Skriva út

Gomul starvslýsing hjá TAKS. Umsóknarfreistin er farin. Til ber ikki at søkja starvið.

 

07. juni 2017

Vit ynskja okkum tveir virkisfýsnar næmingar

Hevur tú áhuga í skatti, eftirløn, partabrøvum? Dámar tær at hjálpa og vegleiða fólki? Hvussu við vinnuskrá, mvg og roknskapi, ljóðar tað áhugavert?

Frá 1. september bjóða vit tveimum ágrýtnum fólkum at byrja sum næmingar hjá TAKS. Annar næmingurin verður knýttur at málsviðgerð av borgarum og hin at málsviðgerð av vinnuni.

Sum næmingur á TAKS fært tú fjølbroyttar royndir innan skrivstovuyrkið á fleiri ymiskum deildum. Av tí sama er neyðugt, at tú tolir umskiftiligar starvsstøður og í ávísan mun tekur ábyrgd fyri egnari læru.

Á TAKS umsita vit lógir. Arbeiðsuppgávurnar eru nógvar og fjølbroyttar, men allar krevja, at tú arbeiðir samvitskufult og við nærlagni.

Vit samskifta við nógv og ymisk fólk, so tú mást hava áhuga fyri tænastu og duga væl at samskifta. Tí er eisini gott, um tú hevur góðan málkunnleika, serliga til føroyskt og í ávísan mun til enskt og danskt. Samstundis mást tú kenna teg væl til rættis við telduna, tí alt arbeiðið á TAKS er knýtt at teldum.

Vit vilja helst, at tú hevur eina miðnámsútbúgving, men krevja tað ikki. Lærutíðin er treytað av tínari útbúgving frammanundan:

  • 4 ár við fólkaskúlaprógvi
  • 3 ár við FHS-prógvi
  • 2½ ár við students- HF ella HTX-prógvi
  • 2 ár við HH- prógvi

Læruplássið tengt at borgarum er í Klaksvík og Tórshavn, meðan læruplássið tengt at vinnuni er í Tórshavn og Saltangará, men onkur tíðarskeið fert tú at starvast aðra staðni í landinum. Í lærutíðini fert tú í skúla í Danmark at taka ástøðiliga partin av útbúgvingini.

Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið.

Vilt tú vita meira um læruplássini, kanst tú venda tær til:

Hjørdis Árnadóttir á HR og samskiftisdeildini, tel. 352731 ella ha@taks.fo

Søk við at trýsta á leinkið "Søk starvið" og fylg mannagongdini.

Freistin at søkja er mikudagin 21. juni kl. 12.

Søk starvið