Skriva út

Gomul starvslýsing hjá TAKS. Umsóknarfreistin er farin. Til ber ikki at søkja starvið.

 

29. juni 2015

Kundarøktari til TAKS

Hevur tú tænastulyndi og hug at sparra við kundar okkara, so ert tú kanska næsti kundarøktarin hjá TAKS.

Uppgávur
Høvuðsuppgáva tín verður at vegleiða og hjálpa viðskiftafólkum við nógvum ymiskum viðurskiftum. Til tess krevst góð fatan av ábyrgdarøkinum hjá TAKS, og tú mást tí hava rætta forvitnið til at ogna tær hesa vitan.

Tú fert eisini at skanna og skráseta dagliga postin, eins og tú fært ábyrgdina av skjalasavninum og fert at røkja skrivstovuparkina, so at neyðugir skrivstovulutir altíð eru tøkir.

Talan er um sera fjølbroytt starv, og tú skalt bæði trívast við rutinuuppgávum og við meira samansettum uppgávum sum at samskifta við tøkniligar veitarar og við stovnar, sum TAKS samstarvar við.

Førleikar
Tú hevur miðnámsútbúgving ella viðkomandi arbeiðsroyndir og ávísan kunnleika um tøkni. Tú hevur eisini koyrikort. Tú dugir annars væl at samskifta, hevur sjálvstøðugt arbeiðslag og vísir nærlagni, arbeiðssemi og ábyrgd.

Avgerandi er tó, at tú hevur hug og hegni at tosa við fólk, bæði undir fýra eygum og í telefon. Tú hevur yvirhøvur eitt tænastulyndi og kanst altíð veita eina góða tænastu.

Setanarviðurskifti
Starvið er lønt í lønarflokki 2 sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. Talan er um fulltíðarstarv, sum verður sett skjótast gjørligt. Setanarøkið er TAKS á Skálatrøð í Havn, men fevnir eisini um Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí.

Hug at søkja?
Send okkum tína umsókn við avritum av prógvum, ummælum og lívrensli við teldubrævi til starv@taks.fo. Umsóknarfreistin er 12. juli 2015.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Dianu Gilstón, leiðari á kundatænastuni, á telefon 35 26 00 ella á dg@taks.fo.