Við løgtingslóg um vernd av persónupplýsingum hevur tú niðanfyristandandi rættindi í sambandi við vakmyndir hjá TAKS.
Vilt tú brúka rættindi tíni, set teg í samband við kundatænastu okkara. Ring 35 26 00, maila til taks@taks.fo ella send bræv til TAKS, Smyrilsvegur 20, Postboks 2151, 110 Tórshavn. Tú kanst eisini koma inn á gólvið. Avgreiðslutíðin er mánadag til hósdag millum 10 og 15.
Gev gætur, at rættindi tíni eru ikki treytaleys og valdast altíð ítøkiliga málið.
Rættindi til innlit
Tú hevur sum útgangsstøði rætt til innlit í viðgerð hjá TAKS av persónsupplýsingum um teg. Tað merkir, at tú hevur rætt til at fáa staðfest, um persónsupplýsingar um teg verða viðgjørdar, og tú hevur eisini rætt til at fáa innlit í onnur viðurskifti kring upplýsingarnar, til dømis hvussu leingi tær verða varðveittar, og hvønn tær verða víðarigivnar til.
Rættindi til rætting
Tú hevur rætt til at fáa eina og hvørja skeiva upplýsing um teg rættaða.
Rættindi til striking
Í serligum førum, eitt nú um persónsupplýsingar um teg ikki eru viðkomandi hjá okkum longur, hevur tú rætt til at fáa tær strikaðar, áðrenn tær eiga at verða strikaðar eftir vanligum reglum.
Rættindi til kunning
TAKS hevur skyldu til at geva tær kunning, tá ið stovnurin viðger persónsupplýsingar um teg. Tú hevur til dømis rætt til at fáa upplýst endamál og lógarheimild fyri viðgerðini. Er órímiliga torført hjá TAKS at halda hesa skyldu yvir fyri hvørjum einstøkum persóni, skal kunningin gevast á annan alment atkomiligan hátt, eitt nú á skeltum og heimasíðu.
Viðhvørt geldur kunningarskyldan ikki. Tú kennir kanska longu upplýsingarnar, ella áhugamál tíni at fáa kunning um tær mugu víkja fyri øðrum privatum ella almennum áhugamálum.
Rættindi til mótmæli
Tú hevur rætt til at mótmæla eini annars lógligari viðgerð av persónsupplýsingum tínum, um tú hevur eina serliga orsøk til tað.
Rættindi til avmarkaða viðgerð
Tú hevur stundum rætt til at fáa viðgerðina av persónsupplýsingum tínum avmarkaða. Tá kann TAKS einans viðgera tær upplýsingar, sum avmarkingin rakar, um stovnurin til dømis hevur eitt samtykki frá tær, ella um ein annar persónur skal verjast. Varðveitslan av upplýsingunum kann tó ikki avmarkast.