Skriva út

Gomul starvslýsing hjá TAKS. Umsóknarfreistin er farin. Til ber ikki at søkja starvið.

 

22. mars 2019

Eftirlitsfólk til posttollin

Sum eftirlitsfólk í posttollinum hevur tú eftirlit við postpakkum, sum koma til landið. Tú fyribyrgir eitt nú ólógligum innflutningi og kannar, um innihaldið í pakkunum samsvarar við innihaldslýsingar og fakturar. 

Talan er um starv við brøkinum 0,6, og arbeitt verður seinnapart (umleið klokkan 13-18). Broytingar kunnu koma fyri í vaktarskipanini, og tí mást tú kunna tillaga teg. Lønin er eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið í lønarflokki 3. Starvsstaðurin er fyribils á Óðinshædd í Havn. 

Førleikar

Tú hevur kunnleika til teldu og skalt kunna avgreiða lættari skrivstovuuppgávur, og vænta vit, at tú hevur útbúgving á miðnámsstigi. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir við tolli, journalskipanini 360 og Microsoft Office. Gott, um tú hevur royndir við eftirlitsarbeiði og almennari umsiting, men hetta er ikki ein treyt. Tú arbeiðir skipað og miðvíst og ert ikki bangin fyri at taka fatt. 

Tú ert kropsliga væl fyri, tí tú skalt rokna við at standa og ganga nógv, umframt at tú skalt kunna handfara allan pakkapost. Tú tekur ábyrgd, ert álítandi og vísir nærlagni og tænastusinni. Tú hevur áhuga fyri tollviðurskiftum og vilt førleikamenna teg á økinum, t.d. innan lógir, reglur og mannagongdir.

Málsliga kanst tú samskifta munnligt og skrivligt á føroyskum, donskum og enskum.

Meiri kunning

Tú fært meira at vita um starvið við at venda tær til Jens Christian Olsen, tollleiðara, á jco@taks.fo ella á 352600. Starvið verður sett skjótast gjørligt.

Hug at søkja?

Tú søkir við at trýsta á "Søk starvið". Til eina møguliga samrøðu hevur tú revsiváttan við.

Freistin at søkja er mánadagin, 8. apríl 2019 á midnátt.