Skriva út

Gomul starvslýsing hjá TAKS. Umsóknarfreistin er farin. Til ber ikki at søkja starvið.

 

18. desember 2019

Tríggir tollarar til TAKS

Vilt tú vera við til at fyribyrgja narko og øðrum ólógligum vørum í Føroyum? Dugir tú við fólki í stressaðum støðum? Hevur tú ans fyri detaljum? So hevur tú møguleikan at gerast tollari hjá TAKS.

At vera tollari er eitt arbeiði heilt fyri seg. Á markinum til tað ókenda hittir tú fólk í týðandi løtum og mást handla beinanvegin. Í tøttum samstarvi við hinar tollararnar hevur tú hvønn arbeiðsdag ábyrgd av eftirlitinum við vørum og ferðandi og ert á tann hátt við til at steðga ólógligum innflutningi til Føroya.

Vit søkja eftir tveimum tollarum til vanligt eftirlit og einum tollara til greining av m.a. innflutningsdátum.

Um tú søkir eitt av størvunum sum tollari til vanligt eftirlit

Tú dugir væl við fólki, ert fyrikomandi og vísir tænastusinni. At tolla krevur nærlagni, og tí skalt tú kunna arbeiða skipað og síggja tey smáu tingini. Tað er avgerandi, at tú slært kalt vatn í blóðið í intensum løtum, og at tú varðveitir yvirlitið, tá ið á leikar. Tú vísir professionella atferð í øllum lutum.

Arbeiðið fevnir um nógv ymisk eftirlit, eitt nú ferðafólkaeftirlit, skipaeftirlit, goymslueftirlit, innflutningseftirlit og útflutningseftirlit. Skrivstovustólurin verður ein regluligur makkari hjá tær. Tí mást tú eisini duga og tíma at arbeiða við umsiting og skráseting.

Tú ert sálarliga og kropsliga væl fyri og megnar at vera á drúgvum vaktum og til størri eftirlit skiftandi tíðir í samdøgrinum. Tú verður partur av tollaratoymi okkara og skalt við tíðini læra lógarverkið á øllum tolløkinum.

Um tú søkir starvið sum tollari til greining av innflutningsdátum

Tú megnar at viðgera nógvar og ymiskar upplýsingar, hevur flair fyri at leggja tvey og tvey saman og dugir at skapa yvirlit. Tú hevur góð bindindi og gevst ikki á hendur, fyri tað um arbeiði títt ikki gevur úrslit hvørja ferð, men tú dugir eisini at síggja, nær rætt er at sleppa.

Arbeiðið fevnir um greining av dátum á fraktøkinum og ferðafólkaøkinum. Tú kemur mest at sita við skrivstovuborðið, men fert uppímillum eisini út á feltið saman við øðrum tollarum. Tú verður partur av narkotoymi okkara og skalt við tíðini læra lógarverkið á øllum tolløkinum.

Útbúgving og royndir

Galdandi fyri øll størvini er, at útbúgving er ikki avgerandi, men tú skalt hava miðnámsprógv ella aðra yrkisútbúgving innan skrivstovu ella umsiting. Hevur tú royndir í tollarbeiði, kann hetta vera ein fyrimunur. Tað kann tað eisini vera, um tú hevur royndir við eftirlitsarbeiði av t.d. bókhaldsskjølum. Tað er somuleiðis gott, um tú dugir væl at tosa og skriva føroyskt, norðurlendskt og enskt. Tú hevur koyrikort og reina revsiváttan.

Setanarviðurskifti

Størvini eru lønt í 27.-28. lønarflokki eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Tænastumannafelag landsins, tó uttan at vera tænastumannastørv. Talan er um fulltíðarstørv, sum verða sett sum skjótast. Starvsstaðurin fyri øll størvini er TAKS í Havn og flogvøllurin, men tollarar hava tíðum uppgávur kring alt landið. Setanarøkið er TAKS, men fevnir eisini um Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí.

Hug at søkja?

Trýst á “Søk starvið” og fyll út talgilda umsóknarblað okkara. Har viðheftir tú eisini umsókn, CV og avrit av prógvum og viðmælum. Tilskila í umsóknini, um tú søkir starv sum tollari til vanligt eftirlit, til greining av innflutningsdátum ella bæði.

Freistin at søkja er 6. januar 2020 á midnátt.

Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Jens Christian Olsen, tollleiðara, á 35 26 00 ella á jco@taks.fo.