Skriva út

Gomul starvslýsing hjá TAKS. Umsóknarfreistin er farin. Til ber ikki at søkja starvið.

 

18. desember 2019

Kundarøktari til TAKS

Hevur tú flair fyri fólki og tænastu og dugir væl at vegleiða? So skuldi tú smekkað til og blivið kundarøktari í borgaratoyminum hjá TAKS.

Tú fært ein fjølbroyttan dag og fert at hjálpa fólki við alskyns spurningum um t.d. barnafrádrátt, ferðastuðul, frítíðarløn og túsund onnur ting. Telefonavgreiðsla og journalisering eru týðandi partar av starvinum.

TAKS hevur fleiri talgildar tænastur. Ein teirra er Borgaragluggin, sum tú fert at vegleiða fólk í at nýta. Tú følir teg tískil sum heima á netinum og ræðist hvørki dimsar ella knøttar.

Vit læra teg upp, men tú mást hava næmi, so at lærdómurin situr skjótt og væl.

Førleikar og útbúgving

Tú hevur í minsta lagi viðkomandi yrkisútbúgving, t.d. innan skrivstovu. Tað er eisini eitt krav, at tú hevur royndir við office-pakkanum. Royndir við journalskipanini 360 eru ein fyrimunur.

Tú ert annars fleksibul, arbeiðir sjálvstøðugt og kanst gera fleiri ting í senn. Tað er ein fyrimunur, um tú kennir til almenna fyrisiting. Tú dugir væl at tosa og skriva føroyskt, og tað fellur tær lætt at tosa og skriva enskt og norðurlendskt.

Setanarviðurskifti

Starvið er lønt í lønarflokki 3 ella 4 sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið, alt eftir royndum og útbúgving. Talan er um fulltíðarstarv, sum verður sett skjótast gjørligt. Starvsstaðurin er TAKS í Havn. Setanarøkið er TAKS, men fevnir eisini um Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí.

Hug at søkja?

Trýst á “Søk starvið” og fyll út talgilda umsóknarblað okkara. Har viðheftir tú eisini umsókn, CV og avrit av prógvum og viðmælum.

Freistin at søkja er 13. januar 2020 á midnátt.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Dianu Gilstón, leiðara á kundatænastuni, á telefon 35 26 00 ella á dg@taks.fo.