Skriva út

Gomul starvslýsing hjá TAKS. Umsóknarfreistin er farin. Til ber ikki at søkja starvið.

 

15. januar 2024

KT-arkitektur til TAKS

TAKS fer nú at nútímansgera alla KT-skipan sína. Skipanin, sum er ein grundvøllur undir øllum tí føroyska samfelagnum, hevur fingið navnið Kjarnan. Talan er um stórverk, og til at skapa tað saman við okkum søkja vit eftir einum royndum KT-arkitekti, ið skal vera við til at tryggja, at verkið verður dygt og gott.

Um starvið

Sum KT-arkitektur verður tú partur av deildini fyri KT-menning og fært ábyrgd av at dríva stovnin framá á KT-økinum, har tú fert at forma ta teknologisku strategiina hjá TAKS, standa fyri menningini av innovativum og framtíðartryggjaðum loysnum og sniðgeva og íverkseta infrastruktur, applikatiónir og skipanir. Alt í tøttum samstarvi við deildarleiðara, veitarar og tøknifrøðingar.

Tú verður við í programmleiðsluni fyri Kjarnuna. Har fært tú ein sentralan leiklut í softwarearkitekturinum og fert at hava ábyrgd av at tryggja, at skipanin lýkur hægsta standard fyri kapasitet, stabilitet og fleksibilitet.

Talan er um nýtt starv, sum tú sleppur at vera við til at byggja upp saman við deildarleiðaranum.

Ábyrgdarøkir:

  • menna, íverkseta og røkja arkitekturstrategiir og arkitekturloysnir,
  • geva tilmælir um nýggjar teknologiir í samsvari við stovnsins tørv,
  • evna effektivar rætningslinjur og arkitekturbroytingar saman við verkætlanarleiðarum,
  • gera eina tekniska gjøgnumgongd fyri at tryggja arkitektoniskt samsvar,
  • staðfesta og loysa tekniskar avbjóðingar í samstarvi við menningartoymir,
  • sniðgeva og íverkseta fleksiblar og haldgóðar loysnir til KT-arkitektur,
  • meta um og íverkseta teknologiir og amboð fyri at betra um menningina av skipanum,
  • eyðmerkja møguleikar fyri at optimera og rationalisera verandi KT-loysnir,
  • fylgja við teknologiskum rákum og meta um, hvørt tey eru viðkomandi fyri TAKS,
  • síggja til, at TAKS altíð hevur ein arbeiðsligan og dagførdan KT-arkitektur.

Um teg

Tú ert ein fyrsta floks samskiftari og tilrættisleggjari og samstarvar væl við øll. Tú hugsar analytiskt og langsiktað, finnur loysnirnar og ert til dystin fús.

Tú hevur:

  • bachelor ella kandidat í datalogi, softwaremenning ella samsvarandi,
  • holla vitan um softwaremenning og arkitekturprinsippir,
  • royndir við kompleksum KT-umhvørvi,
  • minst tvey ára royndir við KT-arkitekturi ella samsvarandi.

Tað er ein fyrimunur, um tú eisini hevur:

  • arbeitt við ella veitst nógv um Microsoft-plattformin og teknologiir so sum MS SQL, Kubernetes, Docker, servicebaseraðan arkitektur, API-baseraða dataútveksling, .NET, Umbraco og OutSystems,
  • kunnleika til føroyskar infrastrukturloysnir sum Samleikan, Heldina og Vangan.

Tú dugir at tosa og skriva enskt og antin føroyskt ella danskt. Føroyskt hevur fyrimun.

Ert tú ein passioneraður enterprisearkitektur, sum vil arbeiða í einum avbjóðandi og innovativum umhvørvi, hoyra vit sera fegin frá tær.

Setanartreytir

Starvið er fulltíðarstarv og verður lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Setanarøkið er TAKS, men fevnir eisini um Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí. Starvsstaðurin er í løtuni Smyrilsvegur 20 í Havn. Starvið verður sett skjótast gjørligt.

Send okkum umsókn tína

Tað gert tú talgilt á umsóknarsíðu okkara. Fyll út, viðheft viðkomandi skjøl og send av stað.

Umsóknarfreistin er sunnudagin, 11. februar 2024

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Ann Damgaard, deildarleiðara, á telefon 35 26 00 ella á ann@taks.fo.