Skriva út

Gomul starvslýsing hjá TAKS. Umsóknarfreistin er farin. Til ber ikki at søkja starvið.

 

Brelltekstur:

TAKS vil styrkja um tænastur sínar til tilflytarar í Føroyum. Nakrar av nettænastum okkara skulu tí týðast til enskt. Fyrst og fremst partar av Borgaraglugganum og Vinnuglugganum, sum eru sjálvgreiðslur stovnsins. Heimasíðurnar taks.fo og barsil.fo hoyra eisini til arbeiðið. Vit søkja í hesum sambandi eftir einum fólki, sum dugir væl at týða úr føroyskum til enskt.

Les meira

 

11. juli 2018

Týðari til TAKS

TAKS vil styrkja um tænastur sínar til tilflytarar í Føroyum. Nakrar av nettænastum okkara skulu tí týðast til enskt. Fyrst og fremst partar av Borgaraglugganum og Vinnuglugganum, sum eru sjálvgreiðslur stovnsins. Heimasíðurnar taks.fo og barsil.fo hoyra eisini til arbeiðið.

Vit søkja í hesum sambandi eftir einum fólki, sum dugir væl at týða úr føroyskum til enskt.

Førleikar

Tú hevur enskt ella føroyskt sum móðurmál og dugir hitt málið á samráðingarstigi ella betur. Á enskum dugir tú sera væl at formulera teg skrivliga, hevur starvsroyndir á økinum og kanst vísa á egnar tekstir ella týðingar.

Tilflytarar kunnu hava ein annan samskiftistørv enn tey, sum longu kenna føroyska samfelagið. Tí mást tú duga at loysa teg frá upprunatekstinum og týða eftir hesum umstøðum.

Umframt at týða skalt tú eisini saman við komandi leiðara tínum meta um, hvørjir tekstir eru týdningarmestir í mun til tørvin hjá brúkarunum. Innlit í føroysk samfelagsviðurskifti er tí ein treyt. Tað er í hesum sambandi fyrimunur at hava innlit í føroysk skattaviðurskifti.

Tað er eisini fyrimunur at hava viðkomandi útbúgving á bachelorstigi ella hægri.

Starvs- og lønarviðurskifti

Talan er um hálvtíðarstarv, fyribils í eitt ár. Starvið er lønt sambært sáttmála við avvarðandi fakfelag, tó eftir lønarrammuni fyri bachelorar í Akademikarafelagnum ella sum serfrøðingur II eftir sáttmálanum hjá Starvsmannafelagnum. Starvsstaðurin er TAKS á Argjum, men fevnir eisini um Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí. Ætlandi fert tú byrja í starvinum 1. september, men annar dagur kann avtalast.

Freistin at søkja er mánadagin 20. august 2018 á midnátt

Trýst á "Søk starvið" og fyll út talgildu umsóknarskipan okkara. Har viðheftir tú eisini umsókn og avrit av møguligum prógvum og viðmælum. Í umsóknina skrivar tú tilvísingar til tekstir, sum tú hevur týtt ella skrivað.

Fá meira at vita um starvið við at seta teg í samband við Helenu Debes Højgaard, deildarleiðara, á 792740 ella á hdh@taks.fo.