Gomul starvslýsing hjá TAKS. Umsóknarfreistin er farin. Til ber ikki at søkja starvið.
Løgfrøðingur til TAKS
Hevur tú hug til nýggjar avbjóðingar? Við nógvum og fjølbroyttum uppgávum á einum av landsins størstu stovnum?
So skuldi tú blivið tann nýggi løgfrøðingurin hjá TAKS.
Í nýggja starvi tínum fert tú m.a. at:
• vegleiða málsviðgerar í lógarspurningum og eftirlitsarbeiði,
• gera ummælir í kærumálum, klagumálum og dómsmálum,
• leggja til rættis rundskriv og vegleiðandi ásetingar á skatta- og avgjaldsøkinum,
• luttaka á skatta- og avgjaldsfundum uttanlands,
• ráðgeva leiðsluni í lógarspurningum,
• veita serfrøðihjálp til Fíggjarmálaráðið eftir tørvi,
• vera við í lóggávuarbeiði í samstarvi við Fíggjarmálaráðið.
Sum løgfrøðingur hjá TAKS skipar tú arbeiðsdagin hjá tær rættiliga frítt, men tú verður eisini fastur samstarvspartur í toymum av løgfrøðingum og øðrum fakfólkum hjá TAKS, har tú fært góðar møguleikar fyri fakligari menning.
Á lógardeildini eru í løtuni trý fólk, harav ein er løgfrøðingur. Vit endurskoða í løtuni deildarbygnaðin, og tí mást tú kunna geva rúm fyri broytingum á deildini.
Førleikar tínir
Tú hevur kandidatprógv í løgfrøði, t.e. cand.jur. Viðkomandi starvsroyndir eru ein fyrimunur, men ikki ein treyt. Tú hevur góðar málførleikar í føroyskum, bæði í talu og skrift, og førleikar í enskum eru eisini ein fyrimunur, tó ikki ein treyt.
Tú skalt eisini:
• vera fyrikomandi,
• duga væl at samstarva,
• vísa arbeiðssemi og nærlagni,
• hava hug og hegni at samskifta og vegleiða fólkum við ymiskari fakligari bakgrund.
Løn og setanartreytir
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og løgfrøðingafelag Føroya. Setanarøkið er TAKS, men fevnir eisini um Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí. Starvsstaðurin er í løtuni TAKS á Argjum.
Starvið verður sett skjótast møguligt.
Hug at søkja?
Send eina umsókn við avritum av prógvum, lívrensli, viðmælum o.ø. til starv@taks.fo í seinasta lagi 3. oktober 2016 klokkan 12. Merk umsóknina “Løgfrøðingur”.
Tú fært meira at vita um starvið við at venda tær til Birtu Biskopstø, løgfrøðing, á 35 26 00 ella á bib@taks.fo, ella til Eyðun Mørkøre, stjóra, á 35 26 00.