella lutvís umlegging av skuld til partabrøv ella umbýtilig lánsbrøv verður síðustillað við skuldarsemju eftir 1. pkt. Í samband við umlegging av skuld verður hallið lækkað við tí upphædd, sum svarar til munin millum áljóðandi og kursvirðið á umløgdu skuldini umbýtisdagin.
Hall í samband við trotabúgv, gjaldssteðg o.t. verður tó bert loyvt frádrigið í tann mun, skuldin ella partur av henni er goldin. Tann goldni parturin kann tá dragast frá í gjaldingarárinum.
§ 34 nevnir, hvussu farast skal fram viðvíkjandi skattligum avskrivingum av ognarlutum, sum verða nýttir í vinnuvirki hjá øðrum hjúnafelagnum uttan mun til, um hann sjálvur ella hin hjúnafelagin er ánari. Í stk. 2 er ásett, at vinningur ella hall av ognum, ið ein hjúnafelagi eigur, men sum verða fluttar til nýtslu í vinnuvirkinum hjá hinum hjúnafelaganum ikki skulu ávirka skattskyldugu inntøkuna hjá fyrrnevnda. Stykki 3 ásetir, at aftan á yvirflytingina verða ognirnar avskrivingarliga og við atliti at vinningi/halli viðgjørdar, sum um tær vóru útvegaðar av móttakaranum tá og fyri somu peningaupphædd, sum tær í sínari tíð vóru útvegaðar fyri og verða fyrr gjørdar avskrivingar mettar, sum gjørdar av honum.
Stykki 4 sigur, at uttan mun til fyriskipanirnar í stykki 2 verða reglurnar í avskrivingarlógini § 31 galdandi, um ognirnar við yvirflyting til hin hjúnarfelagan verða fluttar til aðra nýtslu.
Eftir kapitalvinningsskattalógini § 6, stk. 6 verður tikið við í skattskyldugu inntøkuna eftir skattalógini staðfestur kursvinningur og drigin frá staðfest kurstap av fíggjarkrøvum og skuld í fremmandum gjaldoyra, tá hetta hevur samband við vinnuvirki skattgjaldarans. Kursvinningur ella -tap í fremmandum gjaldoyra, skal verða tikin við tað árið vinningurin er staðfestur og tapið goldið.
Sambært skattalógini § 35a verður sølupeningur fyri good-will og aðrar immateriellar ognir, sum verða nýtt vinnuliga, tikin við sum skattskyldug inntøka søluárið.
Keypspeningurin fyri good-will og aðrar immateriellar ognir kann dragast frá í skattskyldugu inntøkuni við eins stórum upphæddum keypsárið og 9 næstkomandi árini. Fevnir ein rættur o.t. um eitt ávíst tíðarskeið, skal keypspeningurin tó verða drigin frá við eins stórum upphæddum yvir alt tíðarskeiðið. Møgulig restsaldo kann frádragast i sølupeninginum av somu ognum ella dragast frá tað árið, virkið heldur uppat, ella dragast frá yvir 10 ár eftir reglunum i stykki 2, um tær framhaldandi eru ogn hjá virkinum.
Sambært skattalógini § 35b verður sølupeningur fyri øll rættindi eftir lógini um vinnuligan fiskiskap, tó ikki veiðiloyvi, inntøkuførdur søluárið og keypspeningurin útreiðsluførdur keypsárið. Fevnir avtalan um tíðarskeið, sum er longur enn eitt ár, kann býtast út á avvarðandi tíðarskeið. Viðvíkjandi veiðiloyvi, sí kapittul 3 í avskrivingarlógini: Skip til vinnuliga nýtslu.
§ 36 í skattalógini loyvir frádrátti av afturbering hjá keypssamtøkum.
Rakstrarútreiðslurnar eiga at vera útgreinaðar eftir slagi, sambært minstukrøv til roknskap. Eru bókaðar útreiðslur farnar til bæði vinnulig og privat endamál, skal flytingin frá rakstrarkonti til privatkonto vísast í roknskapinum. Tað eru bert tær útreiðslur, sum tann vinnurekandi er endaliga skyldugur at gjalda, ið kunnu dragast frá. Um tann vinnurekandi koyrir eitt sakarmál um eitt lønarkrav ella eitt endurgjald, kann útreiðslan ikki dragast frá skattliga, fyrr enn kravið er endaliga staðfest.
Viðvíkjandi rakstrarútreiðslum áðrenn eitt virkið er farið í gongd verður víst til frammanfyristandandi um stovningarútreiðslur.

Niðanfyri verða tær rakstrarútreiðslur umrøddar, ið oftast koma fyri í einum vinnuvirki

Løn, frítíðarløn, samsýning, tantieme og provisión
Útreiðslur til løn, frítíðarløn, samsýningar, tantieme, provisión og aðrar vinnuligar starvsfólkaútreiðslur kunnu dragast frá.
Um ein partur av lønini er "naturalia", eitt nú frítt uppihald, kann útreiðslan eisini dragast frá, tað sama er galdandi við ymiskum veitingum til starvsfólkið, ið ein arbeiðsgevari ikki er beinleiðis skyldugur at gjalda um so er, at útreiðslan kann sigast at koma undir § 31.

Løn til børn
Um børn, sum fyrst í inntøkuárinum ikki hava fylt 16 ár, hava vinnu í vinnuvirki foreldranna, sjúk- ella fosturforeldranna, kunnu síðstnevndu ikki draga lønina til børnini frá, tá ið tey gera skattskyldugu inntøkuna upp. Er talan um partafelag, kann lønin til børn hjá høvuðspartaeigarum dragast frá, men lønin skal sjálvsagt samsvara við arbeiðið hjá børnunum og skal prógvast við arbeiðsseðlum el.líkn.
Í lsk. nr. 49/1993 sýtti skattavaldið skattgjaldara, sum hevði átikið sær reingerðararbeiði, frádrátt fyri lønarútreiðslur til síni egnu børn undir 16 ár.
Skattavaldið fekk viðhald.

Løn til hjúnafelaga
Í lsk. nr. 6/1986, 8/1988 og 9/1988 sýtti skattavaldið tveimum læknum, sum arbeiddu innan somu lon, frádrátt fyri lønarútreiðslur til konurnar soleiðis, at annar læknin ávísti løn um afturhaldsskipanina til konuna hjá hinum og øvugt. Við tað at treytin fyri at konan kundi verða serskattað var tann, at hon hevði inntøku, sum stavaði frá sjálvstøðugum virki ella vinnu uttan fyri vinnu og virki mansins, vóru treytirnar fyri serskatting ikki loknar. Skattavaldið fekk viðhald.
Omanfyri standandi avgerð er ikki serliga aktuel longur, tí frá inntøkuárinum 1999 verða hjúnafelagar hvør sær settir sjálvstøðugt í skatt av inntøkum sínum. Hetta merkir eitt nú, at um annar hjúnafelagin er í starvi í vinnuvirkinum hjá hinum hjúnafelagnum verður frádráttur loyvdur fyri lønarútreiðlur í tann mun samsýningin svarar til veruliga arbeiðsavrikið. Landsstýrismaðurin í skattamálum er heimiðlaður til við kunngerð at fyriskriva neyvari reglur fyri, hvussu uppgerðin av skattskyldugu inntøkuni hjá sambúgvandi hjúnafeløgum skal verða framd. Hetta hevur landsstýrismaðurin gjørt við kunngerð nr. 57 frá 7. juni 1999, har ásett er, at løn til hjúnafelaga skal ásetast í skrivligum sáttmála millum partarnar, har eisini setanartreytir og arbeiðstíð verður nærri tilskilað. Sáttmálin skal góðkennast av TAKS, áðrenn farið verður at arbeiða fyri lønina.

Tantieme og nevndarsamsýningar
Tantieme kann dragast frá í tí inntøkuárinum, sum er grundarlag undir tantiemeútrokningini, um talan er um avtalubundið tantieme, sum er liður í vanligu arbeiðsgongdini hjá arbeiðsgevaranum.
Í lsk. nr. 6/1992 gav landsskattanevndin Líkningarráðnum viðhald í, at umleið helvtin av avsettum tantieme, tað árið ið eigarnir avhendaðu partabrøvini (virkið), ístaðin var vinningsbýti til høvuðspartaeigararnar, við tað at tantieme var útgoldið í mun til støddina av partapeninginum hjá hvørjum einkultum høvuðspartaeigara og ikki eftir arbeiðinum fyri felagið, eins og felagið ongantíð hevði útgoldið vinningsbýti til partaeigararnar.

Skeiðútreiðslur
Útreiðslur til luttøku í fakligum skeiðum kunnu dragast frá, tá talan er um skeið, sum hava til endamáls at viðlíkahalda og dagføra tað fakliga støðið og útbúgvingina hjá luttakarunum, meðan útreiðslur til skeið til víðariútbúgving ella stovnan ikki kunnu frádragast.
Útreiðslur til skeið av almennum instruktivum slag uttan neyvt tilknýti til vinnuna hjá tí skattskylduga kunnu heldur ikki dragast frá, eitt nú managementskeið sum scientology organisationin stílar fyri.
Um starvsfólkið er nærstandandi, kann frádráttur ikki góðkennast, um so er at arbeiðsgevarin hevur størri útbúgvingarkostnað av tí nærstandandi enn
av starvsfólkunum sum heild.
Í lsk. nr. 78/1983 sýtti skattavaldið skattgjaldara, sum er tannlækni, frádrátt fyri útreiðslur til skeiðluttøku. Landsskattanevndin samtykti, at geva kæraranum viðhald fyri skattaárini 1980/81 og 1981/82, tá hesi skeið ikki vóru mett sum útbúgving, men neyðugt viðlíkahald av vitan í metalkeramik, meðan nevndin ikki gav kæraranum viðhald fyri skattaárið 1982/83, við tað at skeið í EDV í tannlæknapraksis var mett sum eitt útbúgvingarskeið.
Í lsk. nr. 60/1991 og 26/1991 sýtti skattavaldið lækna frádrátt fyri umleið 3.000 kr. til føroysku dagbløðini, Ekstrablaðið, Politiken, Land og folk og Mondul, sum skattgjaldarin hevði liggjandi í viðtaluhølunum, tá útreiðslan ikki í árinum gekk til at vinna inntøkurnar, tryggja tær og halda teimum við, sambært § 31 í  skattalógini, og sýtti frádrátt fyri umleið 19.000 kr. til eftirútbúgving í akupunktur við tí grundgeving, at hendan eftirútbúgving gongur út um vanliga viðlíkahaldi av tí útbúgving, sum ein lækni hevur. Skattavaldið fekk viðhald.

Yrkisbókmentir
Útreiðslur til tíðarrit og handbøkur og yrkisbókmentir, ið eru neyðugar fyri at vinna inntøkuna, kunnu dragast frá, meðan útreiðslur til stovnan av bókasavni ikki kunnu dragast frá.

Ferðaútreiðslur
Viðvíkjandi ferðaútreiðslum til útlandið má tað í hvørjum einstøkum føri verða gjørd ein neyv metan av, um útreiðslan hevur beinleiðis og neyðuga tilknýti til inntøkuskapandi virksemið hjá skattgjaldaranum, út frá tí nágreiniliga innihaldinum í tí ávísu ferðini og tess tilknýti til inntøkuna hjá skattgjaldaranum, út frá ferðaskránni ella líknandi. Tað er skattgjaldarin, ið skal prógva, at so er.
Innan ávísar vinnugreinir, eitt nú bilasølur, er tað vanligt at tað í forhandlarasáttmálunum stendur, at eigarin og starvsfólkið hevur skyldu til at taka lut í uttanlandsferðum. Hóast hetta má ein nágreinilig metan gerast av ferðaskránni í hvørjum einkultum føri. Ofta er talan um ferðir til ferðamannapláss ella lutvíst fríar ferðir sum løn til teir bilseljarar, sum hava selt best. Slíkar ferðir hava vanliga ikki tað beinleiðis tilknýtið til tað inntøkuskapandi virksemi í árinum. Í slíkum førum má skattgjaldarin skattast av virðinum av tí fríu ella lutvíst fríu ferðini.
Í lsk. nr. 16/1985 fekk partafelag ikki góðkent frádrátt fyri útreiðslur til ferðing og umboðan, av tí at skattavaldið metti hesar útreiðslur sum privatar. Tað sama viðvíkjandi lsk. nr. 26/1984 og 49/1985.

Limagjald
Limagjald til vinnufelag og annan yrkisfelagskap, sum hevur til endamáls at varða fíggjarstandin hjá teirri vinnugrein, sum hin skattskyldugi er í, kann dragast frá.
Líkningarráðið hækkaði í 1992 skattskyldugu inntøkuna hjá einum tannlækna við limagjaldi til tað danska tannlæknafelagið, tá hetta var goldið av partafelagi, ið tannlæknin var høvuðspartaeigari í.

Tryggingar
Útreiðslur til tryggingar viðvíkjandi vinnuvirkinum kunnu dragast frá, t.d. við atliti at rakstrartapi, eldsbruna, stuldri og ábyrgd. Eisini nevndarábyrgdartryggingar kunna dragast frá, og verða tær ikki mettar at verða ein lønarágóði hjá viðkomandi, ið tí heldur ikki skulu skattast av upphæddini.

Sakføraraútreiðslur
Útreiðslur til sakførarahjálp kunnu vanliga dragast frá sum rakstrarkostnaður, tá ið hjálparveitingin fer til at vinna inntøkurnar, sum skulu roknast uppí, ella rindan av útreiðslum, sum kunnu dragast frá í inntøkuuppgerðini.
Hinvegin kunnu útreiðslur til sakførarahjálp ikki dragast frá, tá ið tær hava samband við sjálva inntøkukelduna ella hava samband við umsitingar av ognum, eitt nú útvegan ella avhending av ognarlutum. Kann útreiðslan ikki roknast sum rakstrarkostnaður, hóast hon annars hevur beinleiðis samband við tað vinnuliga virksemið, kann hon ístaðin ognarførast sum stovningarútreiðsla ella dragast frá í sølupeningi, alt eftir um talan er um byrjan/stovnan ella uppathald av vinnuvirkseminum.
Í lsk. nr. 16/1985 hevði skattavaldið soleiðis noktað frádrátt fyri sakførarakostnað 127.756 kr. fyri at skriva sáttmála og skipsskeyti v.m. í samband við avhending av skipi. Útreiðslan kundi ístaðin dragast frá í sølupeninginum fyri skipið. Í einum øðrum máli hevði skattavaldið sýtt skattgjaldara at draga frá sakføraraútreiðslur 150.000 kr. sum rakstrarútreiðslur í samband við innkrevjing av tryggingarupphædd fyri skip, sum fór á land og varð vrak, lsk. nr. 1/1983.
Skattavaldið hevur somuleiðis noktað frádrátt fyri útreiðslur 60.000 kr. av sakarmálskostnaði í samband við skattamál um skattskyldu uttan tilknýti til rakstrarinntøkur ella -útreiðslur, lsk. 26/1987. Skattavaldið fekk viðhald.

Bilútreiðslur
Bilútreiðslur kunnu frádragast 100%, um bilurin bert verður nýttur vinnuliga. Tó kann avskriving uppá persónbil, ið er skrásettur til privatan persónflutning, bert verða gjørd av útveganarpeningi upp til 150.000 kr. Um bilurin verður nýttur bæði privat og vinnuliga skal eginnýtslan sambært minstukrøv til ársroknskapin vísast í roknskapinum, og frádrátturin minkast við eginnýtsluni, eins og avskrivingar skulu fordeilast millum privat og vinnuligt.


RÁÐIÐ HEVUR ÁSETT HESI MINSTUMARK FYRI ÁVÍSAR VINNUBÓLKAR FYRI EGINNÝTSLU AV BILI:

Keypmenn
Av vøruvogni/stationcar verður roknað 50% til eginnýtslu. Av persónbili verður roknað 75% til eginnýtslu.

Handverksmeistarar
75% til eginnýtslu av persónbili. 50% til eginnýtslu um bilurin er egnaður til at koyra nakað av tilfari o.a. við (stationcar/vøruvognur). Lastbilur verður roknaður sum vinnuligur bilur burturav.

Pylsuvognar og kioskir
Her verður roknað við minst 70% til eginnýtslu, tó treytað av, at talan er um stationcar/vøruvogn.

Sakførarar, revisorar v.m.
Her verður roknað við minst 75 % til eginnýtslu.

Kommunulæknar
Her verður roknað við minst 1/3 til eginnýtslu.

Bátaeigarar (vinna)
Vøruvognur/stationcar, sum er nýtiligur til at koyra reiðskap við. Her verður roknað við minst 50% til eginnýtslu. Persónbilur verður ikki mettur vinnuligur, og tí verður heldur ongin vinnulig útreiðsla mett her.

Hýruvognskoyring
Sum leiðbeinandi minstamark verður eginnýtsla av bili hjá hýruvognsførarum ásett til eina ávísa upphædd.

Onnur vinna
Sum heild verður ikki loyvdur frádráttur fyri koyring við egnum bili hjá øðrum vinnurekandi, har greitt eingin tørvur er fyri at nýta bil í vinnuni., t.d. kunnu
tannlæknar, tannteknikkarar og ursmiðir ikki draga frá útreiðslur til egnan bil í roknskapinum.
Hetta er eisini galdandi fyri partafeløg, har greitt ongin tørvur er á at nýta privatbil í vinnuni, sum niðanfyristandandi tvær avgerðir vísa:
Í einum føri hevur Ráðið tikið undir við líkningarnevndini í einum máli, har eitt partafelag ognaði sær bilar bert til privata nýtslu hjá høvuðspartaeigaranum, og  hvar bilútreiðslurnar onki samband høvdu við raksturin av felagnum, t.v.s. ikki høvdu til endamáls at vinna inntøkuna, tryggja hana og halda hana við, herundir at partafelagið ikki var mett at hava brúk fyri bilum til tess at vinna inntøku av leigu. Metta virðið av bilunum var sett ájavnt við tann pening, ið bilarnir høvdu kostað felagnum. Landsskattanevndin samtykti at taka undir við líkningarvaldinum í tess álíkning.
Í einum øðrum máli, har partafelag, ið hevði lastvognskoyring sum vinnu, ognaði sær persónbil bert til privata nýtslu hjá høvuðspartaeigara, metti Ráðið ikki, at bilkeypið hevði samband við raksturin av felagnum, og soleiðis ikki hevði til endamál at vinna inntøkuna, tryggja hana og halda hana við.
Høvuðspartaeigarin nýtti bilin til at vinna lønarinntøku í øðrum starvi, og treiðslan hjá partafelagnum varð ístaðin mett at vera vinningsbýti, soleiðis at felagið ikki fekk frádrátt fyri útreiðslurnar.
Annars hevur Landsskattanevndin í einum máli tikið undir við Ráðnum í, at ein høvuðspartaeigari, ið hevði fult ræði á persónbili hjá partafelagnum og hevði høvið og atgongd til at nýta bilin privat, skuldi skattast við tí av Ráðnum ásetta virðinum, hóast hesin sjálvur átti annan privatbil og eisini hevði goldið viðlíkahald, benzin og olju fyri bilin hjá partafelagnum. Síðstnevndu útreiðslur kundu frádragast í tí av Ráðnum ásetta virðinum, í tann mun tær til fulnar kundu skjalprógvast, lsk. nr. 63/1982. Omanfyri nevndu procentvísu ásetingar av privata partinum av bilútreiðslunum eru vegleiðandi minstuupphæddir. Skattavaldið skal sostatt í hvørjum einstøkum føri meta um, um býtið av útreiðslunum millum privatar/vinnuligar er sannlíkt.
Førir skattgjaldari eina koyribók, sum til fullnar vísir uppbýtið millum privata og vinnuliga koyring, eigur tað sum koyribókin vísir, at verða lagt til grund fyri privatkoyringina.
Sí annars veðleiðing um frían bil hjá starvsfólki, um krøv til koyribók og um býtið millum privata og vinnuliga koyring, sum liggur á heimasíðuna hjá TAKS.

Leasing
Leasing er at meta sum ein vanlig rakstrarútreiðsla, men um tað í samband við avtalu um leasing samstundis verður gjørd avtala um keyp av tí leasaða til eina ásetta upphædd, tá leasingsáttmálin gongur út, er ikki talan um leasing, men keyp uppá borg, soleiðis at tað er keyparin, ið kann avskriva uppá rakstrargagnið og ikki seljarin. Í hvørjum einstøkum føri, har ivmál er, má leasingsáttmálin gjøgnumgangast fyri at meta um, um talan er um frádráttarbara leigu ella keyp av íløgu
upp á borg, og í hvønn mun útveganarpeningurin skattliga kann avskrivast.
Leasingsáttmálar eru vanliga óuppsigiligir. Ráðið hevur í 1992 í einum máli, har eitt virkið helt uppat og segði sáttmálan upp í ótíð, avgjørt, at tann upphædd, ið virkið varð kravt eftir og hevði rindað, mátti metast sum ein vanlig rakstrarútreiðsla, tá sáttmálin var gjørdur sum liður í tí vanliga rakstrinum, sum var lastbilakoyring við leasaðum lastbili.

Endurgjaldsábyrgd
Ábyrgd sum ein skattskyldugur hevur sum liður í vinnuligum virksemi kann dragast frá, tað veri seg brot av sáttmálum, avtalum, brot á konkurrancuklausulum v.m., um ábyrgdin er liður í tí vanliga rakstrinum. Tað má tó ein nágreinilig meting gerast í hvørjum einstøkum føri, tá ábyrgdin kann verða ein útreiðsla í samband við sølu av ognum og tí ein frádráttur í sølupeningi.
Frádrátturin umfatar eisini endurgjaldsábyrgd, ið stendst av ábyrgd av starvsfólkaávum. Eisini missur orsaka av sviki frá starvfólkasíðu kann dragast frá í tann mun, missurin eftir umstøðunum ikki fer útum vanliga rakstrarábyrgd. Tann skattskyldugi skal prógva rættin til frádrátt, og frádrátturin kann vanliga ikki verða góðkendur fyrr enn tapið og upphæddin eru endaliga staðfest.
Tap uppá vørugoymslu og tap uppá kassapening verða sambært frammanfyri standandi vanliga góðkend.
Viðvíkjandi tapi vegna stuldur av kassapeningi, eru tey krøv, ið verða sett til frádrátt, at prógvað verður, at peningurin er mistur við einum regluliga førdum roknskapi og við kassarapportum, sum nágreiniliga vísa støddina av kassapeninginum. Eisini er tað ein treyt, at stuldurin er meldaður til politiið, og at kassapeningurin hevur verið goymdur undir tryggum umstøðum.
Tap sum stendst av skaðum uppá rakstrargøgn kann frádragast, tó ikki um skaðin er gjørdur við vilja ella við einari revsiverdari gerð, eitt nú rúsdrekkakoyring. Tó vil frádráttur vanliga verða góðkendur, um tað er starvsfólkið, ið hevur ábyrgdina.
Skattavaldið sýtti skattgjaldara, sum hevði keypt ein bil, sum fór fyri borð av skipi, uttan at verða tryggjaður, frádrátt uppá 37.404 kr., við tí grundgeving, at nevnda upphædd einki hevði við raksturin at gera, og at skattgjaldarin ikki var rættarliga bundin at gjalda peningin. Skattgjaldarin var sambært rættarúrskurði fríkendur fyri at gjalda bilin sum eitt bilverkstað hefti fyri. Bilverkstaðið kravdi skattgjaldaran eftir 37.404 kr., svarandi til helvtina av bilvirðinum, og skattgjaldarin rindaði peningin, av tí at hann hevði onnur millumverandi við bilverkstaðið. Skattavaldið fekk viðhald í landsskattanevndini.

Tap uppá skuldarar
Landsstýrið hevur við kunngerð nr. 13 frá 12. februar 1992 fyrisett niðanfyri standandi reglur viðvíkjandi frádrátti fyri tap uppá skuldarar:
Tap uppá skuldarar kann dragast frá í uppgerðini av skattskyldugu inntøkuni í tí árinum vissa er fingin fyri, at peningurin er mistur. Neyðug vissa fyri, at so er, kann fáast til vega við at gera eina veruliga og ítøkiliga roynd at fáa peningin inn. Hetta kann eitt nú gerast við at lata málið til rættsliga innheinting, har úttøka var til fánýtis.
Í øðrum føri verður sum meginregla góðtikið, at neyðug vissa fyri, at peningurin er mistur, fyriliggur, eitt nú tá ið skuldarin er farin á húsagang, í gjaldssteðg, í insolventa avtøku, er rýmdur av landinum ella annað tílíkt.
Eisini kann frádráttur verða gjørdur, tá ið kravið eftir eini ítøkiligari meting verður hildið at vera mist fult ella partvíst. Tá ið serlig viðurskifti tala fyri tí, eitt nú tá ið talið av skuldarum er stórt, verður loyvt at gera eina procentvísa avseting móti tapi uppá skuldarar.
Støddin á procentvísu avsetingini skal í fyrsta lagi ásetast út frá teimum roknskaparligu royndunum hjá virkinum, hvat viðvíkir tap uppá skuldarar undanfarin ár. Tó skulu munandi broytt búskaparviðurskifti hava ávirkan á áseting av procentinum, eins og broytt samanseting av fjøldini av viðskiftafólkum. Harumframt kunnu royndir, sum meinlík virkir við somu umstøðum hava, fáa ávirkan.

Skuld eldri enn 3 ár og upphæddin er 3.000 kr. ella minni
Ráðið hevur við rundskrivi nr. 4 frá 20. mars 1992 samtykt, at tá skuldin er eldri enn 3 ár og upphæddin er 3.000 kr. ella minni, verður frádráttur loyvdur uttan at vissa er fingin fyri, at peningurin er mistur eftir frammanfyristandandi kunngerð.
Skattskyldugi skal við sjálvuppgávuni lata inn eitt skrivligt yvirlit, sum vísir hesar skuldarar saman við frágreiðing um, hví avskriving verður gjørd ella váttan frá advokati. Tilskilað er, at ein einsamøll grundgeving um, at tað ikki lønar seg at innheinta peningin gevur ikki rætt til frádrátt.

Tap hjá peningastovnum
Peningastovnum er loyvt at avseta móta tapi av útlánum og ábyrgdum, um avsetingin er grundað á eina meting av teimum einstøku útlánunum og ábyrgdunum. Slík avseting kann verða upp til 11% av samlaðu útlánunum og ábyrgdunum, uttan at neyðugt er hjá skattavaldinum at kanna avsetingina.
Peningastovnar hava skyldu til eftir umbøn at siga líkningarmyndugleikanum frá, hvussu stór avseting teirra er, hvussu nógv teir hava avsett fyri tað einstaka árið, og hvussu stórt tap teir hava staðfest.
Í lsk. nr. 32/1988 kærdi skattgjaldari yvir, at skattavaldið sýtti honum frádrátt fyri tap uppá skuldarar í 1986. Í 1985 fór partafelag, sum hevði leasað EDV-útgerð til í likvidatión, proklama varð kunngjørt í 1986. Í 1987 noktar fútarætturin, at kærarin fær EDV útgerðina aftur vegna væntandi ognarfyrivarni. Landsskattanevndin gjørdi av eftir tilmæli frá Ráðnum, at tapið uppá skuldarar kundi dragast frá hjá kæraranum í 1985, tá partafelagið fór í insolventa likvidatión, og vissa var fingin fyri, at peningurin var endaliga mistur.

Umvæling, trygging og umsiting av bygningum, rakstrargøgnum og skipum
Bert útreiðslur til at bøta um slit og brek, sum er komið eftir, at tann vinnurekandi hevur fingið sær nevnda rakstraramboð, kunnu dragast frá sum rakstrarútreiðslur.
Viðvíkjandi býtinum ímillum viðlíkahald og betran av rakstraramboðum, so er viðlíkahald tær útreiðslur, ið eru farnar til at seta "aktivið" í sama stand, sum tað var í, tá tað var útvegað til vinnuliga nýtslu.

Útreiðslur til húsarakstur
Í lsk. nr. 20/1983 hevði skattgjaldari kært um álíkningina í samband við útreiðslur av húsarakstri. Málið viðgjørdi bæði spurningin um útleigan til nærstandandi og viðlíkahald mett sum betran vegna vánaligt tilfar, av tí at útskifting fór fram stutt eftir, at keypið av húsunum var farið fram, og útleiganin var byrjað. Ráðið vildi ikki góðtaka, at skattgjaldari dró allar útreiðslur frá í samband við húsarakstur, meðan hann læt vera við at inntøkuføra leigu frá dóttur, soni og dótturmanni. Ráðið metti, at henda útleigan einki hevði við vinnuligan rakstur at gera, og hevði tí flutt rentufrádrátt til privatan frádrátt hjá skattgjaldaranum, so at veruliga halli, sum varð strikað, varð upphæddin, sum vildi verið góðskrivað rakstrinum, um børnum og dótturmanni hevði verið álagt vanligt leigugjald. Málið varð kært til landsskattanevndina, sum gav skattavaldinum viðhald.
Skattgjaldari kært um, at skattavaldið ikki hevði góðtikið ein frádrátt uppá 60.000 kr. í 1987 fyri viðlíkahald av útleigaðum húsum, tí at húsini ígjøgnum fleiri ár høvdu verið útleigaði sera bíliga, orsakað av at leigarin hevði umsjón við húsunum og gjørdi viðlíkahaldsarbeiði. Landsskattanevndin kom til somu niðurstøðu sum Ráðið, nevniliga at talan ikki var um samandrigið viðlíkahald frá teimum 14 árunum húsini høvdu verið útleigaði, meðan skattgjaldarin hevði verið í Danmark, men um nýtímansgerð og virðisøking av húsunum tað árið skattgjaldarin flutti aftur til Føroyar og flutti aftur í húsini, lsk. nr. 12/1989.
Viðmerkjast skal annars, at frá 1. januar 1992 skal húsaleiga, sum verður útgoldin starvsfólki í sambandi við arbeiði í setanarviðurskiftum eisini roknast sum B-inntøka, sí rundskriv nr. 1/1992.

Útreiðslur viðvíkjandi arbeiðum í gerð
Meginreglan er, at hall ikki kann dragast frá skattliga, fyrr enn arbeiðið er liðugt og avleverað til byggiharran, og inntøkan skal somuleiðis ikki takast við fyrr enn arbeiðið er liðugt.
Í lsk. nr. 84/1983 sýtti skattavaldið frádrátt fyri arbeiði í gerð hjá byggifelag, sum tríggir skattgjaldarar áttu, og sum var drigið frá í aðrari inntøku við hvør
sínum 1/3. Grundgevingin fyri at sýta frádrátt var, at tapið ikki var endaliga staðfest. Skattavaldið hevði somuleiðis sýtt avskriving av amboðum við tí grundgeving, at avskrivingin skuldi útsetast inntil endaligu inntøkuuppgerðina. Skattavaldið fekk viðhald, tó so at tað varð loyvt kærarunum at avskriva uppá amboð.

Rakstrarhall
Í lsk. nr. 6/1989 hevði skattgjaldari kært um, at skattavaldið hevur hækkað skattskyldugu inntøkuna fyri 1985 og 1986 við 26.720 kr., sum var avskriving av állaprojekti, sum ongantíð kom í gongd. Treytin fyri frádrátti sambært § 32 í skattalógini er, at verulig vinna er komin í gongd. Tað ber sostatt ikki til at draga hesar útreiðslur frá í aðrari inntøku enn inntøkuni frá állaprojektinum. Skattavaldið fekk viðhald.

Vinna / ítriv – minstukrøv til roknskap
Í lsk. nr. 19/1990 hækkaði skattavaldið skattligu inntøkuna hjá skattgjaldara, sum hevði útgivið føroyskan álmanakka, við halli av útgávuni, sum skattgjaldarin hevði drigið frá í aðrari inntøku, við tað at minstukrøvini til roknskap ikki vóru uppfylt, og virksemið ikki var soleiðis háttað, at talan kundi vera um eitt vinnuliga rikið virki. Skattavaldið fekk viðhald.

Avskrivingar
Í lsk. nr. 10/1988 hevði skattgjaldari kært um, at skattavaldið ikki vildi góðtaka ein lastbil (pick up)) sum vinnuliga nýttan burturav grundað á, at skattgjaldarin ikki hevði annan bil. Úrslitið var, at tað ikki bar til at nýta forskotsavskriving til íløgugrunn. Landsskattanevndin gav skattavaldinum viðhald í tess avgerð.

Kurstap
Í lsk. nr. 51/1980 og 81/1983 sýtti skattavaldið skattgjaldara, sum átti part í trolara, frádrátt fyri kurstap, sum var ásannað í samband við sølu av parti hansara í trolaranum.

Viðvíkjandi frádrátti fyri hall av rakstri av útróðrarbátum
Skattavaldið hevur í fleiri førum sýtt frádrátt fyri hall av rakstri av útróðrarbáti við tí grundgeving, at báturin ikki var vinnuliga rikin, og sýtt frádrátt fyri hall í samband við sølu av báti, sum søluárið og árini beint undan søluárinum ikki vóru vinnuliga riknir, lsk. nr., 39/1981, 43/1981, 67/1981, 78/1981, 82/1981 og 70/1983.
Skattavaldið sýtti eigara av báti at góðkenna bátin sum vinnuliga riknan við tí grundgeving, at bruttosølan var væl lægri, enn tað lágmark, sum Ráðið nýtti sum vegleiðandi reglu fyri at góðkenna bátin sum vinnuliga riknan (tágaldandi árlig bruttosøla oman fyri 90.000 kr.).
Tá ein bátur ikki verður mettur at verða vinnuliga rikin, verður hall ikki loyvt drigið frá, men bert mótroknað í møguligari hýru til eigara, og avskriving verður bert loyvd í rakstrarvinningi, t.e. úrslit eftir at allar útreiðslur, eisini hýra, eru frádrignar.

Viðvíkjandi kosti umborð á einum vinnuliga riknum báti kann nevnast, at um eigarin/eigarnir eru við, kann bert tann lutvísi kosturin til hinar av manningini
frádragast, sbr. innanhýsis rundskriv nr. 17/93.


I.5. VIÐVÍKJANDI SERSTØKUM EINDARFRÁDRÁTTI HJÁ YMISKUM RAKSTRARINNTØKUBÓLKUM

Vistarhaldsvirksemi
Fyri vistarhaldsvirksemi hevur Ráðið út frá § 31 í skattalógini viðtikið, at loyvdur verður fastur frádráttur í inntøku, sum stavar frá virksemi hjá privatfólki, sum saman við dagligu matgerðini til húsfólkið gera mat til fólk uttanhýsis, sí rundskriv nr. 2/1992.
Loyvt verður at draga frá upp til 40% av bruttoinntøkuni, tó við teirri treyt, at
1) tá talan um privatfólk, sum gera mat til arbeiðsfólkið hjá t.d. eini kommunu, einum byggifelag ella øðrum vinnuvirki, ella tá talan er um privatfólk, sum gera mat fyri eitt ferðamannafelag til gestir tess, og arbeiðsgevarin/ferðamannafelagið rindar ella leggur út fyri matin, skal hann, ið rindar ella leggur út, ávísa upphæddina um afturhaldsskipanina, soleiðis at sum Ainntøka verður ávíst 60% av bruttoupphæddini og sum forvunnin upphædd er 100%,
2) privatpersónar, sum geva fólki innivist og mat eftir somu skipan, sum nýtt verður í øðrum londum undir heitinum "Bed and breakfast" kunnu rokna við sama frádrátti sum omanfyri tilskilað.

Inntøka frá "bed and breakfast" er B-inntøka og við B-inntøku fylgir vanliga skylda til at føra roknskap. Sum minstamark til bókhald fyri roknskapi av hesum slagi hevur Ráðið viðtikið, at førast skal kassabók, og at fullfíggjað rokning verður skrivað hvørja ferð goldið verður, sum síðani verður førd inn í kassabókina og tvítak varðveitt, sí rundskriv nr. 2/1992.

Viðvíkjandi samýning til kommunala og privata dagrøkt
Ráðið hevur samtykt, at 2/3 av samsýningini til dagrøktarar er skattskyldug inntøka, meðan 1/3 av veitingini er at rokna sum útreiðslur, ið standast av røktini. Inntøkan hjá kommunalum dagrøktarmammum er A-inntøka.
Viðvíkjandi privatari dagrøkt hevur Ráðið samtykt, at veitingin er skattskyldug B-inntøka, men fyri at javnstilla hesar við kommunalar dagrøktararnar, kunnu hesir draga frá 1/3 av samsýningini sum endurgjald fyri útreiðslur, ið standast av røktini. Skjalprógv krevst ikki fyri hesum frádrátt, sí rundskriv nr. 6/1992.