Skriva út

 

Brelltekstur:

Umhugsar tú eina skrivstovuútbúgving? Hjá okkum fært tú innlit í almenna fyrisiting, og tú lærir alt um málsviðgerð og góða kundatænastu yvirfyri okkara borgarum og vinnu.

Les meira og søk

 

05. apríl 2023

Lærlingur til TAKS á Tvøroyri

TAKS røkir týðandi uppgávur. Millum annað tryggja vit samfelagnum inntøkur, umsita veitingar og verja tað ímóti ólógligum innflutningi.

Tú kanst gerast ein partur av okkum, tí frá 1. september hava vit eitt leyst lærupláss í grunnum og stuðlum á Tvøroyri.

Her kemur tú at læra alt um stuðulsskipanir og grunnar, sum landið umsitur, so at tú kanst veita fólki rætta og góða tænastu og málsviðgera og avgreiða umsóknir frá borgarum og vinnu skjótt og væl.

Førleikar

  • Tú tolir skiftandi arbeiðsumstøður og vísir ábyrgd fyri egnari læru. Fyri at fáa fjølbroyttar royndir í skrivstovuyrkinum kemur tú at arbeiða innan ymisk øki.
  • Tú hevur tænastusinni og hegni at samskifta, og tú dugir helst føroyskt, enskt og danskt rættiliga væl. Tú fert at tosa og skriva nógv við ymisk fólk.
  • Tú følir teg væl at sita við eitt knappaborð. Alt arbeiði hjá TAKS verður gjørt á teldu.
  • Vit umsita lógir og tí arbeiðir tú samvitskufult og við nærlagni.
  • Tú hevur miðnámsprógv.

Lærutíðin veldst um, hvørt tú hevur miðnámsprógv við búskaparbreyt ella ikki

  • Við búskaparbreyt er lærutíðin tvey ár.
  • Uttan búskaparbreyt er lærutíðin tvey ár og eitt fimm viku netskeið.

Setanarviðurskifti

Sum lærlingur í grunnum og stuðlum fert tú í høvuðsheitum at arbeiða hjá TAKS á Tvøroyri. Stundum fert tú eisini at arbeiða aðrastaðni hjá TAKS, og tú tekur ástøðiliga partin av læruni í Danmark.

Lønar- og setanartreytir annars eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið. Setanarøkið er TAKS, men fevnir eisini um Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí.

Hug at søkja?

Ger tað talgilt á umsóknarskipan okkara. Fyll út og viðheft umsókn, CV og avrit av prógvum og viðmælum.

Umsóknarfreistin er sunnudagin, 30. apríl, á midnátt

Meira fæst at vita um læruplássið í grunnum og stuðlum við at venda sær til Mai-Britt Vinther, deildarleiðara, á 35 26 00 ella á mv@taks.fo.