Skriva út

Gomul starvslýsing hjá TAKS. Umsóknarfreistin er farin. Til ber ikki at søkja starvið.

 

20. desember 2018

Kundarøktari til toll- og vinnutoymið hjá TAKS

Hevur tú royndir at arbeiða við tolli og at vegleiða kundar, so ert tú kanska okkara næsti kundarøktari.

Kundarøktarar hjá TAKS arbeiða í tveimum toymum - borgaratoyminum og toll- og vinnutoyminum. Vit styrkja nú toll- og vinnutoymið við einum fólki. Uppgávurnar hjá toyminum eru at tollavgreiða og at málsviðgera og vegleiða vinnukundar í at avgreiða viðurskifti við TAKS, so sum at nýta sjálvgreiðslur okkara, lata inn ymiskar uppgerðir og annars at svara fyrispurningum. Starvið krevur, at tú ert fleksibul, arbeiðir sjálvstøðugt og kanst hava fleiri bóltar í luftini í senn.

Vit læra teg upp, men leggja dent á, at tú hevur viðkomandi royndir og førleikar at loysa onkrar av nevndu uppgávum. So kanska tú dugir at tollavgreiða ella veitst eina rúgvu um mvg?

Umframt at tollavgreiða og gera eftirlit, so er stórur partur av uppgávuni hjá kundarøktarum at vegleiða og hjálpa kundum. Tí er avgerandi, at tú hevur hug og hegni at tosa við fólk, bæði undir fýra eygum og í telefon, og at tú kanst málbera teg á føroyskum, donskum og enskum. Tað er ein sjálvfylgja, at tú hevur gott tænastulyndi, so tú altíð kanst veita góða tænastu.

Tað krevur góða fatan av ábyrgdarøkinum hjá TAKS at vera kundarøktari. Hevur tú ikki tað, so mást tú vera forvitin, so tú skjótast gjørligt kanst fáa hesa fatan. Gott, um tú hevur tú kunnleika til almenna fyrisiting.Teldan er týdningarmesta arbeiðsamboð okkara, og tí mást tú duga væl at arbeiða við teldu. Sum kundarøktari er tað eisini uppgáva tín at vegleiða kundar í at brúka talgildu sjálvgreiðslurnar hjá TAKS, Vinnugluggan og Borgaragluggan.

Førleikar

Tú hevur í minsta lagi miðnámsútbúgving ella aðra viðkomandi yrkisútbúging. Tú hevur góðar málsligar førleikar í føroyskum, donskum og enskum.

Setanarviðurskifti

Starvið er lønt í lønarflokki 3 ella 4 sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið, tengt at royndum og útbúgving. Talan er um fulltíðarstarv, sum verður sett skjótast gjørligt. Setanarøkið er TAKS á Skálatrøð í Havn, men fevnir eisini um Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí.

Hug at søkja? 

Trýst á "Søk starvið" og fyll út talgildu umsóknarskipan okkara. Har viðheftir tú eisini umsókn og avrit av møguligum prógvum og viðmælum.

Freistin at søkja er 13. januar 2019 á midnátt. 

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Dianu Gilstón, leiðara á kundatænastuni, á telefon 35 26 00 ella á dg@taks.fo.