Skriva út

Gomul starvslýsing hjá TAKS. Umsóknarfreistin er farin. Til ber ikki at søkja starvið.

 

11. juli 2018

Verkætlanarleiðari við KT-førleikum

Okkum tørvar ein royndan verkætlanarleiðara at stýra KT-verkætlanum hjá stovninum og samskipa samstarvið við ymiskar áhugabólkar í hesum sambandi. Uppgávurnar fevna eisini um at ráðgeva leiðsluni á KT-økinum og at lýsa og betra arbeiðsgongdir.

Verkætlanarleiðarin verður partur av KT-deildini. KT-deildin mennir og røkir KT-fakskipanirnar hjá stovninum. Eisini tryggjar deildin, at TAKS tøkniliga er ført fyri at umsita allar leypandi broytingar í landsins skatta- og avgjaldslógum og kunngerðum. Á KT-deildini starvast í løtuni fýra fólk umframt leiðaran. Uppgávurnar hjá verkætlanarleiðaranum eru m.a.:

• verkætlanarleiðsla, herundir serliga at leiða ymsar KT-verkætlanir,

• at ráðgeva leiðsluni á KT-økinum,

• at lýsa og betra arbeiðsgongdir,

• at samskipa samstarvið millum ymsar áhugabólkar í sambandi við menning og íverksetan av KT-skipanum.

Førleikar

Hægri útbúgving á KT-økinum. Fyri at røkja starvið er neyðugt við hollari vitan um kunningartøkni og nakað av vitan og áhuga fyri løgfrøði. Útbúgving og royndir í verkætlanarleiðslu eru ein fyrimunur. Eisini er gott, um tú hevur royndir innan almenna umsiting og kennir til føroysk samfelagsviðurskifti. Starvið sum projektleiðari á KT-deildini krevur kunnleika og eldhuga, og tann, ið søkir, skal:

• vera framsíggin og víðskygd/ur,

• hava sera gott yvirlit,

• hava góð evnir at samstarva, samskifta og arbeiða í toymi,

• duga væl at skipa arbeiðið og at arbeiða sjálvstøðugt,

• hava hug og hegni til at læra um ymisk fakøkir og arbeiðsgongdir.

Starvs- og lønarviðurskifti

Starvið er fulltíðar starv, og verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Setanarøkið er TAKS, men fevnir eisini um Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí. Fyribils starvsstaðurin er Argir. 

Meira kunning

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Eyðun Mørkøre, stjóra, á 352600 ella á eym@taks.fo.

Umsókn og umsóknarfreist

Trýst á "Søk starvið" og fyll út talgildu umsóknarskipan okkara. Har viðheftir tú eisini umsókn og avrit av møguligum prógvum og viðmælum.

Freistin at søkja er 20. august 2018 á midnátt.