Skriva út

Gomul starvslýsing hjá TAKS. Umsóknarfreistin er farin. Til ber ikki at søkja starvið.

 

11. januar 2016

Málfrøðingur til TAKS

Eftir væleydnaða verkætlan við málmenning á TAKS í undanfarna ári, hava vit avgjørt at halda áfram og at skipa økið í fasta legu. Tískil lýsa vit nú við einum føstum starvi til málfrøðing í føroyskum.

Uppgávur
Fremsta uppgávan hjá málfrøðinginum er at røkja og menna málsligu førleikarnar hjá starvsfólkunum á TAKS, soleiðis at samskiftið er gott og greitt. Nýggjur málpolitikkur fyri TAKS er orðaður, og ein partur av arbeiðinum er at virka fyri, at politikkurin verður nýttur. Málfrøðingurin er partur av HR- og samskiftisdeildini á TAKS og skal tí eisini røkja samskiftisuppgávur í hesum sambandi.

Aðrar uppgávur eru m.a.:
• endurskoðan av brøvum og skabilónum í kt-skipanunum hjá TAKS,
• frálæra og vegleiðing í brævaskriving,
• innanhýsis undirvísing í føroyskum,
• skriva og rættlesa tekstir til ymsar miðlar.

Førleikar og royndir
Størsti dentur verður lagdur á hollar førleikar í føroyskum máli, men royndir við ymiskum samskiftisarbeiði, serliga skrivligum, hava eisini týdning.

Vit vænta tískil, at tú hevur:
• viðkomandi útbúgving á minst bachelorstigi ella samsvarandi,
• eina starvsleið, har serligur dentur hevur verið lagdur á føroyskt mál og gjarna eisini samskifti,
• royndir í ella førleikar til frálæru í føroyskum.

Tað er somuleiðis fyrimunur at hava royndir at arbeiða við løgfrøðiligum tekstum og at miðla teir á lættan hátt á eitt nú heimasíðu og í brøvum, eins og tað er viðkomandi at hava royndir innan almenna fyrisiting, men ikki eitt krav.

Vit leggja dent á, at okkara málfrøðingur er semjusøkjandi og praktiskur í síni tilgongd til bæði fólk og samskifti, samstundis sum hann/hon má megna at verja egin sjónarmið.

Lønar- og setanarviðurskifti
Starvið verður lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Setanarøkið er TAKS á Argjum, men fevnir eisini um Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí.

Starvið verður sett skjótast gjørligt.

Hug at søkja?
Send okkum eina umsókn við avritum av prógvum, ummælum og lívrensli við teldubrævi til starv@taks.fo.
Frámerk umsóknina: Starvsumsókn, málfrøðingur.

Freistin at søkja er 25. januar 2016.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Helenu D. Højgaard, leiðara á HR- og samskiftisdeildini, á telefon 35 26 00 ella á hdh@taks.fo.