Gomul starvslýsing hjá TAKS. Umsóknarfreistin er farin. Til ber ikki at søkja starvið.
Brelltekstur:
Vit hava tørv á tveimum fólkum við førleikum og royndum at gera serliga samansett virkiseftirlit. Dámar tær at lesa roknskap og tøl? Hevur tú royndir at greina fyritøkur við atliti at skattligum viðurskiftum og grannskoðan? So er tað kanska júst tær, vit leita eftir.
Tvey starvsfólk til virkiseftirlitið hjá TAKS
TAKS hevur tørv á tveimum fólkum við førleikum og royndum at gera serliga samansett virkiseftirlit
Dámar tær at lesa roknskap og tøl? Hevur tú royndir at greina fyritøkur við atliti at skattligum viðurskiftum og grannskoðan?
So er tað kanska júst tær, vit leita eftir.
Í starvinum verður tú týðandi partur av toymi, sum arbeiðir við avbjóðandi og torskildum virkiseftirliti, men tú kemur eisini at arbeiða við øðrum eftirlitsuppgávum.
Førleikar
Tú hevur viðkomandi útbúgving, t.d. cand.merc.aud., cand.merc.jur ella samsvarandi. Best er at hava ítøkiligar royndir at gera virkiseftirlit og at kanna serliga samansett viðurskifti. Tað er eisini fyrimunur at hava kunnleika um almenna fyrisiting.
Tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt, megnar at taka avgerðir og at grundgeva fyri teimum út frá lógarteksti, og tú dugir væl at orða teg skrivliga á føroyskum.
Nærlagni, tolsemi, arbeiðssemi, ágrýtni og ábyrgdarkensla teljast eisini ímillum eginleikar tínar.
Starvs- og lønarviðurskifti
Talan er um fulltíðarstarv, sum verður sett skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu. Starvið er lønt eftir sáttmála hjá viðkomandi fakfelag.
Starvsstaðið er TAKS í Saltangará ella í Tórshavn. Setanarøkið fevnir eisini um Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí.
Meira kunning
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Poulu á Líðarenda, deildarleiðara, á 352680 og á pl@taks.fo.
Umsókn og umsóknarfreist
Trýst á "Søk starvið" og fyll út talgildu umsóknarskipan okkara. Har viðheftir tú eisini umsókn og avrit av møguligum prógvum og viðmælum.
Freistin at søkja er 20. august 2018 á midnátt.