Skriva út

Gomul starvslýsing hjá TAKS. Umsóknarfreistin er farin. Til ber ikki at søkja starvið.

 

Brelltekstur:
Hevur tú gott skil fyri málsviðgerð og bókhaldi, so kann vera, at tú verður okkara nýggi starvsfelagi?
Umsóknarfreistin er 26. mai 2017 kl. 12.
Søk starvið

 

11. mai 2017

Málsviðgeri til Barsilsskipanina á Tvøroyri

Høvuðsarbeiðsøkið er Barsilsskipanin, men roknast kann við, at starvið eisini kemur at umfata aðrar uppgávur. Barsilsskipanin hevur sum endamál at umsita útgjald úr barsilsskipanini og ansa eftir, at hetta samsvarar við galdandi lóg um barsilsskipan.

Fyri at røkja hetta starvið er sera umráðandi, at

  • tú dugir væl at leggja arbeiðið til rættis,
  • at tú dugir at taka avgerðir og grundgeva fyri hesum,
  • at tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt.

Nærlagni, arbeiðssemi, vinsemi og ábyrgdarkensla eru eisini neyðugir eginleikar til starvið.

Stundum broytast uppgávurnar hjá eindini á Tvøroyri, og tí er umráðandi, at tú ert til reiðar at taka við nýggjum uppgávum og avbjóðingum. Vit vænta somuleiðis, at tú støðugt førleikamennir teg, tá hetta er nakað, sum TAKS raðfestir høgt.

Umsøkjarar til starvið skulu hava drúgvar royndir innan skrivstovuarbeiði, og tað er ein fyrimunur við royndum innan málsviðgerð hjá almennum stovnum. Harumframt er tað ein fyrimunur við royndum innan bókhald og við journalskipanini 360.

Løn og setanartreytir

Setanarøkið fevnir um Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí, og starvið verður lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið í lønarflokki 3.

Starvið er fulltíðarstarv, og verður sett skjótast gjørligt.

Hug at søkja?

Send eina umsókn við avritum av prógvum, lívrensli, viðmælum o.ø. við at trýsta á leinkið "Søk starvið" í seinasta lagi 26. mai 2017 klokkan 12.

Tú fært meira at vita um starvið við at venda tær til Mai-Britt Vinther, deildarleiðara, á 35 26 00 ella mv@taks.fo.