Skriva út

Gomul starvslýsing hjá TAKS. Umsóknarfreistin er farin. Til ber ikki at søkja starvið.

 

22. mai 2015

TAKS sóknast eftir einum løgfrøðingi

Arbeiðið á TAKS er grundað á lóg og løgfrøði, og nú er starv tøkt til ein løgfrøðing á lógardeildini hjá TAKS.

Fakligu avbjóðingarnar til løgfrøðingarnar á TAKS eru nógvar og ymiskar, og møguleikarnir fyri menning innan eitt løgfrøðiliga samansett øki eru góðir.

Uppgávurnar hjá løgfrøðingunum eru m.a.:

  • at ráðgeva og stuðla málsviðgerunum hjá TAKS í løgfrøðiligum spurningum og eftirlitsarbeiði,
  • at luttaka í lógarfyrireikandi arbeiði,
  • at gera ummælir í kæru- og dómsmálum,
  • at leggja til rættis kunngerðir, rundskriv og vegleiðandi ásetingar á skatta- og avgjaldsøkinum.

Løgfrøðingarnir leggja í stóran mun arbeiði sítt til rættis sjálvir, men eru eisini partar av ymiskum toymum saman við øðrum løgfrøðingum og fakfólki á TAKS.

Á lógardeildini starvast fimm fólk, harav trý eru løgfrøðingar. Bygnaðurin fyri lógardeildina er undir endurskoðan, og tí má umsøkjarin tola møguligar broytingar.

Umsøkjarar til starvið skulu hava útbúgving sum løgfrøðingur (cand.jur.). Umsøkjarar, sum vænta at verða lidnir í summar, eru eisini vælkomnir at søkja.

Tann, ið søkir, skal:

  • hava góð evni at samstarva,
  • hava hug og hegni at samskifta við og vegleiða nógv ymisk fólk,
  • vera fyrikomandi,
  • vera íðin og arbeiða við nærlagni.

Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya.

Setanarøkið er TAKS, men fevnir eisini um Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí.

Starvið verður sett 1. august 2015 ella skjótast til ber eftir hetta.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Jákup Eyðfinn Kjærbo, leiðara á lógardeildini, á telefon 35 26 00 ella á jek@taks.fo.

Send umsókn við lívrensli og avritum av viðkomandi skjølum til starv@taks.fo í seinasta lagi 11. juni 2015 kl. 12.00. Merk umsóknina ”Løgfrøðingur”.