Skriva út

Gomul starvslýsing hjá TAKS. Umsóknarfreistin er farin. Til ber ikki at søkja starvið.

 

11. januar 2016

HR- og samskiftisfólk til TAKS

Vit søkja eftir einum dugnaligum og framsøknum starvsfólki til HR- og samskiftisdeild okkara.

Uppgávur
Á deildini loysa vit øll sløg av HR- og samskiftisuppgávum. Vit veita innanhýsis vegleiðing um HR og samskifti, framleiða og røkta samskiftið hjá stovninum, umsita starvsfólkamál og samskipa ymisk átøk. Vit eru eisini fastur partur av menningarvirkseminum á stovninum. Uppgávurnar eru býttar millum tey fýra fólkini á deildini, men dagliga arbeiðið er merkt av tøttum samstarvi og sparring.

Nakrar av uppgávunum eru at:
• samskipa samskiftisátøk við veitarar og onnur tiltøk,
• røkja og menna online-miðlar,
• skriva tekstir til lýsingar, tíðindaskriv og vegleiðingar,
• umsita starvsfólkamál,
• umsita sáttmálar hjá lærlingum og at samskipa lærutíð teirra,
• luttaka í og leiða verkætlanir,
• avgreiða ávísar skrivarauppgávur fyri stjóra og leiðslubólk.

Førleikar og royndir
Tú hevur viðkomandi útbúgving á akademi- ella bachelorstigi, og tú hevur hollar førleikar í føroyskum máli, bæði til at skriva egnar tekstir og til at rættlesa fyri onnur.

Tað er fyrimunur at hava starvsroyndir innan samskifti og/ella HR. Fyrimunur er eisini at hava royndir innan almenna umsiting, serliga starvsfólkaumsiting.

HR- og samskiftisdeildin veitir tænastur til restina av stovninum, og tú mást tí hava tænastusinni og kunna arbeiða skjótt og stundum við skiftandi uppgávum.

Vit á TAKS arbeiða fyri, at TAKS skal vera Føroya besti almenni stovur, og tí krevst virkisfýsni, ábyrgdarkensla og fakligur áhugi í arbeiðinum. Samstundis er vilji til áhaldandi førleikamenning umráðandi fyri at trívast í starvinum.

Lønar- og setanarviðurskifti
Starvið verður lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Setanarøkið er TAKS á Argjum, men fevnir eisini um Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí.

Starvið verður sett skjótast gjørligt.

Hug at søkja?
Send okkum eina umsókn við avritum av prógvum, ummælum og lívrensli við teldubrævi til starv@taks.fo.
Frámerk umsóknina: Starvsumsókn, HR- og samskiftisfólk.

Freistin at søkja er 25. januar 2016.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Helenu D. Højgaard, leiðara á HR- og
samskiftisdeildini, á telefon 35 26 00 ella á hdh@taks.fo.