Skriva út

Gomul starvslýsing hjá TAKS. Umsóknarfreistin er farin. Til ber ikki at søkja starvið.

 

27. november 2014

Tíðaravmarkað starv í Barsilsskipanini

Barsilsskipanin sóknast eftir einum málsviðgera til eitt tíðaravmarkað fulltíðarstarv frá 1. januar 2015 til 31. august 2015.

Uppgávurnar í starvinum eru m.a. at svara fyrispurningum, at skráseta, viðgera umsóknir um barsilspening, hava eftirlit við upplýsingum í sambandi við umsóknir, og eftirlit av útgjøldum í innanhýsis bókhaldsskipanini. Harumframt kann talan verða um annað fyrifallandi skrivstovuarbeiði.

Førleika krøv Tann, ið søkir, skal hava skrivstovuútbúgving ella royndir innan bókhald. Starvið er tíðaravmarkað, og tí eru royndir, sum málsviðgeri innan almenna fyrisiting ein fyrimunur.

Tískil mugu telduførleikarnir eisini vera so mikið góðir, at ein lutfalsliga skjótt megnar at arbeiða við teimum kt-skipanunum, sum verða nýttar í arbeiðinum, t.d. skrásetingarskipan, ymsar fakskipanir og bókhaldsskipan. Fyri at eydnast í starvinum er týdningarmikið at hava áhuga í at samskifta væl við viðskiftafólk. Somuleiðis má ein duga at raðfesta arbeiðið, arbeiða sjálvstøðugt og hava góðan røkiskap.

Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og viðkomandi yrkisfelag.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Mai-Britt Vinther, deildarleiðara á Barsilsskipanini, á telefon 352760 ella á telduposti mv@taks.fo.

Send umsókn, avrit av prógvum og lívsrensli til Barsilsskipanina á barsil@taks.fo í seinasta lagi 12. desember 2014. Merkt: Umsókn Barsilsskipan.