Skriva út

Gomul starvslýsing hjá TAKS. Umsóknarfreistin er farin. Til ber ikki at søkja starvið.

 

06. oktober 2021

Kundarøktari til TAKS

Dugir tú føroyskt, enskt og danskt sum ein svisk og hevur flair fyri fólki? So ert tú eitt gott boð upp á nýggja kundarøktaran hjá okkum. Dugir tú eisini Outlook, Word og Excell, so ert tú beinleiðis spennandi og eigur at søkja.

Tú fært ein fjølbroyttan dag og fert at hjálpa fólki við alskyns spurningum um barnafrádrátt, ferðastuðul og túsund onnur taksting. At journalisera er fastur partur av arbeiðinum.

Vit bjóða ymsar tænastur á netinum, til dømis Borgaragluggan og Vinnugluggan. Tú fert eisini at hjálpa fólki at nýta tænasturnar og ræðist tí hvørki browsarar, dimsar ella knøttar.

Vit læra teg upp, men tú hevur næmi og lærir skjótt og hevur annars eitt sjálvstøðugt arbeiðslag.

Krøv

  • Dugir væl føroyskt, enskt og danskt
  • Dugir Outlook, Word og Excell
  • Hevur lætt við at skifta millum uppgávur
  • Viðkomandi útbúgving, eitt nú innan skrivstovu

Fyrimunir

  • Royndir við journalskipanini 360
  • Royndir innan almenna fyrisiting
  • Kunnleika um dátuvernd (GDPR) 

Setanarviðurskifti

Starvið er lønt í lønarflokki 3 ella 4 sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið, alt eftir royndum og útbúgving. Talan er um fulltíðarstarv, sum verður sett skjótast gjørligt. Starvsstaðurin er TAKS í Havn. Setanarøkið er TAKS, men fevnir eisini um Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí.

Hug at søkja?

Trýst á "Søk starvið" og fyll út talgilda umsóknarblað okkara. Har viðheftir tú eisini umsókn, CV og avrit av prógvum og viðmælum.

Freistin at søkja er 21. oktober 2021 á midnátt.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Dianu Gilstón, leiðara á kundatænastuni, á telefon 35 26 00 ella á dg@taks.fo.