Skriva út

Gomul starvslýsing hjá TAKS. Umsóknarfreistin er farin. Til ber ikki at søkja starvið.

 

04. mai 2022

Dátugreinari til TAKS

Hevur tú lætt við at síggja mynstur og frávik í stórum dátumongdum? Dugir tú eisini at greiða øðrum frá, hvussu alt hongur saman? So skuldi tú søkt starvið sum dátugreinari hjá TAKS.

Á TAKS vilja vit gagnnýta dátur okkara – eitt nú til at skapa miðvísari og betri eftirlit og til at fáa viðkomandi KPI og leiðslurapporteringar. Vit skipa nú eitt áhugavert starv til hetta og bjóða tær at søkja.

Um starvið

Starvið er nýtt, og vit byggja tað upp saman við tær. Uppgávurnar eru millum annað:

  • Innsavning: har tú í sjálvstøðugum samarbeiði við veitarar okkara finnur og savnar dátur úr grunnum og skipanum hjá TAKS og ráðgevur um, hvussu best er at seta tær upp og nýta tær.
  • Góðskutrygging: tú kvalifiserar og validerar dátur, so at duplikatiónir, feilir o.a. ikki koma við.
  • Framleiðsla: tú byggir upp og sniðgevur strukturin í dátugrunnum ella BI og ráðgevur um, hvørjar dátur skulu savnast og goymast.
  • Greining: í dátunum finnur tú mynstur og frávik, sum kunna hjálpa okkum at loysa tær uppgávur, ið vit hava sett okkum fyri.
  • Miðlan: tú lýsir ætlanir og úrslit fyri leiðslu og starvsfólki.

Tú fert at samarbeiða við leiðslu og lyklapersónar á øllum deildum á TAKS. Tú verður partur av KT-deildini, sum telur seks starvsfólk og leiðara. Harumframt eru uttanhýsis ráðgevar á deildini í styttri og longri tíð.

Um teg

Tú hevur í minsta lagi bachelor ella samsvarandi í teldufrøði, hagfrøði, verkfrøði, støddfrøði ella líknandi.

Tú elskar tøl, hugsar logiskt og kritiskt, og tú megnar at loysa torgreiddar uppgávur. Tú ert forvitin eftir at vita, hvønn tørv hjá TAKS, tú kanst vera við at loysa, og tú hevur áhuga fyri samfelagsviðurskiftum.

Vit vænta, at tú dugir at nýta amboð sum SQL, Power BI, Python, R ella líknandi. Vit arbeiða eftir Scrum, so tað er gott, um tú kennir bæði henda arbeiðshátt og Azure DevOps.

Tú fert at samskifta við nógv fólk og skalt kunna greiða starvsfeløgum frá teimum verkætlanum, tú fert undir. Tí er sera umráðandi, at tú dugir at miðla ætlanir og úrslit skilliga.

Tað er eisini umráðandi, at tú hevur eitt sjálvstøðugt og skipað arbeiðslag.

Tú skilur enskt og føroyskt. Tú tosar og skrivar enskt og antin føroyskt ella danskt.

Um setanarviðurskiftini

Starvið verður lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag. Talan er um fulltíðarstarv, ið ætlandi verður sett 15. august 2022. Høvuðsstarvsstaðurin er í løtuni TAKS í Havn. Setanarøkið er TAKS, men fevnir eisini um Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí.

Hug at søkja?

Tað gert tú talgilt á JobAgenti okkara. Fyll út og viðheft umsókn, CV og avrit av prógvum og viðmælum.

Umsóknarfreistin er 31. mai 2022 á midnátt

Tú fært meira at vita um starvið við at venda tær til Ann Damgaard, deildarleiðara, á 35 26 00 ella á ann@taks.fo.