Lurta

Vilt tú kæra eitt taksmál?

Heldur tú, at TAKS hevur tikið skeiva avgerð í máli hjá tær, kanst tú kæra hana. Tað gert tú til Føroya Kærustovn. Hann er óheftur stovnur undir Løgmansskrivstovuni og hevur eftirlit við, at TAKS arbeiðir eftir lógini.

Kæran skal vera skrivlig

Grundgev fyri henni og viðheft avgerðina, tú kærir um. Viðheft eisini onnur viðkomandi skjøl.

Send kæruna við teldubrævi til fks@fks.fo ella við vanligum brævi til Føroya Kærustovn, Undir Hornabakka, Postboks 45, 110 Tórshavn.

Kærufreistin er fýra vikur

Roknað verður frá tí degi, tá ið brævið við avgerðini, tú kærir um, kom fram.

Hetta kanst tú kæra um

Tú kanst kæra avgerðir hjá TAKS um:

  • arbeiðsmarknaðareftirløn
  • barsil
  • dupult húsarhald
  • eftirløn
  • ferðastuðul
  • kapitalvinningsskatt
  • mvg
  • partafelagsskatt
  • persónsskatt
  • rentustuðul
  • toll
  • útgjald av avreiðingum og lønum (trygdargrunnurin)
Snýr tað seg um viðgerð av persónsupplýsingum?

Heldur tú, at TAKS hevur viðgjørt persónsupplýsingar um teg skeivt, og tað ikki hevur hjálpt at tosa við okkum, kanst tú kæra til Dátueftirlitið.

Á heimasíðuni hjá Dátueftirlitinum kanst tú lesa um, hvussu tú gert.