Skriva út

Gomul starvslýsing hjá TAKS. Umsóknarfreistin er farin. Til ber ikki at søkja starvið.

 

17. november 2021

UX'ari til TAKS

TAKS fer at gera nýggja KT-skipan til Barsilsgrunnin og hevur brúk fyri einum UX’ara afturat til KT-deildina.

Sum partur av KT-deildini loysir tú eisini aðrar uppgávur, sum deildin hevur. Deildin mennir og røkir eitt nú Borgaragluggan og Vinnugluggan saman við eksternum veitarum. Hon arbeiðir við einum nýggjum brúkaramóti til høvuðsskipanina hjá TAKS og er eisini fakligur garantur fyri, at stovnurin kann umsita allar leypandi broytingar í landsins skattalógum, avgjaldslógum og kunngerðum. Á deildini starvast fimm fólk og leiðarin.

Tú hevur flair fyri:

  • at gera funktionelt snið,
  • at skapa brúkaramót og prototypur,
  • at greina mannagongdir og skriva brúkarasøgur,
  • at miðla ímillum brúkarar og mennarar,
  • at samskipa áhugabólkar til at menna og íverkseta KT-skipanir.

Tú dugir at samstarva og einstarva. Tú hevur hugflog og vilja til vitan. Tú skilur føroyskt, og tú dugir at tosa og skriva enskt.

Útbúgving og royndir

Tú hevur hægri útbúgving í kunningartøkni. Tú hevur holla vitan um brúkaravinarligheit og gott skil á verkætlanarleiðslu ella SCRUM. Tað er fyrimunur at hava ans fyri løgfrøði. Tað er eisini fyrimunur at duga at brúka amboð til prototypur, serliga Adobe XD. Gott er eisini, um tú hevur kunnleika um føroyska samfelagið og almenna fyrisiting.

Starvsviðurskifti og lønarviðurskifti

Starvið er fulltíðarstarv og verður lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Setanarøkið er TAKS, men fevnir eisini um Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí. Starvsstaðurin er í løtuni Smyrilsvegur 20 í Havn.

Hug at søkja?

Trýst á "Søk starvið" og fyll út talgilda umsóknarblað okkara. Har viðheftir tú eisini umsókn, CV og avrit av prógvum og viðmælum.

Umsóknarfreistin er 5. desember 2021 á midnátt

Vilt tú vita meira um starvið, set teg í samband við Ann Damgaard, KT- og fíggjarleiðara, á tel. 35 26 00 ella á ann@taks.fo.