Skriva út

Gomul starvslýsing hjá TAKS. Umsóknarfreistin er farin. Til ber ikki at søkja starvið.

 

13. apríl 2015

Tvey starvsfólk til virkiseftirlitið hjá TAKS

TAKS økir nú um eftirlitið við fyritøkum og hevur tørv á tveimum fólkum við førleikum og royndum at gera serliga samansett virkiseftirlit.

Dámar tær at lesa roknskap og tøl? Hevur tú royndir at greina fyritøkur við atliti at skattligum viðurskiftum, grannskoðan og transfer pricing?

So er tað kanska júst tær, vit leita eftir.

Í starvinum verður tú týðandi partur av toymi, sum burturav fer at arbeiða við avbjóðandi og torskildum virkiseftirliti, men møguleikar eru eisini at arbeiða við øðrum eftirlitsuppgávum.

Førleikakrøv
Tú hevur viðkomandi útbúgving, t.d. cand.merc.aud., cand.merc.jur ella samsvarandi. Best er at hava ítøkiligar royndir at gera virkiseftirlit og at kanna serliga samansett viðurskifti. Tað er eisini fyrimunur at hava kunnleika um almenna fyrisiting.

Tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt, megnar at taka avgerðir og at grundgeva fyri teimum út frá lógarteksti, og tú dugir væl at orða teg skrivliga á føroyskum.

Nærlagni, tolsemi, arbeiðssemi, ágrýtni og ábyrgdarkensla teljast eisini ímillum eginleikar tínar.

Løn og setanartreytir
Talan er um fulltíðarstarv, sum verður sett skjótast gjørligt. Starvið er lønt eftir sáttmála hjá viðkomandi fakfelag.

Starvsstaðið er TAKS í Saltangará ella í Tórshavn. Setanarøkið fevnir eisini um Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí.

Meiri kunning
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Poulu á Líðarenda, deildarleiðara, á 352680 og á pl@taks.fo.

Umsókn og umsóknarfreist
Send umsókn tína við lívrensli og avritum av prógvum o.ø. við telduposti til taks@taks.fo og merk umsóknina: Starvsumsókn, virkiseftirlit.
Freistin at søkja er 4. mai 2015 kl. 15.00.