Skriva út

Gomul starvslýsing hjá TAKS. Umsóknarfreistin er farin. Til ber ikki at søkja starvið.

 

06. mars 2015

Bókhaldari til TAKS

Vit søkja eftir einum dugnaligum bókhaldara til skattabókhaldið hjá TAKS í Saltangará.

Uppgávurnar eru at skráseta, gjalda út, debitorrøkt, innaneftirlit umframt aðrar bókhaldsuppgávur.

Umsøkjarar til starvið skulu hava útbúgving innan roknskap og bókhald. Ítøkiligar royndir at arbeiða við bókhaldi og roknskapi eru eitt krav.

Kunnleiki til bókhald innan tað almenna er ein fyrimunur.

Fyri at røkja starvið er umráðandi at duga at arbeiða sjálvstøðugt. Harumframt eru nærlagni, arbeiðssemi og ábyrgdarkensla eginleikar, ið eru viðkomandi fyri at røkja starvið.

Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og viðkomandi yrkisfelag.

Starvið er parttíðarstarv (83%), sum verður sett skjótast gjørligt. Setanarøkið er TAKS í Saltangará, men umfatar Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Rannvá Nielsen, leiðara í skattabókhaldinum, á telefon 35 26 00 ella á telduposti rn@taks.fo.

Umsókn, prógv, viðmæli og lívsrensl skulu sendast í telduposti til taks@taks.fo í seinasta lagi 20. mars 2015 kl. 12. Telduposturin skal frámerkjast: Umsókn bókhald.