Skriva út

Gomul starvslýsing hjá TAKS. Umsóknarfreistin er farin. Til ber ikki at søkja starvið.

 

15. januar 2021

KT- og fíggjarleiðari til TAKS

TAKS søkir eftir einum KT- og fíggjarleiðara, sum við gløggleika, nærlagni og eldhuga kann vera við til tryggja, at TAKS áfram er millum tey fremstu á økinum.

Arbeiðið

Tú verður leiðari á KT-deildini, sum hevur fimm starvsfólk.

Tú fært ábyrgdina av at menna og viðlíkahalda KT-skipanir og netumhvørvi stovnsins.

Tú fært eisini ábyrgdina av KT-trygdini, skalt samskipa KT-menningina og fyrireika og leiða KT-verkætlanir og prosessmenning.

Tað verður eisini tín ábyrgd at røkja samstarvið við uttanhýsis KT-veitarar og at umsita og skjalfesta infrakervið.

Tú fært somuleiðis ábyrgdina av at stýra játtanini hjá TAKS. Eitt starvsfólk verður knýtt at hesum arbeiði aftur at tær.

Tú verður partur av leiðsluni á TAKS og fert saman við henni at leggja langtíðarætlanir, seta mál og gera raðfestingar fyri stovnin.

Tú hevur viðkomandi útbúgving í KT og fíggjarstýring á kandidatstigi.

Tað er fyrimunur at hava royndir á arbeiðsøki tínum, soleiðis sum tað er lýst omanfyri.

Tað er eisini fyrimunur at hava royndir sum leiðari og verkætlanarleiðari og at hava royndir í almennari fyrisiting.

Somuleiðis gott, um tú hevur kunnleika til løgfrøði.

Tú hevur samstarvsevni, dugir at skipa arbeiðið, leggur dent á loysnir og megnar at taka avgerðir. Tú virðismetir gott samskifti og dugir føroyskt, enskt og danskt.

Setanartreytirnar

Starvið er fulltíðarstarv og er flokkað sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og BLF sum deildarleiðari 2.

Setanarøkið er TAKS, men fevnir eisini um Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí. Starvsstaðurin er í løtuni TAKS í Havn.

Starvið verður sett skjótast gjørligt.

Hug at søkja?

Klikk á "Søk starvið" og send eina umsókn við avritum av prógvum, lívrensli og viðmælum. Umsóknarfreistin er mánadagin, 1. februar 2021, á midnátt.

Fá meira at vita um starvið við at venda tær til Eyðun Mørkøre, stjóra, á telefon 35 26 00 ella á eym@taks.fo.