Skriva út

Gomul starvslýsing hjá TAKS. Umsóknarfreistin er farin. Til ber ikki at søkja starvið.

 

21. mai 2021

Tríggir tollarar til TAKS

Sært tú detaljurnar? Dugir tú væl við fólki? Fært tú arbeitt skeivar tíðir?

So kanst tú vera millum nýggju tollararnar hjá TAKS

At vera tollari er eitt klassiskt spennandi og viðkomandi starv. Tú hittir fólk í skiftandi støðum, og í intensum løtum hava títt róliga lyndi og skørpu eygu alt at siga. Í tøttum samstarvi við hinar tollararnar hevur tú ábyrgd av eftirlitinum við vørum og ferðandi og forðar soleiðis fyri ólógligum innflutningi til Føroya.

Soleiðis ímynda vit okkum, at tú ert

Tú dugir væl við fólki, ert fyrikomandi, vísir tænastusinni og dugir væl at samstarva. At tolla krevur nærlagni, og tí skalt tú kunna arbeiða skipað og síggja tey smáu tingini. Tað er avgerandi, at tú slært kalt vatn í blóðið í spentum støðum, og at tú varðveitir yvirlitið, tá ið á leikar. Tú vísir professionella atferð í øllum lutum.

Arbeiðið fevnir um nógv ymisk eftirlit, eitt nú ferðafólkaeftirlit, skipaeftirlit, goymslueftirlit, innflutningseftirlit og útflutningseftirlit. Tú fert javnan at sita við telduna. Tí mást tú duga og tíma at arbeiða við umsiting og skráseting.

Tú ert væl fyri upp á kropp og sinn og megnar at vera á drúgvum vaktum og til størri eftirlit ymsar tíðir í samdøgrinum. Tú verður partur av tollaratoymi okkara og skalt við tíðini læra lógarverkið á øllum tolløkinum.

Útbúgving og royndir

Útbúgving er ikki avgerandi, men tú skalt hava miðnámsprógv ella aðra yrkisútbúgving innan skrivstovu ella umsiting. Royndir í tollarbeiði ella øðrum kanningararbeiði/eftirlitsarbeiði kunnu vera ein fyrimunur. Gott er eisini, um tú dugir væl at tosa og skriva føroyskt, norðurlendskt og enskt. Tú hevur koyrikort og reina revsiváttan.

Setanarviðurskifti

Størvini eru lønt í 27.-28. lønarflokki eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Tænastumannafelag landsins, tó uttan at vera tænastumannastørv. Talan er um fulltíðarstørv, sum miðað verður eftir verða sett 1. september 2021. Høvuðsstarvsstaðurin er TAKS í Havn og flogvøllurin, men tollarar hava tíðum uppgávur kring alt landið, og tí skalt tú tola at hava skiftandi arbeiðsstaðir. Setanarøkið er TAKS, men fevnir eisini um Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí.

Hug at søkja?

Trýst á “Søk starvið” og fyll út talgilda umsóknarblað okkara. Har viðheftir tú eisini umsókn, CV og avrit av prógvum og viðmælum.

Freistin at søkja er 14. juni 2021 á midnátt.

Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Birtu Biskopstø, deildarleiðara, á 35 26 00 ella á bib@taks.fo.