Gomul starvslýsing hjá TAKS. Umsóknarfreistin er farin. Til ber ikki at søkja starvið.
Málsviðgeri til TAKS í Klaksvík
TAKS søkir eftir einum dugnaligum málsviðgera til persónsskattadeildina í Klaksvík. Arbeiðið fevnir millum annað um at viðgera persónsskattamál, svara fyrispurningum frá borgarum og at gera eftirlit.
Tú hevur skrivstovuútbúgving ella drúgvar royndir í fakinum og dugir væl føroyskt, danskt og enskt
Tað er fyrimunur at hava skyn á skattalóggávu og almennari fyrisiting. Gott er somuleiðis at hava royndir við málsviðgerð og journalisering.
Tú arbeiðir sjálvstøðugt og kanst taka juridiskt grundaðar avgerðir. Tú ert tolin og ágrýtin, og tú sýnir ábyrgd og nærlagni.
Talan er um fulltíðarstarv, sum verður sett skjótast gjørligt
Setanarøkið er TAKS í Klaksvík, men fevnir eisini um Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí. Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið í lønarflokki 3 ella 4.
Hug at søkja?
Fyll út talgilda umsóknarblað okkara. Har viðheftir tú eisini umsókn, CV og avrit av prógvum og viðmælum.
Umsóknarfreistin er sunnudagin, 21. januar 2024
Vilt tú vita meira um starvið, ring ella skriva til Jóhan D. Heinesen, deildarleiðara, á 35 26 00 ella á jdh@taks.fo.