Skriva út

Gomul starvslýsing hjá TAKS. Umsóknarfreistin er farin. Til ber ikki at søkja starvið.

 

01. juni 2022

Avloysari til kundatænastuna hjá TAKS

Dugir tú at siga Tom threw Tim three thumbtacks, kolturstorvkongul og rød grød med fløde? So hevur tú longu skorað nógv poeng til starvið sum avloysari í kundatænastu okkara, tí har skal man duga enskt, føroyskt og danskt væl.

Dugir tú eisini við fólki og ert ein okey ørn til Outlook, Word og Excel, so situr tú næstan longu í stólinum og eigur at søkja, tað er so púra vist.

Tú fært ein fjølbroyttan dag og fert at hjálpa fólki við alskyns spurningum um barnafrádrátt, ferðastuðul og túsund onnur taksting. At journalisera er fastur partur av arbeiðinum.

Vit bjóða eisini nettænastur, til dømis Borgaragluggan og Vinnugluggan. Tú fert eisini at hjálpa fólki at nýta hesar tænastur og ræðist tí hvørki browsarar, dimsar ella knøttar.

Vit læra teg upp, men tú hevur næmi og lærir skjótt og hevur annars eitt sjálvstøðugt arbeiðslag.

Krøv

  • Dugir væl føroyskt, enskt og danskt
  • Dugir Outlook, Word og Excel
  • Hevur lætt við at skifta millum uppgávur
  • Viðkomandi útbúgving, eitt nú innan skrivstovu
  • Royndir at journalisera
  • Royndir innan almenna fyrisiting
  • Royndir við málsviðgerð

Fyrimunir

  • Royndir við journalskipanini 360
  • Kunnleika um dátuvernd (GDPR) 

Setanarviðurskifti

Starvið er lønt í lønarflokki 3 ella 4 sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið, alt eftir royndum og útbúgving. Talan er um avloysarastarv fulla tíð, og tað verður sett skjótast gjørligt. Starvstíðin er úti 31. desember 2023. Starvsstaðurin er TAKS í Havn. Setanarøkið er TAKS, men fevnir eisini um Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí.

Hug at søkja?

Tað gert tú talgilt á skipan okkara. Fyll út og viðheft umsókn, CV og avrit av prógvum og viðmælum.

Freistin at søkja er 15. juni 2022 á midnátt

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Dianu Gilstón, leiðara á kundatænastuni, á telefon 35 26 00 ella á dg@taks.fo.