Skriva út

Gomul starvslýsing hjá TAKS. Umsóknarfreistin er farin. Til ber ikki at søkja starvið.

(Heinta upprunalýsing í pdf)

26. juni 2014

Málmenning á TAKS

Fært tú ilt í eyguni av stavivillum? Bankar títt hjarta fyri føroyskum?
So er tað kanska tær, vit hava tørv á!

Vit vilja fegin hækka málsliga støðið á TAKS og ynskja okkum ein góðan og livandi málpolitikk. Tí sóknast vit nú eftir einum málfrøðingi í føroyskum, sum eisini veit, hvat gott samskifti er.

Nýggi málpolitikkurin
Okkara málpolitikkur skal tæna tveimum endamálum, virka fyri, at málburðurin á TAKS er í tráð við føroyska málið og stuðla undir, at samskiftið hjá TAKS er so gott og greitt sum gjørligt. 
Arbeiðið við nýggja málpolitikkinum snýr seg bæði um at gera yvirskipaðu ásetingarnar um málburðin á TAKS og at seta í verk tiltøk, sum tryggja, at politikkurin verður nýttur.

Uppgávurnar
Sum málfrøðingur fært tú m.a. hesar uppgávur: 
• Orða nýggjan málpolitikk fyri TAKS
• Endurskoða standard brøv og skabilónir í kt-skipanunum hjá TAKS
• Frálæru og vegleiðing í at skriva brøv 
• Innanhýsis undirvísing í føroyskum 
• Til tíðir taka lut í øðrum arbeiði á HR- og Samskiftisdeildini

Í fyrstu atløgu er talan um verkætlan og starvssetan upp á eitt ár. Arbeiðið skal gerast í samráð við m.a. samskiftisdeildina, og tú verður eisini partur av hesi deildini. Arbeiðið er tó í stóran mun sjálvstøðugt, og tú fært høvuðsábyrgdina av verkætlanini bæði í mun til innihald og verksetan. Tí mást tú í umsóknini vísa á, at tú megnar at leggja til rættis og stýra tílíkari verkætlan.

Førleikar
Vit ímynda okkum at: 
• tú hevur hóskandi ella viðkomandi útbúgving á bachelorstøði ella samsvarandi 
• tú í tíni útbúgving ella starvsleið hevur lagt serligan dent á føroyskt mál og gjarna eisini samskifti 
• tú ert serkøn/ur í føroyskum og hevur førleikar at læra frá tær
• tú hevur royndir at undirvísa, gjarna vaksnum fólki
• tú hevur holla fatan og vitan um ymisk sløg av samskifti, men serliga skriftligt samskifti 
• tú hevur ávísar royndir at luttaka í ella stýra verkætlanum
• royndir innan almenna umsiting eru viðkomandi, men ikki eitt krav
• tú mást vera semjusøkjandi og praktisk/ur í tíni tilgongd til fólk og samskifti, men mást eisini megna at verja egin sjónarmið

Løn og setanartreytir 
Starvið er lønt sambært avvarðandi fakfelag, tó samsvarandi lønarrammuni fyri bachelorar í Akademikarafelagnum ella sum serfrøðingur II eftir sáttmálanum hjá Starvsmannafelagnum. 
Starvsstaðið er TAKS á Argjum, men fevnir eisini um Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí.
Starvsbyrjanin er ætlandi oktober, men annað kann avtalast.
Vilt tú vita meir um starvið, kanst tú venda tær til Helenu D. Højgaard, leiðara fyri HR- og samskifti á telefon 792740 ella telduposti hdh@taks.fo 
Umsóknarfreistin er 7. august. Umsókn, prógv o.a. skal sendast taks@taks.fo, merkt: Umsókn málfrøðingur