Skriva út

Gomul starvslýsing hjá TAKS. Umsóknarfreistin er farin. Til ber ikki at søkja starvið.

 

04. september 2015

Trý tollstøv hjá TAKS

Í tollinum hjá TAKS eru trý størv leys at søkja. Tvey hálvtíðarstørv sum eftirlitsfólk í posttollinum á Óðinshædd og eitt ¾-starv sum málsviðgeri í Tollbúðini.

Eftirlitsfólk í posttollinum
Sum eftirlitsfólk í posttollinum hevur tú eftirlit við postpakkum, sum koma til landið. Tú fyribyrgir eitt nú ólógligum innflutningi og kannar, um innihaldið í pakkunum samsvarar við innihaldslýsingar og fakturar.

Talan er um hálvtíðarstarv, og arbeitt verður í skiftandi vaktum fyrrapart og seinnapart. Lønin er eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið í lønarflokki 3 ella 4, alt eftir starvsroyndum og førleikum. Starvsstaðurin er fyribils á Óðinshædd í Havn.

Málsviðgeri í Tollbúðini
Sum málsviðgeri í Tollbúðini avgreiðir tú innflutningsskjøl og vegleiðir viðskiftafólk í toll- og avgjaldsspurningum. Nakað av eftirlitsarbeiði er eisini.

Talan er um ¾-starv, og lønin er eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið í lønarflokki 3, 4 ella 5, alt eftir starvsroyndum og førleikum. Starvsstaðurin er fyribils í Tollbúðini í Havn. 

Førleikakrøv
Tú hevur helst miðnámsútbúgving ella yrkisútbúgving. Gott, um tú hevur royndir við eftirlitsarbeiði og almennari umsiting, men hetta er ikki ein treyt. Tú arbeiðir skipað og miðvíst. Tú ert álítandi og vísir nærlagni og tænastusinni. Tú hevur áhuga fyri tollviðurskiftum og vilt førleikamenna teg á økinum, t.d. innan lógir, reglur og mannagongdir.

Hug at søkja?
Send okkum eina umsókn við avritum av prógvum, ummælum og lívrensli til starv@taks.fo í seinasta lagi mánadagin, 21. september 2015 klokkan 15. Evnið í teldubrævinum skal vera antin “Eftirlitsfólk í posttollinum” ella “Málsviðgeri í Tollbúðini,” alt eftir, hvat starv, tú søkir.

Meiri kunning
Tú fært meira at vita um størvini við at venda tær til Jens Christian Olsen, tollleiðara, á jco@taks.fo ella á 35 26 00. Størvini verða sett skjótast gjørligt.