Skriva út

Gomul starvslýsing hjá TAKS. Umsóknarfreistin er farin. Til ber ikki at søkja starvið.

 

06. november 2013

Spennandi starv sum leiðari í tollinum

Hevur tú góðar royndir innan leiðslu? Ert tú framskygdur og sær týdningin av at leggja langtíðar og stuttskygd mál? Dugir tú væl við fólkum? Dugir tú væl at lurta, men samstundis eisini at skera ígjøgnum? So er starvið sum leiðari á Tolldeildini júst nakað fyri teg.

Eftir 34 ár sum leiðari gevst verandi leiðarin, og tí leita vit eftir einum dugnaligum leiðara at taka yvir og lyfta deildina víðari.

Flestu starvsfólkini í tollinum hava drúgvar starvsroyndir, og eru fakliga sterk. Sum leiðari skalt tú finna tað besta fram í starvsfólkunum og stuðla teimum í teirra styrkjum og víðari menning.
Starvsfólkahópurin eru tollarar, málsviðgerar og atstøðingar, og eru øll ikki fysiskt á einum stað.
Tú vísir beinleiðis til stjóran.

Missjónin hjá TAKS
TAKS tryggjar tí almenna skatta- og avgjaldsinntøkur, umsitur gjøld og veitingar og fyribyrgir ólógligum inn- og útflutningi sambært galdandi lógum.

Sum leiðari fyri Tolldeildina hevur tú ábyrgdina av at tryggja lógligan inn- og útflutning til og úr Føroyum.

Ábyrgdin og arbeiðsbyrðan er fjølbroytt, men til tíðir eisini tung.

Tínar uppgávur vera m.a. at:
•  Leggja arbeiðið á tollinum til rættis
•  Betra arbeiðshættir
•  Starvsfólkaleiðsla
•  Umboðan av TAKS og tollinum í altjóða toll høpi
•  Styrkja og menna Tolldeildina og TAKS sum heild
•  Luttaka í ovastu leiðsluni á TAKS

Viðkomandi fakligir førleikar:
•  Leiðsluútbúgving og leiðsluroyndir
•  Miðallanga útbúgving
•  Duga at samskifta á føroyskum, norðurlendskum og enskum

Tú mást duga at hava fleiri bóltar í luftini í senn og megna at arbeiða undir trýsti. Harumframt skalt tú vera tænastusinnaður, ágrýtin og ábyrgdarfullur.
Tað er ein fyrimunur, um tú hevur breiðan kunnleika til føroysk samfelagsviðurskifti og løgfrøði, umframt royndir/áhuga í almennari fyrisiting og tolli.

Starvið verður lønt við 36. lønarflokk í sáttmálanum ml. Tænastumannafelagið og FMR, umframt 15% í eftirløn, uttan tó at vera eitt tænastumannastarv. Setanarøkið er TAKS, men umfatar eisini Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí.

Ynskir tú at vita meira um starvið, kanst tú venda tær til Eyðun Mørkøre, stjóra, á telefon 352600 ella skriva til eym@taks.fo

Send umsókn, avrit av prógvum, ummælum og CV til TAKS í seinasta lagi 22. november 2013.
TAKS, T-postur: taks@taks.fo
Viðmerk: Umsókn leiðari til Tolldeildina.
 
Visjónin hjá TAKS
TAKS skal vera besti almenni stovnur í Føroyum. Sum leiðari fyri Tolldeildina hevur tú ein leiklut í, at TAKS røkkur visjónini.