Gomul starvslýsing hjá TAKS. Umsóknarfreistin er farin. Til ber ikki at søkja starvið.
Fyribilsstarv sum vaskifólk á Tvøroyri
Søkt verður eftir einum vaskifólki til skrivstovuna hjá TAKS á Tvøroyri í tíðarskeiðinum frá 1. august 2016 til 31. august 2017.
Talan er um tímalønt starv, 2 tímar um dagin.
Vit vænta, at
• tú ert álítandi og ábyrgdarfullur persónur
• tú ert fyrikomandi og íðin
• tú ert likamliga væl fyri
• tú dugir at skipa arbeiðið og kanst arbeiða sjálvstøðugt
Setanarøkið er TAKS á Tvøroyri. Tann, ið settur verður, má kunna tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og viðkomandi yrkisfelag.
Hug at søkja?
Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Mai-Britt Vinther, deildarleiðara, á telefon 352760 ella á mv@taks.fo.
Send umsókn til Mai-Britt á mv@taks.fo, merkt: Umsókn, vaskifólk.
Umsóknarfreistin er 22. juli 2016 kl. 15.00.