Skriva út

Gomul starvslýsing hjá TAKS. Umsóknarfreistin er farin. Til ber ikki at søkja starvið.

 

11. november 2020

Løgfrøðingur til TAKS

Hug til fjølbroytt juridiskt arbeiði saman við dugnaligum javnlíkum?

So skuldi tú blivið tann nýggi løgfrøðingurin hjá TAKS.

Í nýggja starvi tínum fert tú m.a. at:

  • ráðgeva og vegleiða málsviðgerum í lógarspurningum og eftirlitsarbeiði,
  • viðgera klagumál og dómsmál,
  • viðgera revsimál
  • leggja til rættis rundskriv og vegleiðandi ásetingar um skatt og avgjøld.

Sum løgfrøðingur hjá TAKS skipar tú arbeiðsdagin hjá tær rættiliga frítt, men tú verður eisini fastur partur av løgfrøðitoymum og øðrum fakbólkum hjá TAKS, har tú fært góðar møguleikar at menna teg fakliga. Á lógardeildini eru í løtuni fimm fólk, harav trý eru løgfrøðingar.

Førleikar tínir

Tú hevur kandidatprógv í løgfrøði, t.e. cand.jur. Valgrein í skattarætti og revsirætti er ein fyrimunur, men ikki ein treyt. Tú hevur góðar málførleikar í føroyskum, norðurlendskum og enskum, bæði í talu og skrift.

Tú skalt eisini:

  • vera fyrikomandi,
  • duga væl at samstarva,
  • vísa arbeiðssemi og nærlagni,
  • hava hug og hegni at samskifta og at vegleiða fólk við ymiskari fakligari bakgrund.

Løn og setanartreytir

Starvið er fulltíðarstarv og verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og løgfrøðingafelag Føroya. Setanarøkið er TAKS, men fevnir eisini um Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí. Starvsstaðurin er í løtuni TAKS í Havn. Starvið verður væntandi sett 1. februar 2021.

Hug at søkja?

Send eina umsókn við avritum av prógvum, lívrensli, viðmælum o.ø. við at trýsta á leinkið "Søk starvið" í seinasta lagi 15. desember 2020 klokkan 12.

Tú fært meira at vita um starvið við at venda tær til Birtu Biskopstø, deildarleiðara, á 792742 ella á bib@taks.fo.