Skriva út

Gomul starvslýsing hjá TAKS. Umsóknarfreistin er farin. Til ber ikki at søkja starvið.

 

21. oktober 2016

Torir tú 3,5 milliardir krónur?
– leiðari til persónsskattadeildina hjá TAKS

Vilt tú hava dagligu ábyrgdina av, at pengar koma í landskassan? Hevur tú flair fyri skatti og leiðslu? Dugir tú at motivera og stinga út í kortið? Skil fyri KT eisini? So hevur tú avgjørt møguleikan at gerast nýggi leiðarin á persónsskattadeildini hjá TAKS.

Persónsskattadeildin hjá TAKS er á mangan hátt eitt sera umráðandi arbeiðspláss. Her verður skattapeningurin hjá øllum privatborgarum roknaður, og deildin er tískil fyrsta pitstopp til tær samhaldsføstu tænastur, sum samfelag okkara bjóðar. Og hon er tín, um tú hevur rætta flogið og bestu førleikarnar.

Um starvið
Persónsskattadeildin hjá TAKS tryggjar, at allir persónar við skattskyldu í Føroyum rinda rættan skatt. Harumframt tekur deildin sær av kapitalvinningsskatti, eftirlønarskatti og FAS-skipanini.

Á deildini starvast 12 roynd og dugnalig fólk. Sum leiðari teirra hevur tú ábyrgdina at skipa tað dagliga arbeiðið, og tú ert eisini tann, sum motiverar fólkið og skapar tann rætta trivnaðin, so at avrikini á deildini støðugt standa mát og verða hvest.

Um teg
Tú hevur í minsta lagi miðallanga útbúgving í t.d. løgfrøði, búskapi, almennari umsiting ella tílíkum. Tað er eisini ein treyt, at tú hevur eina grundleggjandi fatan av føroyskum samfelags- og skattaviðurskiftum. Tað er ein fyrimunur, um tú áður hevur arbeitt við skatti, eins og tað er fyrimunur at hava royndir í almennari umsiting. Tú hevur sjálvandi eisini framhaldandi áhuga í at førleikamenna teg.

Arbeiðsbyrðan er stundum tung. Tí er gott, um tú hevur royndir við starvsfólkaleiðslu, og at tú ikki fert í svart av at arbeiða undir trýsti. Tú mást fram um alt hava dirvi at vera leiðari, eins og tú kennir týdningin av samstarvi og samskifti og hevur fokus á hesum.

Tú verður partur av leiðslubólkinum hjá TAKS. Í hesum sambandi vænta vit, at tú vísir framskygni og luttekur aktivt í arbeiðinum at menna alt TAKS.

Arbeiðið á TAKS er í stóran mun talgilt. Við Borgaraglugganum hava borgarar fingið høvi at avgreiða síni viðurskifti við okkum á netinum, og slíkar tænastur fara at verða mentar enn meira í komandi tíðum. Sum leiðari á persónsskattadeildini fært tú ein týðandi leiklut í hesi menning. Tí mást tú hava áhuga og skil fyri KT og í tí at arbeiða talgilt yvirhøvur.

Málsliga ert tú væl fyri í føroyskum, donskum og enskum.

Setanartreytir
Starvið verður lønt í 35. lønarflokki eftir sáttmálanum millum Tænastumannafelagið og Fíggjarmálaráðið, uttan tó at vera tænastumannastarv. Eftirlønin er 15%. Lýkur tú treytirnar, verður starvið lønt eftir sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og ávikavist Búskapar- og løgfrøðingafelagið ella Akademikarafelagið.

Setanarøkið er TAKS, men fevnir eisini um Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí. Starvsstaðurin er fyribils hjá TAKS í Klaksvík.

Tú vísir til leiðaran fyri samlaðu skattadeildini, Poulu á Líðarenda.

Torir tú?
Send okkum eina umsókn við lívrensli og avritum av prógvum o.ø. við teldubrævi til starv@taks.fo. Skriva “Leiðari til persónsskattadeildina” sum evni í brævinum.

Umsóknarfreistin er hósdagin, 10. november 2016, klokkan 12.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Eyðun Mørkøre, stjóra, á 35 26 00 ella á eym@taks.fo.