Skriva út

Gomul starvslýsing hjá TAKS. Umsóknarfreistin er farin. Til ber ikki at søkja starvið.

 

09. november 2021

Eftirlitsfólk til posttollin á TAKS

Sum eftirlitsfólk í posttollinum á TAKS ert tú við á liðnum, sum forðar fyri ólógligum innflutningi til Føroya. Tú hevur eftirlit við pakkum, ið koma til landið, og tú kannar, um innihaldið samsvarar við innihaldslýsingar og fakturar. Tú svarar eisini fyrispurningum frá borgarum og málsviðgert kærumál og sektarmál um toll.

Førleikar

Vit vænta, at tú í minsta lagi hevur miðnámsútbúgving. Tað kann vera ein fyrimunur, um tú eisini hevur skrivstovuútbúgving og royndir við tolli, journalskipanini 360 og Microsoft Office. Gott er somuleiðis at kenna til eftirlitsarbeiði og almenna umsiting, men ikki ein treyt.

Tú ert kropsliga væl fyri, tí tú skalt rokna við at standa og ganga nógv, og tú skalt kunna handfara allan pakkapost. Tú ert álítandi og vísir ábyrgd, og tú arbeiðir klókt og loypur ikki framav. Tú ert ikki bangin fyri at taka fatt heldur.

Tú dugir at arbeiða við teldu og kanst avgreiða skrivstovuuppgávur og málsviðgerðaruppgávur. Tú hevur áhuga fyri tollviðurskiftum og vilt førleikamenna teg á økinum, eitt nú innan lógir, reglur og mannagongdir.

Tú tosar og skrivar føroyskt, danskt og enskt.

Setanarviðurskifti

Talan er um fulltíðarstarv, ið verður sett sum skjótast. Lønin er eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið í lønarflokki 3. Arbeiðstíðin er vanliga frá klokkan 8 til 16, men kann skifta. Setanarøkið er TAKS, men fevnir eisini um Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí. Arbeiðsstaðurin er í løtuni á Óðinshædd í Havn.

Hug at søkja?

Trýst á “Søk starvið" og fyll út talgilda umsóknarblað okkara. Har viðheftir tú eisini umsókn, CV og avrit av prógvum og viðmælum. Til eina møguliga samrøðu skalt tú hava revsiváttan við.

Umsóknarfreistin er mikudagin, 24. november 2021, á midnátt

Fá meira at vita um starvið við at venda tær til Birtu Biskopstø, tollleiðara, á bib@taks.fo ella á 352600.