Skriva út

N. SKATTLIGAR AVSKRIVINGAR

Skattligar avskrivingar
At avskriva uppá ognir er tað sama sum at niðurskriva virðið á ognini í skattskyldugu inntøkuni. Hetta kann verða gjørt beinanvegin (20.000 kr. reglan), sum ognin verður útvegað, ella yvir nøkur ár, so frádrátturin eitt nú svarar til árligu virðisminkingina av ognini.
Ognarvirðið minkar sum oftast ikki beinanvegin, ognin verður útvegað, men so hvørt hon eldist, minkar virðið av sliti og tekniskum broytingum. Tað koma nýggj tól, sum eru betri enn tann útvegaði ognarluturin. Hetta ger, at rímiligt er at rokna við pørtum av virðinum av ognini, sum frádrátti í inntøkuni yvir eitt ávíst áramál, sum kann gera ánarin føran fyri at útvega sær annað rakstrargagn, tá tað útvegaða er niðurslitið, ella tekniskar broytingar hava gjørt tað neyðugt at útvega annað.
Hetta endamál verður roynt at loysa við lógini um skattligar avskrivingar. Lógin gevur ikki møguleika fyri frítt at velja avskrivingarupphæddirnar, men í staðin fastleggur hon nøkur hægstamørk fyri, hvussu nógv kann avskrivast hvørt ár, og hvussu fram skal farast, tá ognarlutir verða keyptir og seldir, ella forfarast á ein ella annan hátt.
Skattligar avskrivingar verða viðgjørdar í løgtingslóg nr. 52. frá 29. december 1971 um skattligar avskrivingar v.m.
Heitið "avskrivingar" verður nýtt eisini í øðrum sambandi.Tosað verður um avskriving av skuldarum (tap uppá skuldarar), av vørugoymslu (uppgerð av vørugoymslu), av goodwill (sí virði av goodwill) o.ø. Hesi verða ikki umrødd í avskrivingarlógini, men í øðrum skattalógum, og hesi viðurskifti verða umrødd aðrastaðni í Vegleiðingarskrivinum.

Vinnulig nýtslu
Talan kann bert verða um at avskriva uppá rakstrargøgn, sum verða nýtt vinnuliga. Hetta kemur eisini fram í yvirskriftini til teir ymsu kapitlarnar í lógini. Hetta er tulkað soleiðis, at vinna skal vera rikin í sama roknskaparári, sum frádráttur fyri avskrivingar verður loyvdur í.

Týdningurin av at rakstrargangið er liðugt og avhendað
Keypilógin er avgerandi fyri, nær eitt rakstrargagn er útvegað.
Avskriving kann byrja í útveganarárinum, um talan er um virki, sum er í gongd, sjálvt um rakstrargagnið ikki verður tikið í nýtslu fyrr enn í einum seinni inntøkuári, men treytin er tó, at rakstragagnið er útvegað fyri at verða nýtt í rakstrinum av virkinum. Um tað eitt nú framgongur, at tað ávísa rakstrargagnið stutt eftir skal seljast, ella skal nýtast í einum býtishandli, so kann tað ikki roknast við í avskrivingarbæra saldovirðið.
Tað er eisini ein treyt fyri at avskriva uppá eitt rakstrargagn, at tað er fullfíggjað soleiðis, at tað kann takast í nýtslu av virkinum. Lsk. nr. 58/1979. Her snýr tað seg um ein lastbil, sum keypssáttmáli er gjørdur uppá 28. desember 1978, men sum ikki er komin til landið fyrr enn í
mai mánaða árið eftir. Skattgjaldari kundi ikki prógva, at bilurin við árslok kundi nýtast til ætlaða endamálið á virkinum. Ráðið sýtti tí avskriving, og landsskattanevndin gav tí viðhald.
Lsk. nr. 65/1979. Her snýr tað seg eisini um ein lastbil, har dagfestingin av faktura frá sølumanni er frá 27. desember 1978. Tær upplýsingar, ráðið fær fram í málinum vísa, at bilurin ikki kann metast at vera liðugur pr. 31. desember 1978, soleiðis at hann kann nýtast á virkinum hjá viðkomandi til tað endamál, sum hann er ætlaður til. Ráðið tulkar § 6 í avskrivingarlógini soleiðis, at avskriving bert kann verða loyvd, um rakstrargagnið í roknskaparárinum er útvegað og komið undir keyparans rokning og ábyrgd, og at rakstrargagnið er so fullfíggjað pr. 31. desember 1978, soleiðis at tað kann nýtast vinnuliga til tað endamálið, sum virkið hevur útvegað tað til. Orðingin í § 6 í føroysku avskrivingarlógini samsvarar orðingini í § 7 í donsku avskrivingarlógini. Ráðið heldur seg tí kunna styðja seg til donsku tulkingina á hesum øki, sum er góðkend av Østre Landsret UfR. 1964.443, sum viðgerð eitt mál av júst sama slag, sum talan er um her. Omanfyrinevnda sjónarmiðið tekur landsskattanevndin fult undir við. Lsk.mál nr. 83/1981 viðgerð sama spurning.
Harafturímóti verður ikki kravt, at ein bilur skal vera skrásettur fyri at kunna avskrivast.
Verður rakstrargagnið framleitt á sjálvum virkinum, skal tað vera liðugt til nýtslu hjá virkinum, áðrenn tað kann roknast við í saldovirðið og avskrivast.

Kravið um at tað skal vera eitt virki, sum er í gongd
Í lsk.mál nr. 6/1988 tekur nevndin undir við, at treytin fyri at loyva frádrátti, herundir avskrivingum, er, at inntøkan/vinnan er byrjað.
Í lsk. mál nr. 41/1978 tekur nevndin undir við tí sjónarmiði, at vinnan skal vera byrjað. Sama verður gjørt í lsk. nr. 5/1980.
Avgerandi fyri, nær avskriving kann verða byrjað, er, um ognarluturin er útvegaður til vinnuliga nýtslu í einum virki, sum er í gongd. Í teimum førum, tá skattgjaldari útvegar rakstragøgn til nýtslu í einum virki, sum ikki byrjar sama ár, men fyrst árið eftir, kann avskriving ikki verða gjørd fyrr enn árið eftir.
Avgerð frá 4.desember 2002 – 01S01-0120 er um at fáa eitt rakstrargagn inn í eitt virki við afturvirkandi kraft, við tað at viðkomandi ikki átti rakstrargangið í umrødda roknskaparárið.

Bústaður uttanlands
Eiga tveir ella fleiri persónar ognir her á landi í felag, eitt nú í íognarfelagi, samløgufelagi, partsreiðaríi og øðrum líknandi feløgum og veruliga leiðslan í felagnum hevur sætið í øðrum landi, so kann avskriving bert verða gjørd av ognunum í hesum feløgum í tann mun, avskrivingin rúmast í rakstrarvinninginum frá hesum somu ognum. Lógin gevur tó Toll- og Skattaráðnum møguleika til undir serligum umstøðum at gera undantøk frá hesu reglu, men enn er onki undantak givið. (avskrivingarlógin § 1, stk. 2-5).

Avskrivingarlógin er býtt upp í 6 partar:
I: Maskinur, innbúgv og tílík rakstrargøgn, sum verða nýtt vinnuliga burturav.
II: Maskinur, innbúgv og tílík rakstrargøgn, sum verða nýtt bæði í vinnu og til eginnýtslu.
III: Skip til vinnuliga nýtslu.
IV: Bygningar v.m.
V: Almennar ásetanir.
VI: Nær lógin fær gildi v.m.

Uppgerð av eginnýtslu
Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt (skattalógin) verður kravt, at um ein persónur hevur gjørt skattligar avskrivingar og skattskylduga inntøkan er lægri enn skattliga uppgerðin av eginnýtsluni, verður skattskylduga inntøkan sett ájavnt skattligu uppgerðini av eginnýtsluni. (§ 31, stk. 2-6.stk.). Víst verður eisini til kunngerð nr. 98 frá 14. desember 1987 og rundskriv nr. 10 frá 19. januar 1988.
Vanliga krevur skattamyndugleikin upplýsingar, sum gera hann føran fyri at uppgera skattligu eginnýtsluna sambært § 31 fyri at góðtaka avskrivingar.

N. 1. AVSKRIVINGARLÓGIN KAP. 1

Maskinur, innbúgv og tílík rakstrargøgn, sum verða nýtt vinnuliga burturav

Vinnulig rakstrargøgn
Í hesum kapitli er bert talan um rakstragøgn, sum verða nýtt vinnuliga burturav. Um tey verða nýtt í vinnuvirki hjá eigara, ella um tey verða útleigað av honum, hevur ongan týdning fyri rættin til avskrivingar hjá tí, sum útleigar.
Um leigarin ikki nýtir tey leigaðu rakstragøgnini í einum vinnuvirki, men bert privat, so hindrar hetta ikki tí, sum leigar tey út, at avskriva uppá tey, sum burturav nýtt vinnuliga.

Avskriving, leasing
Tað er eigarin, sum kann gera avskrivingar, og tað er hansara nýtsla, sum er avgerandi fyri, um rakstrargagnið er nýtt vinnuliga burturav. Tað, at eigarin letur ein, ið starvast hjá honum, nýta rakstrargagnið burturav privat, ger ikki í sjálvum sær, at rakstrargagnið ikki meira er "vinnuligt burturav". Í hesum føri kann verða talan um at skatta nýtaran av nýtsluni av rakstrargangninum.
At ein skal eiga rakstrargagnið ber í sær, at er tað fíggjað við leasing-sáttmála, so kann tað ikki verða avskrivað, í skattligu inntøku hjá leigara, tí her snýr tað seg um leigu av aktivinum og ikki eigararættindi. Vanliga er tó leasingavgjaldið ein rakstrarútreiðsla hjá vinnuvirkinum, sum kann dragast frá í inntøkuni.
Lsk. nr. 17/1984: Spurningurin er her, hvør er rætti eigarin av bilinum, tí tað er bert rætti eigarin, sum kann avskriva.
Lsk. nr. 81/1981: Nevndin gevur Líkningarráðnum viðhald í, at tað ikki kann avskrivast uttan so at eigaraviðurskiftini eru greið (partsreiðarísáttmáli).

Uppisitarar
Tá talan er um eitt nú kongsbøndur, má hyggjast eftir, hvat bóndin sjálvur eigur.

Saldovirðið
Sambært § 2 verða avskrivingarnar gjørdar sum saldoavskrivingar av øllum rakstragøgnum undir einum, sum hoyra til vinnuvirkið hjá tí skattskylduga. Eftir saldoháttinum verða tær árligu avskrivingarnar við ávísum prosentparti roknaðar av tí restvirði, sum ognarluturin við byrjan av inntøkuárinum er settur til (útveganarvirði minus fyrr gjørdar avskrivingar). Keypsvirði verður lagt afturat, og søluvirði verður drigið frá. Avskrivingargrundarlagið verður minkað hvørt ár við teimum avskrivingum, sum eru gjørdar árið frammanundan. Avskrivað kann í mesta lagi verða við 30% av avskrivingarbæra saldovirðinum (§ 2, stk. 5). Saldovirðið við endan av einum inntøkuári er tað sama sum avskrivingarbæra saldovirði við frádrátti av árligum avskrivingum. Hetta saldovirðið svarar til saldovirðið við byrjan av komandi inntøkuári. Útreiðslur til ábøtur á rakstrargagnið verða viðgjørdar sum upprunaliga rakstrargagnið, sí niðanfyri ”Dømir uppá avskrivingarhættir”.

Skaði
Um rakstragagnið má takast úr virkinum, tí tað er skatt, so skal eitt møguligt endurgjald dragast frá saldovirðinum, og tað kann bert verða avskrivað, um saldovirðið er positivt.

Útveganarvirðið
Eitt rakstrargagn verður roknað fyri at vera útvegað, tá ið avhendingin til keyparan er farin fram (§ 6).
Tað, sum rakstrargagnið veruliga er útvegað fyri, inngongur í saldovirðið. Tað kann vera keypsprísur við tolli, farmagjaldi, tryggingarútreiðslur v.m., umframt møguligar útreiðslur til ábøtur og útreiðslur av at rigga rakstrargagnið til í virkinum.

Meirvirðisgjald
Meirvirðisgjald, sum kann verða drigið frá sum inngangandi avgjald, skal ikki roknast við í saldovirðið.

Fígging
Hvussu keypið er fíggjað, t.v.s. um tað er goldið kontant ella uppá borg, hevur vanliga ikki nakran týdning fyri avskrivingarbæra saldovirðið.

Avsláttur í prísinum
Verður avsláttur givin, t.d. tí goldið verður kontant, skal hetta dragast frá í saldovirðinum. Um tað í søluavtaluni er avtalaður ein avsláttur í prísinum, treytað av einum ella øðrum, sum keyparin skal lúka, eitt nú um goldið verður skjótari enn sáttmálin sigur, skal hetta verða drigið frá saldovirðinum, tá avslátturin er staðfestur. - Men um kreditor seinni, uttan at debitor hevur biðið um tað, kemur við einum tilboði um, at um restskuldin verður goldin skjótari, so verður givin ein ávísur prosentpartur í avslátti av skuldini, so minkar hetta ikki um saldovirðið.
Kemur ein skipasmiðja seinni at gjalda endurgjald, tí skipið, sum varð bygt, ikki leyk treytirnar í gjørda sáttmálanum, skal hetta endurgjald minka um saldovirðið á skipinum.

Arvur/gáva
Er rakstrargagnið fingið til vega við gávu ella arvaforskoti, verður hetta í avskrivingarlógini javnmett við keyp. Tann upphædd, sum tá verður løgd til grund fyri útrokningina av gávuavgjaldi ella inntøkuskatti, er virðið, sum skal roknast við í avskrivingarbæra saldovirðinum. Er ikki talan um skattskylduga inntøku ella gávuavgjald, er tað virði í vanligum handli á gávudegnum, sum er saldovirði (§ 30, stk. 1).

Onnur nýtsla
Um tann skattskyldugi flytir eitt rakstrargagn, sum bert hevur verið nýtt privat til vinnuliga nýtslu burturav, ella til vinnuliga og privata nýtslu, so verður hetta roknað sum søla og keyp, og verður tikið við í saldovirðið við tí virði, tað hevur í vanligum handli tann dagin, tað verður flutt.
Flytir hann eitt rakstrargagn, sum hevur verið nýtt vinnuliga burturav annaðhvørt til privata nýtslu burturav ella til bæði vinnuliga og privata nýtslu, ella flytir hann eitt rakstrargagn, sum bæði hevur verið nýtt til vinnuliga og privata nýtslu, til vinnuliga nýtslu burturav ella til privata nýtslu burturav, so verður hetta somuleiðis roknað sum søla og keyp av rakstrargagninum ( § 31, stk. 1-3).
Lsk. nr. 66/1983, her verður skattskylduga inntøkan hjá skattgjaldara hækkað við virðinum av bili, sum hann í samband við afturlating av handli, hevur tikið úr felagnum.
§ 31a ásetir, at virksemið her á landi verður roknað sum hildið uppat, tá tann vinnurekandi hevur avhent sínar maskinur, innbúgv o.a.. Henda reglan hevur eisini týdning fyri persónar undir fullari skattskyldu til Føroyar, sum flyta uttanlands og í hesum sambandi gevast við virkseminum her á landi.
Flytur tann skattskyldugi maskinur, rakstrargøgn, innbúgv o.a., sum hevur verið nýtt í skattskyldugum virksemi her á landi, til nýtslu uttanlands, verður slík flyting javnsett við sølu. Sølupeningur er virðið í vanligum handli um flutningsmundið.

Broyting av gjørdum avskrivingum
Sambært § 29, stk. 3 kann ein skattskyldugur, sum hevur avskrivað sambært avskrivingarlógini, bert broyta hesar við loyvi frá Toll og Skattaráð Føroya, sum hevur heimilað TAKS at umsita hetta, aftaná at freistin fyri innlating av sjálvuppgávu er útrunnin. Henda regla gevur ikki heimild til at nokta at broyta avskrivingarnar við tí grundgeving, at sjálvuppgávan er latin inn, aftaná innlatingarfreistin er úti. Sí eisini rundskriv nr. 2 frá 22. mai 1997 um broyting av gjørdum avskrivingum.
Her eru fleiri avgerðir tiknar, men tær viðvíkja flest allar, at líkningarmyndugleikin undir líkningini ella seinni hevur broytt sjálvuppgivnu inntøkuna. Í slíkum føri er loyvi givið til broyting í avskrivingunum. Eftir líkningarráðsavgerðum frá 28. februar 1986 fær ávikavist skattgjaldari loyvi til at broyta avskrivingarnar við somu upphædd, ið hann hevur sett ov nógv av í íløgugrunn, somuleiðis fáa tvey partafeløg loyvi til at broyta avskrivingarnar aftaná, at líkningarmyndugleikin hevur funnið feilir í roknskapinum, sum ikki eru gjørdir við vilja.
Í avgerð frá 30. apríl 1987 gevur ráðið skattgjaldara loyvi til at flyta afturvunnar avskrivingar frá 1985 til 1984, sjálvt um hann ikki hevði tikið hesar við á sjálvuppgávuni í 1985. Grundgevingin var, at hann hevði tikið tær við á fyribilsskránni 1984 og helt tað tí vera óneyðugt at taka tær við aftur á sjálvuppgávuni í 1985. Líkningarráðsavgerðir frá 5. juli 1989: Her gevur ráðið ikki loyvi til broyting. Grundgevingarnar hjá skattgjaldarunum fyri at senda umsókn eru, at teir hava "gloymt" at avskriva.
Ráðsavgerðin frá 24. november 1989: Her sendir grannskoðari umsókn og sigur, at hann av misgávum ikki hevur avskrivað. Ráðið gevur loyvi til broyting av avskrivingum.
Hækkingin sum skattamyndugleikarnir geva sum kunnu viðføra sektarábyrgd, kunnu ikki broytast til avskrivingar.
Aðrar avgerðir benda eisini á sama borið, at tá líkningarmyndugleikin hevur rættað í roknskapinum, so verður eisini givið loyvi til at broyta avskrivingarnar. Somuleiðis, tá tað sær út til at skattgjaldarin hevur mistikið seg, soleiðis at tað virkar heilt órímiligt, at hann ikki hevur avskrivað. Tá verður loyvi givið til broytingar av avskrivingunum. Tó verður loyvi ikki givið, um skattgjaldarin kemur undir sektarábyrgd. Í avgerð frá 10. januar 1990 avvísir Líkningarráðið umsókn frá partafelag, sum biður um at fáa avsettar lønir, sum tað ikki kann gjalda, fluttar aftur, og broyta avskrivingarnar fyri sama ár. Ráðið metir ikki, at tað ber til at konvertera løn til avskriving.
Lsk. máli nr. 47/1983. Skattgjaldari heitir á landsskattanevndina um at loyva at flyta ikki góðkendar avskrivingar av egningarskúri yvir á útróðrarbát. Landsskattanevndin vísir málinum frá sær, tí líkningarráðið hevur heimildina sambært § 29, stk. 3.

Dømir uppá avskrivingarhættir 
§ 2: Skattlig avskriving verður gjørd undir einum. 
§ 2. stk. 3 Saldo við byrjan av ári 1 1.000.000 kr.
 - selt í árinum 300.000 kr.
  700.000 kr.
 + keypt í árinum 200.000 kr.
§ 2. stk. 4Avskrivingarbæra saldovirðið 900.000 kr.
§ 2. stk. 5Avskriving hægst 30%270.000 kr.
 Saldo við endan av ári 1630.000 kr.
   
§ 2. stk. 3Saldo við byrjan av ári 2630.000 kr.
 - selt í árinum70.000 kr.
  560.000 kr.
 + keypt í árinum 40.000 kr.
§ 2. stk. 4 Avskrivingarbæra saldovirðið600.000 kr.
§ 2. stk. 5 Avskriving hægst 30%180.000 kr.
 Saldo við endan av ári 2420.000 kr.


Keypsprísur yvir 150.000 kr.
Sambært § 2 verður avskrivingin gjørd undir einum fyri øll rakstrargøgn, sum hoyra til virkið hjá tí skattskylduga.
Í ár 3 verður millum annað ein bilur keyptur, sum verður skrásettur til privatan persónsflutning.
Bilurin kostar 200.000 kr.

Saldo við byrjan av ári 3   
Saldo við byrjan av ári 3   420.000 kr.
-Selt í árinum    20.000 kr.
 400.000 kr.§ 5a, stk. 3§ 5a, stk. 2 
+ keyp í árinum100.000 kr. 150.000 kr.50.000 kr. 
Avskrivingarbæra    
Saldovirði500.000 kr.150.000 kr.  
Avskriving hægst 30%150.000 kr45.000 kr.  
Saldo við endan av ári 3350.000 kr.105.000 kr.50.000 kr. 

  
Sambært § 5a, stk. 2 verður tann parturin av keypsprísinum, sum er omanfyri 150.000 kr., ikki taldur við í saldovirðið, um ein bilur, sum bert verður nýttur vinnuliga, verður skrásettur til privatan persónsflutning. Tann parturin av útveganarvirðinum, sum er omanfyri 150.000 kr., verður fyri hvønn bil sær skrásettur sum ein serstakur aktivpostur í roknskapinum, sum skal latast inn saman við sjálvuppgávuni, men kann ikki avskrivast.
Útreiðslur til ábøtur verða eisini skrásettar fyri hvønn persónbil sær á henda serstaka aktivpostin, og kunnu heldur ikki avskrivast.

Dømi:
Ár 4 verða gjørdar ábøtur á bilin fyri 50.000 kr.

Ár 4 verða gjørdar ábøtur á bilin fyri 50.000 kr.  
Saldo við byrjan av ári 4350.000 kr.105.000 kr. 50.000 kr.
- selt í árinum 50.000 kr.  
 300.000 kr.§ 5a, stk. 2 
+ keypt í árinum100.000 kr. 50.000 kr.
Avskrivingarbær saldo 400.000 kr.105.000 kr. 
Avskriving hægst 30 % 120.000 kr.31.500 kr. 
Saldo við endan av ári 4
280.000 kr.
73.500 kr.
100.000 kr.


Ár 5 finnast tríggir møguleikar fyri at selja bilin:
1. 300.000 kr.
2. 150.000 kr.
3. 50.000 kr.

ad 1) Vinningur: 300.000 - (73.500 + 100.000) = 126.500 kr.
126.500 kr. er skattskyldug inntøka sambært § 5a, stk. 4, 2. pkt., sama ár sum avhendingin fer fram.

ad 2) Tap: 150.000 - (73.500 + 100.000) = -23.500 kr.
23.500 kr. kunnu ikki dragast frá inntøkuni, tí tapið er minni enn tann saldoin uppá 100.000 kr., sum ikki kann avskrivast (§ 5a, stk. 4, 3.pkt.)

ad 3) Tap: 50.000 - (73.500 + 100.000) = -123.500 kr.
Her kann tann parturin av hallinum, sum fer upp um ta saldoina uppá 100.000 kr., sum ikki kann avskrivast, verða drigin frá í skattskyldugu inntøkuni: 100.000 - 123.500 = -23.500 kr.

Aðra nýtslu
Um ein persónbilur, sum kemur undir reglurnar í 5a, stk. 1, verður fluttur til aðra nýtslu enn umrøtt í hesi grein, ella ein bilur verður fluttur, sum kemur undir reglurnar í kap. 1 í avskrivingarlógini til ta nýtslu, sum er umrødd í § 5a, stk. 1, so galda reglurnar í § 31 í avskrivingarlógini, og verður hetta tá mett sum søla/keyp. Sølu-/keypsprísurin er virðið í vanligum handli sølu-/keypsdagin. Um bilurin verður fluttur til nýtslu sambært § 5a, skal virðið á bilinum í vanligum handli, dagin broytingin fer fram, verða hægri enn 150.000 kr. fyri
at § 5a skal verða nýtt.

Innrættingar og innleggingar í leigaðum hølum
Í § 2, stk. 2 verður kravt at bygningurin, ið útleigaður verður, kann avskrivast sambært § 17 í avskrivingarlógini ella at leigaðu hølini burturav verða nýtt til ídnaðarframleiðslu fyri at loyva avskrivingum av innrættingum og innleggingum. Skattliga avskrivingin verður gjørd yvir tíðarskeiðið, leigumálið fevnir um, tó ongantíð yvir eitt styttri tíðarskeið enn 10 ár. Um virkið heldur uppat, áðrenn 10 ár eru farin, kann tann ikki avskrivaði parturin dragast frá tað árið, virkið heldur uppat. Um leigumálið verður selt, áðrenn 10 ár eru farin, kann tann ikki avskrivaði parturin dragast frá í sølupeninginum fyri innleggingar og innrættingar. Er tá vinningur, skal hesin roknast við í skattskyldugu inntøkuna, tað árið virkið verður selt, ella mótroknast í saldovirðinum av øðrum rakstrargøgnum í virkinum.

Dømi:
Útreiðslur til innrættingar og innleggingar 200.000
Leigumálið 8 ár.

Avskrivingarár 120.000 kr.(200.00:10 ár) § 2, stk. 2.1. pkt.
doár 220.000 kr.do
doár 320.000 kr.do
doár 420.000 kr.do
doár 520.000 kr.do
doár 520.000 kr.do
doár 620.000 kr.do
doár 720.000 kr.do
doár 860.000 kr.do


Virkið heldur uppat 8. árið. Restin (60.000) verður tá drigin frá skattskyldugu inntøkuni sambært § 2, stk. 2, 3. pkt.

Um innrættingar og innleggingar í staðin vóru seldar 8. árið fyri 300.000 kr., kunnu 60.000 kr. verða drignar frá í søluprísinum sambært § 2, stk. 2, 3 pkt., áðrenn hesin kemur til skattingar. Um leigumálið eitt nú var sett til 12 ár ella longur, so var avskrivingin av innrættingum og innleggingum av upprunaliga virðinum uppá 200.000 liðug avskrivað 10. árið.

Rakstrargøgn undir 20.000 kr.
Útreiðslur til slík rakstrargøgn kunnu frádragast fult út sum rakstrarútreiðslur ( § 3, stk. 1).
Um útreiðslan ikki verður drigin frá í rakstrarroknskapinum, verður hon løgd afturat avskrivingarbæra saldovirðinum. Alt útveganarvirðið skal antin dragast frá í rakstrarroknskapinum ella leggjast afturat avskrivingarbæra saldovirðinum. Útveganarvirðið kann ikki býtast millum bæði rakstur og avskrivingarbæra saldovirðið (§ 3, stk. 2 og 3).
Um eitt rakstrargagn, hvørs útveganarvirði er drigið frá í rakstrarroknskapinum, verður selt, skal inntøkan takast við í søluárinum ( § 3, stk. 4). Er tað við í avskrivingarbæra saldovirðinum, skal tað dragast frá har, um tað verður selt.
Um talan er um rakstrargøgn við virði undir 20.000 kr. kunnu tey bert dragast frá um tey eru ein sjálvstøðug eind. Ofta verður frádráttur ikki givin við tí grundgeving, at sjálvt um hvør av teimum útvegaðu lutunum hevur eitt virði undir 20.000 kr., kunnu teir bert nýtast samlað.
Dømi: Betongforskallingar, sum hóast tær kunnu keypast í smáum, verða nýttar samlað.

Nýtt virki
Tað árið og árið eftir at nýtt virkið byrjar, hevur tað sambært § 3, stk. 5 í avskrivingarlógini kunna frádrigið hægst kr. 50.000 um árið til hetta endamálið. Henda grein er strikað frá 1. januar 2000 og nýggj virkir hava nú onga avmarking viðvíkjandi avskriving av smáognum.

Ábøtur
Útreiðslur til ábøtur á rakstrargøgn undir 20.000 kr. verða viðgjørdar eins og útveganin av sjálvum rakstrargagninum í síni tíð. Er útveganarvirðið í síni tíð drigið frá í rakstrarroknskapinum, so skal útreiðslan til ábøtur eisini verða tað. Er tað lagt afturat saldovirðinum, so skal útreiðslan til ábøtur eisini verða tað.
Útreiðslur til ábøtur av øðrum enn teimum her umrøddu rakstrargøgnum skulu altíð verða lagdar afturat saldovirðinum, uttan mun til um útreiðslan er minni ella størri enn 20.000 kr.
Í avgerð frá 15. februar 1989 samtykkir Líkningarráðið, at møguleiki er at velja millum aktivering ella fullan frádrátt í rakstrinum av útreiðslum til útvegan av software.

Negativ saldo § 5
Soleiðis sum avskrivingarskipanin við saldoavskrivingum er uppbygd, kann tað henda, at saldoin verður negativ, tí rakstrargøgn verða seld, og søluvirðið skal dragast frá samlaðu avskrivingarbæru saldoini. Verða harafturímóti rakstrargøgn keypt, so minkar hettar aftur um negativu saldoina, ella kunnu gera hana positiva aftur. Er saldoin negativ, tá roknskaparárið endar, so kann henda saldoin gerast positiv komandi roknskaparár, tí keypt verða rakstrargøgn, sum verða løgd afturat saldoini. Avskrivast kann nú aftur av saldovirðinum sum vanligt, uttan aðrar broytingar í skattskyldugu inntøkuni enn gjørdar avskrivingar.

Ymsir valmøguleikar eru, tá søla av rakstrargøgnum førir til negativa saldo.
Saldoin kann rættast upp aftur:
1. við at keypt av rakstrargøgnum, sum verða nýtt vinnuliga burturav í seinasta lagi næsta inntøkuár (§ 5, stk. 1),
2. við keyp av bygningum sambært § 17, stk. 1, litra a) í avskrivingarlógini í seinasta lagi næsta inntøkuár (§ 5, stk. 1)
3. við at inntøkuføra negativu saldoina til fulnar ella lutvís sama ár, hon er vorðin negativ (§ 5, stk. 2).
4. við at inntøkuføra negativu saldoina árið eftir (§ 5, stk. 1).

Dømi:   
Saldo við ársbyrjan350.000 kr.  
- søla550.000 kr.  
Negativ saldo200.000 kr.  
ad 1. Negativ saldo-200.000 kr.ad 2. Negativ saldo - 200.000 kr.
+ keyp500.000 kr.Keyp av bygningi600.000 kr.
Avskr.b. saldo300.000 kr.Rest at avskr. 400.000 kr.
avskriving 30%90.000 kr. 1. árs avskr. 7%28.000 kr.
Saldo ultimo 210.000 kr.
 372.000 kr.


TAKS
Sambært § 5, stk. 3 kann TAKS, tá ið heilt serligar umstøður tala fyri tí, leingja freistina fyri javning av negativari saldo. Loyvið er treytað av, at trygd verður veitt fyri skattgjaldingini.
Serligar umstøður: Um persónur hevur heilt ítøkiligar ætlanir um at útvega sær vinnuligar ognir í nærmastu framtíð, hevur TAKS longt freistina, treytað av at trygd verður veitt fyri skattakravinum.
Í lsk. nr. 59/1981 góðkennir nevndin, at líkningarráðið broytir skattingina viðvíkjandi skatting av negativari saldo, tí skattaborgarin ikki hevur lokið treytir landsstýrrisins (nú TAKS) um at veita trygd fyri skattakravinum. Niðurstøðan er, at kærarin í hesum máli er viðgjørdur eftir galdandi lógarreglum.
Í lsk. nr. 64/1981 verður líknandi mál viðgjørt, har nevndin kemur til sama úrslit.

§ 4 reglan (kompletterandi regla)
Hevur tann skattskyldugi í inntøkuárinum selt eitt av teimum rakstrargøgnum, sum eru umrødd í hesum kapitli fyri peningaupphædd, sum er minni enn útveganarpeningurin við frádrátti av skattligum avskrivingum, sum eru gjørdar í inntøkuárinum frammanundan, skal hann draga alt tílíkt próvført tap frá í skattskyldugu inntøkuni tað inntøkuár, tá selt verður. Saldovirðið skal verða lækkað við tí óavskrivaða partinum av útveganarprísinum fyri rakstrargagnið.

Dømi:

Í ár 1 verða rakstrargøgn keypt fyri 500.000 kr. herav kostar maskina x) 200.000 kr.
Saldo við byrjan av ári 1 2.000.000 kr.
- søla av rakstrargøgnum í árinum 500.000 kr.
 1.500.000 kr.
+ keyp av rakstrargøgnum í árinum500.000 kr.
Avskrivingarbær saldo2.000.000 kr.
Avskriving hægst 30%600.000 kr.
Saldo við endan av ári 1 1.400.000 kr.
Saldo við byrjan av ári 2 
- søla av rakstrargøgnum í árinum1.400.000 kr.
 100.000 kr.
+ keyp av rakstrargøgnum í árinum1.300.000 kr.
Avskrivingarbær saldo200.000 kr.
Avskriving hægst 30 % 1.500.000 kr.
Saldo við endan av ári 2450.000 kr.
 1.050.000 kr.

 

Ár 3 verður maskina x) seld fyri 50.000 kr. Útrokning av møguligum tapi sambært § 4:
Keyp av maskinu x) ár 1 200.000 kr.
avskriving ár 1, 30% 60.000 kr.
 140.000 kr.
avskriving ár 2 30%42.000 kr.
Saldo við byrjan av ári 398.000 kr.
- søluprísur50.000 kr.
Tap 
48.000 kr.

 
Tapið uppá 48.000 kr. skal verða drigið frá í skattskyldugu inntøkuni tað árið, sum selt verður sambært § 4, stk. 1, 1. pkt.
Sambært § 4, stk. 1, 2. pkt. skal saldovirðið ár 3 lækkast við tí ikki avskrivaða partinum á maskinuni, sum í hesum føri er 98.000 kr.

  
Saldo við byrjan av ári 3 1.050.000 kr.
- søla § 4, stk. 1, 2. pkt. 98.000 kr.
 952.000 kr.
+ keyp av rakstrargøgnum í ár 150.000 kr.
Avskrivingarbær saldo 1.102.000 kr.
avskrivingar 30% 330.600 kr.
Saldo við endan av ári 3 771.400 kr.

 

Skaði
Reglan kann eisini verða nýtt, um eitt rakstrargagn verður tikið úr rakstri vegna skaða. Tryggingar- ella endurgjald, sum møguliga verður goldið, verður tá roknað sum sølupeningur (§ 4, stk. 2).

Umvælingarútreiðslur
Um umvælingarútreiðslurnar eru hægri enn útgoldni tryggingar- ella endurgjaldspeningurin, kann munurin verða drigin frá skattskyldugu inntøkuni tað inntøkuár, ið umvælingin er gjørd.
Er tryggingar- ella endurgjaldspeningurin harafturímóti størri enn umvælingarútreiðslurnar, skal munurin dragast frá saldovirðinum (§ 4, stk. 3).
Sum umvælingarútreiðslur verður í hesum sambandi roknað við teimum útreiðslum, sum verða nýttar til at seta ognina í sama stand, hon var í, tá skaðin hendi.


N. 2. AVSKRIVINGARLÓGIN, KAP. 2

Maskinur, innbúgv og tílík rakstrargøgn, sum verða nýtt bæði ívinnu og til eginnýtslu

Reglurnar í avskrivingarlógini um avskrivingar av rakstrargøgnum, sum verða nýtt bæði vinnuliga og til eginýtslu, verða kanska mest nýttar í samband við avskriving av bilum, men reglurnar umfata øll rakstrargøgn, sum verða nýtt bæði vinnuliga og til eginnýtslu.
Um eitt rakstrargagn verður mett at verða nýtt vinnuliga burturav ella bæði vinnuliga og til eginnýtslu veldst bert um, hvørja nýtslu eigarin sjálvur ger av rakstrargagninum. Um eigarin uttan viðurgjald letur familju ella vinfólk nýta rakstrargagnið, so verður hetta mett sum eginnýtsla hjá honum sjálvum.
Avskrivingin av umrøddu rakstrargøgnum verður gjørd fyri hvørt rakstrargagnið sær við í mesta lagi 30% av útveganarvirðinum.
Er útveganarpeningurin hægri enn 150.000 kr. verður bert loyvt at avskriva av 150.000 kr. Munurin millum 150.000 og útveganarpeningin verður skrásettur sum ein serstakur aktivpostur í roknskapinum, sum skal latast inn saman við sjálvuppgávuni, men kann ikki avskrivast sambært avskrivingarlógina.
Avskrivingin verður síðani býtt millum vinnuliga avskriving, sum kann dragast frá í roknskapinum, og eginnýtslu, sum ikki kann dragast frá.

§ 7 Dømi: Bæði nýtt vinnuliga og til eginnýtslu. Útveganarvirði minni enn 150.000 kr. Helvt um helvt vinna og eginnýtsla ár 1. 75% eginnýtsla ár 2.

 

 VinnaEginnýtsla  
Keyp av maskinu ár 1 140.000 kr.   
Avskriving ár 1, 30% 42.000 kr. 21.000  21.00050/50
 98.000 kr.   
Avskriving ár 2, 30%29.400 kr.22.0507.350 75/25
Saldo við endan av ár 2 68.600 kr.43.05028.350 
     
Samlaðar avskrivingar 71.400 kr.   


Ár 3 verður maskinan seld fyri 100.000 kr.

 

Uppgerð sambært § 8, stk. 1
Søluupphædd100.000 kr.
- saldovirði68.600 kr.
Vinningur31.400 kr.

 
Til skattingar: 28.350/71.400 x 31.400 = 12.468 kr.

Um maskinan í staðin fyri varð seld fyri 40.000 kr. ár 3.

Uppgerð sambært § 8, stk. 2
Søluupphædd 40.000 kr.
- saldovirði 68.600 kr.
Tap22.600 kr.


At draga frá á sjálvuppgávuni: 28.350/71.400 x 22.600 = 8.974 kr.

§ 7. Bæði nýtt vinnuliga og til eginnýtslu. Útveganarvirðið 200.000 kr. Helvt um helvt vinna og eginnýtsla ár 1. 25% vinna ár 2.

 VinnaEginnýtslaIkki avskrivast 
Keyp ár 1150.000 50.000 
Avskriving 30%45.00022.50022.50050/50
 105.000   
Avskriving ár 2, 30% 31.5007.87523.62525/75
Saldo ultimo73.50030.37546.12550.000
     
Avskrivað íalt76.500   

 
§ 8, stk. 2
Ár 3 verður maskinan seld fyri 1) 30.000 ella 2) 20.000

1)  2) 
Søla30.000 Søla20.000
-saldovirði73.500 -saldovirði73.500
Tap43.500 Tap53.500
     
Tapið er minni enn saldoin, sum
ikki kann avskrivast (50.000) og
kann tí ikki dragast frá.
 

Tapið er hægri enn saldoin, sum ikki
kann avskrivast (53.500-50.000)=3.500

At draga frá: 30.375/76.500 x 3.500 = 1.390

   
Skaði
§ 9, stk. 1 Tá rakstrargagn hevur verið fyri skaða, og tí verður tikið úr rakstri, kann tað ikki verða avskrivað tað árið. Verður endurgjald fingið fyri tað umframt møguligur sølupeningur, og er hetta minni enn saldovirðið, kann partur av tapinum verða drigin frá í skattskyldugu inntøkuni tað árið, skaðin hendi. Sama mannagongd, sum í § 8, stk. 2 verður her nýtt. Er umvent endurgjald og møguligur sølupeningur størri, skal partur av hesum muni verða lagdur afturat skattskyldugu inntøkuni, roknað út eftir reglunum í § 8, stk. 1.

Dømi:
Rakstrargagnið verður tikið úr rakstri, tí tað er skatt.

 VinnaEginnýtsla 
Keyp í ár 1100.000  
Avskriving ár 1, 30%30.00015.00015.000
 70.000  
Avskriving ár 2, 30% 
21.00010.50010.500
Saldo ultimo49.00025.50025.500
  Tilsamans 51.000


Ár 3 verður maskinan tikin úr rakstri orsaka av skaða. Endurgjaldið verður 1) 40.000 ella 2) 60.000

ad 1)  ad 2) 
Saldo primo49.000 Saldo primo49.000
- endurgjald40.000  - endurgjald60.000
Tap9.000 Vinningur 11.000
     

Til frádrátt:

25.500/51.000 x 9.000 = 4.500

§ 9, stk. 1, 2. og 3. pkt. 

 

Til skattingar:

25.500/51.000 x 11.000 = 5.500

§ 9, stk. 1, 4.pkt.

 

Umvælingarútreiðslur
Í § 9, stk. 2 er tann serliga regla galdandi, at um umvælingaútreiðslurnar fyri eitt skatt rakstrargagn eru størri enn endurgjaldið, kann hesin munur verða drigin frá skattskyldugu inntøkuni, um skaðin hendi meðan rakstragagnið var í vinnuligari nýtslu. Var rakstrargagnið í aðrari nýtslu, verður frádráttur als ikki loyvdur.
Er endurgjaldið størri enn umvælingarútreiðslurnar, skal munurin – svarandi til lutfallið millum skattligar avskrivingar og samanlagdar avskrivingar gjørdar í árunum frammanundan - roknast upp í skattskyldugu inntøkuna.

N.3. AVSKRIVINGARLÓGIN KAP. 3

Skip til vinnuliga nýtslu
Avskriving av skipum verður gjørd eftir somu reglum, sum eru galdandi fyri rakstragøgn, sum verða nýtt vinnuliga burturav (1. kap.) við teimum undantøkum, sum umrødd verða í 3. kap., og verður útveganarpeningurin fyri øll skip, rikin vinnuliga, og sum hoyra til virki skattgjaldarans, løgd saman til eina
felags avskrivingarbæra saldo og avskrivaði undir einum (§ 11).
Ráðsavgerð 4/4 - 1990: Partsreiðari eigur partar í fleiri skipum. Tað árið, hann selur part í einum skipi við halli, dregur hann hetta hall frá. Ráðið sýtir hesum og broytir sjálvuppgávuna, so hallið verður mótroknað í samlaða saldovirðinum av hinum skipunum.
Dómur nr. 3004/1984 tekur eisini undir við tí sjónarmiði, at skattgjaldari, sum er partsreiðari í fleiri skipum, skal leggja partarnar saman til eina felags avskrivingarbæra saldo.

Útróðrarbátar
Toll- og skattaráð Føroya samtykti 15. februar 2002 við gildi frá 1. januar 2003, at í teimum førum, tá ið skattgjaldari avreiðir fisk, sum er veiddur við opnum útróðrarbáti, og henda vinnan ikki er høvuðsvinna skattgjaldarans, verður sum vegleiðandi regla ásett, at tá ið árliga bruttosølan er omanfyri 150.000 kr., skal báturin verða viðgjørdur sum fult vinnuligur sambært avskrivingarlógini. Er árliga bruttosølan 150.000 kr. ella lægri, verður báturin ikki viðgjørdur sum fult vinnuligur.
Hetta er tó bert ein vegleiðandi regla, og tí skal tað í teimum førum, har árliga bruttosølan er lægri enn kr. 150.000, gerast ein nærri kanning av, um báturin, hóast hetta, er fult vinnuligur.
Um talan er um bát, sum ikki er fult vinnuliga rikin, men gevur vinning, tá allar útreiðslur herundir rentuútreiðslur eru frádrignar, so verður loyvt at avskriva niður á 0.
Lsk. nr. 35/89. Skattgjaldari kært um, at skattavaldið ikki hevur givið honum loyvi til at avskriva í aðrari inntøku, av tí at bátur hansara tað árið ikki varð mettur sum vinnuliga nýttur. Skattavaldið fekk viðhald.
Fleiri aðrar avgerðir styðja hesa: 40/1981, 43/1981, 78/1981, 11/1994, 5/10 1999 og aðrar; men í avgerð nr. 65/1981 fær ráðið ikki viðhald, tí báturin bæði fyri og eftir, tað árið, ið kært verður um, er rikin vinnuliga. Í avgerð frá 21. juni 1999 gevur Landsskattanevndin kæraranum viðhald í, at báturin er rikin fult vinnuliga, sjálvt um veiðan er undir 90.000 kr. Dentur verður her lagdur á, at raksturin er lagdur soleiðis til rættis, at endamálið er at fáa ein rentablan rakstur.
Dómur (566/1986). Her sigur rætturin, at.."under hensyn til indtægten af båden i 1978 -1980 for bådens karakter og sagsøgerens erhvervsmæssige forhold, findes der at måtte gives sagsøgte medhold i, at båden ikki er drevet erhvervsmæssigt i disse år, hvorved bemærkes, at der intet er til hinder for, at en båd kan være drevet erhvervsmæssigt i et år og ikki-erhvervsmæssigt et andet år". Í 1978 -1980 var bruttosølan frá veiðuni ávikavist 21.748, 33.509 og 20.236, og kærarin hevði annað arbeiði allan dagin.

Maskinur v.m
Somu avskrivingarreglur sum fyri skip galda eisini fyri maskinur, innbúgv og tílík rakstragøgn, sum verða nýtt vinnuliga umborð á skipinum. Skipið verður avskrivað sum ein eind, tað merkir, at saldovirðið fevnir bæði um skrokkin og allar maskinur og innrættingar. Ein treyt fyri at hesi rakstragøgn eru við í saldovirðinum fyri skipið, og at tey kunnu avskrivast saman við tí, er, at tey virka sum ein neyðugur partur av skipinum, sum tænir teimum krøvum, ið sett verða til vinnulig skip til eina og hvørja tíð (§ 11, stk. 2.)
Slík krøv kunnu broytast við tíðini. Sum dømi kann nevnast, at í dag er vanligt, at skip eru innrættað við fleiri hentleikum til manningina enn fyri bert fáum árum síðani. Nógvir av hesum hentleikum eru óneyðugir fyri at skipið sum so kann virka sum skip, men neyðugir um skipið skal kunna kappast við onnur, um at fáa fisk, frakt ella um "bestu" manningina v.m. Eitt nú má uppvaskimaskina, vaskimaskinur til manningina, sjónvarp/video, nýmótans radiotól á hvørjum manningarrúmi v.m. metast sum "neyðugur partur av skipinum og roknast við í saldovirðið fyri skipið og avskrivast saman við tí. Loksins galda reglurnar í 3. kap. eisini fyri veiðiloyvi, fevnd av lógini um vinnuligan fiskiskap, sum verður nýtt vinnuliga, sbr. § 11, stk. 3.

Tilgongd til skipavirðið ella rakstur
Allar útreiðslur til umvæling og umsiting av skipinum/bátinum verða útreiðsluførdar beinleiðis, meðan íløgur verða lagdar afturat skipsvirðinum og útreiðsluførdar sum avskriving av virðinum. Um skipið við umvælingini verður sett í betri stand, enn tað var við útveganina, ella tá tað bleiv partur av virkseminum, verður útreiðslan partur av saldovirðinum.
Tá eitt av teimum rakstrargøgnum, sum er partur av skipsvirðinum, verður útskift, er loyvt at útreiðsluføra hetta beinleiðis sum rakstrarútreiðslur um so er, at slík útskifting ikki kann sigast at ávirka skipsvirðið (saldovirðið).
Um útskiftingin hevur verið so umfatandi, at hon hevur ávirkað skipsvirðið (saldovirðið), skal kostnaðurin av úskiftingini t.v.s. bæði kostnaðurin av tí nýggja lutinum og kostnaðurin fyri ísetingina/ innleggingina av honum leggjast afturat saldovirðinum á skipinum. Hetta er sum oftast galdandi, tá høvuðsmotorar, ljósmotorar, spøl o.s.fr. verða skift út.

Býtið av útreiðslum millum tilgongd til skipavirðið (saldovirðið) og rakstrarkostnað kann útgreinast soleiðis:
a. Vanlig útskifting vegna slit og brek kann útreiðsluførast beinleiðis sum rakstrarútreiðslur, um tað nýggja tólið er av sama ella líknandi slag sum tað útskiftað.
b. Útskifting av størri kostnaðarmiklum tólum, so sum høvuðsmotori, ljósmotori, navigatións-/elektroniskari útgerð, frystiútgerð, bjargingarbátum
o.t. skal í síni heild leggjast afturat skipavirðinum, tí hesir lutir sum oftast ávirka skipavirðið.
c. Útskifting av einum tóli við eitt annað størri og betri skal í síni heild leggjast afturat skipsvirðinum.
d. Miðvís útskifting av einstøkum minni tólum, sum hevur til endamál at endurnýggja skipið/bátin yvir eitt ávíst áramál, skal í síni heild leggjast afturat skipsvirðinum.
e. Keyp av tólum, sum ikki higartil hava verið nýtt umborð, konstruktiónsbroytingar, umbyggingar og útskiftingar í samband við hesar, skulu altíð leggjast afturat skipsvirðinum í síni heild.
f. Hevur skipið/báturin verið fyri óhappi, skal tann upphæddin, ið er neyðug fyri at fáa skipið aftur í sama stand, útreiðsluførast sum rakstarkostnaður.
Tryggingarendurgjald skal inntøkuførast. Eru útreiðslurnar størri enn tryggingarendurgjaldið, kann munurin bert útreiðsluførast sum rakstrarkostnaður, um talan í síni heild er um vanliga umsiting, sum hevur sum endamál at halda skipið í sama standi. Annars skal munurin leggjast afturat skipavirðinum. Er tryggingarendurgjaldið størri enn útreiðslurnar til umvælingina, skal munurin dragast frá virðinum (saldovirðinum).( § 4, stk. 3).
g. Ein útskifting nýtist ikki at verða útreiðsluførd sum rakstrarkostnaður. Hon kann altíð leggjast afturat skipsvirðinum.
h. Um skipið/báturin nýliga hevur fingið nýggjan eigara, skal øll útskifting í síni heild leggjast afturat skipsvirðinum.
i. Um ein útskifting verður løgd afturat skipsvirðinum, kann § 4 nýtast, um tær har ásettu treytir annars verða loknar.

Fiskireiðsskapur
Fiskireiðsskapur, sum vanliga er samansettur av fleiri eindum, sum kosta minni enn 20.000 kr. stykki, verður roknaður sum vanlig rakstrarútreiðsla.
Sjálvt partur av fiskireiðskapinum, sum fer upp um 20.000 kr. verður í flestu førum mettur sum vanlig rakstrarútreiðsla, tí livitíðin kann vera rættuliga stutt.

Nótir til kraftblokkabátar
Nótir til kraftblokkabátar, hevur líkningarráðið avgjørt, skulu avskrivast yvir 3 ár, og hvør nót fyri seg. Gongur nótin til grundar, áðrenn hon er avskrivað, kann restsaldoin dragast frá í rakstrinum, tað árið, hon forferst.

Virkið í gongd og skipið liðugt
Treytin fyri at avskriva er, at tað snýr seg um eitt liðugt skip, og at skipið verður latið til eitt virki, sum er í gongd. Er virkið í gongd frammanundan, og eitt nú eitt fiskiskip verður latið virkinum liðugt tann 10. december 20x1, men ikki fer til fiskiskap fyrr enn í januar 20x2, kann tað roknast við í avskrivingarbæra saldovirðið í 20x1 og avskrivast sambært avskrivingarlógini.
Er fiskiskipið harafturímóti útvegað í 20x1, og einki virksemi er frammanundan, og skipið ikki fer í vinnu fyrr enn í 20x2, so verður vinnan ikki mett at vera byrjað fyrr enn í 20x2. Avskrivast kann tí ikki fyrr enn í 20x2.
Lsk. nr. 7/1983. Sýtir avskrivingar í 1981 við tí grundgeving, at báturin ikki er komin í vinnu fyrr enn í 1982.

Føroya Rættur ( 927/1981). Skattgjaldari kærir um, at líkningarmyndugleikin ikki loyvir frádrátt fyri rakstrarútreiðslur og avskrivingar av útróðrarbáti, sum er keyptur við tí fyri eyga at reka útróður, men av umstøðum, sum skattgjaldarin ikki forútsá, tá hann keypti bátin, kom hann ongantíð í gongd, men seldi bátin seinni fyri væl minni enn útveganarvirðið til annan persón. Rætturin gevur rætt til avskrivingar, og grundgevingin er, at... "ifølge § 11, stk. 1, i afskrivningsloven foretages skattemæssige afskrivning under et for samtlige fartøjer der hører til en skattepligtigs virksomhed og udelukkende benyttes erhvervsmæssigt. Formålet med de dispositioner, der danner grundlag for....... afskrivning efter § 11, stk. 1 i afskrivningsloven skal således være at erhverve, sikre og vedligeholde den pågældende skatteborgers indkomst. Derimod stiller loven ikki som betingelse, at disse formål rent faktisk opnås...... må lægges til grund, at sagsøgte har købt det omhandlede fartøj udelukkende i den hensigt at bruge det som fiskefartøj, at han på grund af omstændigheder, som han ikke forudså ved købet, blev ude af stand til at realisere dette formål,....".

Landsrætturin (313/1982) staðfestir dómin, og sigur, at tulkingin í landsskattanevndini og undirrættinum av § 11, stk. 1,..."ikke er sprogligt udelukket og giver efter det foreliggende ikki anledning til betænkeligheder" og
"Således som sagen foreligger for landsretten, findes der herefter ikke at være tilstrækkeligt sikre holdepunkter for den af ........ligningsrådet hævdede modsatte fortolkning af de pågældende bestemmelser".
Báturin varð keyptur at nýta sum útróðrabátur (udelukkende erhvervsmæssigt), men endamálið varð ikki nátt, tí skipasýnið góðkendi ikki bátin.
Hann kannaði møguleikarnar at fáa uppfylt krøvini frá skipasýninum, men kundi ikki útvega fígging. Seldi so bátin. Hetta vóru nokk "omstændigheder, som han ikke forudså ved købet", og tí ikki megnaði at fáa bátin í vinnu.

Søla av skipinum
Selur skattgjaldari einasta skipið, hann hevur havt, kann spurningurin verða, um virkið er hildið uppat, og møguligur vinningur ella tap skal skattast, ella talan er um negativa saldo í virki, sum er í gongd.
Um ein skipaeigari selur sítt einasta skip, og beint eftir keypir eitt nýtt, má hann metast at halda fram við sínum virksemi, og søluprísurin fyri gamla skipið frágongur í saldovirðinum, og keypsprísurin fyri nýggja skipið verður lagdur afturat.

Endurgjald frá trygging
Avgerð 19.10.1998 – 98S01-0039 er um skatt av vinningi og endurgjald frá Sjóvatryggingini, sbr. § 16 í avskrivingarlógini.
Avgerð 21.06.1999 – 98S01-0003 er um tryggingarendurgjald sum bleiv útgoldið í samband við, at ein bátur sakk.

Forskotsavskriving
Um sáttmáli er gjørdur um bygging ella umbygging av deksfari, kann forskotsavskriving verða gjørd av avrádda byggikostnaðinum, tó fyrstu fer fyri tað inntøkuárið, sáttmálin var gjørdur, og so komandi árini til avhending fer fram. Forskotsavskrivingin kann tilsamans ongantíð verða meir enn 45% av avtalaða byggikostnaðinum, men í tíðarskeiðinum, til skipið verður avhendað, kann henda leggjast eftir vild, tó ongantíð meira enn 15% um árið. Í hesum tíðarskeiði ávirkar forskotsavskrivingin ikki saldovirðið á møguligum øðrum skipum hjá virkinum (§ 13, stk. 1-4).
Avgerð 17.05.1999 – 98S01-0059 vísir á, at vanligar rakstraravskrivingar eiga at gerast fyrst og síðani koma forskotsavskrivingar.

Hvør kann forskotsavskriva
Tað kunnu allir skattaborgarar persónligir eins og juridiskir, sum hava gjørt eina bindandi avtalu við "skipasmiðju" um bygging ella umbygging av deksfari til vinnuliga nýtslu burturav. Snýr tað seg um partsreiðarí, so skal hvør partsreiðari við partsreiðaríavtaluni hava bundið seg beinleiðis yvir fyri skipasmiðjuni. Í nógvum byggisátmálum verður tikið tað fyrivarni, at bygt verður bert, um fígging fæst. Hetta hevur tó ongan týdning fyri, um avtalan er bindandi ella ikki.
Forskotsavskrivingin kann í mesta lagi vera ájøvn við innskotnan eginpening útyvir vinning av rakstri av egnum skipum ( § 16b, stk. 1, nr. 2).
Lsk. nr. 4/1985 gevur skattgjaldara viðhald í, at "innskot" ikki skal lesast sum "inngjald", so forskotsavskrivast kann, sjálvt um eginpeningurin ikki er inngoldin, men ein skal hava bundið seg til at gera innskot.
Lsk. nr. 48/1978. Her er nevndin samd við líkningarráðnum í tess tulking av § 16b, stk. 1, nr. 2, at tann møguligi parturin av rakstrarvinningi, ið er eftir, aftaná at vanlig saldoavskriving er gjørd, og møguligt hall frá øðrum skipum skattgjaldarans er drigið frá, kann verða nýttur til forskotsavskriving útum innskotnan eginpening.( Kærarin vil nýta aðra mannagongd).

Dømi:

Í ár 1 verður sáttmáli gjørdur um bygging av einum skipi fyri 5.000.000 kr.

    
Forskotsavskriving ár 1hægst 15%  750.000 kr.
Forskotsavskriving ár 2hægst 15% (§13)
750.000 kr.
Forskotsavskriving ár 3
hægst 15%
 750.000 kr.

  
Í ár 4 verður skipið avhendað frá skipasmiðjuni og kostar tá 5.250.000 kr.

   
Saldo onnur skip ár 4 6.500.000 kr.
Nýtt skip 5.250.000 kr.
- forskotavskrivingar 2.250.000 kr.
  9.500.000 kr.
Avskriving 30 % 2.850.000 kr.
Saldo ultimo ár 4(§ 14)6.650.000 kr.
   

 
Um skipið nú ikki var avhendað frá skipasmiðjuni fyrr enn ár 5, so kundi í hesum dømi ikki verið forskotavskrivað í ár 4, tí ultimo ár 4 vóru 45% avskrivað, sum er hægst loyvda avskriving uppá byggisáttmálan. Um ískoytissáttmáli var gjørdur ár 4 uppá eyka 250.000 kr., so kundu upp til 15% av honum verið avskrivaður í hesum ári.
Um innskotni eginpeningurin var 10% av 5.000.000, so hevði avmarkingin í § 16b, stk. 1, nr. 2 gjørt, at hægst 500.000 kr. kundu verið forskotsavskrivaðar
umfrant møguligur vinningur av rakstri av egnum skipum.
Um sáttmálin hevði verið sagdur úr gildi ár 4, so skuldu gjørdar forskotsavskrivingar verið roknaðar upp í skattskyldugu inntøkuna hetta árið (§ 15).

§ 16, søla av sáttmálarættindum
Ár 1 verður sáttmáli gjørdur um bygging av skipi til 5.000.000

  
Forskotsavskriving ár 1, 15%750.000 kr.
Forskotsavskriving ár 2, 15%750.000 kr.
 1.500.000 kr.

 

Ár 3 verða sáttmálarættindini seld fyri 1.000.000 kr.

  
Søluprísur 1.000.000 kr.
+ forskotsavskrivingar1.500.000 kr.
Til skattingar ár 3 (§ 16)2.500.000 kr.


§ 16a, stk. 1
Henda grein kann best lýsast við einum dømi:

  
A-inntøka 1/1 til 30/6100.000 kr.
Vinningur við sølu 100.000 kr.
 200.000 kr.
Umroknað til heilársinntøku: 
A-inntøka x 2200.000 kr.
Vinnigur, sum ikki skal umroknast100.000 kr.
Skattskyldug inntøka 300.000 kr.
Skatturin av 300.000 kr. (mettur)160.000 kr.
  
Skattur í tíðarskeiðinum 1/1-30/680.000 kr.
  
Avgjald 40% av ( 100.000 - 25.000)30.000 kr.
- lutfalsligi parturin av skatti:100.000/300.000 x 80.000
26.667 kr.
Avgjald at gjalda
3.333 kr.

 
Um seljarin innan 31. desember árið eftir nýtir vinningin til at gera íløgur í ognir, nevndar í 1., 2. og 3. kapitli í avskrivingarlógini, kann hann fáa avgjaldið
aftur við at senda umsókn til líkningarráðið (nú Toll- og Skattaráð Føroya ), sbr. § 16a, stk. 3.

§ 16b, stk. 1 avskriving av skipum
Undantak 1) Upp til 30%, av saldovirðinum, tá tað er í vinningi av skiparakstri.
Undantak 2) Upp til 15% av saldovirðinum, tó mesta lagi 15% av aðrari nettoinntøku.
Undantak 3) Avdráttir av upprunaligum lánum í skipum, sum ikki rúmast innan fyri rakstrarvinning frá egnum skipum, kunnu altíð avskrivast treytað av, at tann skattliga saldoin er minst líka stór sum restskuldin av upprunaligum lánum í skipunum.

Dømi: 
Skip verður útvegað fyri, ár 140.000.000 kr.
Lán í skipinum40.000.000 kr.
Vinningur ár 1             0 kr.
Avdrøg ár 11.000.000 kr.
Onnur nettoinntøka500.000 kr.


Frádráttur
Sambært høvuðsregluni er tað mesta, sum kann avskrivast, 40.000.000 x 30% = 12.000.000:

 

  
Undantak 1) Hægst vinningurin0 kr.
 + undantak 2) 
Tað mesta, sum kann avskrivast,er 15% av 40.000.000 = 6.000.000. 
Í hesum førinum tó hægst 15% av 500.00075.000 kr.
+ undantak 3) 
Avdrøg av upprunaligum lánum1.000.000 kr.
Samlaður loyvdur frádráttur 1.075.000 kr.

 

Lsk. nr. 48/1978. Her er nevdin samd við ráðnum í tess tulking av § 16b, stk. 1, nr. 1, at 15% av aðrari inntøku skal skiljast, sum at møguligt hall av skiparakstri skal verða drigið frá inntøkuni, og kann so verða avskrivað ájavnt við triðing av eftirverandi inntøku (nú 15%).

Veiðiloyvi
Við gildi frá 7. november 2001 var broyting gjørd í § 11 í avskrivingarlógini, sum heimilar at veiðiloyvi fevnd av lógini um vinnuligan fiskiskap og sum verða nýtt vinnuliga. kunnu viðgerast eftir kapittul 3 í avskrivingarlógini.
Tað eru bert tey veiðiloyvi, sum verða nýtt vinnuliga, sum eftir uppskotinum eru fevnd av kap. 3 í avskrivingarlógini. Hetta merkir, at um veiðiloyvi verða keypt, sum ikki eru ætlað at nýta í fiskiskapinum, og hesi verða seld við vinningi, skal hesin vinningur viðgerast eftir reglunum í skattalógini.
Øll hesi aktiv, sum eru fevnd av kap. 3 í avskrivingarlógini hava eina felags avskrivingarsaldo. Útveganarpeningurin fyri veiðiloyvi skal sostatt roknast við í avskrivingargrundarlagið fyri øll tey aktiv, sum eru fevnd av kap. 3 í avskrivingarlógini. Veiðiloyvir kunnu tí avskrivast saman við skipinum og teimum rakstrartólum, sum verða nýtt vinnuliga umborð á skipinum.
Tá veiðiloyvir verða seld, skal sølupeningurin verða drigin frá saldovirðinum, eins og tað verður gjørt, tá skip og rakstrartól verða seld. Er saldoin vorðin negativ, av tí at sølupeningurin skal dragast frá í avskrivingargrundarlagnum, skal saldoin rættast uppaftur. Viðkomandi kann tá velja at rætta upp á saldoina við at gera íløgu í onnur skip, veiðiloyvir ella við at gera íløgur í rakstrargøgn, sum verða nýtt vinnuliga burturav, ella við at gera íløgu í bygningar, sum verða nýttir til handverk og ídnað, heríroknað neyðug skrivstovuog goymsluhølir. Um hetta ikki verður gjørt, skal negativa saldoin rættast uppaftur við at inntøkuføra upphæddina í seinasta lagi næsta inntøkuár eftir søluna. Víst verður til § 12 í avskrivingarlógini. Soleiðis verða bæði afturvunnar avskrivingar og vinningur skattað við sølu.
Í kunngerð frá ráðnum frá 4. desember 1978 eru ásettar reglur í 4 punktum fyri skattligum avskrivingum hjá eigarum av skips- og bátspørtum.
Ráðnum skal verða latið avrit av eigarasáttmála, ella har ongin er, av skjali, undirskrivað av øllum eigarum. Av hesum skal framganga a) navn og bústaður eigaranna, b) hvussu stóran part, hvør eigur og stendur til svars fyri, og d) hvør ella hvørji hava rætt til at gera bindandi avtalur fyri allar eigararnar.
Hesi skjøl skulu verða gjørd og undirskrivað í seinasta lagi 31. desember og send ráðnum í seinasta lagi 20. januar árið eftir.
Hvør broyting, sum verður gjørd í sáttmálanum og/ella eigaraviðurskiftunum, eisini flyting millum hjúnafelagar, skal skrivliga verða boðað ráðnum frá í seinasta lagi 14 dagar aftaná, at hon er gjørd. Hvør eigari skal leggja við síni sjálvuppgávu eintak av roknskapinum. Afturat hesum verður kravt, at roknskapir, har avskrivingar av skipi ella parti í skipi verða gjørdar, lúka niðanfyri standandi krøv:
at rakstrarroknskapur fyri skip ella part í skipi skal gerast serstakt. Inntøkur og/ella útreiðslur frá øðrum virksemi skulu ikki takast við í henda roknskap,
at restskuldin av upprunaligum lánum í skipi ella skipspørtum við rakstrarársins enda skal vísast í fíggjarstøðuni, og lángevari skal tilskilast, og
at avdráttir av upprunaligum lánum í skipi ella skipspørtum, ið eru falnir til gjaldingar í inntøkuárinum skulu tilskilast serstakt í roknskapinum.

Rakstrarvinningur
Rakstrarvinningur av skipi er nettovinningur, aftaná at rakstrarútreiðslur, herundir allar lønir, eisini reiðaraløn og hýrur eftir galdandi sáttmálum, eru farnar av, men áðrenn avskrivingar eru gjørdar. ( § 16b, stk. 2)
Lsk. nr. 34/1981. Tveir eigarar av útróðrabáti kæra um broyting í avskrivingunum, tí teir siga, at høvdu teir ikki tikið sær sjálvum hýru, so kundu teir
avskrivað meira. Ráðið tulkar § 16b, stk. 2 soleiðis, at hýra eftir galdandi sáttmála (mynstrað ella ikki) eigur at verða roknað av øllum, ið eru við, uttan
mun til eigaraviðurskiftini. Hesari tulking er landsskattanevndin samd við ráðnum í.

Ognir uttanlands
Persónar, sum hava avskrivað uppá ognir, sum teir eiga uttanlands, og hvørs fulla skattskylda í Føroyum heldur uppat, skulu gjalda 40% í avgjaldi av hesum avskrivingum tað árið, fulla skattskyldan í Føroyum heldur uppat (§ 16c).
Sambært ráðsavgerð frá 1990 umfatar henda lógargrein eisini forskotsavskrivingar.

 

N. 4. AVSKRIVINGARLÓGIN, KAP. 4.

Bygningar v.m.
Grundreglurnar fyri bygningsavskrivingum finnast í §§ 17, 17a, 19, 20 og 22.
Sambært § 17 kunnu skattligar avskrivingar verða gjørdar:

Litra a) av bygningum, sum bert verða nýttir til handverk og ídnað, herí roknað neyðug skrivstovu- og goymsluhølir.
Litra b) av gistingarhúsum burturav, ella útleigubygningum við minst 10 íbúðum, her íroknað neyðug skrivstovu- og goymsluhølir.
Avgerð 26.06.2000 – 99S01-0085 noktað verður avskriving av einum húsið, har bert ein íbúð er í.
Litra c) av øðrum bygningum, herundir skrivstovu-og goymslubygningum, har minst 75% av gólvvíddini verður nýtt vinnuliga, her íroknað neyðug
goymsluhøli.
Eftir § 17a kann skattlig avskriving verða gjørd eftir reglunum í § 20, stk. 1 fyri alibrúk (grótkast v.m.) til vinnuliga nýtslu burturav, sum ikki koma undir reglurnar í 1.kap. í avskrivingarlógini Hesar eru tó treytaðar av loyvi frá ráðnum.
§ 19 ásetir, at fyri útreiðslur til umbyggingar ella umbøtur kann skattlig avskriving verða gjørd eftir avskrivingarstigunum fyri tann bygning, sum tær viðvíkja, smbr. §§ 20 og 21.
Sambært § 20, stk. 1, kunnu teir bygningar, sum eru nevndir í § 17, stk. 1, litra A og B avskrivast upp til 7% av útveganarvirðinum tey fyrstu 10 árini, og síðani upp til 2% av útveganarvirðinum um árið. Talan er um bygningar, sum bert verða nýttir til handverk og ídnað, her íroknað neyðug skrivstovu- og goymsluhøli, umframt bygningar, sum verða nýttir sum gistingarhús burturav, og bygningar til útleiging við minst 10 íbúðum, her íroknað neyðug skrivstovu- og goymsluhøli.
Sambært § 20, stk. 2 kunnu teir bygningar, sum eru nevndir í § 17, stk. 1, litra C, avskrivast upp til 4% av útveganarvirðinum tey 10 fyrstu árini, og síðani upp til 1% av útveganarvirðinum um árið. Talan er her um aðrir bygningar, herundir skrivstovu- og goymslubygningar, har minst 75 % av gólvvíddini verða nýtt vinnuliga, her íroknað neyðug goymsluhøli.
Um bygningurin bæði kemur undir litra C og litra A ella litra B kann skattlig avskriving verða gjørd í mun til nýtslustigið av gólvvíddinin í bygninginum, sbr. § 20, stk. 4.
Avskrivingarnar skulu gerast serskilt fyri hvønn bygning sær, sbr. § 22. Lsk. nr. 17/1989 og 18/1989 sýta fyri at geva loyvi til avskriving eftir § 17, stk. 1, litra A av húsaogn, har kjallarahæddin er bakarí og stovuhæddin privat íbúð.
Avgerð 19.01.2005 – 04-02-23-15 snýr seg um avskriving av bygningi til blandaða nýtslu. Noktað verður, at avskrivast kann fyri ein part av niðastu hæddini, sum ikki er partur av leigumálinum.
Lsk. nr. 11/1985 metir ein EDV bygning sum ídnaðarbygning, sum kann avskrivast sambært § 17, stk. 1, litra A.
Lsk. nr. 17/1991 gevur busseigara loyvi til at avskriva uppá garagu til bussarnar sambært § 17, stk. 1, litra B.

Dømi:

Ár 1 verður handilsbygningur keyptur fyri 5.500.000 kr., herav grundstykki 500.00 kr.
Avskriving ár 14% av 5.000.000 = 200.000
Avskriving ár 24% av 5.000.000 =200.000
Avskriving ár 34% av 5.000.000 =200.000
Avskriving ár 40% av 5.000.000 =0
Avskriving ár 54% av 5.000.000=200.000
Avskriving ár 64% av 5.000.000 =200.000
Avskriving ár 74% av 5.000.000 =200.000
Avskriving ár 80% av 5.000.000 =0
Avskriving ár 94% av 5.000.000 =200.000
Avskriving ár 104% av 5.000.000 =200.000
Avskriving ár 111% av 5.000.000=50.000
o.s.fr.....  


Nú kann verið hildið á at avskriva við 1%, til bygningurin er fult avskrivaður.

§ 21 í avskrvingarlógini
Sambært § 21 kunnu avskrivingarnar, sum verða gjørdar innan fyri markini í § 20, leggjast eftir vild í teimum einstøku inntøkuárunum, men kunnu ikki verða gjørdar í tí inntøkuári, bygningurin verður avhendur ella niðurtikin.
Heldur ikki kann avskriving verða gjørd tey inntøkuár, har bygningurin ikki verður nýttur til tey endamál, sum heimila avskriving (§ 21, stk. 1-3).

Umbygging/ábøtur
Verða umbyggingar ella ábøtur gjørdar á ein bygning sum heimild er at avskriva uppá, skulu hesar avskrivast fyri seg. Byrjað verður tað árið, umbyggingin/ábótin er liðug, og kann so verða avskriva við ávikavist 7% ella 4% í 10 ár, og síðani við 2% ávikavist 1% til umbyggingin/ ábótin er avskrivað (§§ 19 og 22).

Ár 1 verður ein bygningur keyptur fyri 5.500.000 kr. við bæði bakarí og handli til útsølu av bakaravørum, herav grundstykki 500.000 kr. Býti: bakarí/ handil
50/50.

Bakarí litra A Handil litra C
Avskriving ár 17% av 2.500.000 Avskriving ár 11, 4% av 2.500.000
Avskriving ár 27% av 2.500.000 Avskriving ár 22, 4% av 2.500.000
Avskriving ár 33% av 2.500.000 Avskriving ár 33, 0% av 2.500.000

 

Soleiðis kann verða hildið fram við at avskriva upp til ávikavist 7% og 4% í 10 ár, síðani við ávikavist 2% og 1% til bygningurin er avskrivaður.

§ 18 í avskrivingarlógini
Dømi: Bygningur verður keyptur fyri 5.500.000 kr., herav grundstykki 500.000 kr. 80% av bygninginum verður nýttur til skrivstovu og 20% til íbúð.

Litra C bygningur

Litra C, bygningur - 80% vinna og 20% íbúð
 AvskrivingarBýttar uppá
Avskriving ár 1, 4% av 5.000.000 =200.000160.00040.000
Avskriving ár 2, 4 % av 5.000.000 =200.000160.00040.000
....   
Avskriving ár 10, 4% av 5.000.000=200.000160.00040.000
Avskr. ár 11, 1% av 5.000.000=50.00040.00010.000
    


Verður bert ein partur av bygninginum nýttur til endamál, sum heimilar avskriving eftir § 17, so kann bert verða avskrivað av tí parti av útveganarpeninginum,  sum lutfalsliga samsvarar við gólvvíddini í nevnda bygningi. Tað er bert tann vinnuligi parturin av avskrivingunum, sum kann dragast frá í rakstrarroknskapinum. Avskrivingin av íbúðini verður "drigin frá" í eginognini. Henda regla verður bert nýtt uppá litra C) bygningar.

Roknskapur
Í tí roknskapi, sum skal latast inn saman við sjálvuppgávuni verður ofta valt at býta bygningin upp í aktivunum soleiðis:

Bygningur5.000.000 kr.
- Íbúð 20% 1.000.000 kr.
Vinnuligi parturin4.000.000 kr.

 
Avskrivað verður so bert av tí vinnuliga partinum, og verða hesar avskrivingar drignar frá í rakstrarroknskapinum (160.000).

Skaði uppá bygningin § 23
Ár 1 verður ein litra A bygningur keyptur fyri 5.500.000. Herav grundstykki 500.000.

Avskriving ár 17% av 5.000.000 =350.000 kr.
Avskriving ár 27% av 5.000.000 =350.000 kr.
Avskriving ár 37% av 5.000.000 =350.000 kr.
Samlaðar avskrivingar= 1.050.000 kr.


Ár 4 verður bygningurin fyri skaða, og virðið á bygninginum aftaná skaðan verður nú mett til 3.000.000 kr. Virðið áðrenn skaðan verður mett til 6.000.000 kr.

Nýtt avskrivingargrundarlag: 3.000.000/6.000.000 x 5.000.000 = 2.500.000
Avskriving ár 47% av 2.500.000 =175.000 kr.
Avskriving ár 57% av 2.500.000 =175.000 kr.
Avskriving ár 107% av 2.500.000 =175.000 kr.
Avskriving ár 112% av 2.500.000 =50.000 kr.
o.s.fr.
  


100% kunnu avskrivast íroknað tær avskrivingar, sum eru gjørdar frammanundan skaðan. Avskrivað er frammanundan 7% x 3 = 21% og er tí 79% eftir at avskrivað av tí nýggja avskrivingargrundalagnum. Tað sum kann avskrivast tilsaman er tí 2.500.000 x 79% = kr. 1.975.000 kr. + kr. 1.050.000 = 3.025.000, og við hesum vil man kunna avskriva niðurum kr. 0. Í hesum døminum vil tað kunna avskrivast kr. 2.500.000 – kr. 3.025.000= negativt kr. 525.000.
Í hesum døminum verður ikki tikið hædd fyri spurninginum um endurgjald.

Umsókn
Útreiðslurnar til umbøtan av slíkum skaða verða viðgjørdar eftir reglunum í §§ 19 og 22, og verða tí avskrivaðar fyri seg eftir somu grein sum bygningurin.

§ 24: Bygningurin verður niðurtikin

Dømi:
Ár 1 verður handilsbygningur keyptur fyri 1.500.000, herav grundtykki 500.000 kr.

Avskriving ár 14% av 1.000.000 =40.000 kr.
Avskriving ár 24% av 1.000.000 = 40.000 kr.
Avskriving ár 3 4% av 1.000.000 =40.000 kr.
Avskriving ár 44% av 1.000.000 =40.000 kr.
Avskriving ár 54% av 1.000.000 =40.000 kr.
Avskrivað tilsamans = 200.000 kr.


Ár 6 verður bygningurin niðurtikin, og tilfarið selt fyri 100.000 kr.
At draga frá skattskyldugu inntøkuni ár 6:
1.000.000 - ( 200.000 + 100.000) = 700.000 kr.
Frádrátturin uppá 700.000 kr. ár 6 er tó treytaður av, at skattskyldugi hevur átt bygningin í minst 5 ár, og hevur nýtt hann til endamál, sum heimila skattligar avskrivingar.

§ 25: Afturvunnar avskrivingar og vinningur
Í § 25, stk. 1 verða § 17, stk. 1, litra A bygningar umrøddir. Um bygningur av slíkum slag verður seldur ella avhendaður fyri meir enn tað skattliga bókaða virðið, skal vinningur og gjørdar avskrivingar verða roknaðar uppí skattskyldugu inntøkuna, um hesi ikki verða nýtt til endurútvegan av teimum í 1 kap. tilskilaðu rakstrargøgnum ella í útveganarkostnaðinum hjá teimum í § 17, stk. 1, litra A tilskilaðu bygningum í seinasta lagi næsta inntøkuárið eftir søluárið. Møguligt tap við sølu ella avhending kann ikki verða drigið frá skattskyldugu inntøkuni. Snýr tað seg um bygningar og byggigrund, sum eru útvegað fyri 1. januar 1950, er reglan tann, at møguligur vinningur ella tap ikki verður roknað við í skattskyldugu inntøkuna, men verða bert afturvunnar avskrivingar viðgjørdar eftir reglunum í § 25, stk. 1.
Í § 25, stk. 2 verða § 17, stk. 1, litra B og C bygningar umrøddir. Vinningur og gjørdar avskrivingar av slíkum bygningum, skulu vera roknaðar uppí skattskyldugu inntøkuna í søluárinum. Eisini her er galdandi, at møguligt tap ikki kann dragast frá skattskyldugu inntøkuni, og at vinnigur av bygningum og byggigrund, sum eru útvegað fyri 1. januar 1950, ikki verður roknaður við í skattskyldugu inntøkuna, meðan afturvunnar avskrivingar verða roknaðar uppí skattskyldugu inntøkuna søluárið.
Munurin á stk. 1og stk. 2 er at vinningur og gjørdar avskrivingar av § 17, stk. 1, litra A bygningum skulu inntøkuførast í seinasta lagi næsta inntøkuár eftir søluárið. Vinningur og gjørdar avskrivingar kunnu verða nýttar til endurútvegan av teim í kap. 1 tilskilaðu rakstrargøgnum ella teim § 17, stk. 1, litra A tilskilaðu bygningunum.
Vinningur og gjørdar avskrivingar av teimum í § 17, stk. 1, litra B og C nevndu bygningum skal verða roknað uppí skattskyldugu inntøkuna í søluárinum. Vinningur og gjørdar avskrivingar kunnu ikki verða nýttar til endurútvegan av teim kap 1. tilskilaðu rakstrargøgnum ella í úttveganarkostnað av § 17, stk. 1, litra A, litra B ella litra C bygningum.

§ 25 í avskrivingarlógini
Tá tað snýr seg um § 25 í avskrivingarlógini, so eru tað serliga umrøddu viðurskiftir, sum hugsað skal verður um:
a) at søluvinningur verður roknaður av bæði bygningi og grundstykki, og at bygningur skal standa á grundini ella hava staðið á henni, og bygningurin skal kunna avskrivast sambært § 17, stk. 1, litra A, B og C. Sjálvt um ongantíð er avskrivað uppá bygningin, verður vinningur av avhending av bygningi og grundstykki roknaður við í skattskyldugu inntøkuna,
b) um bygningur og byggigrund eru útvegað fyri ella eftir 1. januar 1950,
c) at útveganarpeningurin fyri bygningar og byggigrund skal prístalsviðgerast fram til ásetta prístal undan søludegnum sambært teimum prístalsásetingum, ið galdandi hava verið síðan 1. januar 1950 (stk. 3),
d) at tryggingar og endurgjaldspeningur fáa somu viðgerð sum søluupphæddin fyri avvarðandi ognarlut (stk. 4), og
e) at talan kann verða um afturvunnar avskrivingar og/ella søluvinning (kapitalvinning).

Dømi:

Bygningur keyptur 1. januar 1970500.000 kr.
Grundstykki keypt fyri100.000 kr.
Gjørdar avskrivingar400.000 kr.
Skattliga bókað virði100.000 kr.
  
Bygningurin er seldur 1. januar 1988 fyri 4.000.000 kr. 
1) afturvunnar avskrivingar: 
Søluprísur4.000.000 kr.
- bókað virði-100.000 kr.
Vinningur3.900.000 kr.
  
Her tó hægst gjørdar avskrivingar við í inntøkuna =400.000 kr.
2) Kapitalvinningur 
Prístalsviðgerð av keypsprísi: 600.000 x 8,9326/2,0749 =2.583.045 kr.
 
Søluprísur
4.000.000 kr.
- javnaður søluprísur
2.583.045 kr.
Kapitalvinningur1.416.955 kr.
  
Afturvunnar avskrivingar
400.000 kr.
+ Kapitalvinningur1.416.955 kr.
Skattskyldug inntøka1.816.955 kr.


Um tað er ein § 17, stk. 1, litra A bygningur, verður skattskylduga inntøkan viðgjørd eftir § 25, stk. 1, og er tað ein § 17, stk. 1, litra B ella C bygningur verður hon viðgjørd eftir § 25, stk. 2.
Toll og Skattaráð Føroya kunngerð á hvørjum ári prístalið, sum søluprísurin skal javnast við.
Avgerð 29.10.2003 – 03-02-21-4 viðgerð negativa saldo í samband við samanlegging av tveimum feløgum.
Avgerð 28.06.2001 – 20S02-0014 viðgerð afturvunnar avskrivingar av einum tungum bygningi.
Avgerð 07.12.1999 – 98S02-0007 er um at ognir í samband við umskipan eiga at latast fyri handilsvirði
Avgerð 11.12.2000 – 99S01-0024 er um prístalsviðgerð av bygningi og vinning við sølu.
Avgerð 27.09.2001 – 01S02-0017 er um eftirgeving av skuld í gistingarhúsi, og verður partur av eftirgevingini mettur sum skattskyldug inntøka
Lsk. nr. 13/1991 avgerð at kapitalvinningur við sølu av pylsuvogni er skattskyldugur.
Í § 26 verður tryggingar- ella endurgjaldspeningur viðgjørdur. Tann skattskyldugi kann biða um undantøku fyri, at vinningurin verður roknaður uppí inntøkuna. Hetta er tó treytað av, at allur peningurin verður nýttur til endurbygging ella endurútvegan av skadda ognarlutinum, og at vinningurin verður nýttur til forskotsavskrivan av útreiðslunum til endurbygging ella endurútvegan (§ 26, stk. 1).
Endurbygging ella endurútvegan skal fara fram í sama inntøkuári, sum vinningur var ella 5 næstkomandi árini, annars skal vinningurin leggjast afturat skattskyldugu inntøkuni tað árið, hann varð vunnin í (§ 26, stk. 3).

Toll- og Skattaráð Føroya
Um heilt serligar umstøður tala fyri tí, kann Toll og Skattaráð Føroya eftir umsókn leingja umrøddu freist (§ 26, stk. 4).
Verður allur peningurin ikki nýttur til endurbygging ella endurútvegan, skal restin takast við í skattskyldugu inntøkuna (§ 26, stk. 5).
§ 26, stk. 7

Dømi:

Virði av endurútvegaða bygninginum2.000.000 kr.
- endurgjald, forskotsavskrivað1.500.000 kr.
Avskrivingarbæra virðið500.000 kr.

 
Avskrivast kann nú av 500.000 kr. eftir reglunum í § 20.

§ 27, grund og byggibúgving
Útreiðslur til útvegan av byggigrund, byggibúgving av sjálvari grundini og økinum uttanum, kunnu ikki verða roknaðar upp í útveganarpeningin - ella útreiðslur til ábøtur v.m. - av avskrivingarbæra bygninginum.
Ein ráðsavgerð frá 4/4-1990 gevur einum partafelag rætt til avskrivingar av hegni rundan um handils- og verkstaðsbygning við heimild í § 17, stk. 1, litra A. Partafelagið upplýsir, at hegnið verður sett upp fyri at halda óviðkomandi burtur.
Lsk. nr. 88/1982. Nevndin gevur her Ráðnum viðhald í, at útreiðslur til planering av økinum uttan um húsini skulu verða bókaðar á ognarkontoina, og kunnu ikki avskrivast, sjálvt um økið í hesum førinum varð nýtt vinnuliga (at seta bátar á).

Prístalsviðgerð av bygningum og byggigrundum
Í § 25, stk. 3 í avskrivingarlógini stendur:
"Útveganarvirðið fyri teir í stk. 1 og 2 nevndu bygningar og byggigrundir skal pristalsviðgerast fram til seinasta ásetta prístal undan søludegnum sambært tær prístalsásetingar, ið galdandi hava verið síðani 1. januar 1950." Sbr. eisini rundskriv nr. 10 frá Ráðnum frá 7. desember 1992 við seinni broyting av talvu
Fyri at lætta um hesar umrokningar hevur ráðið gjørt talvu, har prístalið pr. 1. januar 1950 er sett til 1,0000. Prístølini eru umroknað til eitt faldingartal fyri hvønn ársfjórðing til og við 1. januar 1991.
Dømi 1: Bygningurin er útvegaður í januar 1950 fyri 50.000 kr. og verður seldur 1. juni 1983. Umroknaða útveganarvirðið verður sostatt 50.000 kr. faldað við faldingartalinum tann 1. apríl 1983, sum er 7,5768 = 378.840 kr.
Dømi 2: Bygningurin er útvegaður í november 1964 fyri 100.000 kr. og verður seldur í juli 1986. Umroknaða útveganarvirðið verður sostatt 100.000 kr. býtt við faldingartalinum tann 1. oktober 1964, sum er 1,6180 faldað við faldingartalinum tann 1. juli 1986, sum er 8,5880 = 530.779 kr. Sí talvurnar við prístalinum.
Rundskriv nr. 10 frá 7/12 1992 viðvíkjandi prístalsviðgerð av bygningum sambært § 25 í avskrivingarlógini:
Av § 25, stk. 3 í avskrivingarlógini framgongur, at útveganarpeningurin fyri teir í stk. 1 og 2 nevndu bygningar og byggigrundir skal prístalsviðgerast fram til seinasta ásetta prístalið undan søludegnum sambært teimum prístalsásetingum, ið hava verið galdandi síðani 1. januar 1950.


/Talvan er viðløgd sum skjal 1.

Skjal. 1.
Talva har prístalið 1/1 1950 er sett til 1,0000
Ársfjórðing
Ár 1. januar 1. apríl 1. juli 1. oktober
2015 17,6360 17,4131
2014 17,7400 17,7103 17,7103 17,7251
2013 18,0371 18,0223 17,9183 17,8291
2012 17,7400 17,9183 17,9777 18,0223
2011 17,2794 17,5171 17,5914 17,5914
2010 17,0863 17,1160 17,2200 17,2645
2009 17,4577 17,2497 17,1457 17,1457
2008 16,6851 17,2497 17,2943 17,6805
2007 15.8234 15.9719 16.2097 16.3731
2006 15.6154 15.5262 15.7788 15.8531
2005 15.3479 15.3925 15.4371 15.6154
2004 15.0739 15.0870 15.1796 15.2275
2003 15.0072 15.1409 15.1558 15.0747
2002 14.7457 14.8022 14.9298 14.9626
2001 14.9284 14.8606 14.9349 14.8606
2000 13.8647 14.0765 14.2273 14.6108
1999 13.2839 13.5474 13.7892 13.8830
1998 12.7118 12.8399 12.9983 13.2689
1997 12.2972 12.2821 12.3575 12.7043
1996 11.8976 11.9504 12.0710 12.3801
1995 11.5960 11.7393 11.8976 11.9051
1994 11.1813 11.2341 11.4377 11.7015
1993 10.4574 11.1512 11.3095 11.2793
1992 10.6007 10.4876 10.5178 10.5857
1991 10.2313 10.2313 10.3293 10.6987
1990 9.8392 9.9146 10.0051 10.2011
1989 9.1456 9.3492 9.6055 9.9070
1988 8.8277 8.8202 8.9176 9.2135
1987 8.4757 8.5805 8.6404 8.9326
1986 8.8652 8.7004 8.5880 8.5281
1985 8.5056 8.5955 8.7378 8.8277
1984 7.9476 8.2022 8.3970 8.4569
1983 7.5393 7.5768 7.6217 7.8914
1982 6.8240 6.9551 7.1461 7.3820
1981 6.0075 6.1723 6.4831 6.7603
1980 5.1685 5.3558 5.7116 5.8951
1979 4.4232 4.5506 4.7154 5.0112
1978 4.1760 4.2322 4.3258 4.3895
1977 3.9026 3.9401 4.0300 4.1199
1976 3.6554 3.7603 3.8652 3.8614
1975 3.5243 3.5543 3.5693 3.6142
N. Skattligar avskrivingar
209
1974 3.0000 3.1948 3.3633 3.4494
1973 2.6592 2.7528 2.8127 2.9213
1972 2.4607 2.4944 2.5581 2.6292
1971 2.2210 2.2734 2.3408 2.4270
1970 2.0824 2.1498 2.2022 2.2022
1969 1.9213 2.0075 2.0375 2.0749
1968 1.8427 1.8577 1.9064 1.9213
1967 1.7603 1.7903 1.8052 1.8352
1966 1.7191 1.7378 1.7528 1.7678
1965 1.6217 1.6367 1.6854 1.7191
1964 1.5880 1.5955 1.6067 1.6180
1963 1.4981 1.5393 1.5730 1.5618
1962 1.4307 1.4457 1.4906 1.5019
1961 1.3708 1.3820 1.4045 1.4382
1960 1.3633 1.3670 1.3783 1.3858
1959 1.3333 1.3446 1.3558 1.3895
1958 1.2734 1.2884 1.2959 1.3296
1957 1.2210 1.2659 1.2622 1.2734
1956 1.1985 1.2097 1.2135 1.2135
1955 1.1536 1.1648 1.1760 1.1948
1954 1.1086 1.1236 1.1348 1.1348
1953 1.1311 1.1311 1.1236 1.1124
1952 1.1610 1.1498 1.1348 1.1273
1951 1.0524 1.0637 1.1011 1.1648
1950 1.0000 1.0000 1.0000 1.0225

Skjal 2.
Prístøl
Ár 1. januar 1. apríl 1. juli 1. oktober
2015 4705 4646
2014 4733 4725 4725 4729
2013 4812 4808 4781 4757
2012 4733 4781 4796 4808
2011 4610 4674 4693 4693
2010 4559 4567 4594 4606
2009 4658 4602 4574 4574
2008 4452 4515 4614 4717
2007 4222 4262 4325 4369
2006 4166 4142 4210 4230
2005 4095 4107 4119 4166
2004 4021 4025 4050 4063
2003 4004 4039 4043 4022
2002 3934 3949 3983 3992
N. Skattligar avskrivingar
210
2001 3983 3965 3985 3965
2000 3699 3756 3796 3898
1999 3548 3618 3682 3704
1998 3392 3426 3468 3544
1997 3281 3277 3297 3390
1996 3175 3189 3221 3304
1995 3095 3133 3175 3177
1994 2984 2998 3052 3123
1993 2790 2976 3018 3010
1992 2829 2799 2807 2825
1991 2730 2730 2756 2855
1990 2625 2645 2669 2722
1989 2357 2495 2563 2643
1988 2357 2355 2381 2459
1987 2262 2291 2307 2385
1986 2367 2323 2293 2276
1985 2270 2295 2333 2357
1984 2121 2190 2242 2258
1983 2013 2023 2035 2107
1982 1821 1857 1908 1970
1981 1603 1647 1730 1804
1980 1379 1429 1524 1574
1979 1180 1215 1258 1338
1978 1115 1130 1155 1172
1977 1041 1052 1075 1099
1976 975 1004 1032 1031
1975 941 949 953 965
1974 801 853 893 921
1973 710 735 751 780
1972 657 666 683 702
1971 593 607 625 648
1970 556 574 588 588
1969 513 536 544 544
1968 492 496 509 513
1967 470 478 482 490
1966 459 464 468 472
1965 433 437 450 459
1964 424 426 429 432
1963 400 411 420 417
1962 382 386 398 401
1961 366 369 375 384
1960 365 365 368 370
1959 356 359 362 371
1958 340 344 346 355
1957 326 338 337 340
1956 320 323 324 324
1955 308 311 314 319
N. Skattligar avskrivingar
211
1954 296 300 303 303
1953 302 302 300 297
1952 310 307 303 301
1951 281 284 294 311
1950 267 267 267 273
1949 269 265 262 265
1948 259 263 267 269
1947 244 250 254 257
1946 250 252 248 242
1945 256 283 269 3) 255
1944 256 262 256 257
1943 250 269 260 260
1942 187 213 2)
1941 160
1940 122 128 147
1939 100 116 1)
1) ikki ásett 1/10, men 20/12: 116
2) 12/12: 234
3) ikki ásett 1/7, men 15/5: 276 og 10/6: 269