Skriva út

Gomul starvslýsing hjá TAKS. Umsóknarfreistin er farin. Til ber ikki at søkja starvið.

 

9. januar 2024

Pantifúti til TAKS

At vera pantifúti er eitt týdningarmikið starv. Í landsins tænastu er tað uppgáva tín at krevja inn pening, sum fólk og fyritøkur skylda landinum, og tað er eitt arbeiði, sum bara tey bestu kunnu fremja til fulnar.

Tú ert ein av teimum. Tú fornemmar tað longu.
 
Tí tú hevur tann myndugleika og tað umhugsni, ið skulu til fyri at røkja eitt so umráðandi starv, og nú hevur tú kjansin at søkja tað.

Um starvið
Ein pantifúti hevur ein fjølbroyttan dag. Umframt at gera pantingar, so kann hann eisini málsviðgera fallin krøv, gera konkursáheitanir, tinglýsa úttøkur, viðgera kærur og fráboða skuld - eitt nú mvg og skatt.
 
Hann er ein fastur partur av innheintingartoyminum hjá TAKS, ið telur fimm makkarar og leiðara.

Um teg
Tú hevur bankaútbúgving, skrivstovuútbúgving ella aðramáta innlit í roknskap ella økonomi. Tað er ein fyrimunur at kenna til debitorrøkt.
 
Samskifti við skuldarar er ein týðandi partur av starvinum. Tú dugir tí væl við menniskjum, sum eru í truplari støðu, vísir myndugleikan og umhugsnið, og tú skrivar og tosar føroyskt og enskt.
 
Tú hevur áhuga fyri lóg og kanst seta teg inn í galdandi reglur. Tú tekur ábyrgd og arbeiðir bæði sjálvstøðugt og saman við øðrum. Tú hevur ynski um áhaldandi at dagføra teg fakliga við viðkomandi førleikamenning.

Um setanarviðurskiftini
Starvið verður lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið í lønarflokki 5 ella 6, alt eftir útbúgving. Talan er um fulltíðarstarv, ið verður sett skjótast gjørligt. Høvuðsstarvsstaðurin er í løtuni TAKS í Havn. Setanarøkið er TAKS, men fevnir eisini um Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí.

Hug at søkja?
Tað gert tú á talgildu rekruteringsskipan okkara. Fyll út og viðheft umsókn, CV og avrit av prógvum og viðmælum.

Umsóknarfreistin er 11. februar 2024

Tú fært meira at vita um starvið við at venda tær til Eyðun Joensen, deildarleiðara, á 35 26 00 ella á eyjo@taks.fo.