Skriva út

Gomul starvslýsing hjá TAKS. Umsóknarfreistin er farin. Til ber ikki at søkja starvið.

 

24. mars 2021

UI-sniðgevi til TAKS

Vilt tú skapa snøggar og praktiskar kt-skipanir, so kanst tú saktans vera okkara nýgga kt-fólk.

Á TAKS fara vit nú at nýmótansgera brúkaramótið á høvuðsskipanum okkara. Tí skulu vit hava ein kvikkan knokk afturat, sum saman við hinum serfrøðingunum á kt-deildini fer at skapa bestu loysnir til starvsfólk, borgarar og vinnulív.

Kt-deildin mennir og røkir eitt nú Borgaragluggan og Vinnugluggan saman við eksternum veitarum. Deildin er eisini fakligur garantur fyri, at TAKS kann umsita allar leypandi broytingar í landsins skattalógum, avgjaldslógum og kunngerðum. Á kt-deildini starvast fýra fólk umframt leiðaran.

Tú hevur flair fyri:

  • at gera funktionelt snið,
  • at skapa brúkaramót og prototypur,
  • at greina mannagongdir og skriva user stories,
  • at vera leinki millum brúkarar og mennarar,
  • at samskipa áhugabólkar í sambandi við menning og íverkseting av kt-skipanum.

Tú arbeiðir sjálvstøðugt eins væl og saman við øðrum, og tað fellur tær lætt at hugskjóta og at læra.

Útbúgving og royndir

Tú hevur hægri útbúgving innan kt. Tú hevur holla vitan um brúkaravinarligheit og ert ikki heilt óeffin í verkætlanarleiðslu ella SCRUM. Tað er fyrimunur at hava ans fyri løgfrøði. Tað er eisini fyrimunur at duga at brúka amboð til prototypur, serliga Adobe XD. Gott er eisini við kunnleika um føroysk samfelagsviðurskifti og almenna fyrisiting. Tú virðismetir gott samskifti og dugir føroyskt, enskt og danskt.

Starvsviðurskifti og lønarviðurskifti

Starvið er fulltíðarstarv og verður lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Setanarøkið er TAKS, men fevnir eisini um Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí. Starvsstaðurin er í løtuni Smyrilsvegur 20 í Havn.

Vilt tú vita meira um starvið?

Set teg í samband við Ann Damgaard, kt- og fíggjarleiðara, á tel. 35 26 00 ella á ann@taks.fo.

Umsóknarfreistin er 13. apríl 2021 á midnátt

Hug at søkja? Klikk á "Søk starvið", viðfest umsóknina við avritum av prógvum, lívrensli og møguligum viðmælum og send av stað.