Skriva út

Gomul starvslýsing hjá TAKS. Umsóknarfreistin er farin. Til ber ikki at søkja starvið.

 

24. januar 2014

Skrivstovuavloysari til HR- og samskiftisdeildina

HR- og samskiftisdeildin á TAKS søkir eftir einum barsilsavloysara at byrja fulla tíð 1. mars 2014 og til 1. februar 2015 við møguligari leingjan.

HR- og samskiftisdeildin á TAKS tekur sær í høvuðsheitum av starvsfólkaviðurskiftum (HR) og samskifti. Uppgávurnar hjá deildini er at veita sparring og vegleiðing innan HR og samskifti, at framleiða og røkta samskifti og samskiftistilfar, umsiting og røkt innan HR og starvsfólkaviðurskifti, átøk innan HR og samskifti og processleiðsla og samskipan.

Tínar uppgávur vera m.a. at:
• Røkja heimasíðu og intranet
• Skriva og rættlesa tekstir
• Gera vegleiðingar
• Skrivari hjá stjóranum, leiðslubólkinum og samstarvsráðnum
• Samskifti við uttanhýsis veitarar ísbv skipanir og lýsingar
• Praktisk viðurskifti í samband við starvssetanir, skeið, fundir v.m.
• Samskipa tiltøk
• Og aðrar fyrifallandi uppgávur

Tað er sera umráðandi, at tú dugir væl at skriva føroyskt og at rættlesa tekstir. Tað er eisini týdningarmikið, at tú arbeiðir skipað og dugir væl at samskipa. Harumframt skalt tú hava hug og hegni at seta teg inn í nýggjar skipanir og at brúka word og excel.

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur AÚ, bachelor ella líknandi – í minsta lagi skrivstovuútbúgving. Eisini er gott um tú hevur royndir innan almenna umsiting.

Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Setanarøkið er TAKS á Argjum.

Ynskir tú at vita meira um starvið, kanst tú venda tær til Helenu D. Højgaard, HR- og samskiftisleiðara á telefon 35 26 00 ella skriva til hdh@taks.fo

Send umsókn, avrit av prógvum, ummælum og CV til TAKS, taks@taks.fo í seinasta lagi 7. februar 2014. Merkt: skrivstovuavloysari til HR- og Samskiftisdeildina.