Skriva út

Gomul starvslýsing hjá TAKS. Umsóknarfreistin er farin. Til ber ikki at søkja starvið.

 

03. juni 2022

Tveir raskir lærlingar til TAKS

TAKS røkir týðandi uppgávur. Millum annað tryggja vit samfelagnum inntøkur og verja tað ímóti ólógligum innflutningi.

Tú kanst gerast ein partur av okkum, tí frá 1. september hava vit tvey leys lærupláss – annað í tollinum, hitt í skattinum.

Tolllærlingur

Tú lærir alt um útflutning og innflutning og tollavgreiðslu, so at tú kanst geva fólki rætta og góða tænastu. Tú verður eisini við til eftirlit við skipum, flogførum, pakkum og ferðandi.

Skattalærlingur

Tú lærir alt um skattareglur og um rætta málsviðgerð av bæði persónum og fyritøkum, so at tú kanst vegleiða væl um roknskap, partabrøv, sjálvuppgávur og aðrar fyriskipanir.

Førleikar

  • Tú tolir skiftandi arbeiðsumstøður og vísir ábyrgd fyri egnari læru. Tí fyri at fáa fjølbroyttar royndir í skrivstovuyrkinum fert tú at arbeiða á ymsum deildum við ymsum uppgávum.
  • Tú hevur tænastusinni og hegni at samskifta, og tú dugir helst føroyskt, enskt og danskt rættiliga væl. Tí tú fert at tosa og skriva nógv við nógv fólk.
  • Tú følir teg væl at sita við eitt knappaborð. Tí alt arbeiði hjá TAKS verður gjørt á teldu.
  • Tú arbeiðir samvitskufult og við nærlagni. Tí á TAKS umsita vit lógir.
  • Tú hevur miðnámsprógv.

Sum tolllærlingur ert tú eisini væl fyri kropsliga og skalt kunna arbeiða skiftandi tíðir.

Lærutíðin veldst um, hvørt tú hevur miðnámsprógv við búskaparbreyt ella ikki

  • Við búskaparbreyt er lærutíðin tvey ár.
  • Uttan búskaparbreyt er lærutíðin tvey ár og eitt fimm viku netskeið.

Setanarviðurskifti

Sum skattalærlingur fert tú høvuðsheitum at arbeiða hjá TAKS í Saltangará. Sum tolllærlingur fert tú í høvuðsheitum at arbeiða hjá TAKS í Havn og á flogvøllinum. Stundum fara báðir lærlingar eisini at arbeiða aðrastaðni hjá TAKS, og báðir taka ástøðiliga partin av læruni í Danmark.

Lønar- og setanartreytir annars eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið. Setanarøkið er TAKS, men fevnir eisini um Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí.

Hug at søkja?

Ger tað talgilt á umsóknarskipan okkara. Fyll út og viðheft umsókn, CV og avrit av prógvum og viðmælum.

Umsóknarfreistin er sunnudagin, 19. juni, á midnátt

Meira fæst at vita um tolllæruplássið við at venda sær til Birtu Biskopstø, deildarstjóra, á 35 26 00 ella á bib@taks.fo. Meira fæst at vita um skattalæruplássið við at venda sær til Poulu á Líðarenda, deildarstjóra, á 35 26 00 ella á pl@taks.fo.