Skriva út

Gomul starvslýsing hjá TAKS. Umsóknarfreistin er farin. Til ber ikki at søkja starvið.

 

3. januar 2024

Málsviðgeri við hollari teoretiskari bakgrund, Klaksvík

Hevur tú lætt við at skilja samansett tøl og skipanir? Hevur tú áhugað fyri og innlit í skattaviðurskifti? So burdi tú søkt starv hjá okkum.

Um starvið

Til persónsskattadeildina í Klaksvík søkja vit eftir fólki við hollari teoretiskari bakgrund og áhuga fyri at arbeiða við øllum, sum hevur við persónsskatt at gera. Hetta umfatar m.a. skatt, eftirlønir, FAS, tvískattasáttmálar, útlendska inntøku, frádráttir og kapitalvinningsskatt.

Tú kemur at seta teg væl inn í bæði tað løgfrøðiliga og tekniska við skattaskipan okkara, og kemur við tíðini at virka sum serfrøðingur á økinum. Talan er um starv, sum tú fært høvi at vera við at mynda.

Uppgávur tínar koma m.a. at umfata:

  • at viðgera persónsskattamál, svara fyrispurningum og gera eftirlit,
  • at vera við at viðgera kærur innan persónsskatt,
  • at taka lut í fyrireiking av lógar- og kunngerðaruppskotum á persónsskattaøkinum,
  • at luttaka í verkætlanum sum hava við persónsskatt at gera,
  • og við tíðini at vegleiða og ráðgeva málsviðgerum í lógarspurningum og eftirlitsarbeiði.

Lógardeildin hjá okkum kann virka sum tín fakligi sparringspartnari í løgfrøðiligum málum. Nakað av rutinuuppgávum kunnu eisini væntast í starvinum.

Um teg  

Tú hevur viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni. Tað hevur týdning, at tú hevur innlit í skattalóggávu og almenna fyrisiting.

Tú hevur analytisk evni og kanst skapa tær yvirlit yvir kompleksitetin í skattaskipan okkara. Tað er eisini neyðugt, at tú hevur lætt við at taka avgerðir, tá tú við tíðini kemur at ráðgeva øðrum í lógartekniskum málum. Tú dugir harumframt væl føroyskt, danskt og enskt, bæði í skrift og talu.

Tað er eisini neyðugt, at tú:

  • ert fyrikomandi,
  • dugir væl at samstarva,
  • vísir arbeiðssemi og nærlagni,
  • og hevur hug og hegni at samskifta og vegleiða fólk við ymiskari fakligari bakgrund.


Um setanarviðurskiftinii

Starvið verður lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag. Talan er um fulltíðarstarv, ið ætlandi verður sett skjótast gjørligt. Høvuðsstarvsstaðurin er í løtuni TAKS í Klaksvík. Setanarøkið er TAKS, men fevnir eisini um Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí.

Hug at søkja

Fyll út talgilda umsóknarblað okkara. Har viðheftir tú eisini umsókn, CV og avrit av prógvum og viðmælum.

Umsóknarfreistin er 21. januar 2024

Fá meira at vita um starvið við at venda tær til Jóhan D. Heinesen, deildarleiðara, á 35 26 00 ella jdh@taks.fo.