Skriva út

Gomul starvslýsing hjá TAKS. Umsóknarfreistin er farin. Til ber ikki at søkja starvið.

 

14. juli 2016

Skipstollari og narkohundaførari til TAKS – tvey tollarastørv leys at søkja

Vilt tú vera við til at fyribyrgja narko og øðrum ólógligum vørum í Føroyum? Dugir tú við fólki í stressaðum støðum? Hevur tú ans fyri detaljum? So hevur tú møguleikan at gerast partur av tolltoyminum hjá TAKS sum skipstollari ella narkohundaførari.

At vera tollari er eitt arbeiði heilt fyri seg. Á markinum til tað ókenda hittir tú fólk í týðandi løtum og mást handla beinanvegin. Í tøttum samstarvi við restina av tolltoyminum hevur tú hvønn arbeiðsdag ábyrgd av eftirlitinum við vørum og ferðandi úr útheimi og ert á tann hátt við til at steðga ólógligum innflutningi til Føroya.

Um tú søkir starvið sum skipstollari
Tú skalt duga væl við fólki, vera fyrikomandi og vísa tænastusinni. At tolla krevur nærlagni, og tí skalt tú kunna arbeiða skipað og síggja tey smáu tingini. Tað er avgerandi, at tú slært kalt vatn í blóðið í intensum løtum, og at tú varðveitir yvirlitið, tá ið á leikar. Tú vísir professionella atferð í øllum lutum.

Tú verður partur av vanliga tolltoymi okkara. Tí skalt tú kunna gera aðrar tolluppgávur eisini og við tíðini læra lógarverkið á øllum tolløkinum.

Tú ert annars sálarliga og kropsliga væl fyri og megnar at vera á drúgvum vaktum og til størri eftirlit.
Tín fakliga yrkisleið higartil er ikki so avgerandi, men tað er eitt pluss, um tú hevur miðnámsútbúgving ella aðra yrkisútbúgving innan skrivstovu ella umsiting. Hevur tú royndir innan tollarbeiði, kann hetta somuleiðis vera ein fyrimunur. Tað er tað eisini, um tú hevur royndir frá almennari umsiting ella við eftirlitsarbeiði av t.d. bókhaldsskjølum. Tað er somuleiðis gott, um tú dugir væl at orða teg á føroyskum, og at tað fellur tær lætt at tosa enskt og norðurlendskt.

Tú hevur koyrikort og reina revsiváttan.

Um tú søkir starvið sum hundaførari
Hundurin er títt týdningarmesta arbeiðsamboð. Tí mást tú duga við hundinum. Tú hevur ábyrgdina av honum, venur við honum, hevur og røkir hann – eisini tá ið síðsta flogfar er farið, og síðsta skip hevur loyst. TAKS gevur tær neyðuga førleikamenning til at gerast hundaførari.

Eins og skipstollarin verður tú partur av vanliga tolltoymi okkara. Tí skalt tú kunna gera aðrar tolluppgávur eisini og við tíðini læra lógarverkið á øllum tolløkinum.

Sum hundaførari skalt tú eisini duga at arbeiða sjálvstøðugt, og einki skal hindra tær til heilsu, til dømis ovurviðkvæmi fyri hundi, hvørki hjá tær ella húsfólki tínum.

Partur av førleikamenningini til hundaførara er uttanlands, og tú mást við jøvnum millumbilum kunna vera burtur á skeið, bæði í byrjanini av starvinum og í starvstíðini.

Fyri at fáa fast starv mást tú eftir ávísa upplæringartíð fáa góðkenning sum hundaførari. Longdin á upplæringartíðini veldst um, hvussu gongst at venja hundin, men roknast kann við einum ári ella so.
Harumframt skalt tú lúka somu treytir, sum vit settu skipstollaranum viðvíkjandi persónligum og fakligum eginleikum.

Setanartreytir
Størvini eru fulltíðarstørv og verða lønt í 27.-28. lønarflokki eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Tænastumannafelag landsins, tó uttan at vera tænastumannastørv. Hundaførarin fær harumframt hundaviðbót.

Setanarøkið er TAKS, men fevnir eisini um Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí. Sum tollari arbeiðir tú um alt landið, men fyribils starvsstaðurin er Tórshavn.

Størvini verða sett sum skjótast.

Hug at søkja?
Send umsókn tína við lívrensli og avritum av prógvum o.ø. við teldubrævi til starv@taks.fo. Skriva “Hundaførari” ella “Skipstollari” sum evni í brævinum. Tú kanst søkja bæði størvini.

Seinasta umsóknarfreist er fríggjadagin, 19. august 2016, klokkan 15.

Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Jens Christian Olsen, tollleiðara, á 35 26 00 ella á jco@taks.fo.