Skriva út

Gomul starvslýsing hjá TAKS. Umsóknarfreistin er farin. Til ber ikki at søkja starvið.

 

Brelltekstur:

Hug til at stýra einum roknskapi upp á nakrar milliardir og at geva tínum virkisfýsni og leiðsluroyndum flog? Søk starvið sum roknskaparleiðari hjá TAKS.

Umsóknarfreistin er 20. november 2022 á midnátt.

Les meira og søk

 

27. oktober 2022

Roknskaparleiðari til TAKS

Hug til at stýra einum roknskapi upp á nakrar milliardir og at geva tínum virkisfýsni og leiðsluroyndum flog? Søk starvið sum roknskaparleiðari hjá TAKS.

Um starvið

Fremsti lutur roknskaparleiðarans er at tryggja, at roknskapurin hjá TAKS er rættur fyri øll tey stovnsnummur, ið stovnurin umsitur. Talan er um stóran part av inntøkum landsins og um umsiting av úrvaldum grunnum. Tú bert satt at siga tað roknskaparliga flaggið fyri Føroyar.

Uppgávurnar eru millum annað at:

  • standa fyri og hava umsjón við rakstrinum hjá TAKS,
  • halda skil á og hava eftirlit við teimum landsinntøkum, ið stovnurin umsitur,
  • hava ábyrgd av innaneftirliti stovnsins,
  • stíla fyri og luttaka í verkætlanum,
  • gera fíggjarlig hagtøl og fíggjarligar metingar,
  • betra og effektivisera arbeiðsgongdir á stovninum.

Saman við leiðsluni skal roknskaparleiðarin eisini menna núverandi KT-skipanir og seta í verk arbeiðsamboð innan roknskaparstýring og leiðsluamboð fyri stovnin.

Roknskaparleiðarin er partur av leiðslubólki og strategiforumi stovnsins og vísir beinleiðis til stjóran.

Á roknskapardeildini starvast ellivu dugnalig fólk, sum eru skipað í tvær deildir. Onnur umsitur skattabókhaldið, hin toll- og avgjaldsbókhaldið.

Um teg

Tú hevur hægri útbúgving og leiðsluroyndir innan búskap og fíggjarstýring og kennir føroysk samfelagsviðurskifti og fíggjarviðurskifti væl. Tú hevur førleikar innan kunningartøkni og amboð innan roknskaparstýring. Tú hevur harumframt áhuga fyri løgfrøði.

Tú ert kveikjandi og sært nýggjar leiðir til at røkka málum stovnsins innan strategiskar verkætlanir. Tú ert samstarvandi og samskiftir væl á føroyskum, enskum og donskum.

Fólk siga eisini um teg, at tú:

  • ert framfýsin,
  • gáar eftir detaljum,
  • hevur ábyrgdarkenslu,
  • kanst taka avgerðir og skipa eitt arbeiði,
  • sært heildina uttan at missa ansin fyri tí smáa.

Um setanarviðurskiftini

Starvið verður lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag. Talan er um fulltíðarstarv, ið ætlandi verður sett skjótast gjørligt. Høvuðsstarvsstaðurin er í løtuni TAKS í Havn. Setanarøkið er TAKS, men fevnir eisini um Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí.

Hug at søkja?

Tað gert tú á talgildu rekruteringsskipan okkara. Fyll út og viðheft umsókn, CV og avrit av prógvum og viðmælum.

Umsóknarfreistin er 20. november 2022 á midnátt.

Fá meira at vita um starvið við at venda tær til Eyðun Mørkøre, stjóra, á 35 26 00 ella á eym@taks.fo.