Skriva út

Gomul starvslýsing hjá TAKS. Umsóknarfreistin er farin. Til ber ikki at søkja starvið.

 

15. januar 2024

Test- og releasesamskipari til TAKS

TAKS fer nú at nútímansgera alla KT-skipan sína. Skipanin, sum er ein grundvøllur undir øllum tí føroyska samfelagnum, hevur fingið navnið Kjarnan. Talan er um stórverk, og til at skapa tað saman við okkum søkja vit eftir einum royndum test- og releasesamskipara, ið skal vera við til at tryggja, at verkið verður dygt og gott.

Um starvið

Sum test- og releasesamskipari verður tú partur av deildini fyri KT-menning og fært ábyrgd av at fyrireika, samskipa og íverkseta testir, release og statusrapportir í sambandi við menningina av Kjarnuni. Tú fert at samskifta og samstarva nógv við mennarar, verkætlanarleiðarar, veitarar og endabrúkarar. Vit arbeiða agilt og primert við fakskipanum.

Tú verður við í programmleiðsluni fyri Kjarnuna. Har fært tú ein sentralan leiklut í at tryggja, at skipanin verður gjørd sambært tíðarætlan og ásettum góðskukrøvum.

Talan er um nýtt starv, sum tú sleppur at vera við til at byggja upp saman við deildarleiðaranum.

Ábyrgdarøkir í test:

  • leggja og íverkseta teststrategiir,
  • eygleiða og rapportera testúrslit og góðskumál,
  • staðfesta og íverkseta betringar av test- og menningararbeiði,
  • samstarva við menningartoymir og tilvísingarbólkar um støðugar og rættstundis testir.

Ábyrgdarøkir í release:

  • gera og røkja ein releasekalendara, ið hóskar til agila menning,
  • staðfesta og handfara váðar og trupulleikar í sambandi við release,
  • fyrireika, samskipa og íverkseta release í samstarvi við mennarar og veitarar.

Um teg

Tú ert ein fyrsta floks samskiftari og tilrættisleggjari og samstarvar væl við øll. Tú hugsar analytiskt og langsiktað, dugir at finna loysnirnar og ert til dystin fús.

Tú hevur:

  • gott skil fyri softwaremenningarsyklusum og testmetodum,
  • royndir við menningarprosess og verkætlanarleiðslu í agilari menning,
  • minst tvey ára royndir við test- og releasestýring ella samsvarandi,
  • hollar royndir við at gera testir, teststrategiir og feilrapporteringar.

Tað er ein fyrimunur, um tú eisini hevur:

  • bachelor ella kandidat í datalogi, informatiónstøkni, softwaremenning ella samsvarandi,
  • royndir í testautomatisering og testamboðum.

Tú dugir at tosa og skriva enskt og antin føroyskt ella danskt. Føroyskt hevur fyrimun.

Setanartreytir

Starvið er fulltíðarstarv og verður lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Setanarøkið er TAKS, men fevnir eisini um Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí. Starvsstaðurin er í løtuni Smyrilsvegur 20 í Havn. Starvið verður sett skjótast gjørligt.

Send okkum umsókn tína

Tað gert tú talgilt á umsóknarsíðu okkara. Fyll út, viðheft viðkomandi skjøl og send av stað.

Umsóknarfreistin er sunnudagin, 4. februar 2024

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Ann Damgaard, deildarleiðara, á telefon 35 26 00 ella á ann@taks.fo.